Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 13 - 21. januar 2004 Nr. 13 - 21. januar 2004 3 Toftamenn lata skip byggja Tórshavnar Skipa- smiðja og smáparta- felagið Hansa Maria á Toftum hava gjørt sáttmála um nýbygn- ing, sum skal standa klárur á vári í 2005 SKIPASMÍÐ Stefan í Skorini Mánadagin 19. januar skrivaðu partarnir undir sáttmála um bygging av nýggjum trolara til land- leiðina innanfyri tólv fjórð- ingar. Talan er um ein tví- dekkaðan stáltrolara. Tað er smápartafelagið Hansa Maria, ið Hans Andrias Poulsen eigur, sum letur trolaran byggja. Trolarin er 19 metrar langur og 5,75 metrar breiður. Hann fær ein 490 HK motor og lastar 550 kassar. Sáttmálin er treytaður av, at fígging fæst til bygging- ina, og at felagið fær loyvi at flyta veiðuloyvið frá gamla bátinum til tann nýggja. Hetta skuldi bert verið ein avgreiðsluspurn- ingur. Umráðandi ordri – Tað hevur stóran týdning fyri okkum at koma í gongd aftur. Vit vita, at førleikin versnar, um ov long tíð gongur ímillum tær stóru uppgávurnar, sigur Thor- mund Johannesen, ið hevur ábyrgd av nýbygningum og størri projektum á Skipa- smiðjuni. Fyri at vera kappingarfør í prísi verður skrokkurin smíðaður í Póllandi, og restin av arbeiðnum verður gjørt í Havn. Trolarin skal latast reiðarínum á flagg- degnum 2005. Hetta er fyrsti nýbygn- ingur hjá Skipasmiðjuni í tvey ár, tá skipasmiðjan bygdi ein lítlan alibát til Faroe Salmon í Klaksvík. Áðrenn hetta bygdi Skipa- smiðjan Teistan á Skála og politibátarnar til Grøn- lands. – Skipasmiðjan fegnast um, aftur at fáa ein nýbygn- ing at gera, soleiðis at før- leikin hjá monnunum at smíða og útgera skip verður varðveittur her á landi, sigur Poul Mohr, stjóri á Skipasmiðjuni. Soleiðis fer tann nýggi tvídekkaði trolarin at síggja út. Tað er felagið Hansa Maria av Toftum, sum letur trolaran byggja Í Klaksvík sæst val- stríðið væl aftur í ár. Serliga við rundkoyr- ingina og út eftir Klaksvíksvegnum hanga nógvar plak- atir. Tær eru tó ikki nógv fleiri í tali í ár, men nakað størri í vavi VALSTRÍÐ Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Valplakatirnar í Klaksvík komu fyrr upp at hanga í ár enn undanfarin ár. Sum oftast hevur tað verið so, at plakatirnar ikki koma upp fyrr enn kvøldið fyri sjálv- an valdagin. Men í ár var tað munandi fyrr. Longu um vikuskiftið áðrenn val- dagin vóru heilt nógvar plakatir at síggja runt í býnum. Og tað er ongin ivi um, at tær eru munandi størri í vavi í ár. Eisini hava plakatirnar verið meira persónligar seinnu árini, enn tær hava verið áður. Fyri einum seks árum síðani byrjaði tað so smátt at vera meira og meira persónligt valstríð, og hevur hetta vundið uppá seg skjótt og sást serliga væl aftur í teimum mongu vøkru og litføgru plakatun- um. Hvussu úrslitið av valin- um verður í norðoyggjum er ilt at spáa um, men fólk vænta eitt sera spennandi val. Størsta broytingin, sum kann fara fram er, um tað eydnast sambandsflokkin- um at fáa ein umdømis- valdan. Ein annar møguleiki, sum eisini hevur verið nevndur er, at norðoyggjar fáa fimm umdømisvaldar á ting. Men alt tað vita vit, tá endaliga valúrslitið er greitt. Kunngjørt verður at okkara elskaða mamma, omma og vermóðir Elisabeth Vágsheim Vágur, ættað úr Saltangará andaðist mánadagin 19. januar, 80 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Familjunnar vegna Ebba og Karstin Endaspurturin sæst Valplakatirnar í Klaksvík eru ikki so nógv fleiri í tali til hetta valið enn undanfarin, men tær eru munandi størri í vavi Vanliga hanga nógvar plakatir á norðara vegginum á Dagtilhaldin um, og tað er onki undan- tak í ár VALLUTTØKA Jan Müller Valhølini lótu upp kring alt landið í gjár klokkan 10 og lótu aftur klokkan 20. Val- rætt høvdu 34.423 fólk, sum eru umleið 1000 fleiri enn við seinasta val fyri umleið tveimum árum síðani. Heili 91,6% av teimum, sum høvdu valrætt seinast, fóru á val. Í Sand- oynni var talið 93,3%. Hetta má sigast at vera eitt slag av heimsmeti í demo- kratii. Spennandi verður at síggja, um vit enn einaferð fara at seta slíkt met. Sjálvandi hava veðrið og árstíðin eisini nakað at siga, men eftir øllum at døma fór valluttøkan í gjár at vera methøg. Okkara fotografar kring landið vóru á nøkrum av valstøð- unum í gjár. Millum fyrstu veljararnar, sum valdu í gjár, var sjálvur løgmaður, Anfinn Kallsberg, sum legði atkvøðuna í kassan í heimbygdini Viðareiði. Heimsmet í demokratii Størsta valstaðið í landinum er ítróttarhøllin á Hálsi í Havn. 12.884 fólk hava rætt at velja her Mynd: Jens Kristian Vang Anfinn Kallsberg var millum fyrstu veljararnar á Viðareiði Mynd: Bárður Lydersen Laura og Jógvan A. Joensen lótu eisini sínar atkvøður í morgun Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2