Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 13 - 21. januar 2004 Nr. 13 - 21. januar 2004 13 Sambandsflokkin og Tjóð- veldisflokkin. Grundlóg Soleiðis sum eg havi skilt støðuna, er tað bert Sam- bandsflokkurin, sum er ímóti eini føroyskari grund- lóg. Samanumtikið Í hesum yvirliti sæst, at vinstra-høgra býti er galdandi innan skattapoli- tikk, har Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin tví- halda um, at ein skattalætti fær hjólini at mala skjótari. Fólkaflokkurin vísur sam- stundis á frælsi hjá tí ein- staka at velja. Hinir flokkarnir hugsa fyrst um hvat fæst fyri skattakrónuna, áðrenn skattalættin skal inn. Miðflokkurin er kanska eitt fet høgru megin miðjuna, meðan hinir eru vinstru megin. Innan vælferð liggja allir flokkarnir omaná hvørjum øðrum á miðjuni, tó so at Fólkaflokkurin helst er eitt sindur til høgru, við sínum ynski um valmøguleikar. Í fiskivinnu, ella vinnu- politiki sum heild er Tjóðveldisflokkurin mest liberalur. Flokkurin heldur at vinnan skal klára seg sjálva. Sambandið og Fólkaflokkurin eru longri til høgru enn Sjálvstýrið og Javnaðarflokkurin, sum má sigast at liggja á miðjuni um klassiska myndin verð- ur brúkt. Allir vilja gera betri karmar, men útiloka ikki stuðli til kreppurakta vinnu. Allir vilja betra um eldra- og barnaøkið, har eru Fólkaflokkurin og Mið- flokkirin mest til høgru við hugskotum um at pengarnir skula fylgja barninum, sum vanliga er eitt liberalt-kon- servativt hugskot. Hinvegin er systkinaavsláttur, sum serliga Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin hava havt frammi, eitt uppskot vinstrumegin. Allir flokkarnir vilja stuðla og menna gransking og hava sum so ikki serliga ítøkilig hugskot um, í hvønn mun tað skal verða privat og alment. Vanliga hava umhvørvis- áhugamál verið mett sum politikkur vinstrumegin miðjuna. Her er tað bara Fólkaflokkurin sum ikki hevur markerað seg, og tann einasti sum er høgru- megin í einum klassiskum býti. Allir flokkar ynskja at styrkja munandi um sam- ferðslunetið, men tað hevur ikki verið nógv frammi um, í hvussu stóran mun øki skal verða alment ella privat. Loysing- Samband Allir flokkar siga seg vilja hava meira sjálvræði og stýri. Allir uttan Sambands- flokkurin ynskja at stað- festa, at sjálvsavgerðar- rætturin í øllum málum er í Føroyum. Tað er trupult at seta eitt klassiskt vinstra-høgra yvirlit, tí flokkarnir liggja í stóran mun omaná hvørjum øðrum um miðjuna, eins og støðan er í flestu granna- londum okkara. Skilnaður- in millum høgra og vinstra er vorðin minni, tó at hann sæst í skattaspurninginum. At flokkarnir líkjast meiri, sæst bæði á vinnupoli- tikkinum, har ynski um at tað almenna heldur seg uttan fyri, er stórt; og á væl- ferðarsamfelagnum, sum øll ynskja. Um ein betri mynd skal gerast av flokkunum í mun til hvønn annan, skulu onnur kriteriur, enn tey vanligu vinstra-høgra við inn í myndina, fyri at lýsa teir í mun til hvønn annan. Hetta er ein roynd at vísa á, hvar flokkarnir standa politisk innan nøkur máls- øki. Um tað er eydnast, má lesarin meta um. Tað valevnið, ið fekk flestar minuttir á røðarapallinum í Norðulandahúsinum sunnukvøldið, var Rubek Lilaa úr Hinum Stuttliga Flokkinum. – Eg umboði tann keðiliga vongin í okkara flokki, sigur Rubek VALSTRÍÐ Stefan í Skorin "Åh sum tað er deiligt at flenna". Soleiðis ljóðar eitt av sms-unum, sum Johan Dalsgaard, alias Johan í Kollafirði, fekk beint eftir fundin í Norðurlandahúsin- um