mikudagur 21. januar 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 13 - 21. januar 2004
Nr. 13 - 21. januar 2004
19
– Í dag spyr eingin
um kirkjuligu
bakgrundina, segði
prestur, tá ið hann
setti hol á vælgerandi
konsertina í
Christianskirkjuni.
Konsertin var
sjermerandi við góð-
um og fjølbroyttum
tónleiki, og tá ið 75
ára gamli Finnur
Hansen treiv í
»Undurfulla land«,
fóru fólk á føtur
KONSERT
Eyðun Klakstein
Tað vóru kend nøvn á
plakatini, tá ið konsertir
fyri gøtubørn í Suðurafrika
vórðu hildnar í Klaksvík og
í Havn farna vikuskiftið.
MC
Restorff,
Finnur
Hansen, I AM, Brandur
Enni, Kristel Lisberg og
Torkil Mørkøre vóru mill-
um tónleikararnar og sang-
ararnar, sum vildu taka eitt
tak fyri einum vælgerandi
endamáli.
Konsertin í Christians-
kirkjuni leygardagin savn-
aði nógv fólk. Allar tríggjar
hæddirnar í kirkjuni vóru
fyltar við fólki, og hóast
okkurt einstakt setur var
tøkt, so var talan um eina
mest sum stappaða kirkju.
Um tað var nakað ser-
stakt sum dró hesi mongu
fólk á konsert, er ilt at siga.
Kanska var tað blandið av
tónleikarum og sangarum,
sum vóru á skránni, sum
lokkaðu tey mongu fólkini.
Nýggjur sangari í I
AM
Konsertin var hugalig og
sjarmerandi. Alt sat ikki,
sum tað skuldi reint tón-
leikaliga, men tað vóru fólk
við góðum gávum, sum
spældu og sungu.
MC Restorff legði fyri,
og hann var ein góða byrj-
an. Hann innleddi við ein-
um sangi hjá Roberti Joen-
sen, og nú hann var farin so
langt av heimalið, so hevði
hann fingið ein klaksvíking
í
Eysturoynni,
Eyðun
Jacobsen, at spæla saman
við sær.
Rockbólkurin I AM hev-
ur verið eitt tað heitasta
navnið í føroyskum tónleiki
seinastu vikurnar, og teir
vóru eisini til konsertina – í
hvussu er teir flestu av
teimum.
Sangarin í bólkinum,
Birgir Sigurðsson, sum er
búsitandi í Danmark, kundi
ikki verða við til konsert-
ina, og tí var tað vanligi
keyboard-spælarin í bólkin-
um, Heðin Olsen, sum sang
fyri á tveimum sangum, og
síðani var Brandur Enni
gestasangari til sangin Frið-
sæla stund.
Torkil fangaði
Tað kann kanska verða
líkamikið at taka dagar
ímillum tær ymsu fram-
førslurnar tá ið talan er um
slíka vælgerandi konsert,
har endamálið vigar tyngri
enn nakað annað. Men tað
ber illa til at sleppa út um
bólkin, sum Torkil Mørkøre
hevði mannað til konsetina.
Teir spældu væl, og sang-
irnir vóru fangandi og
spennandi. Nógvir góðir
tónleikarar spældu undir,
og bæði samanspælið og
kórið var gott. Hendan bólk
høvdu nógv ivaleyst viljað
hoyrt til eina nýggja kon-
sert, har teir fingu meira
pláss.
Millum tónleikararnar í
bólkinum vóru Mikkjal
Hvannastein, Ingi Isaksen,
Kristoffur
Mørkøre
og
Leivur Vitalis, og teir eru
Sjarmerandi og vælgerandi
Tá ið Finnur Hansen sang um undurfulla landið í eini fullsettari Christianskirkju, fóru fólk á føtur.
Myndir: Bárður Lydersen
MC Restorff hevur ikki sungið ofta í Klaksvík, men leygardagin hevði hann hættað sær norður
Magni Christiansen syngur, meðan Hans Eiler Hammer, sum var ein av fyrireikarunum, lesur
upp á. Hans Eiler var frásøgumaður til konsertina
Vælgerandi átakið
fyri sjúk børn í
Suðurafrika hevur
higartil givið slakar
130.000 krónur,
men enn ber til at
lata pengar
INNSAVNING
Eyðun Klakstein
Um vikuskiftið vóru tvey
stóru tiltøk í Klaksvík og
í Havn, sum høvdu sama
endamál. Nevniliga at
savna pengar inn sjúk
børn í Suðurafrika.
