mikudagur 21. januar 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 13 - 21. januar 2004
Nr. 13 - 21. januar 2004
5
Sjófrágreiðinging um
óhappið hjá Norrønu
vísti, at Norrönu ikki
kundi standa ímóti
nógva vindinum.
Skiparin segði einki
kunna gera. Var
Norröna ikki farin
innaftur, eftir at hon
rendi á Molan, hevði
hon sokkið ella rent á
land. Frágreiðing-
arnar úr Maskin-
rúminum og av
brúnni samsvara ikki
heilt
SJÓFRÁGREIÐING
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Verður vindmegin meira
enn
19,3
metrar
um
sekundið, so er einki at
gera. Einki at gera við at
royna at leggja Norrønu til
lands. Tá flýtur Norrøna
sum ein tundurkassi og er
mestsum ikki at arbeiða
við. Soleiðis gekk eisini
hósdagin 15. januar.
Hetta kom fram í Sjófrá-
greiðingini um óhappið hjá
Norrønu.
Rættarsalurin
í
J.C.
Schrøters gøtu var stúgv-
andi fullur. So fullur, at
hurðin mátti standa opin og
fólk máttu standa í rættar-
salinum. Áhugin var fram-
úr stórur millum fólk, men
tað vóru eisini nógv fólk,
sum høvdu fingið boð um
at møta. Topparnir hjá
Smyril-Line vóru møttir
upp, Tryggingin, umboð
fyri Veðrættarhavarar og
onnur gjørdi sítt til, at rætt-
arsalurin stóð at bresta, tá
Sjófrágreiðingin
byrjaði
nakað eftir kl. 13 mána-
dagin.
Skipið hevði sokkið
Fyrstur at vitna í Sjófrá-
greiðingini var skiparin á
Norrønu hósdagin, Ólavur
Hovsgarð.
Hann
hevur
undan vitnisfrágreiðing síni
ikki sagt nakað alment um
tilburðin hósdagin. Hann
virkaði ógvuliga róligur og
avkláraður við støðuna.
Hann hevði ikki sín egna
advokat við, og hann svar-
aði róliga og greitt øllum
spurningum, sum vórðu
settir honum.
– Eg kann ráða yvir veðr-
inum,
mutlaði
Ólavur
Hovsgarð á veg inn í stólin
í rættarsali trý fyri at siga
søguna, sum flest allir
føroyingar hava bíðað eftir.
Tað var Tórmóður Djur-
huus, advokatur fyri Smyril
Line, sum samn við dómar-
anum, Johannes Madsen,
setti spurningar.
Ólavur Hovsgarð greiddi
fyrst frá, at hann byrjaði hjá
Smyril Line í 1983 og
hevði verið fastur skipari
umborð á Norrønu síðani
1998 og við til byggingina
av hesari nýggju Norrønu.
Hósdagin
vóru
teir
komnir aftur úr Íslandi. Tað
hevði verið ódnarveður alla
tíðina, men ikki meira enn
skipið kundi klára. Við
Rivtanga setti skiparin fulla
ferð á fyri at halda tíðar-
ætlanina. Norrøna kemur
inn norðanífrá á Havnina.
Àðrenn farið verður inn
móti Eystaru bryggju at
leggja at, fær Norrøna
upplýst, at vindmegin er
millum 10 og 17 metrar um
sekundið frá Tórshavnar
havn. Ættin er landnyrð-
ingur. Skiparin ger av at
royna at leggja at, tí skipið
klárar at manirera við
hesari vindmegini. Við
grótkastið á veg inn í Havn-
ina leggur Òlavur Hovsgarð
til merkis, at vindmátarin
vísir 17,6 m/s. Men tá
gronin eru komnir inn um
Molan veksur hann vindin.
Vindmegin er meira enn
tjúgu metrar um sekundið.
Tað kemur í vitnisfrá-
greiðingini hjá yvirstýri-
manninum Paula Johanne-
sen fram, at hetta var í sama
viðfangi sum eitt æl.
- Eg prøvaði alt tað, eg
kundi. Men tað vísti seg, at
líkamikið hvat eg gjørdi, so
fór skipið í drift og rakk
móti Viðarnesi, har tað bar
við land, segði Òlavur
Hovsgarð.
Skipið tók í landssynn-
ingshorni á Viðarnesi. Ein
stýrimaður bað ein skips-
assistent kanna, um hol var
komið á, og tað vísti seg at
vera komið eitt stórt hol á.
Illgruni er tá um, at ein
skrúva hevur fingið skaða.
