mikudagur 21. januar 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 13 - 21. januar 2004
Nr. 13 - 21. januar 2004
11
Formaður Javnaðarflokksins hevur í valstríðnum
støðugt víst á nøkur grundleggjandi viðurskifti og á
nakrar avgerandi fortreytir fyri at komast kann
burtur úr tí politisku naggatódn, sum hevur eyðkent
almenna lívið seinastu árini. Formaðurin hevur víst
á, at Javnaðarflokkuirn hevur tað góða samfelagið
sum mál. Javnaðarflokkurin raðfestir tí tað góða
samfelagið fram um alt annað. Ì øðrum lagi merkir
hetta, at í tí góða samfelagum er tjóðskaparliga
semjan um sjálvstýri Føroya eitt virðiligt og
sjálvsagt mál. Tann breiða tjóðskaparliga semjan um
einar sjálvstøðugar Føroyar innan ríkisfelagsskapin
skal tryggja okkum orku og arbeiðsfrið til at byggja
tað góða samfelagið.
Tað góða samfelagið er samfelagið fyri øll og ikki
bert fyri tey fáu. Tað góða samfelagið er eitt samfel-
ag, har eldri og gomul verða viðfarin við sóma og
virðing, har tey fáa hjálp og røkt, sum er á støði við
tað besta í okkara grannalondum. Í tí góða samfel-
agnum eru rættartrygd og persónligt frælsi, solid-
aritetur og sosialt rættvísi, góð barnakor, útbúgving,
mentan og list, góður bústaður sjálvsøgd og høgt
raðfest mannarættindi.
So mikið um tann ítøkiliga politiska boðskapin.
Men formaður Javnaðarfloksins hevur eisini staði-
liga mælt til, at tað kemur eitt annað lag á føroyskan
politikk. Hann hevur víst á, hvussu skaðiligt tað
vánaliga arbeiðslagið er, og hann hevur somuleiðis
víst á tørvin av eini betri politiskari atmosferu í Før-
oyum. Í hesum viðfeingi hevur formaður Javnaðar-
floksins undirstrikað týdningin av breiðum semjum
um ávísar stórar politiskar spurningar t.d. sjálvstýr-
ismálið, pensiónsmálið, fiskivinnupolitikkin og
familjupolitikkin. Í framhaldi av hesum hevur Jó-
annes Eidesgaard mælt til størri sínamillum virðing
hjá politiskum mótstøðufólkum fyri sjónarmiðunum
hjá hvørjum øðrum. Hann hevur somuleiðis mælt til
at leggja gamalt agg, har slíkt finst, burtur og hann
hevur mælt sínum politisku starvsfeløgum í øðrum
flokkum til saman við sær at vaska talvuna reina og
at byrja av nýggjum. Hann hevur mælt til størri tol-
semi og virðing ikki bert í politikki men eisini
manna millum.Hann hevur mælt til, at vit nú fara at
byggja brýr millum føroyingar heldur enn at dýpa
tær gjáir, sum tað harða politiska veðurlagið hesi
seks árini hevur elvt til.
Vónandi fara flokkar og veljarar at geva boðskapin-
um frá formanni Javnaðarflokksins gætur, so at vit
eftir valið fáa eina arbeiðsføra stjórn og eitt betri
politiskt veðurlag í Føroyum. Vit hava øll brúk fyri
stabilieti og støðugum politiskum viðurskiftum.
Latið okkum tí seta virðingina fyri hvørjum øðrum
aftur í hásæti og við henni geva tí góða orðinum, tí
góða dialoginum og tí góða samstarvinum veruligt
innihald. Hesi eru fortreytin fyri góðum úrslitum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Virðing - semjur og
stabilitet
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Vorðið dýrari at liva í Føroyum
Somu vallyfti
Magnus Juel Petersen
Harra blaðstjóri
Hýsið mær hesum reglum,
so at vit áðrenn vit fara á
val hyggja at hvat Tjóð-
veldisflokkurin
hevur
megnað at gera av ólukkum
fyri okkum føroyingar.
