mikudagur 21. januar 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 13 - 21. januar 2004
Nr. 13 - 21. januar 2004
9
75-100 prosent av alivinnuni um koll
Havbúnaðarfelagið
óttast fyri at millum
75 og 100 prosent av
alivinnuni er tekniskt
í konkurs og fer fyrsta
dagin at steðga upp -
eginpeningurin er
etin upp av ILA og
metlágum prísum.
ALIVINNA
Búi Tyri
Støðan í alivinnuni er sum
heild desperat nú og megin-
parturin av hesari vinnu fer
væntandi á húsagang. So
døpur eru útlitini sambært
Havbúnaðarfelagið
sum
eftirlýsir tiltøk frá politisk-
ari síðu og samstundis vísir
aftur tankan um beinleiðis
almennan stuðul.
Tann væl kenda bak-
grundin er at marknaðurin
fyri alilaks kollapsaði aftan
á við 11. september 2001
og prísirnir hava ein stóran
part av tíðini síðani tá ligið
niðan
fyri
framleiðslu
kostnaðin. Síðani komu
trupulleikarnir
av
ILA
sjúkuni sum steinur oman á
byrðu.
Formaðurin í Havbúnað-
arfelagnum, Atli Greger-
sen, gevur stjóranum í
Føroya Banka, Jørn Astrup-
Hansen, rætt í nógvum av tí
hann segði við Sosialin í
gjár.
– Støðan í alivinnuni er
so ring sum hon ongantíð
fyrr hevur verið, sigur Atli
Gregersen.
– Hjá meginpartinum av
alibrúkunum er eingin eg-
inpeningur eftir og fyritøk-
urnar eru tekniskt í kon-
kurs. Einstakar eru endur-
fíggjaðar
meðan
aðrar
longu eru undir banka ad-
ministratión; restin ekur
sum heild niðri á knøun-
um… Vit mugu rokna við
at 75-100 prosent av øllum
alifyritøkunum
fara
at
steðga upp.
– Fólk krøkja seg til vón-
ina so leingi tey liva; so
leingi virkini formliga ikki
eru farin á húsagang, halda
menn fram í vónini um at
prísirnir skulu hækka ella
at okkurt undur skal henda.
Mugu gera okkara
part
Atli Gregersen er á einum
máli við stjóran í Føroya
Banka um at aliloyvi mugu
kunna pantsetast og at út-
lendskir íleggjarar mugu
fáa attraktiv høvi at seta
pening í. Hann hartar sam-
stundis
tann
politiska
myndugleikan
fyri
at
reagera so seint við regul-
eringum ímóti ILA og fyri
at seta skattligar karmar
sum ikki eru kappingarførir
við okkara grannalond.
– Tað almenna eigur at
agera við fastari hond her
tó uttan beinleiðis peninga-
ligan stuðul. Vit hava fyri-
reikað eina størri frágreið-
ing sum í næstum verður
løgd fram… Tann stóri
trupulleikin er jú ILA í
kombinatión við teir lágu
laksaprísirnar; hóast vit
kanska eru um at basa
hesum ILA nú so kunnu
avleiðingarnar tó gerast at
øll alivinnan fer fyri bakka
tá av tornar.
Men tvær nýggjar kunn-
gerðir eru komnar sum
skulu niðurberja ILA og
fyribyrgja
framhaldandi
trupulleikum; er tað ikki
positivt?
– Tíverri er hetta ov lítið,
ov seint. Men sjálvandi
kunnu vit siga at tað er fyri
neyðini at okkurt er gjørt.
Koppseting er sera, sera
umráðandi nú og fer saman
við øllum øðrum sjúku nið-
urberjingar tiltøkum sum
eru framd óivað at viðføra
at ILA verður bast. Enn
hava okkara myndugleikar
tíverri ikki fingið sent
nýggja umsókn til ES um
undantak til føroyskan laks
viðvíkjandi koppseting, hó-
ast vit hava fingið ábend-
ingar um at vit hava góðan
kjans at fáa hoyrn fyri okk-
ara søk, um vit bara tillaga
ta nýggju umsóknina í mun
til ES og tær atfinningar
sum vóru í sambandi við ta
fyrru umsóknina sum vit
lótu inn tá fyri hálvum øðr-
um ári síðani.
– Fólk mugu hava eina
trúgv upp á at tað ber til, at
tað kann loysa seg, og hvat
viðvíkur útlendskum kapi-
tali so er hetta aikki minst
galdandi. Íleggjarar mugu
kunna hava eina trúgv upp
á føroyska aling og vit
kunnu ikki loyva okkum at
dríva protektionismu her.
Íleggjarar mugu síggja eina
meining í at seta pening í
og tí mugu avmarkingar í
útlendskum
eigaraskapi
burtur; avmarkingar kunnu
ístaðin
leggjast
inn
í
treytirnar fyri aliloyvir.
Pant til peningastovnar í
ogn Føroya fólks kann væl
ikki vera meiningin?
– Tað ljóðar so fínt at ali-
brúk og fiskur eru "ogn
fólksins" men hvør hevur
ráð til ideologiskt luxus av
slíkum slag, spyr formaður-
in í Havbúnaðarfelagnum
og heldur fram:
– Tað sigur seg sjálvt at
treytirnar fyri fígging eru
mótsvarandi harðar um
peningastovnurin ikki kann
fáa trygd í tí stóra vinnuliga
aktivinum sum eitt aliloyvi
jú er.
Hvat skulu politikararnir
gera nú?
– Tað er avgerandi at vit
sum skjótast fáa semju við
ES um koppseting móti
ILA. Síðani má alivinnan
fáa bøttar karmar hvat
møguleikum fyri skattlig-
um frádráttum viðvíkur, eitt
nú eftir norskari fyrimynd.
Hetta er nógv sunnari enn
tað at tað almenna fer at
veita peningaligan stuðul til
vinnuna.
– Eitt annað haft um
beinini á vinnuni er at hon
sjálv má gjalda fyri alt
eftirlits arbeiðið, og tað er
ikki bíligt. Eg havi fingið
upplýst at eitt vanligt ali-
brúk rindar eina hálva mill-
ión um árið til hetta, og tað
er jú burtur úr vón og viti.
– Tá vit frá føroyskari
síðu hava gjørt hvat vit
kunnu, er so eftir at vóna at
laksaprísirnir
fara
at
hækka. Og tað fara teir
uttan iva einaferð, nær tað
so verður.
Monrad Dalbú skipsførari
plagar av og á at hjálpa til á
Bakkafrost
Foto: Maria Olsen
Tað var í blaðnum í gjár, at
Jørn Astrup Hansen, stjóri í
Føroya Banka, gjørdi vart við
sera ringu støðuna í
alivinnuni
C
M
Y
K
9
8