sunnukvøldið. Tað er eisini tann kenslan, ið fleiri sita eftir við, tá mann hevur lurtað eftir teimum stuttligu viðmerkingunum frá teim- um stuttligu valevnunum, ið vilja inn á okkara høgt virda ting. – Tað hevur verið ógvu- liga stuttligt at vera við í hesum. Men eg haldi sjálv- ur, at eg umboði tann keði- liga vongin í okkara flokki, sigur Rubek Lilaa, sum mangan hevur tær meira seriøsu viðmerkingarnar hjá flokkinum í hesum val- stríðnum. Tað eru tó við- merkingar við broddi í. Rubek var heilar fimm ferðir á røðarapallinum sunnukvøldið, og hann fekk tí sera gott høvi at gera vart við seg í endaspurtin- um í hesum valstríðnum. Úr skápinum Hin Stuttligi Flokkurin er komin út úr skápinum sum ein vinstrasinnaður sjálv- stýrisflokkur, sum tó ikki tekur undir við almennum stuðli til vinnulívið. Sosial- urin fekk fatur á Rubek Lilaa og Johan Dalsgaard eftir fundin, og teir vóru væl nøgdir við sína fram- førslu. – Okkurt evni høvdu vit lagt taktikk um áðrenn fundin, men tað mesta var ikki serliga planlagt. Um politikkur skal vera upp- runaligur, má hann vera diktakfríur, sigur Rubek, eftir at hava fingið sær ein væl uppibornan royk aftan fyri leiktjaldið. – Vit plaga at siga, at eg eri jørð, og at Johan er eldur. Soleiðis lýsir Rubek samanspælið millum teir báðar. Teir eru báðir samdir um grundsjónarmiðini hjá flokkinum og í mátanum, sum boðskapurin verður borðin fram uppá. Rubek greiðir frá, at teir royna at raka ein breiðan skara av fólki. Trupulleikin hjá teimum er bert tann, at tað eru nógv, ið ikki skilja teirra humor og skemt. Humor er horna- steinurin – Humor er ein tilætlaður máti at vekja nakrar kenslur í fólki. Mann kundi skriva 40 tjúkkar, svartar bøkur fyri at greiða frá okkara politikki, sigur Rubek. – Mann kann eisini siga tað við einum orði, men tað orðið er ikki uppfunnið enn, skoytir Johan í Kolla- firði uppí. Hann er komin inn í dansistovuna í Norð- urlandahúsinum, har vit eru staddir, og setir seg við klaverið at spæla ein góðan. Rubek og Johan plagdu at lossa saman á keiini í Havn, tá teir vóru ungir. Síðani møttust teir aftur á Læraraskúlanum í Havn, har Rubek lærir til lærara og Johan til námsfrøðing (ella pedagog á vanligum talumáli). – Har hava vit okkara egna filosofiska horn at kjakast í, sigur Rubek, ið stillar upp í Eysturoyar val- dømi. For keðiligt – Tann einasti legali mátin at formidla politikk er tann keðiligi mátin. Vit vilja broyta hetta, sigur Rubek. – Vit eru við fyri at sparka reyv. Tað hevði í veruleikanum verið feitt, um hetta als ikki var neyð- ugt, sigur oddamaðurin og stigtakarin til Hin Stuttliga Flokkin, Johan. Millum tey meira álvar- somu politisku sjónarmið- ini, sum Hin Stuttligi Flokkurin hevur ført fram í valstríðnum eru millum annað, at Føroyar skulu gerast til eitt valdømi. Sandoyingar hava nevni- liga ikki møguleika fyri at atkvøða fyri Hinum Stutt- liga Flokkinum, tí at tað ikki eydnaðist at fáa nakað valevni í hesum valdømin- um. Hetta heldur flokkurin vera sera órættvíst. Eisini hava Johan og Rubek gjørt vart við, at eingin beinleiðis stuðul skal latast vinnulívinum. Ikki ein króna. Ongar pengar til valstríð Flokkurin fýlist eisini harð- liga á, er, at ein nýggjur flokkur ikki kann fáa lut í pengunum til politiska upplýsing. Ella vilja teir, at eingin skal fáa nakran stuð- ul. Tað má vera líka fyri øll. Hin Stuttligi flokkurin hevur sostatt ongar pengar at nýta í valstríðnum eins og hinir flokkarnir á