Fyrst av øllum kann
nevnast
skúlabørnini
(framtíðin) hjá Føroyum
hava gingið heima upp í
mánaðar, 6-7 ferðir orsakað
av verkføllum.
Landsstýrismaðurin
í
fíggjarmálum tók samráð-
ingarrættin frá verkafeløg-
unum.
Tá ið viðkomandi boð-
aði, at feløgini ikki máttu
fáa meira enn eitt vist % í
lønarhækking um árið sig-
ast kann at súrepli dettur
ikki langt frá trænum ella
hvat? So tjóðveldis arbeiðs-
menn tit skuldu hugsa
tykkum væl um nú.
Á Almanna/heilsuøkin-
um er standurin ikki ringur,
men hann er heilt óbegríbe-
liga vánaligur, var til pall-
borðsfund hjá Heilafel-
agnum, tá ið tað kom fram,
at fólk, sum fingu heila-
bløðing ella aðra sjúku og
vóru óhjálpin, vildu eftir
tað viðgerð, tey nú einaferð
kundu fáa á hospitalinum
so vóru útskrivaði og send
heim, men tey fingu onga
heimahjálp tí tað vóru ikki
pengar til hesi fólkini. So
stakkals tey, sum blíva sjúk
í Føroyum, ímeðan tjóð-
veldismennirnir ráða. Tey
koma á ein bíðilista til
pengar eru til taks. Eg
spurdi landstýrismannin í
almannamálum um hesi
fólkini ikki vóru meiri verd
enn tað at vera sett á ein
bíðilista, var svarið eg fekk,
at tað var ein góður spurn-
ingur – tí at landsstýrið
hevði valt at prioriterað so-
leiðis. Tit skuldu skamma
tykkum at virða landsmenn
tykkara so lítið.
Eitt annað mál, sum eis-
ini skuldi pilkast við, er
rentustuðulin á sethúsalán-
um, hann skal setast niður/-
burtur, so tey sum eru hart
spent fíggjarliga skulu fáa
stein oman á byrðu, jú tað
skal loysa seg at vera tjóð-
veldisfólk tillukku???
Bommtollur og soda-
vatnsskattur tað er nakað
sum kann tryggja landinum
eina seriøsa og væl gjøgn-
um hugsaða loysing.
Tó tað verður nokk ringt
fyri tannlæknar at fáa end-
arnar at hanga saman, men
teir skulu nokk klára at
fylla okkurt í tey fíggjar-
ligu holini hjá tjóðveldin-
um.
Frukt/grønmeti og mjólk
skulu eisini dýrka, jú skatt-
irnir eru nógvir og eita ym-
iskt – kært barn har mange
navne.
Sjónvarpsgjaldið fór eis-
ini upp, og góðskan bleiv
ikki betur, men heldur um-
aftur.
Samanlagt kann sigast, at
hesi árini ímeðan tjóðveld-
issamgongan hevur sitið, er
tað blivið nógv dýrari at
búgva í Føroyum. Kæru
landsmenn vísið tykkara
ónøgd fái hesar menninar
burtur frá valdinum.
Gott val.
Óløf Tungá
Eg eri farin at ivast í, um
okkara politikarar hava
fingið Alzheimer. Hava tit
gloymt, at tit lova somu
lyftir til hvørt valið, og nú
er tað so stutt ímillum val-
ini, at tað skuldi ikki kunna
latið seg gjørt at gloyma so
skjótt, uttan ein hevur
fingið Alzheimer.
