Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 13 - 21. januar 2004 Nr. 13 - 21. januar 2004 7 Tann fullkomna val- plakatin skal vera stór, greið og einkul. Um hon ikki fangar móttakaran innan fyri eitt hálvt sekund, so kann tað gera tað sama. Lýsingarmað- urin, Jákup Veyhe, og grafikarin, Ingi Joen- sen, siga sína hugsan um valplakatstríðið í ár VALPLAKATIR Kristian E. Andersen kristian@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang – Undir einum valstríðið fyri nøkrum árum síðan gekk Kristjan á Neystabø runt í Havnini og hongdi A3-plakatir við mynd av sær sjálvum á upp á lykta- pelar. Tað varnaðist mann, og tað var av summum hildið at vera eitt sindur sjálvsøkið. Í dag er tað heilt náttúrligt, og øll valevnið burtursæð frá Johan í Kollafirði gera hatta har, sigur Jákup Veyhe, tá hann verður spurdur um, hvat hann heldur um valplakat- stríðið í Føroyum í dag. Jákup Veyhe, lýsingar- maður, og Ingi Joensen, grafikari, eru farnir ein túr við Sosialinum at hyggja eftir valplakatum í Havn. Teir eru samdur um, at tann fullkomna valplakatinum skal skara burturúr, soleiðis at móttakarin ella veljarin varnast júst hana. – Tann fullkomna val- plakatin skal vera stór, greið og einkul. Um hon ikki fangar móttakaran inn- an fyri eitt hálvt sekund, so kann tað gera tað sama, sig- ur Ingi Joensen, og peikar á eina stóra plakat hjá Finni Helmsdal. Plakatin er hvít við andlitinum hjá Finnuri á, og har er eingin annar tekstur enn Finnur Helms- dal, skrivað við grovum svørtum bókstavum. – Handan hjá Finni er greið og einkul, og tú varn- ast beinavegin navnið hjá honum. Hasar hjá Anitu á Fríðriksmørk og Høgna Hoydal beint við síðurnar av eru hinvegin truplar at fáa eyga á. Teksturin sæst ikki nóg væl, og har er kanska eisini ov nógvur tekstur. Um mann ikki kennir tey bæði framman- undan, er tað trupult at varnast tær, greiðir Ingi Joensen frá. Drukna í plakatum Hóast Jákup Veyhe heldur, at valplakatir eru heilt nátt- úrligar í valstríðnum í dag, so sær hann eisini ein vanda í hesum. – Valplakatir kunnu ikki avgera eitt val, men hin- vegin eru tær ein fortreyt hjá einum valevni. Annars kann hetta valevnið detta burtur í millum. Spurning- urin er í dag, um vit ikki drukna í plakatum. Eingin skarar burturúr, tí øll hava eina rúgvu av plakatum, og allar eru líka stórar. Við seinasta val, legði mann merki til Heðin Mortensen og Jógvan Arge, tí teir høvdu so stórar plakatir. Men í ár skara teir ikki longur burturúr, tí nú hava øll hini eisini stórar plakat- ir, vísir Jákup Veyhe á. Valplakatstríðið kann alt- so blíva ov nógv, og úrslitið verður, at eingin plakat virkar. Jákup Veyhe sær tó eina loysn á hesum. – Tá tað nú er givið, at tað snýr seg um at skara burturúr, so verða tað tær alternativu, øðrvísi plakat- irnar, sum framyvir fara at vera avgerandi. Eg havi lagt merki til onkra sovorðna í ár. Ein hjá Miðflokkinum, sum einki annað er enn eitt skelti við teksti, sum er málaður við hond, er væl- eydnað. Hana varnast mann, sigur Jákup Veyhe. C-ið er óheppið Lýsingarmaðurin og graf- ikarin bera eisini eyga við tær minni hepnu plakatir- nar. Tað tiltikna C-ið hjá Javnaðarflokkinum fær av Jákupi ikki tey bestu skoðs- málini. – C-ið hjá Javnaðar- flokkinum er eitt sindur óheppið. Um mann stendur nær við, so riggar tað væl. Men stendur mann longur burtur