tingi. Tað er nevniliga ikki fyrr enn ein flokkur sleppur á ting, at hann kann fáa ein part av hesum pengunum. Eitt annað, sum Rubek millum annað gjørdi vart við í útvarpinum ein dagin var, at tann kristna siða- læran skal koma í aðru røð. – Demokratiið skal sjálv- andi koma í fremstu røð, sigur Rubek avgjørdur. Hetta er nakað, sum hann hevur fingið nógvar reak- tiónir uppá. Summi hava verið rættiliga ørg inn á tað sjónarmiðið, at tann kristna siðalæran ikki skal vera tað fremsta grundarlagið undir samfelagnum. Lítla løtu seinni kemur sjálvur løgmaður, Anfinn Kallsberg, inn at vaska sminkuna avaftur andlitin- um. Og løgmaður var skjót- ur at heilsa uppá ta nýggju stjørnuna hetta kvøldið. Anfinn royndi eisini á ein skemtandi hátt at leggja eitt gott orð inn fyri seg og sín flokk um at fáa stuðul frá teimum stuttligu í komandi samgongusamráðinum. – Um vit fáa eitt umboð inn á ting, so verið eg positivt yvirraskaður. Kunsturin er ikk at velja men at velja frá, sigur Rubek at enda Rubek trein inn á vígvøllin Eitt gott team. Rubek Lilaa sær út sum ein garvaður røðari, meðan Johan hugsunarsamur lýðir á Mynd: Jens Kr. Vang Framhald av síðu 11 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. 25 ár síðan: Býarmyndir á Kongabrúnni Hans Birgir Hansen og Andrass í Norðradali, sáli, á Kongabrúnni í 1979. Andrass var ein av kendu býarmyndunum í Havn Kolon 1979 - Essa foto Fyri jól fingu vit dáttliga boðini, at Hans Arni Ellefsen var farin, áttati ára gamal. Brátt er um, tí bert tvær vikur framman- undan hittust vit í Havnar Telvingarfelag, og kvøldið fyri andlát sítt hevði hann saman við liðfeløgum í Miðvágs Talv- felag vitjað í Vestmanna og telva sítt síðsta talv til sigurs. Tað man vera eindømi í Føroyum, at telvingin hugfangar menn í so høgum aldri, at teir hava áræði at taka lut í lið- kappingum kring landið. Tað sigst nevni- liga, at eins nógv orka skal leggjast í at leika eitt kappingartalv, sum ein fótbólts- leikari skal brúka til at spæla ein fótbólts- dyst. Men telvingin hevði longu fyri drúgvari hálvari øld síðan hugfangað Ellefsen brøðurnar Hans Arna, Henning og Jákup somikið, at hóast Hans Arni nú var einsamallur eftir av teimum trimum, so legði hann ikki kongin. Meðan bretar búleikaðust í Vágunum undir krígnum var vanligt at leika fótbólt á sandinum bæði í Sørvági og Miðvági, eins og farið eisini varð til Vestmanna at leika á sandinum har. Tað forvitnisliga var, at leikt var um veturin. Um sumrar- nar vóru menn burturstaddir í fiskiskapi. Eftir kríggið, tá fótbóltstíðin var hæsað av, og bretar vóru farnir heimaftur, vann telvingin seg fram í fremstu røð millum frítíðarítriv her á landi. Tá vestmenningar høvdu stovnað sítt talvfelag í 1951, gekk bert eitt ár til miðvingar stovnaðu fyrsta talvfelagið vesturi í Vágum. Jákup, bróð- ur Hans Arna, var eldsálin fyri telvingini í bygdini, men Hans Arna kundi liðið ikki vera fyriuttan. Hans Arni var álitið hjá miðvingum og sterkasti telvari í Vágunum í nógv ár. Hann var við á liðnum hjá miðvingum, tá teir í 1952 á fyrsta sinni tóku lut í Wood- kappingini, ið var byrjað í 1948. Hans Arni fekk, hóast hann sat á fyrsta borði hjá miðvingum, tey flestu stigini heim í árunum 53 til 57. Í 55 vann Hans Arni móti Nielsi á post- húsinum, og vit kunnu tí siga, at 12. desember 2003 var eitt "dejá vu" við longum millumspæli. Hans Arni var á liðnum, sum fekk Wood borðið til Miðvágs í 1956, og sat hann øll fimtiárini á fyrsta