týsdagur 20. januar 2004síða 25
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
48
Nr. 12 - 20. januar 2004
Nr. 12 - 20. januar 2004
49
Argir, tann 15. januar 2004
Toll- og Skattaráð Føroya
Um skyldu at geva upp
skattskylduga inntøku fyri 2003
Til persónligar skattgjaldarar
Sjálvuppgávan av inntøkuni og inntøku av kapital-
vinningi í 2003 hjá persónligum skattgjaldarum, ið
ikki hava roknskaparskyldu, skal vera innlatin til Toll
og Skattstovu Føroya í seinasta lagi mánadagin 15.
mars 2004.
Um hálvan februar sendir Toll- og Skattstova Føroya
sjálvuppgávur út. Øll, sum móttaka eina sjálvupp-
gávu, skulu senda hana innaftur.
Teir persónar, Toll- og Skattstova Føroya metir seg at
hava rættar upplýsingar um í fyribilsskattaskránni,fáa
tó eina skattauppgerð, ið er eitt blátt skjal. Hesi fáa
onga sjálvuppgávu sendandi.
Eru upplýsingarnar á skattauppgerðini ikki rættar,
skal sjálvuppgáva sendast inn. Sjálvuppgávan fæst á
økisskrivstovunum hjá Toll- og Skattstovu Føroya
kring landið. Eisini er hon í bóklinginum ‘Skatturin
2003’ið varð sendur út til øll húski í desember 2003
Framskundað skattauppgerð
Tey,ið ikki hava annan frádrátt enn eftirlønargjald,og
ikki hava B-inntøku, kunnu fáa framskundaða skatta-
uppgerð, um tey innan 1. februar 2004 lata sjálvupp-
gávu inn til Toll og Skattstovuna.Á hesi sjálvuppgávu
skal bert gjaldið til eftirløn í 2003 verða upplýst og
skjalprógv skal viðleggjast.
Verða aðrar upplýsingar skrivaðar á sjálvuppgávuna,
sum t.d.B-inntøkur og/ella aðrir frádráttir,verður hon
at meta sum vanlig sjálvuppgáva, og vil tað siga, at
skattauppgerðin kann ikki roknast við at verða
gjørd fyrr enn í fyrsta lagi í mars mánaða.
Ognaruppgerð
Í ár fáa øll eina ognaruppgerð sendandi.Bert tey,sum
hava broytingar í ogn og skuld í mun til 31.desember
2002, skulu lata hana innaftur.
Til feløg v.m.
Sjálvuppgávur, roknskapir og inntøkur av kapital-
vinningi viðvíkjandi árinum 2003 hjá deyðsbúgvum,
feløgum, felagsskapum v.m. við roknskaparskyldu
skulu vera Økisskrivstovunum hjá Toll- og Skatt-
stovuni í hendi í seinasta lagi
1. juni 2004
um roknskaparskeið teirra endar í ella fellur saman
við álmanakkaárinum 2003
Umsókn um longda freist
Freistin verður bert longd um serlig orsøk er til tess,
t.d. sjúka. Skrivlig umsókn skal sendast Toll- og
Skattstovuni. Freistin verður givin eftir nærri avtalu í
styttri tíðarskeið í senn, men kann tó ikki verða givin
longur enn til 15. august 2004.
Tá biðið verður um longda freist,skal hetta vera gjørt
fyri hvørt felag sær og harafturat verður kravt at:
– umsóknin er send áðrenn 1. juni 2004
– sjálvuppgávur og roknskapir fyri eldri ár
eru innkomin.
Til privat vinnurekandi
Sjálvuppgávur, roknskapir, ognaruppgerðir og inn-
tøkur av kapitalvinningi viðvíkjandi árinum 2003 hjá
privatum vinnurekandi við roknskaparskyldu skulu
vera Økisskrivstovunum hjá Toll- og Skattstovu
Føroya í hendi sum tilskilað niðanfyri:
Føðingardagur:
Seinasti innlatingardagur:
1/1 - 28/2
1. apríl 2004
1/3 - 30/4
1. mai 2004
1/5 - 30/6
1. juni 2004
1/7 - 31/8
1. juli 2004
1/9 - 31/12
15. august 2004
Um báðir hjúnafelagarnir hava skyldu at føra rokn-
skap, kunnu báðir lata inn sambært tí freist, sum er
galdandi fyri tann hjúnafelagan, sum hevur tann
seinna føðingardagin.
Umsókn um longda freist
Freistin verður bert longd um serlig orsøk er til tess,
t.d. sjúka. Skrivlig umsókn
skal sendast Toll- og Skattstovuni. Freistin verður
givin eftir nærri avtalu í styttri
tíðarskeið í senn, men kann tó ikki verða givin longur
enn til 15. august 2004.