frá, sær tað út sum eitt feilprent, ella sum um onkur hevur skrætt plakat- ina. Hatta er visuelt eitt sindur kiksað, vil Jákup Veyhe vera við. Eisini tær lítlu plakatir- nar vera kritiseraðar. Sam- bært Inga Joensen hoyra tær heima í SMS ella á gongugøtuni. Ikki í eini rundkoyring, har nærum einans bilførarar koma framvið. – Hasar lítlu A3-plakatir- nar eru tað reina spill av pappíri. Tær kunnu fara beint í ruskspannina. Eing- in ber eyga við tær, sigur ein avgjørdur Ingi Joensen. Tóm slogan Bæði Jákup Veyhe sigur, at valplakatirnar eru merktar av nøkrum vánaligum, einkisigandi tekstum – Nógv slogan eru so øgi- liga býtt. Ábyrgd, álit og áræði. Byggja brýr og binda bond. Tryggleiki og framburður. Hatta er so sjálvsigandi og harvið eis- ini einkisigandi. Tað reina slutur og vrøvl. Óli Breck- mann hevur hinvegin okk- urt nógv meira konkret. Eitt vallyfti, sum sigur skattin niður. Tað kann veljarin í hvussu so er fyrihalda seg til, greiðir lýsingarmaðurin frá. Ingi Joensen er samdur við honum. Har manglar okkurt í hasum tekstunum. – Tað, sum mann saknar á hesum plakatum og í val- stríðnum yvirhøvur, er ein ella onnur visjón ella onkur størri slogan enn tey, sum vera brúkt. Tey siga einki. Tað er tugt og tanlað. Har einki nýtt í, sigur grafikarin Jákup Veyhe ber eyga við eitt slogan, sum hann held- ur vera rættiliga stuttligt og áhugavert. Tað stendur at lesa á einari stórari plakat hjá Heðini Mortensen. Har stendur Tín atkvøða = mín stuðul. – Hatta er áhugavert og rættiliga komiskt eisini. Hatta er øðrvísi enn hini. Tað ber ikki brá av nakrari hugsjón, men er hinvegin eitt slag av einum sáttmála við veljaran. Nakað fyri nakað, sigur Jákup Veyhe. Dýrt hjá Fólkaflokkinum Tað er uttan iva nógv, sum hava borið eyga við tær markantu svørt hvítu plak- atirnar hjá Fólkaflokkinum. Jákup Veyhe og Ingi Joen- sen eru á einum máli um, at hesar reint grafiskt og visuelt eru tær flottastu í ár, og teir vænta, at Fólka- flokkurin mann hava brúkt rættiliga nógvar pengar í hesum valstríðnum. Teir eru tó ikki heilt vísir, at hesar plakatir eru so væl- eydnaðar kortini. – Svørt hvítu plakatirnar hjá Fólkaflokkinum eru ótrúliga flottar. Reint graf- iskt eru tær væl gjørdar. Litirnir og myndirnar eru eisini góðar. Hinvegin eri eg ikki vísur í, at tað er rætt, at gera sær dælt av einum minimalistiskum stíli við hvítari skrift rund- an um svarta bakgrund. Spurningurin er, hvat signal teir senda út. Tað er ov elegant á onkran hátt. Hatta fangar kanska tann veljar- aran, sum gongur við Rolex-urið og Gucci- klædningi. Men eg ivist í, um tað rakar tann vanliga føroyingin, greiðir Ingi Joensen frá. Jákup Veyhe hevur varn- ast eina ávísa detalju hjá Fólkaflokkinum. Mann sær hendurnar á øllum valevn- unum á plakatunum. Men kortini er hetta ikki heilt rætt. – Á nærum øllum plak- atum hjá Fólkaflokkinum sær mann hendurnar hjá valevnunum. Eg veit ikki, um tað er tilvitað, men stuttligt nokk, so sær mann ikki hendurnar hjá Anfinn Kallsberg, sigur Jákup Veyhe skemtiliga at enda. Drukna í valplakatum Jákup Veyhe og Ingi Joensen vísa praktikantunum á Sosialinum eina valplakat, sum teir halda hevur eitt stuttligt slogan Ein alternativ valplakat, sum sæmbært Jákup Veyhe er væleydnað Valplakatirnar hjá Fólkaflokkinum eru tær flottastu reint grafiskt, siga Jákup Veyhe og Ingi Joensen C M Y K 7 6