borði.. Í sjeyti árunum vóru Vestmanna og Kollafjørður feløgini, ið høvdu bestu telvararnar uttanfyri Havnina. Hans Arni og Petur Eli Mikkelsen úr Gøtu vóru teir einastu annars, ið stóðu seg móti teimum bestu. Hans Arni umboðaði føroyska telving í landsdystum móti Íslandi og á talv- olympiaduni í Haifa í Ísrael. Í 1975 var hann á landsliðinum, ið tann 25. mars telvdi móti einum sterkum íslendskum landsliði í Reykjavík. Hetta var fyrsti talvlandsdystur Føroyar og Ísland høvdu sínámillum, eftir at samstarvið varð tikið upp árið frammanundan. Fyrsta umfar vunnu Íslendingarnir 9-1, og Hans Arni fekk ein flottan javnleik móti Magnusi Sólmundarson á triðja borði. Árið eftir, tá telvt varð í Føroyum, var Hans Arni aftur á landsliðinum. Sama árið var hann við á OL-liðnum í Haifa, har hann fekk 3 stig í 9 dystum. Tað hevur verið hugtakandi at síggja Hans Arna í telvingini vesturi í Vágun- um. Í 2002 tók hann lut í veteranbólk- inum í einstaklingakappingini í Gilja- nesi, og í vetur var hann sum nevnt í liðkappingini. Tað er virðismikið, at kappingar eru, har aldursmunurin millum yngsta og elsta luttakara er omanfyri sjeyti ár, og allir finna somu fragd í telvingini. Hans Arni var fyrikomandi, róligur og hugnaligur maður. Tað tóktist, sum hevði hann valt at vísa okkum, hvussu miklan tokka hann hevði til okkara felags ítriv og hjartabarn. Hann gjørdist fyrimynd okkara, ið halda so mikið um talvið, at aldurin einsamallur ikki er orsøk at leggja frá sær. Vit minnast Olaf á Post- húsinum, ið sat í búnum talvi, tá tímin var taldur. Somuleiðis minnast vit Tór- stein Vilhelm, ið telvdi móti Olafi hetta gitna kvøldið. Teir vóru inkarneraðir telvarar og veteranar á teim 64 puntun- um, men stríddu tó ikki eins høgan aldur og Hans Arni, hóast virknir í telvingini til tað síðsta. Ein hugans hermaður er farin, men hann lá, sum menn skuldu í Sparta eftir loknan bardaga, omaná skjøldrinum. Hans Arni kundi, sum Janus skald, tá umseting hansara av Ilions kvæðinum var liðug, siga: "O komi eg á tín fund, o móðir á hallandi degi. Leikt eg havi tín leik, um tú mær lønar við einum brosi, ei spiltist mín dagur." Andrias Hans Arna Ellefsen til minnis Dagurin 21. januar. Agnes, deyð umleið ár 300. Halgisøgan um Sanktu Agnes er ein av teimum elstu frásøgnunum um blóðvitni í fornkirkjuni. Hon vildi ikki giftast heidnum fríggjara og varð tikin av døgum. Grikst navn ið merkir hin óspilta. Ein av næmingunum á matematisku deild á Studentaskúlanum í Hoydølum, Andras Ortind úr Sørvági, sum gongur í 1. flokki, fylti 18 ár sjálvan valdagin, 20. januar. Í miðal verða fødd 2-3 børn um dagin í Føroyum, so ivaleyst er tað eisini onkur annar, ið bleiv 18 ár í gjár. Andras er sonur Eydnu Poulsen og Jóannes Ortind í Sørvági, hann er elstur av fimm systkjum. Honum dámar væl at ganga í Hoydølum. Hann býr í Sørvági og koyrir ímillum, ella yvirnáttar hann hjá ommuni í Havn. Andras hevur ætlanir um at blíva verkfrøðingur. Hann hevur áhuga í tónleiki og spælir klarinett í ungdómsorkestrinum hjá musikkskúlanum í Vágum og er við í kórinum hjá missiónshúsinum í Mið- vági. Við musikkskúlanum skal hann til Australia komandi ár. Tá vit tosaðu við Andras í gjár, segði hann, at eftir skúlatíð skuldi hann fyrst koyra skúlakoyring, áðrenn hann fór vestur til Sørvágs at velja. Hann hevði fylgt við í valstríðnum, og var ikki í iva um, hvar hann skuldi skuldi seta krossin. Andras fekk valkortið í føðingardagsgávu C M Y K 13 12