Eg havi arbeitt í heima-
røktini í 7 ár, og tað hava
verið minst 3 val síðan eg
byrjaði og tað hevur ongan-
tíð verið so ringt at verið
gamal, ella á annan hátt
óhjálpin, og hava brúk fyri
eini heimahjálp. Eg vildi
ynskt at eg kundi fingið
tann møguleikan at svara
einum av tykkum, um tit
fáa brúk fyri hjálp, tíverri,
ring aftur um 3 vikur, og
hava tit lív lagað, so koma
tit einaferð at trakka í teir
súru skógvar, sum hesi
stakkals menniskju eru í.
Hugsið tykkum um dust-
súgvarin ikki bleiv tikin
fram í 4 vikur heima hjá
tykkum, í fjør blivu tað 8
vikur, os eg veit ikki um tað
vera 12 vikur í ár. Ella um
tit fáa at vita at tit kunnu
fáa kvøldvakt ella morgun-
vakt, ikki bæði. wc og mat
má avvarðandi taka sær av,
tá tey koma frá arbeiði.
Heilt erligt, eg haldi at
hetta er langt úti, minnist
til, vit eru í 2004, ikki
1904. Kanska eru tit um-
skyldir, tí tit vita onki um
hesa støðu, men hvat við at
kanna støðuna áðrenn tit
tveita lyftir til høgru og
vinstru og við ongari
adressu?
Eg havi eitt hugskot, havi
eitt val hvørt ár og útfylli
eitt lyfti um árið, ikki 100
lyftir og onki útfylt, so vera
vit øll glað og velja eftir
tørvi.
Vit hava á Tinghell-
uni roynt at viðmerkt
ymisk evni í sam-
bandi við løgtings-
valið
Bogi Eliasen
Í hesi grein er ætlanin at
taka samanum valstríðið.
Støðið verður tikið í val-
skráunum, men eisini verð-
ur komið inn á aðrar partar
av valstríðnum. Men ikki
ber til at taka hædd fyri øll-
um framførdum sjónarmið-
um, tí valgreinarnar hava
verið so rúgvismiklar, at
ringt er at lesa tær allar,
eins og tað ikki ber til at
verða til staðar á øllum
valfundum og tiltøkum,
eins og at fylgja við á fleiri
útvarpsrásum og í sjón-
varpinum í senn.
Men eg fari at hætta mær
undir at royna at býta
flokkarnar upp eftir ávísum
evnum. Grundleggjandi er
tað tann gamli vinsra-
høgra, umframt loysing og
samband og síðani hyggja,
um tað eru tann vegin
floksbýtið enn er í Føroy-
um. Hin Stuttligi Flokk-
urin, verður bert nevndur
innan øki hann hevur mar-
kerað seg.
Vanligt hevur verið kring
heimin, ið hvussu so er í
vesturheiminum at býta
politikkin í vinstra og
høgra. Mær dámar betri at
brúka organist og individu-
elt, tí í veruleikanum er
eingin munur á uttast høgra
og uttast vinstra, og rættast
er kanska at tekna eina
ringrás, heldur enn eina
beina linju.
Organist merkir í hesum
føri, at einstaklingurin er
partur av einari heild og
heildin er tann týdningar-
mesta. Í tí individuellu
ásjónini er einstaklingurin
friðhalgaður
Klassiskt vinstra -
høgra
Skattur, einstaklinga
rættindi
Fólkaflokkurin og Sam-
bandsflokkurin ætla at seta
skattin niður. Teir hava eina
liberala trúgv uppá, at hetta
fær samfelagshjólini at
mæla skjótari. Teir meta
eisini at skattalætti gevur tí
einstaka
meira
frælsi.
Sjálvstýrisflokkurin arbeið-
ir fyri at fáa lægri skatt,
men ikki skattalætta bein-
anvegin.
Flokkurin sigur seg sjálv-
an verða ein sosial-libe-
ralan flokk.
Miðflokkurin er uttast
høgra, hann er organiskur,
tí tað eru ikki einstak-
lingurin sum skal tryggjast.