Tá biðið verður um longda freist,skal hetta vera gjørt
fyri hvørt felag sær og
harafturat verður kravt at:
-
umsóknin er send, áðrenn nevndu
innlatingarfreistir eru farnar
-
sjálvuppgávur, roknskapir og ognaruppgerðir
fyri eldri ár eru innkomin
Kapitalvinningssjálvuppgáva
Saman við vanligu sjálvuppgávuni verður ein kapital-
vinningssjálvuppgáva eisini send øllum. Sí nærri
frágreiðing í bóklinginum 'Skatturin 2003'.
Kapitalvinningssjálvuppgávan skal latast innaftur við
somu freistum, sum eru galdandi fyri innlating av
vanligu sjálvuppgávuni.
Persónar skulu ikki lata kapitalvinningssjálvuppgávu
inn, um teir bert hava rentuinntøku frá føroyskum
peningastovni ella postgiro har skatturin er goldin.
Sjálvuppgávur, ognaruppgerðir og roknskapir eru
roknað fyri at vera innlatin rættstundis, tá ið tær/teir í
seinasta lagi eru fingin Toll- og Skattstovu Føroya ella
eru latin í postin í seinasta lagi omanfyri nevnda inn-
latingardag. Fellur seinasti innlatingardagurin á ein
leygardag, sunnudag ella halgidag, verður seinasti
innlatingardagur fyrsta eftirfylgjandi gerandisdag.
Um fullfíggjað sjálvuppgáva ikki er latin inn rætt-
stundis, eins og frammanfyri er ásett, hevur Toll- og
Skattstova Føroya heimild at meta inntøkuna og har-
afturat at áleggja sekt.
Vitjið eisini heimasíðu stovnsins:www.tollskatt.fo
Øll, sum skulu verða sett í skatt, skulu geva upp skattskyldugu inntøku sína,
áðrenn freistirnar niðanfyri eru úti.
Toll&skatt fyribils 2tg
pdf
Toll&skatt írestandi 2tg
pdf
Hús í Vági til sølu
Hús í Lágabø til sølu.
Prísur kr. 400.000,-
Tlf. 37 38 74 ella 22 85 91
AUTO
AUTO
311234
311234
AUTO
-Dag & nátt-
Vilt tú bil hýra
- ring 311234
Nú fáast eisini
Talutíðarkkort
BENZIN
DIESEL
KIOSK
-Alt døgnið-
AUTO
311234
Føroya Tele
Kall
C
M
Y
K
49
48
Toll- og Skattstova Føroya
Stýrið
Fyribilsskráseting 2004
Fyri at fyribilsskatturin kann verða rætt roknaður,
mugu tær upplýsingar, ið Toll- og Skattstova Føroya
hevur skrásett um B-inntøkur og frádráttir, vera rættar.
B-inntøkur
Skatturin í 2004 verður roknaður út frá upplýsingunum
um B-inntøku á sjálvuppgávuni 2002
Um ein B-inntøka er broytt í 2003, verða broytingarnar
tiknar við í fyribilsskattaskránna 2004.
Upplýsingar um B-inntøkur eru upplýstar á
kontoavritinum, sum bleiv sent út fyrst í januar 2004.
B-skattur, ið ikki er goldin, áðrenn gjaldsfreistin er úti,
verður renturoknaður við 0,7% fyri hvønn byrjaðan
mánað frá gjaldsdegi.
Frádráttir
Neyðugt er hjá øllum, ið ynskja møguligar frádráttir
roknaðar við, at upplýsa Toll- og Skattstovuni um,
hvørjar frádráttir tey hava.
DIS-skipanin
Persónar, sum fara at sigla undir DIS-skipanini, og
persónar, sum eru undir DIS-skipanini, men ikki
hava boðað frá hesum, eiga at boða Toll- og
Skattstovuni frá, so upplýsingarnar, ið verða skrásettar
fyri 2004, eru rættar.
Rættingar/fráboðanir
Oyðublað til at rætta ella skráseta B-inntøku, boða frá
frádráttum ella sigling undir DIS-skipanini fáast á Toll- og
Skattstovuni, í peningastovnum og á posthúsum.
Oyðublaðið kann eisini heintast á heimasíðuni hjá
Toll- og Skattstovuni: www.tollskatt.fo
Øll eru vælkomin á økisskrivstovurnar hjá Toll- og
Skattstovuni at fáa upplýsingar um, hvørjar
skrásetingar um teirra skattaviðurskifti, Toll- og
Skattstovan hevur.
Argir, 15. januar 2004
Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið
Toll- og Skattstova Føroya
Stýrið
Írestandi skattur 2003
og AM-gjald 2003
Freistin til at gjalda írestandi skatt og írestandi AM-gjald
fyri skattaárið 2003 er 31. januar. Um goldið verður í
seinasta lagi hendan dagin, slepst undar eykagjaldinum
upp á 4%.
Útrokningarforrit er at finna á heimasíðu stovnsins
www.tollskatt.fo
Eisini ber til at rokna írestandi skattin út í bóklinginum
”Skatturin 2003”, ið bleiv borin út til øll húski í desember.
Tá skatturin verður goldin, skal viðmerkjast: p-tal og
”Skattur 2003”. Gjaldast skal til Føroya Gjaldstovu.
Argir, 15. januar 2004
Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið