mikudagur 21. januar 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 13 - 21. januar 2004
Nr. 13 - 21. januar 2004
17
Við trimum orðum
lýsir Marni Olsen
stutt fýra daga túrin,
sum hann og konan,
Mirjam og eitt annað
par úr Havn, høvdu
umborð á Queen
Mary II. Í fýra dagar
vóru tey royndar-
ferðafólk hjá øllum
tænarum og allari
manningini umborð
á ferðamannaskipin-
um, soleiðis at alt fer
at klappa, tá gjaldandi
ferðafólkini koma við
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Eina fýra daga ferð við tí
nýggjasta, størsta og allar-
helst dýrasta ferðamanna-
skipinum í heimsflotanum,
har so gott sum alt er er
ókeypis, ljóðar sum ein
dreymur. Fyri mong verður
tað helst eisini verandi ein
dreymur. Men fyri tey fýra
Marna og Mirjam Olsen og
Marna og Sylviu Abraham-
sen úr Havn bleiv hesin
dreymur veruleiki fyrst í
hesum árinum.
Tá stigu tey saman við
yvir 2.000 øðrum ferða-
fólkum umborð á risastóra
ferðamannaskipið, Queen
Mary II, sum Marni lýsir
tað reina luksus.
Ein ferð inn í ríkmanna-
heimin, har luksus yvir
luksus er alt. Har tænastu-
fólk eru á hvørjum horni og
vilja bert syrgja fyri, at júst
tú hevur tað besta og bara
tað besta. Har tænararnir eru
í
smoking
og
hvítum
handskum. Har tað ikki trýt-
ir við matstovum, barrum,
handlum, svimjihylum, gos-
baðum, hitarúmum, venj-
ingarhølum og øðrum hent-
leikum.
Innbjóðing
Hesi fýra vórðu boðin við á
ein sokallaðan royndartúr
við Queen Mary II. Ein túr,
sum á enskum verður kall-
aður "Shake Down Cruise".
Tað vil siga, at tá avprøva
tey alt. Ein generalroynd,
um ein kann kalla tað so fyri
alt skipið, áðrenn rindandi
ferðafólkini
koma
við.
Reiðaríið, Cunard, vildi
tryggja sær, at alt verður í
lagi til ta tíð, so tí skipaði
tað fyri hesum royndartúrin-
um, har starvsfólkini í reið-
arínum kundu bjóða familju
ella vinum við á ferðina.
Í hesum reiðaríi arbeiðir
ein vinkona hjá Mirjam,
konu Marna Olsen. Hon
eitur Anja Eyvindsson, og
hon bjóðaði so hesum fýra
føroyingunum við.
Skipið lá í Southampton,
og fyrsta inntrykkið, sum
tey fingu, tá tey stigu inn í
risastóru høllina var eina-
standandi flott og vakurt.
Samstundis sum trygdin
var í hásæti.
– Har stóð ein røð av tæn-
arum í hvítum handskum,
og trygdareftirlitið var líka
strangt, sum tá farast skal í
ein flúgvara, sigur Marni.
Hann og Mirjam fingu
eitt kamar nakað niðarlaga í
skipinum, sum hevði allar
hentleikar, sum eitt fínt
hotellkamar hevur.
Skipið sigldi úr Sout-
hampton og aftur til býin
tvær ferðir á hesi ferðini, úr
Southampton 2. januar og
aftur 4. Úraftur Southamp-
ton 4. januar og innaftur 6.
tá ferðin so var av. Tað vil
siga, at tey sigldu runt í
ensku kanalini og fóru so
innaftur í Southampton.
Annars skal ferðamanna-
skipið sigla tvørtur um
Atlantshavið
og
onkrar
cruiseferðir liggja eisini fyri
framman. Ein verður til Rio,
tá karneval verður har. Og í
summar skal skipið liggja í
Athen,
sum
hotellskip,
meðan Summar OL verður.
Tænastustøðið í topp
Marni greiðir frá, at tað tor-
ført at venja seg við alt í
byrjanini, men tað gekk ikki
long tíð, so hugsaðu tey ikki
so nógv um tað meira.
Smálutir so sum, at tey
vórðu kallað Madam og Sir
hugsaðu tey nógv um, og
tey hildu tað vera stuttligt.
Tænastustøðið umborð
var í topp og 100 % pro-
fessionelt. Fóru tey út úr
kamarinum, so var tað altíð
reitt upp og ruddað, tá tey
komu innaftur.
– Vit fingu næstan ikki
rørt okkum fyri tænastu-
fólkunum, men tey órógv-
aðu okkum kortini ikki. Tí
á ein ella annan hátt vistu
tey altíð, nær vit fóru út, og
so fóru tey inn ímeðan, sig-
ur Marni.
Matstovur eru nóg mikið
av umborð á Queen Mary
II. Tríggjar eru, sum hvør
hoyrir til sína klassa. Síðani
eru tríggjar afturat, sum øll
kunnu nýta, tá tey ynskja
tað. Og allir hinir hentleik-
arnir umborð eru fyri øll, so
ikki kann av røttum sigast,
at talan er um klassar um-
borð á skipinum.
Ein krevur at vera í góð-
ari tíð til at bíleggja borð.
Matstovurnar
eru
sera
stórar og flottar.