Ólavur Hovsgarð greiddi
síðani frá, at hann royndi
alt tað, hann kundi, fyri at
fáa skip frá aftur. Hetta
eydnaðist rímiliga væl.
Skiparin roynir at fáa
Norrøna út um Molan, men
tá brúgvavongurin er á leið
áraka endan á Molanum,
ger ein stýrimaður vart við,
at reyvin er bert fimm
metrar frá landi og nærkast
støðugt. Ólavur Hovsgarð
greiðir frá, at hann roynir
stýra
bakborð-bakborð,
men tað bar ikki til at fáa
Norrøna av kósini móti
landi, og síðani smekkaði
skipi síðuna á land.
Hesin stoyturin var ógvu-
liga avgerandi. Hann inni-
ber nevniliga, at hol kemur
á skipið beint inn á Maskin-
rúmið og sjógvur fossar
inn.
Òlavur Hovsgarð greiddi
frá, at hann fekk hesi boð-
ini frá maskinstjóranum,
sum legði afturat, at leggj-
ast mátti at landi skjótast
gjørligt.
Hesum
tekur
Ólavur Hovsgarð beinan-
vegin avleiðingarnir av og
boðar Tórshavnar Havn frá,
at hann ætlar at leggja at á
Molanum. Hann biðjur um
at fáa flutt eitt norskt skip,
sum liggur mitt á Molanum
og biðjur Tórshavnar Havn
boðaði Sløkkiliðnum frá at
koma á staðið við pumpum.
Skiparin hevur staðið mið-
skips inntil víðari, men
hann fer yvir í stýriborð
fyri at taka kommandoina
har, tá ið skipið eftir ætlan
skal leggja at móti stýri-
borði. Skiparin varnast, tá
hann er komin yvir í stýri-
borð á brúnni, at hann ikki
fekk stýrt skipinum harfrá,
tá tólini virka ikki. Hann
fer síðani aftur til uppruna-
ligu støðuna miðskips, men
heldur ikki har hevur hann
nakran møguleika at stýra
skipinum - onga maskin-
orku og lítlan og ongan
møguleika at stýra skipin-
um.
Skipið kemur harðliga at
landi á Viðarnesi. Skipið
stendur ikki á botni - men
er komið fast við land av tí
at eitt hol á skipinum
heldur tí fast at landi.
Ólavur segði, at hann
boðaði MRCC, Smyril Line
og Tórshavnar Havn frá
støðuni. Hann bað um at
fáa ein stigabil til ferða-
fólkið og catering-starvs-
fólk. Ikki minst tí so nógv
konufólk
vóru
millum
catering-starvsfólki, og tey
kann mann illa arbeiða fyri
í tílíkum støðum, helt
Ólavur Hóvsgarð fyri í
sjófrágreiðingini. Meðan
hann ger hetta, boðar Ritan
frá, at hon kann koma eftir
ferðafólkunum og hinum,
sum skuldu í land.
Tað er Brimil við hjálp
frá Skúmaranum og Press-
aranum hjá Skipasmiðjuni,
sum hjálpa til at Norrønu
Norröna er sum ein tundur-
proppur í nógvum vindi
Tá vindmegin fer upp um 19.3 metrar um sekundið so flýtur Norrøna sum ein tundurflaki . Hetta kemur javnan fyri í Havn, sigur havnarmeistarin
Ólavur Hóvsgarð var ógvuliga róligur og virkaði avkláraður við støðuna, tá hann segði sína
søgu í Sjórættinum mánadagin
Havnarfútin, Jónsvein
Lamhauge, sigur, at
veðurumstøðurnar
hjá Norrønu hós-
dagin, tá hon bar við
land tríggjar reisur,
eru ikki óvanligar í
Havn. Veðurfrøðing-
urin, Petur Skeel
Jacobsen, sigur, at tað
ber ikki til bert at
tosa vindmegina, men
at ættin eisini ávirkar
atløguumstøðurnar
NORRÖNA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Stásiliga
ferðamanna
Norröna og ein skirvisligur
tundurkassi. Er vindmegin
meir enn 19,3 metrar um
sekundið í Havn, flýtur
Norröna sum ein tundur-
kassi og tá er snøgt sagt
einki at gera. So avgjørdur
var skiparin á Norrnu,
Ólavur
Hovsgarð,
sum
hevði
ábyrgdina
av
Norrönu, tá hon hósdagin
bar við Viðarnes og eystara
mola, undir sjófrágreið-
ingini mánadagin.
Ólavur Hovsgarð hevur
ikki dult fyri, at er nógvur
vindur, er rættiliga torført
at leggja Norrønu at í Havn.
