Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 8. apríl 2011 · Nr. 42 Sosialurin Ólavur Sjúrðarberg, for­ mað­ur í Grinda­manna­ felagnum, sigur, at tá ið æt­lanin nú er at broyta grunda­r­eglugerðina, er tað tí, at vit eiga alla tíðina royna at gera grindadrápið so skjótt og pínuleyst, sum gjørligt. - Vakin eygu hyggja at okkum alla tíðina og tí skulu vit syrgja fyri at gera okkara arbeiði í grind so effektivt og so lýtaleyst, sum yvirhøvur gjørligt. Hann sigur, at tað er orsøkin til, at hann tek­ur undir við, at gamli grinda­ krókurin ikki verð­ur loyvdur, men at vit ístað­ in fáa blásturkrókin løg­ gildan. Tað er eisini tí, hann tekur undir við, at vit skulu hava ein góðkendan mønu­ stingara. Ólavur Sjúrðarberg, for­ mað­ur í grinda­manna­felag­ num, sigur, at tá ið grinda­ reglugerðin verður broytt, er eisini ætlanin at tað ikki longur skal verða loyvt at brúka góða gam­la grinda­ krókin, ella sókn­ar­ongul­in, ið summi nevna hann. Ístaðin skal tað bara verða loyvt at brúka tann nýgg­ja blásturkrókin. - Tað skal bara verða loyvt at brúka gamla, sið­ van­da krókin í undan­taks­ føri, men tá skal ser­ligt loyvi verða givið til tað í hvørjum einstøkum føri. Á grindamannafundi á Oyrarbakka týskvøldið, stað­festi Jústines Ol­sen, djóralækni við ser­lig­um áhuga fyri grind og grinda­ drápi, at blástur­krókurin riggar væl. Hann hevur verið góð­ kendur grind­areið­skap­ ur í 13 ár, men tað gekk eitt sind­ur trekt at fáa grinda­menn at brúka hann, tó at tað er vorðið n ó g v betri. Men hann staðfesti, at summir grinda­menn vóru ikki so fegnir fyri blást­ ur­krókin, tí teir søgdu, at hann riggaði ikki. - Men hetta er einans tí, at hann verður ikki brúkt­ ur rætt, tí verður hann tað, er ongin trupulleiki. Djóralæknin sigur, at tá ið blásturkrókurin verð­ ur krøktur í, nyttar ikki at trýsta hann niður, tí har er so hart fyri, at tað ger­st onki. - Ístaðin skal krókurin leggj­ast eitt sindur á lið­ina og trýstast út vangan, so er hann fastur, sigur Jústi­nes Olsen. - Tað er at kalla óneyð­ ugt at brúka gamla grinda­ krók­in, so fyri at geva geva grinda­monnum høvi at venja seg við tann nýgg­ ja blásturkrókin, hal­di eg, at vit eiga at bann­að tann gamla krók­in, sigur Ólavur Sjúrð­ar­berg. Lagt verður afturat, at mælt verður til at seta blásturkrókin í hval­in, áðrenn hann fær mønu­ sting­in, tí so liggur hann stillari og er lættari at fáast við. Tá ið nýggj grindareglugerð vónand verður gjørd næsta summ­ar, vónar Ólavur Sjúrð­ar­b­erg, at hon verður greiðari á summum økjum, enn grindareglugerðin er, sum nú er í gildi. Eitt fyribrigdi, sum ikki er ókent í grindavási, er, at ósemja tekur seg upp, hvag­ar grindin skal rekast. - Eg haldi ikki, at tað er nóg týðiligt, hvør hev­ur myndugleikan á hes­um øki, sigur Ólavur Sjúrðar­ berg. Tí vónar hann, at tað verður skrivað púra eintýðugt og greitt, hvør tað er, sum hevur myndug­ leikan at skera ígjøgnum og gera av, hvagar ein grind skal rekast, eisini í førum, har ivi kann vera um, hvør sýslu ”eigur” grindina. Vakin eygu Krókurin bannast Tað verður bara loyvt at brúka mønustingarar, sum eru góðkendir í landsstýrinum