Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. apríl 2011 · Nr. 42 8 Sosialurin Formaðurin i Grinda­ manna­felagnum, Ólavur Sjúrðar­berg, heldur ikki, at tað verður nak­ar trupulleiki, skuldi eitt lið av umhvørvis-stríðs­ fólk­um komið higar í summ­ar at mótmæla grinda­drápi. Sagt hevur verið, at eini 2000 umhvørvisfólk fara at koma higar í summ­ar, men tað heldur Ólavur Sjúrðarberg, er heilt ósannlíkt. - Eg dugi slett ikki at síggja hvussu vit skulu kunna hýsa so nógvum fólk­um, sigur hann. - Men skuldi tað heilt ósannlíka hent, at tað koma so nógv fólk, haldi eg ikki, at vit skulu drepa grind ímeðan tey eru her. Hinvegin heldur for­ mað­ur­in í Grinda­manna­ felag­num, at skuldi tað kom­ið eini 20, 50, ella kanska 100 fólk higar, er tað ongin trupulleiki. - Vit hava havt bólkar av umhvørvisfólki her áð­ur og tað hevur ikki ver­ið nakar trupulleiki. - Fyri tað kunnu vit drepa tær grindir, sum koma! - Tað er heldur ongin trupul­leiki at halda grind til í Havn, hóast eitt ferða­mannaskip liggur á Mola­num. - Vit skulu bara legg­ ja okkum í geyma, at halda vit grind til, skulu vit gera okkara arbeiði til lýtar og vit skulu held­ur ikki undir nøkrum um­støðum lata okkum pro­vo­kera til at leypa fram­av, sigur Ólavur Sjúrðar­berg. Áki Bertholdsen Gongst sum ætlað verður tað skjótt ein farin tíð, at hvør mað­ur fer í grindadráp við sín­um egna reiðskapi. Í hvussu so er partvís! Arbeitt verður nú við at broyta grindareglugerðina og gongst sum ætlað, skulu broyt­ing­arnar koma í gildi næsta ár. Ein broyting, sum ætlanin er at fáa, er, at hereftir skal tað vera mønustingarin, sum skal brúkast at avlíva hval við. Men tað vera ein mønu­ sting­ari, sum lykur heilt ítøki­ligar fortreytir. - Ætlanin er, at tað bara skulu vera góðkendir mønu­ sting­ar­ar, sum tað verður loyvt at brúka, sigur Ólavur Sjúrða­berg, formaður í Grinda­man­nafelagnum. Hann sigur, at tískil er ætlan­in at fáa tað sett í nygg­ju grindareglugerðina, at í grindadrápi skal tað bara vera loyvt at brúka mønu­ sting­ar­ar, sum eru gjørdir eftir ávísum forskriftum. Fyri at tryggja, at ein mønu­stingari lýkur krøvini, er ætlanin, at teir skulu verða góð­kend­ir í landsstýrinum og fáa eitt stempul, so tað sæst á teimum, at teir eru góð­kendir. - Men tað er eisini ætlanin, at hereftir skal tað ikki vera hvør einstaku grindamaður sær, sum orgnar sær ein mønu­stingara, sigur Ólavur Sjúrða­berg. - Vit ætlað, at hereftir skulu tað verða hvalvágirnar sjálv­ar, ella sýslumenninir, sum hava eitt ávíst tal av mønu­sting­arum. - Tá ið grind er, verða teir lætn­ir ávísum, góðkendum grinda­monnum, sum eisini hava fingið ein ávísa undir­ vísing í at brúka mønu­sting­ ar­an. Formaðurin í Grinda­ manna­felagnum leggur tó dent á, at tað framvegis verð­ur brúk fyri góða gamla grinda­knívinum. - Mønustingarin er bara ætlaður at fáa lívið av hvalinum og tað verður fram­ veg­is brúk fyri knívinum at skera æðrarnar í hálsinum av, so at blóðið rennur av hvali­num fyri at tvøstið skal verða so gott sum gjørligt. Bara góðkendir mønustingarar Sum støðan er nú, er tað ólóg­ligt at brúka mønu­sting­ ara. Higartil hevur hann bara ver­ið á royndarstøði, men nú verður mett, at hann er ment­ir so nógv, at hann eigur at verða góðkendur grinda­ reið­skapur. - Vit mæla til at í nýggju grindareglugerðini, verður tað mønustingarin, sum verð­ur góðkendur at avlíva hval við, sigur Ólavur Sjúrðar­berg. Ein grund til, at mælt verður til, at mønustingarin skal hava almenna góð­kenn­ ing, er, at skal hann virka eftir ætlan, er tað neyðugt, at hann lýkur ávísar treytir. Á grindamannafundi á Oyrarbakka týskvøldið, vísti Jústines Olsen, djóra­læk­ni, Nýggur mønu­ stingari ger grindadráp nógv skjótari GRINDADRÁP Gongst sum ætlað, verður bara loyvt at brúka góðkendar mønustingarar í grindadrápi og knívurin skal hereftir bara brúkast at fáa hvalin at bløða 50 fólk Vit skulu gera okkara ar­ beiði í grind so gott og lýtaleyst sum gjørligt Jústines Olsen, djóralækni, royndi nýggja mønustingaran í grindini í Vestmanna í gjárkvøldið og hann letur væl at honum. Tað er Jóannes Niclasen í Miðvági, sum hevur staðið fyri at menna hendan nýggja mønustingaran