Hetta varskógvaði hann
longu í vár og seinasta hós-
dag fingu vit sjón fyri søgn.
Spádómurin
hjá
Ólavi
Hovsgarð gjørdist veruleiki
og undir sjófrágreiðingini
mánadagin staðfesti hann
enn einaferð sína støðu um
truplu atløguviðurskiftini í
Havn, tá veðrið ikki er til
vildar.
Hendir javnan
Vit hava vent okkum til
Havnarfútan í Havn, Jón-
svein Lamhauge, og spyrja
hann, um veðurumstøður-
nar seinasta hósdag eru
sjáldsamar.
Havnarfútin
svarar, at tað kemur meir
enn so fyri, at vindmegin
fer um teir 20 metrarnar um
sekundið í Havn. Jónsvein
Lamhauge leggur afturat, at
serliga um vetrarnar er
vindhart í Havn
– Vit hava eingi hagtøl,
men tað er vanligt, at vind-
megin kemur upp á 20
metur um sekundið í Havn.
Eitt er, at vindurin kemur
upp á ta megina, men ein
annar spurningur er, hvussu
leingi vindmegin heldur
sær har uppi. Vit vita í
Føroyum, at vindurin skiftir
nógv, sigur Jónsvein Lam-
hauge.
Ikki óvanligt
Undir sjófrágreiðingin kom
eisini fram, at Havnarskriv-
stovan boðaði skiparanum,
Ólavi Hovsgarð, frá, at
vindmegin var í millum 10-
17 metur um sekundi. Stutt
undan, Norröna kemur inn
á molan, kemur eitt eitt
grovt æl við nógvum vindi
og vindmegin økist brád-
liga til 20 metrar um
sekundið.
Bæði skiparin, Ólavur
Hovsgarð, og yvirstýri-
maðurin, Pauli Johannesen,
róðu undir sjófrágreiðingin
framundir, at brádliga ælið
var høvuðsorsøkin til, at
Norröna bar við land á Við-
arnesi fyrstu ferð
Havnarfútin,
Jónsvein
Lamhauge, sigur, at tað er
ikki óvanligt, at boðini frá
Havnarskrivstovuni
ikki
samsvara við vindmegina,
tá skipini koma inn um
molan.
– Skipini fáa boðini
nakað uttanfyri fyri molan
og tað er heilt nattúrligt, at
ein broyting kann koma í,
tá skipini koma inn um
molan. Í førinum við
Norrønu, kemur eitt æl og
tá er púra vanligt, at vind-
megin økist, sigur Jónsvein
Lamhauge.
Ættin avgerandi
Veðurfrøðingurin,
Petur
Skeel Jacobsen, sigur í
stuttari
viðmerking,
at
atløguumstøðurnar eru ikki
einans tengdar at vindmeg-
ina, men sanniliga eisini
ættini. Henda dagin, tá
Norrönabar við land, var
landnyrðingur og henda ætt
er ring í Havn.
– Tað hevur víst seg, at
landnyrðingur er ringur hjá
skipunum í Havn, tí tá er
nógvur vindur og torført at
leggja at, sigur Petur Skeel
Jacobsen.
Hann leggur afturat, at
hevði talan verið um somu
vindmegi og ættin var eitt
nú
útnyrðingur,
hevði
Norröna ikki havt stórvegis
trupulleikar at leggja at.
Eingi hagtøl
Fyri at vísa á, hvussu stórur
ella lítil váðin er fyri, at
Norrønu kann koma í somu
trupulleikar sum seinasta
hósdag, hava vit roynt at
fáa fatur á neyðuga hagtals-
tilfarinum.
Føroyska
veðurstøðin
savnar veðurhagtølini sam-
an, meðan DMI í Danmark
umsitir føroysku hagtølini.
Vit spurdu DMI um teir
høvdu
hagtølini
fyri,
hvussu ofta vindmegin 20
metur um sekundið og
landnyrðingi(somu veður-
umstøður, tá Norröna bar á
land, blðm) kom fyri í Havn
í 2003, men svarið var, at
hagtølini fyri 2003 vóru
ikki liðug viðgjørd enn.
Tískil ber ikki til at vísa
nágreiniliga á, hvussu ofta
hendingin hósdagin kann
koma upp á tal, um
Norröna framhaldandi bert
hevur møguleika at leggja
at í Havn.
