Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 21. januar 2004 15 Suðuroyingar hava nú útvegað sítt egna farmaskip fyri at nøkta tørvin hjá fiskivinnuni í oynni ÚTFLUTNINGUR AV FISKI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú verður beinleiðis sigl- ingin ímillum Suðuroynna og Skotland tikin uppaftur Enntá tvær ferðir um vikuna. Sostatt má ásannast, at kappingin um flutningin ímillum Føroyar og útlond harðnar í hvørjum. Vinnulívsfólk hava fleiri ferðir víst á, at tað var eitt ógvuliga stórt bakkast fyri fiskivinnuna í Suðuroynni, at Teistin varð seldur so at beinleiðis siglingin ímillum Suðuroynna og Skotland helt uppat. Fiskavirkini í Suðuroy høvdu mest lagt seg eftir at selja fesk fløk á marknað- inum í Evropa, men tá ið beinleiðis siglingin ímillum Suðuroynna og Skotland helt uppat, versnaði møgu- leikarnir at sleppa av við vøruna, munandi. Avleið- ingin hevur verið, at framleiðslan av feskum er minkað munandi. Onkur vinnulívsmaður hevur enntá sagt, at skuldi hann nevnt eitt einstakt tiltak, sum hevði verið til frama fyri vinnulívið í Suðuroynni, hevði hann sagt, at tað, sum hevði gjørt størstan mun, hevði verið at fingið beinleiðis sigling aftur ímillum Suðuroynna og meginlandi ð í Evropa. Tvær reisir um vikuna Men nú sær út til, at suður- oyingar fáa síni ynski upp- fylt! Vinnulívsfólk í Suðuroy hava nevniliga tikið stig til at útvega skip at sigla bein- leiðis ímillum Suðuroynna og Scrabster í Skotlandi. Við hesum nýggja skip- inum verður beinleiðis sigl- ing ímillum Suðuroynna og Scrabster tvær ferðir um vikuna. Men tann eina túrin, verður eisini Toftir tikið við upp í ferðaætlanina hjá skipinum. Leggjast kann afturat, at talan verður ikki um at sigla við ferðafólki, tí hetta er eitt farmaskip burturav. Vinnulívsfólk í Suðuroy hava fingið samband við eitt felag í Ìslandi, sum eig- ur eitt farmaskip, sum ætl- anin er brúka til endamálið. Talan er um ein "coast- ara", sum eitur Bjørgvin og hann fer nú at sigla ímillum Suðuroynna og Scrabster. Hann fer fyrstu ferðina úr Suðuroynni til Scrabster fríggjakvøldið 30. januar. Eftir ferðaætlanini skal Bjørgvin annars taka fisk á Toftum mánadag. Mána- kvøld siglir hann av Toftum til Tvøroyrar at lasta. Av Tvøroysi skal hann so sigla heilt tíðliga týsmorgunin til Scrabster. Tá ið hann kem- ur aftur úr Scrabster, fer hann beinleiðis til Tvør- oyrar og hann siglur so aft- ur av Tvøroyri til Scrabster fríggjakvøld klokkan 22. Hetta skuldi givið fiska- virkjunum í Suðuroy nógv betri møguleika at sleppa av við feskar fiskavørur í Evropa. Bjørgvin er eitt farma- skip við síðuportri og frystilast, sum nú verður gjørd um til kølilast. Hann tekur 400 tons av frystum vørum og mett verður, at hann tekur 180 evroplattar av fiski, tað eru um 100 tons av feskum, Stigtakararnir siga, at hetta er sostatt ikki nakað serliga stórt skip. Tað siglur heldur ikki serliga skjótt. Tað er bygt umleið í 1978 og tað hevur 26 tímar at sigla ímillum Tvøroyri og Scrabster. Hetta er sostatt ikki besta flutningssam- band, sum hugsast kann. Men teir siga eisini, at hetta er ein byrjan uppá ein flutning, har betri skip kann útvegast so hvørt, verður undirtøka fyri tí. Tað verður nýggja land- ingarmiðstøðin á Tvøroyri, sum kemur at umboða skipið í Føroyum, men ann- ars verður tað íslendski reiðarin, sum kemur at standa fyri rakstrinum. Leiðslan á Landingar- miðstøðini vónar, at hendan beinleiðis siglingin, fer at eggja skipum og bátum til at avreiða meiri til land- ingarmiðstøðina. – Ein fyrimunur við hesi nýggju farmaleiðini er, at avreiða skipini á landingar- miðstøðini, ber tað til hjá teimum at senda fiskin, tey ikki sleppa av við í Før- oyum, beinleiðis á markn- aðin. Men so kunnu tey selja restina í Føroyum. – Og vit vóna so eisini sjálvandi, at so stórur part- ur sum gjørligt av tí fiski sum verður avreiddur á landingarmiðstøðina, eisini kann verða virkaður á fiskavirkjum um í Føroy- um, siga teir á landingar- miðstøðini. Nú verður aftur beinleiðis sigling ímillum Suðuroynna og Skotland Hetta er faramskipið, sum nú fer at sigla beinleiðis ímillum Suðuroynna og Scrabster í Sktolandi við fiski. Hann fer at sigla tvær ferðir um vikuna og tann eina túrin verður Toftir eisini tikið upp í ferðaætlanina 15 14 Nr. 13 - 21. januar 2004 C M Y K 14