Hetta sæst í teirra ásjón á
samkynd, sum teir meta
skula til avvenjingar. Hin-
vegin leggja teir stóra
áherðslu á tað einstaka lívið
í fosturtøkuspurninginum,
sum tá skal verjast. Mið-
flokkurin ynskir, at tað
skattaliga skal verða fyri-
munur at verða giftur.
Javnaðarflokkurin heldur
fast um síni sosialdemo-
kratisku virðir, og hugsar
fyrst um tað sum fæst fyri
skattapengarnar er gott
nokk. Fyrst vælferð og
síðan skattalætta. Hjá Javn-
aðarflokkinum er tað fyrst
umráðandi at hugsað um
tey veiku á samfelagnum.
Javnaðarflokkurin er sostatt
vinstrumegin miðjuna, har
tað er meiri umráðandi at
verja at hava pláss fyri
minnilutum og at verja tey
veiku í samfelagnum, held-
ur enn at geva einstakling-
inum so nógv frælsi, sum
gjørligt.
Tjóðveldisflokkurin
leggur størst áherðslu á
ríkisrættarligu støðuna, og
kann tí sigast at verða ein
nationalur flokkur á tí øki-
num. Flokkurin leggur ikki
upp til skattalætta, men at
skattapengarnir verða væl
brúktir og skattalætta um
tað ber til fíggjarliga.
Flokkurin hevur flutt seg
frá at verða vinstra flokkur
í búskaparmálum, til at
hava eina sera liberala fatan
av vinnuni, og tekur harð-
liga frástøðu frá møguleik-
anum fyri studningi til
vinnuna.
Vælferðarsamfelagið
Munur er á møgulleikunum
hjá flokkunum høgru meg-
in miðjuna í okkara størri
grannalondum, tí har ger
støddin á londunum tað
møguligt at hava privat al-
ternativ á vælferðarøkjum.
Í Danmark t.d. er hvørki
Vinstra ella Konservativu
ímóti vælferðarsamfelag-
num, men vilja gjarna hava
kapping á hesum øki, so-
leiðis at privat kunna bjóða
teimum almennu tænast-
unum av. Tað ræður sostatt
ikki um at avtaka vælferð-
arsamfelagið, men at tann
einstaki kann velja millum
ymsar møguleikar, tað er
valfrælsi, sum er avgerandi.
Hvørki Fólkaflokkurin ella
Sambandsflokkurin ætla at
skerja vælferðarsamfelag-
ið. Skattalættin skal fíggj-
ast við øðrum miðlum.
Sjálvstýrisflokkurin,
Tjóðveldisflokkurin
og
Javnaðarflokkurin vilja ikki
skerja vælferðarsamfelag-
ið, men fokusera uppá, hvat
fæst fyri skattapeningin.
Miðflokkurin grundar væl-
ferðarsamfelagið á Bíbli-
una.
Fiskivinnupolitikkur
Tjóðveldisflokkurin er ein-
asti flokkur, sum greitt
burturvísur møgulleikanum
fyri at veita vinnuni stuðul.
Eingin flokkur tosar um at
veita beinleiðis vinnustuð-
ul, men afturvísa heldur
ikki
møguleikanum
til
kreppuraktu ali- og rækju-
vinnuna. Allir flokkarnir
tosa um at skapa betri
karmar og gransking á
økinum, soleiðis at vit fáa
skapt eina betri virðisøking
av fiskaframleiðslu.
Bert Hin Stuttligi Flokk-
urin hevur tora, at sagt at
serligi skattafrádrátturin til
fiskimenn skal avtakast. Í
búskaparhøpi er serligur
skattalætti til ávísar bólkar,
tað sama sum stuðul, Mun-
urin er bert, at ístaðin fyri
at tað kemur inn á banka-
bókina, verður tað trekt av í
skatti.
Miðspjaðing og
rationalsiering av
miðfyrisitingini
Allir flokkarnir ganga inn
fyri
miðspjaðing,
men
ynskja samstundis at ratio-
nalisera almenna sektorin.