Marni og Mirjam plagdu
Tað reina luksus
Størsta, flottasta og helst eisini dýrasta ferðamannaskipið í heiminum Queen Mary er eitt flótandi luksushotell, har tænastustøðið er í topp
Heili seks matstovur eru umborð, og fleiri av teimum eru í tveimum ella trimum hæddum og
taka eini 600 fólk
Tríggir svimjihylar eru eisini umborð. Ein er innandura og hinir báðir uttandura. Men til ber at
lyfta takið omanav tí, sum er innandura
at eta á tí matstovuni, sum
hoyrdi til teirra klassa. Og
Marni sigur, at aftur har
kom til sjóndar, hvussu
flott og fornemt alt er.
Eini trý ella fýra víngløs
og eini trý ella fýra sett av
bestikki, tallerkum og so
framvegis.
– Um ein fluttu sítt be-
stikk, so rættaði tænarin
tað, tá hesin kom aftur til
borðið hjá tær, sigur Marni
flennandi.
Klæðir
Hvønn morgun kundu tey
fáa morgunmat inn í kam-
arið, um tey bíløgdu tað í
room-service. Tað gekk fyri
seg á tann hátt, at antin
skrivaðu tey á ein lepa, hvat
tey ynsktu, ella fóru tey inn
á sjónvarpið og skrivaðu inn
á eitt slag av tekstvarpi, hvat
tey ynsktu til morgunmat og
hvat klokkan. Og so komu
tey við matinum til tíðina –
sjálvandi. Eitt knappaborð
fylgdi við sjónvarpinum, og
har kundi ein so eisini skriva
teldubrøv.
Um morgnarnar lá eisini
ein faldari við teimum
feskastu tíðundunum úr
Onglandi og USA serliga, tí
tað er málbólkurin, sum
reiðaríið hevur lagt seg eftir
til hetta ferðamannaskipið.
Eisini lá ein skrá yvir, hvat
fór at henda gjøgnum dag-
in. Í skránni stóð so eisini,
hvussu tey áttu at lata seg í.
Um tey skuldu vera heilt
fín, bara fín ella hampulig.
Joggingklæðir komu ikki
uppá tal. Hetta varð gjørt,
soleiðis at nøkur ikki vóru
heilt fín, meðan onnur
"bert" vóru hampulig.
Komu ikki runt
Hóast ferðin hjá teimum
vardi í fýra dagar, so komu
tey ikki runt til alt, sum
gekk fyri seg umborð.
Marni greiðir frá, at har
eru tvey teatir. Í øðrum er
biografur og planitarium,
har stjørnuhimmal kann
síggjast og filmar um
stjørnuhimmalin
verða
sýndir. Í hinum var so live –
show
hvønn
dag.
Og
ongantíð tað sama. Tann
eina dagin var ein sangleik-
ur, tann næsta ein jonglør-
ur, sum eisini undirhelt við
ymiskum skemti, triðja
dagin var ein multikunstn-
ari, sum spældi upp á al-
skyns ljóðføri og tann
fjórða dagin náddu tey ikki
framsýningina.
– Tað bar ikki til at koma
runt til alt, men vit royndu
at fáa so nógv við, sum
tilbar, sigur Marni.
Teir dýrastu ferðaseðlar-
nir við Queen Mary II
liggja um kvarta millión
krónur fyri tíggju dagar.
Teir bíligastu metir Marni
munnu liggja um 10.000
krónur fyri einar fimm dag-
ar. Men hann sigur seg ikki
vita, hvat er íroknað prísin-
um tá.
– Nógv er ókeypis um-
borð, men tað er kortini
skjótt at brúka pengar, sigur
hann.
Skipið er umleið 40
metrar breitt, og tað ger, at
tað ikki tykist, sum um at
ein er umborð á einum
skipi fyrr enn ein fer út á
dekkið og sær havið. Og
tað sama er galdandi, tá
fólk hyggja at myndunum
frá ferðini hjá teimum.
Myndirnar, sum eru tiknar
inni geva ongi tekin um, at
tað er umborð á einum
skipi.
Queen Mary II, sum tek-
ur 2620 ferðafólk, kostaði
5,5 milliardir krónur at
byggja, og tá ein lurtar eftir
frásøgnini hjá Marna, so
ljóðar tað avgjørt sum ein
dreymur at kunna sleppa
eina ókeypis ferð við.
Men tað fingu tey so, tey
fýra Marni og Mirjam og
Marni og Sylvia. Eina ferð,
sum tey ongantíð fara at
gloyma.
Her eru tey fýra úr Føroyum,
sum vóru við á royndartúr-
inum avmyndað saman við
cruise director og høvuðs-
arkitektinum á Queen Mary
II. Frá vinstru: Mirjam
Olsen, so er tað hann,sum er
cruise director umborð, so
Marni Olsen, síðani høvuðs-
arkitekturin og uttast til
høgru tey bæði, Marni og
Sylvia Abrahamsen
Marni Olsen sigur, at skipið sær út sum eitt flott hotell innan. Tyktiskt als ikki, sum tey vóru
umborð á einum skipi
Fínt skal tað vera. Alt skipið
sum tað er, er tað reina
luksus úr einum enda í
annan
C
M
Y
K
17
16