Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-08, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2011síða 56

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 42 · 8. apríl 2011 24 VIKUSKIFTI Skinklandi politiska gongulagið er avleiðingin av eini kreppu, sum øll tann politiska skipanin er í. Hon finnur ikki útav, hvør politiska verkætlanin fyri Føroyar er. Loysnin sigst vera reformar, men hesir reformar ljóða meira sum óítøkilig ynskir enn ítøkiligar ætlanir. Tørvur er á eini politiskari samanseting, sum setir greið mál fyri Føroyar og framtíðina, og sannlíkt er, at landsstýrið, ið verður skipað eftir valið, verður eitt nýskipanarlandsstýri Á breddan koma nú politiskar nýskipanir Greining Uni Arge ua@sosialurin.fo   Tann søguligi samgongumeirilutin við Sambandsflokkinum, Javnaðar­flokk­ inum og Fólkaflokkinum, ið sá dagsins ljós í 2004, gav upp ond mikudagin. Fólka­flokkurin vildi ikki taka undir við fíggjar­kørmunum fyri komandi árini og tók seg úr samstarvinum. Verða teir níggju mánaðirnir hjá CHE-sam­ gonguni millum januar og september í 2008 drignir frá, helt ABC-samgongan saman í eitt og eitt hálvt valskeið. Hon gjørdist sostatt líka drúgv sum yvir­ tøku­landsstýrið frá 1975 til 1980 og full­veldis­landsstýrið frá 1998 til 2003. Kanska prógvaði hon á tann hátt, at stevið hjá eini samgongu mangan er í lagi fyrsta val­skeiðið, men í ólagi næsta val­skeiðið. Samgonguslitið hesaferð hevur leingi verið væntandi. Stevið í sam­ gong­uni hevur verið út av lagi vánaligt, og hevði samgongan ikki havt ein løg­ mann, sum allatíðina royndi at kyrra stríðandi partar og finna semjur, hevði sam­gongan verið fokin fyri einum ári síðan, tá Fólkaflokkurin heldur ikki vildi taka undir við fíggjarkørmunum. Hann slapp tá at halda fram sum tann sterki flokkurin í samgonguni, ið bæði setti seg ímóti semjum millum Sam­bands­ flokkin og Javnaðarflokkin og legði fíggjarpolitikkin mestsum av nýggjum í fíggjarnevndini, har Anfinn Kallsberg og hinir nevndarlimirnir hugnaðu sær við at gera, sum teir vildu.   Nýggir menn á pallinum Líkt var til, at søgan skuldi endurtaka seg í vár, men tað gjørdi hon ikki. Høvuðs­orsøkin til tess var, at tveir týðandi leikarar á politiska pallinum takkaðu fyri seg, og at valdsjavnvágin mill­um Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin broyttist. Í januar mynstraði Jørgen Niclasen av skútuni í Uttanríkisráðnum og vildi í staðin sleppa at vera fíggjar­ nevndarformaður. Samstundis fór Anfinn Kallsberg til hús eftir 30 ár í politikki. Stutt eftir fór Jóannes Eides­ gaard úr Fíggjarmálaráðnum og for­ manssessinum í Javnaðarflokkinum, og Aksel Johannesen tók við báðum sess­unum. Burtur vóru brádliga Anfinn og Jóannes, ið altíð kundu finna útav av semjast um maktina. Fortreytirnar hjá Fólkaflokkinum fyri at gera, sum flokkinum lysti, vóru tí als ikki tær somu í ár sum í fjør. Jóannes Eidesgaard hevur í mong ár lagt størri dent á pragmatiska telving enn at standa fast við prinsipp og hugsjónir, helst fyri at varðveita maktina. Hann toldi tí Fólka­flokkin, tá flokkurin í fjør segði seg vera ímóti fíggjarkørmunum. So laga­ligur er Aksel Johannesen eftir øll­ um at døma ikki. Hann legði til brots við at sláa fast, at Javnaðarflokkurin er ein samríkisflokkur. Hann sló fast, at 60.000 tons av makrelinum skulu seljast á upp­boði, og hann kravdi at fáa at vita, um Fólkaflokkurin var við í sam­gonguni ella ikki. Fólkaflokkurin gav undir sam­ráð­ing­ unum um fíggjarkarmarnar í Fíggjar­ málaðnum hinum samgonguflokkunum fatan av, at full semja var um karm­ar­ nar. Tað hava Javnaðarflokkurin og Sam­bands­flokkurin ið hvussu er sagt. Helst ímyndaði Jørgen Niclasen sær, at hann skuldi gera tað sama, sum Anfinn Kallsberg plagdi, nevn­iliga leggja fíggjar­lógina eftir egnum høvdi í fíggjar­ nevnd­ini, tá karmarnir komu í tingið. Tað slapp hann bara ikki fyri nýggja for­manninum í Javnaðarflokkinum. Um Fólkaflokkurin var ímóti kørmunum, mátti hann siga, um hann var við ella ikki, og tá tingviðgerðin nærkaðist, varð hann noyddur at taka endaliga støðu – og fór. Hvør er vinnari og tapari í tí, sum hent er í samgonguni, veldst um eyguni, ið síggja, men neyvan fær Jørgen Niclasen rós í øllum Fólkaflokkinum fyri sítt politiska handalag seinastu mán­að­irnar. Fyrst avsegði hann sítt egna uttanríkisráð og steig í risastóru skógv­ arnar hjá Anfinni Kallsberg í fíggar­ nevndini fyri at gerast sterki maðurin har. Tá fíggjarkarmarnir vóru á veg í tingið, setti hann seg ímóti teimum, og meðan fyrrverandi fólkafloksmaðurin, Poul Michelsen, skrivaði stevnuskrá fyri sín nýggja flokk, Framsókn, hálaði Jørgen Niclasen stikkið úr samgognuni og setti seg heilt uttan fyri ávirkan. Tað hevði Anfinn Kallsberg neyvan gjørt.   Blokerandi minnilutar Á tíðindafundinum mikumorgunin í Tinganesi og í formansumfarinum í sjón­varpinum mikukvøldið segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, at skulu Før­oyar flytast framá, mugu fremjast bygnaðar­broytingar, ið kunnu gera samfelagið bíligari at reka. Men, segði hann eisini, minnilutar forða áhaldandi fyri, at týðandi reformar á eitt nú fiski­ vinnuøkinum, kommunuøkinum og