og hava fingið stempul Avlívingartíðin er tíðin, sum gongur frá tí, at tú at hann er særdur, altso frá tí at tað er høgt í hann við króki, til hann er skorin á háls, ella hevur fingið mønusting, og heilin er hildin upp at at virka og dýrið er pínu­leyst. Hinvegin skaðar blástur­krókurin ikki hvalin og tí er av­lív­ing­ ar­tíðin bara tann tíðin, tað tekur at skera hann á háls, ella geva honum mønu­stingin. Avlíðingartíðin er máld við stoppuri og miðal­tíðin var: Við króki og knívi tek­ur tað ein góðan minutt. Við blásturkróki og knívi tekur tað ein hálv­ an minutt. Við grindakróki og mønu­stingara tekur tað ein góðan hálvan minutt. Við blásturkróki og mønu­stingara tekur tað 2-3 sekund. Jústines Olsen sigur, at kreppir hvakur seg, ella liggur hann og brest­ist, kunnu vit verða toli­liga vís í, at hann ikki hev­ur gjørt mønubrest, tó at hann helst ikki følir pínu kortini. Tá skal ikki farast frá hvalinum, men sker­ast ella stingast um­aftur. - Men tá ið hvalurin ligg­ur beinur, kunnu vit vera vís í, at hann hevur fing­ið mønusting og onki følir. Men tað tekur nøkur sekund afturat til lív­ið fjarðar burtur og hval­ urin er deyður. Fyri vissa seg um, at hvalurin er deyður, ber til at røra við eygað. Er ongin reaktión er púra vist, at hvalurin er deyð­ur, sjálvt um hann við­gekk, at tað er nakað tekn­iskt at kanna eyguni á einum hvali mitt í drápi­num. Men djóralæknin legði dent á, at tað er neyð­ugt at hvalurin er væl frágingin. Tað merkir, at mað­ urin, sum avlívar hann, skal ikki ganga frá hon­ um, fyrrenn hann liggur púra beinur, tí myndirnar av hvalum, sum liggja og brest­ast og kreppa seg, eru tær, umhvørvisfólki dám­ar best. 2-3 sekund Greiðari reglar á, at endamálið við sting­ara­ num, er ikki bara at kvetta mønu­na av. - Endamálið er eisini at kvetta æðrarnar í mønu­ rennu­ni av fyri at steðga blóð­renslinum til heilan, so at hvalurin missur vitið at kalla alt fyri eitt og ikki følir pínu og verður avlívaður so skjótt og pínuleyst, sum gjør­ligt. - Tí skal blaðið á mønu­ sting­ar­anum hava eina ávísa breidd fyri at æðrarnar kun­ nu verða kvettar av í sama við­fangi, sum hann fær mønu­stingin. Jústines Olsen segði, at hóast mønustingarin ikki er góð­kendur enn, hevur hann sæð ymsar heimagjørdar mønu­stingarar, har summir eru so smalir, at teir lúka ikki kravið um at kvetta æðr­ar­ nar í mønurennuni av. Hann staðfestir eisini, at mønustingarin hevur verið sera væl móttikin allastaðni og hann hevur ongan hoyrt gramt seg um, at hann ikki riggar eftir ætlan. aki@sosialurin.fo Gamli grindakrókurin skal ikki verða loyvdur longur, tí nýggi blásturkrókurin er betri Ein stórur fyrimunur við hesum nýggja mønustingararanum er, at slíðrin er fastur í sjálvum knívinum. Tú setir slíðran niður á hvøljuna, tekur um hann, trýstur á eina fjøður fyri at loysa mønustingaran og so ber til at stinga. Tá ið hvalurin hevur gjørt mønubrest og hálað verður upp aftur, er stingarin aftur í slíðranum. - Hesin stingarin er tryggari enn teir gomlu, tí hann er altíð í slíðranum. Helst er hann eisini neyvari, tí tað ber til at seta slíðran niður á hvøljuna at stýra stinginum betri