Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 8. apríl 2011 · Nr. 42 Sosialurin Bakkafrost hevur havt aðalfund, og árs­rokn­ skapurin fyri 2010 varð góðkendur.   Úrslitið er áljóð­andi 259 milliónir krón­ur eftir skatt, og hev­ur sam­takið eina eg­in­ogn á 902 milliónir krón­ur við árslok 2010. A ð a l f u n d u r i n sam­tykti at gjalda út vinn­ings­býti upp á 3,91 krónur fyri hvørt parta­brævið, svarandi til DKK 191 milliónir í alt. Aðalfundurin sam­ tykti eisini, at teir nevnd­ar­limirnir, sum stóðu fyri vali vóru aft­ur­valdir í eitt 2 ára skeið. Teir vóru Rúni M. Han­sen, Annika Fred­er­ iks­berg og Odd Eli­asen. Rúni M. Hansen varð vald­ur at halda fram sum nevnd­ar­for­mað­ ur. Hin­ir nevndarlirnir eru Jo­hannes Jensen, Virg­ar Dahl og Trine Sæth­er Romuld. Í valnevndina stóðu Hans Jacobsen, Tumm­ as Eliasen og Bergur Poulsen fyri vali og vóru teir afturvaldir í eitt 2 ára skeið. Harafturat varð samtykt, at nevnd­ in í Bakk­afrost fekk heimild til, vegna felagið, at keypa upp til 10% í eg­num partabrøvum og at hækka parta­pening felagsins við upp til 4.800.000 partabrøvum nomi­nelt. Leo Poulsen Leygardagin verður seinasti møgu­leiki hjá fólki at hugna sær á skoytubreytini fyri hesu ferð, tá býráðið endar se­song­ina við tónleiki, kaffi og pyls­um. Skoytibreytin á Skálatrø má sig­ast at vera ein sól­ skins­søga burt­ur­av. Sagt verður, at umleið 27.000 fólk hava hugnað sær á breyt­ini hesar mánaðirnar, hon hevur staðið uppi á Skál­ atrø. Eftir áheitan frá einum av yngru borgarunum í bý­num hevur skoytibreytin ver­ið opin tvær vikur longri enn upp­run­a­liga ætlað, men leyg­ ar­dagin verður so seinasti dag­ur á hesum sinni, at fólk sleppa at renna á skoytum á Skál­a­trø. - Vit ætla at markera aft­ur­lat­ingina við tónleiki, kaffi og pylsum leygardagin seinn­apart­. Og so haldi eg, at roynd­irnar hava víst, at við føroyska veðrinum er tað eitt gott hugskot at hava breytina innilokaða, tá hon letur upp aftur komandi heyst, sigur Heðin Mortensen. Tað er sjálvandi illfýsið í regni og vindi at renna á skoytum undir opnum Himni, og tí verður arbeitt við møguleikanum at inniloka skoytubreytina, helst undir einum tjaldi, tá latið verður upp aftur komandi heyst. Vodafone hevur leigað vøllin frá klokkan 9 á morgni til klokkan 15 seinnapartin í sambandi við 10 ára føðingardagin hjá telefyritøkuni, og tá verður ókeypis at skoyta. Eftir klokkan 15 tekur kommunan yvir, og tað verður framhaldandi ókeypis at skoyta so leingi fólk orka. Skoyting Í mortin letur skoytibreytin aftur... Kommunur Sigurð Simonsen í Fuglafirði er ein av borgarstjórunum, sum vil hava løgtingið at gloya alt um samanlegging Ímóti kommunu­ sam­an­legg­ing 191 m­i­ó til part­a­ eigarar Bilurin fór í havið Eldur í bili So verður ikki skoytað meira Skoytibreytin 27.000 fólk hava nýtt Skoytibreytina Samanleggin Seks borgarstjórar mæla frá samananlegging Her er ein aprílsøga, sum er sonn. Fríggjadagin 1. apríl fór røkt­ing­ar­mað­ur­in L­e­on Sólh­eyg í Klaks­vík ein túr í hagan. Bilin seti hann á endanum á Oyrar­vegnum, á Núpi, og fór til gongu. Tá ið hann kom aftur, var eing­in bilur. Bilurin var farin í havið. – Tað var fínasta veður. Mað­urin mundi hava gjørt eitt mis­tak, sig­ur Le­on Sól­heyg. Bilurin smildraðist sundur og verð­ur ikki til bil aftur. Hann var skrokk­tryggj­að­ur. Klokkan sjey í morgun kom knapp­liga eldur í ein bil, sum stóð parkeraður á Heygs­ breyt í Havn. Bilurin, sum var av merki­ num Citroen, hevði ikki verið í gongd frammanundan. Sløkkiliðið sløkti eldin, og Ak­stovan fer at kanna bilin fyri at fáa at vita, hví eldur knappliga kom í. Randi Jacobsen Seks borgarstjórar biðja í opn­um brævið landsstýrið og løg­tingið gloym alt um at noyða kommunur um at leggja saman. Teir seks borgarstjórarnir eru Sig­urð S. Simonsen í Fugla­firði, Suni Jacobsen í Sør­vági, Otto West í Hvalba, Ró­lant Poulsen á Eiði, Kirsten Strøm Bech í Vági og Dánjal Pet­ur Müller í Kvívík. Tey siga seg einki hava ímóti at fáa fleiri borg­ar­a­ tæn­ast­ur at um­sita, og um so skuldi verið, og peningur fylgir við, ivast tey ikki í, at tey megna uppgávuna. Teimum dámar betur sjálv­bodna enn tvungna sam­an­legging. - Við ógvusligum sam­ an­legg­ing­um verður tann fólks­liga um­b­oð­anin nógv skerd, som­u­leiðis sum vandi eisini er fyri, at drívmegin og fram­sókn­in í komm­unum og komm­ununnar mill­um mink­ar mund­andi, stendur í bræv­inum. 16.-19. MAI: ÍROKNAÐ: 1 KOYGGJA Í DEILDUM 4-KOYGGJUKAMARI + 2 x BUFFET + 3 x MORGUNMAT + 1 x MATPAKKA + BUSSÚTFERÐIR Í ÍSLANDI VITJIÐ SLÓÐIR FØROYINGA Í ÍSLANDI Komið við til Seyðisfjarðar 16. mai og upplivið Ísland saman við Óla Jacobsen, blaðmanni, sum fer at greiða frá ymiskum søguligum hendingum, sum føroyingar hava verið partur av. Vitjað verður á Norðfjørðinum, Vattarnesi og Seyðisfirði. Óli Jacobsen verður við á túrinum sum frásøgumaður TLF. 34 59 00 WWW.SMYRILLINE.FO