fríggjadagur 8. apríl 2011síða 57
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 42 · 8. apríl 2011
25
VIKUSKIFTI
eldraøkinum verða framdir. Ongin ivi er
um, at hann her meinti við minnilutar í
Fólkaflokkinum, og tá løgmaður nevndi
hetta í Tinganesi mikumorgunin, stóð
serliga ein maður og smíltist. Tað var
Poul Michelsen. Hann var jú tann, sum
fyrstur nevndi, at Fólkaflokkurin var
læstur fastur í blokeringum.
Í Sosialinum í oktober í fjør grund
gav Poul Michelsen fyri, hví hann ikki
longur kundi vera partur av Fólka
flokkinum. Hann segði tá soleiðis:
»Sjúkan í flokkinum er, at fleiri ynskja
radikalar broytingar, og at nakrir
so halda ímóti. Spyrt tú meg, hvat
Fólkaflokkurin er samdur um, so síggi
eg onga semju um nakað. Hann kann
ikki semjast um fiskivinnureform, ikki
um burðardygd, ikki um umhvørvis
mál, ikki um kommunalreform, sum
landsstýrisfólk hjá flokkinum hava
slóðað fyri á dugnaligan hátt, ikki um
skúlareformin, ikki um stjórnarskip
anina, ikki um tjóðskaparmál og heldur
ikki um búskaparmál. Eg dugdi bara
ikki at síggja, at hetta var vert at vera
partur av.«
Hetta var eftir øllum at døma tað, sum
Kaj Leo Johannesen eisini hevði fingið
nóg mikið av, og tá Aksel Johannesen
ikki vildi finna seg í, at Fólkaflokkurin
førdi sín egna fíggjarpolitikk, og til
feingisgjaldið var um at gerast veru
leiki, mátti Fólkaflokkurin enda uttan
fyri. Har situr hann so nú og grundar
yvir, um hann gjørdi tað rætti. Men
sama um blokerandi minnilutarnir í
Fólkaflokkinum eru horvnir úr sam
gonguni, er politiska støðan ógvuliga
ógreið, tí í fyrsta lagi gevur tað lítla
meining at skipa nýggja samgongu í
einum valári, í øðrum lagi siga allir
andstøðuflokkarnir seg vera ímóti
verandi fíggjarkørmum, og í triðja lagi
tykjast nógv hálovaðu reformarnir at
vera sera óítøkiligir.
Nú Sambandsflokkurin og Javnaðar
flokkurin leita eftir eini meining við at
halda fram sum minnilutasamgonga,
og andstøðuflokkarnir síggja sær ein
møguleika at fáa ávirkan, er tann stóri
spurningurin, hvønn politikk allir hesir
flokkarnir hava at standa saman um.
Teir kunnu skjótt semjast um at av
greiða makrelbýtið, so skipini sleppa til
fiskiskap. Men Kaj Leo Johannesen, sum
nú hevur yvirtikið Fiskimálaráðið og
skal lýsa kunngerðina, ið Jacob Vester
gaard skuldi lýsa, hevur havt fleiri
fyrivarnir um tilfeingisgjaldið. Lýsir
hann bara kunngerðina? Ella fer hann
at seta tilfeingisgjaldið í verk saman við
Javnaðarflokkinum og andstøðuni og
so útskriva val í september?
Fløkt mál í undantaksstøðu
Onnur mál, sum hava verið nevnd
sum samstarvsmál millum minniluta
samgonguna og andstøðuna, eru nógv
umrøddi kommunalreformurin og pen
sjónsreformurin. Men kunnu tílík mál
loysast úr lagdi í politiskari undantaks
støðu í einum valári? Pensjónsreformin
er ikki semja um í løgtinginum, og
ivamálini í honum eru so mong, at
mest sannlíkt er, at málið bíðar til eftir
valið. Kommunalreformurin er sam
bært Høgna Hoydal, formanni í Tjóð
veldi, eitt so fløkt mál, at ein rúgva
av fylgilógum skal samtykkjast aftrat
tílíkari nýskipan. Hetta nevndi hann í
sjónvarpinum mikukvøldið. Er sann
líkt, at eitt tílíkt mál kann fremjast í
politiskari undantaksstøðu í einum
valári? Neyvan.
Mest sannlíkt er, at lítið og onki av
týdningi fæst frá hondini undir verandi
politisku umstøðum, og tí munnu
politisku flokkarnir vera farnir at um
hugsa, hvussu ein landsstýrissamgonga
skal setast saman eftir løgtingsvalið, um
valið so verður í juni, september ella
januar. Hvussu politiska samansetingin
verður, veldst nógv um, hvønn politikk
flokkarnir hava at standa saman um.
Her haltar nógv í løtuni, tí hvør er kósin
fyri Føroyar, ið ein samgongumeiriluti
kann semjast um? Eina ferð kallaðist
eitt landsstýri yvirtøkulandsstýrið,
og eitt annað landsstýri kallaðist full
veldislandsstýrið. Fáa vit nú eitt ný
skipanarlandsstýri, ið fer at fremja teir
reformar, sum hava verið blokeraðir so
leingi?
Okkurt kundi bent á hetta, og um
so verður, fer eitt nýskipanarlandsstýri
kanska at hava í huga gamla orðatakið
um, at frá høvdinum skalt tú hvalin
skera. Stjórnarskipanarlógin verður
tí endaliga avgreidd og samtykt eftir
føroyskum leisti og ikki samsvarandi
donskum kravboðum. Kommunal
reformurin verður framdur, so landið
verður býtt í 7-9 kommunur. Fiski
vinnureformurin verður framdur so
leiðis, at kvotur og fiskidagar verða seld
í tilfeingisbúð. Skúlareformurin fer at
hava við sær, at skúlaeindirnar verða
størri og sterkari, pensjónsnýskipanin
verður framd, og kanska verður ein
búskapargrunnur eisini stovnaður at
goyma serligar inntøkur í at javna
sveiggj við.
Hvussu politiska samansetingin verður, veldst nógv um, hvønn politikk flokkarnir hava at standa saman um.
Her haltar nógv í løtuni, tí hvør er kósin fyri Føroyar, ið ein samgongumeiriluti kann semjast um?
mynd: Jens Kristian Vang