Vit hava á Tinghelluni sett
spurnaðartekin við, um tað
ber til. Men sakna ynskir og
leistar frá politikarunum,
um hvørja nágreiniliga
ætlan teir hava, og hvat
endamálið við miðspjað-
ingini skal verða.
Eldri og børn
Flokkarnir eru samdir um,
at eldraøkið skal betrast
munandi. Men eisini her
mangla visiónir, hvussu
skal tað endaliga eldraøkið
síggja út?
Viðvíkjandi børnum tosa
onkrir flokkar um barna-
pengar og at pengarnir
skula fylgja barninum,
soleiðis at um eitt foreldur
hevur hug at ansa sínum
barnið, fær tað pengar fyri
tað. Serliga Fólkaflokkurin
og Miðflokkurin hava havt
hetta frammi, men Sam-
bandsflokkurin tóktist ikki
at hava nakað ímóti hesum.
Sjávstýrsflokkurin vil hava
barnaansingartrygd og at
børnini verða stimbraði á
dagstovni. Systkinaavslátt-
ur hava bæði Miðflokkarin
og
Javnadarflokkurin
í
teirra valskrá, men allir
flokkar tykjast vilja arbeiða
við hesum.
Her haldi eg tó, at tað er
vert at minnast til, at stuðul
og eyka skattafrádráttur í
princippinum er tað sama.
Tann fyri kemur til tín,
meðan tann seinni ongantíð
fer av bankabókini og
barnafamiliur fáa skattafrá-
drátt.
Útbúgving og
Gransking
Allir flokkar tykjast vera á
einum málið um, at tað er
serstakliga umráðandi at
menna gransking og út-
búgving. Men tað er munur
á flokkunum. Javnaðar-
flokkurin vil hava ókeypis
frálærutilfar á miðnáms-
skúlunum og at vinnu-
granskingin skal mennast.
Sjálvstýrið ynskir at menna
og
styrkja
Fróðskapar-
setrið. Tjóðveldi ynskir at
spjaða
undirvísing
og
gransking kring landið í
deplar. Men allir flokkar
vilja styrkja hetta øki.
Umhvørvið
Sambandsflokkurin førir
fram, at vit skula taka
altjóða ábyrgd á umhvørv-
isøkinum. Javnaðarflokk-
urin leggur dent á alterna-
tiva orku, eins og Sam-
bandsflokkurin. Sjálvstýri
ynskir eina umhvørvis-
vernd. Tjóðveldi vil eisini
hava alternativa orku og ein
granskingastovn fyri hav-
umhvørvi og veðurlags-
broytingar. Miðflokkurin
heldur at tað er neyðugt at
arbeiða við eini hugburðs-
broyting.
Samferðslunetið
Allir flokkarnir tykjast at
vera á einum máli um, at
samferðslunetið skal út-
byggjast munandi og undir-
sjóvartunnil til Sandoynna
verður nú roknað sum verk-
ætlanin aftaná Norðoya-
tunnilin.
Uttanríkispolitikkur
Allir flokkar siga seg verða
fyri víðari ræsum í sam-
band við sjálvstýri. Sam-
bandið sigur seg eisini
ganga inn fyri meiri sjálv-
stýri enn vit hava í dag í
sínum nýskipanaruppskoti.
Javnaðarflokkurin
hevur
eina tjóðskaparligu semju,
men eins og allir hinir
flokkarnir vísa á, at Føroyar
skulu hava tað avgerðandið
orðið og harvið sjálvsav-
gerðarrættin.
Undantikið Sambandið
og Tjóðveldisflokkinum,
eru flokkarnir sera flákr-
andi, men allir siga seg
vilja hava meiri sjálvstýri
enn í dag. Her er enn ein
klár polarisering ímillum
Tinghellan - val 04
Framhald á næstu síðu
C
M
Y
K
11
10