Óhappið seinasta
hósdag kemur sum
steinur oman á
byrðu hjá Smyril
Line. Fyri at endur-
vinna inntøkurnar,
sum er mistar av
vantandi flutningi av
alilaksi, var Smyril
Line júst farið undir
nýggja farleið á
Seyðisfjørð og Berg-
en. Óli Hammer
heldur, at óhappið
við Norrönu er einki
minni enn ein
katastrofa
NORRÖNA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Í viðtalu við Sjónvarp Før-
oya mánakvøldið duldi
stjórin á Smyril Line, Óli
Hammer, ikki fyri, at
hendingin hósdagin var
einki minni enn ein kata-
strofa fyri Smyril Line.
Stóra kreppan í alivinn-
uni og vantandi søla av
gomlu Norrönu hevur havt
við sær, at raksturin, ið
frammanundan er tungur,
er blivin væl tyngri enn
metingar frammanundan.
At Norröna komandi vik-
urnar ella møguliga mán-
aðirnar verður uttanfyri
sigling kemur tí sum
steinur á byrðu hjá Smyril
Line.
Smyril Line var júst
farið undir eina nýggja
farleið fyri at endurvinna
mistu inntøkurnar av vant-
andi flutningi av alilaksi,
tá Norröna bar við land
tríggir ferðir fyri góðari
viku síðan og fekk umfat-
andi skaða.
Óvist
Óli Hammer segði við SvF
mánakvøldið, at Smyril
Line var komið í eina
ómetaliga óhepna støðu, tí
teir vóru júst farnir undir
nýggju farðleiðina millum
Seyðisfjørð og Bergen.
Nógv verður tutlað í
hornunum um, hvussu
umfatandi skaðarnir eru á
Norrönu, men leiðslan á
Smyril Line er varin við at
úttala seg um, hvussu
leingi Norröna verður
uttanfyri sigling.
Óli Hammer metti leyst-
liga, at talan fór at verða
um ein til tveir mánaðir.
Hann greiddi eisini frá, at
tryggingin tekur við skað-
unum á Norrønu og tí fór
sjálvt umvælingararbeiðið
ikki kosta Smyril Line
nakað.
Einki minni enn eina katastrofa
leysa, og seinni verður hon
løgd betri við Ískeiina.
Vatn verður eisini pumpað
yvir
barlasttankarnar
í
stýriborð fyri at fáa at
hella, soleiðis at skipið
hellur fyri at vatnið ikki
skal renna inn í skipið. Tá
pumpurnar frá Tórshavnar
sløkkiliði vóru komnar
umborð, gekk skjótt við at
fáa sjógvin úr skipinum.
Var Norrøna ikki farin
innaftur, eftir at hon rendi á
Molan, hevði hon sokkið
ella rent á land, segði Ólav-
ur Hóvsgarð eftirfylgjandi.
Eftir
óhappið
kundi
Ólavur staðfesta stóran
skaða á bakborðsskrúvuna
umframt tvey hol á skipin-
um og annan skaða, sum
ikki er heilt uppgjørdur
enn.
Eisini aðrir menn, sum
vóru staddir á brúnni, hós-
dagin vitnaðu í rættinum.
Teirra vitnisburður váttaði
stórst sæð alt, sum Òlavur
Hóvsgarð greiddi frá.
Megi kortini
Ólavur Hóvsgarð greiddi í
sínari frágreiðing frá, at
hann
misti
alla
maskinorku, og kundi tí
ikki fáa Norrønu at landi
við Molan.
Poul Nolsøe Laksáfoss,
maskinstjóri, greiddi frá, at
teir ikki varnaðust at
maskinmegin heilt var
horvin. Men ábendingar
vóru um, at tann eina
skrúvan ikki virka við full-
ari megi.
Støðan
í
maskinrúminum
var
hættislig í so máta, at eini
150 tons av sjógvi vóru
komin inn, og neyðugt var
hjá elektrikaranum umborð
at
nýta
alternativar
metodur
fyri
at
fáa
streymin at virka aftur eftir
stoytin við Molan.
Tískil eru nøkur ógreið
viðurskifti
viðvíkjandi,
hvat sum júst hendi við
maskinorkuni hjá Norrønu
hósdagin.
Kanna víðari
Tað varð mutlað nógv í
krókunum, tá steðgur varð
hildin í sjófrágreiðingini
og áðrenn og aftaná. Men
tað bar illa til at fáa nakra
konkretar viðmerkingar.
Hvørki um atburðurin hjá
skiparanum hevði verið
rættur ella hvat víðari fer at
henda í málinum.
Skipaeftirlitið kannar í
løtuni málið.
Havnarfútin í Havn:
Púra
vanligt
C
M
Y
K
5
4