Vælgerandi konsert-
irnar, sum vórðu hildnar
í Christianskirkjuni og í
Vesturkirkjuni, spældu
væl av.
– Vit høvdu spælt okk-
um eitt sindur við tankan
um, hvat kundi koma inn
til slíkar konsertir, men
eg má siga, at tað, sum
kom inn, er væl omanfyri
tað, sum vit høvdu vænt-
að, sigur Hans Eiler
Hammer, sóknarprestur í
Klaksvík, sum saman við
Sámali
Bláhamar
og
Steintór
Rasmussen
skipaði fyri.
Barnaheim og
gøtubørn
Leygardagin komu góðar
41.000 krónur í talvurn-
ar, sum gingu í Christi-
anskirkjuni, og sunnu-
dagin vóru 46.000 lætnar
í talvurnar í Vesturkirkj-
uni.
Frammanundan vóru
pengar komnir inn frá
eini
stuðulskonsert
í
kirkjuni á Tvøroyri, og
nakað var eisini lat bein-
leiðis á konto í peninga-
stovnunum.
Mánakvøldið var savn-
aða upphæddin 129.000
krónur, og fram til 1.
februar ber tað til at lata
pengar til tiltakið.
Pengarnir, sum verða
savnaðir, fara óskerdir til
børn í Cape Town í
Suðurafrika.
100.000
krónur verða lætnar til
Nazareth-barnaheimið,
sum hýsir børnum, sum
eru sjúk av AIDS ella
smittað av HIV.
Tað, sum er omanfyri
100.000 krónur, verður
latið til ein felagsskap,
sum kallast My Life, og
sum arbeiðir millum
gøtubørn í sama býi.
– Vit eru sera væl
nøgdir við undirtøkuna,
sum hetta átakið hevur
fingið, sigur Hans Eiler
Hammer.
kendir úr nógvum øðrum
tónleikaligum samanhang-
um.
Finnur fekk fólk á
føtur
Finnur Hansen og familja
løgdu veruliga nakað eftir
seg á konsertini í Christi-
anskirkjuni. 75 ára gamli
Finnur Hansen er kendur
sum ein góður og inniligur
gospelsangari, og hóast
hann er komin nakað upp í
árini, so spardi hann seg
ikki á konsertini.
Hann sang av hjartað, og
tá ið sangurin »Undurfulla
land« var á skránni, fóru
fólk á føtur, og so varð
bæði sungið við og klappa.
Tríggjar
abbadøtrar,
Vanja, Laila og Barbara,
sungu eisini nakrar sangir,
og tað er eyðsýnt, at tón-
leikur er gingin í arv í fam-
iljuni.
Faðir og dóttir úr einari
aðrari familju sungu eisini.
Jens og Kristel Lisberg
hava áður framført saman á
konsertum og hava eina á
skránni í Havn komandi
vikuskiftið, og tey sungu
eisini í Christianskirkjuni.
Ungu songkvinnan hevur
eitt stórt talent, og tað man
hon hava arvað frá pápa
sínum, sum hevur verið
kendur sangari í nógv ár.
Fjølbroytt men gott
Magni Christiansen hevði
mannað
ein
bólk
til
konsertina, og hann var
síðstur at spæla. Magni
spældu kristnan gospeltón-
leik, og tað ger hann væl.
At hann so er íðin Man-
chester United viðhalds-
maður, og felag hansara
júst hevði tapt ein dyst,
áðrenn hann skuldi spæla,
forðaði honum ikki.
Konsertin var frálík sum
vælgerandi konsert. Nøvn-
ini og tónleikurin vóru fjøl-
broytt, og allar framførsl-
urnar vóru sjarmerandi á
hvør sín hátt. Hóast tón-
leikaligi teinurin kanska
var drúgvur millum tey
ymsu nøvnini, so ber tað til
hjá tónleikarum at taka
saman hendur til eitt slíkt
vælgerandi endamál og
samstundis fáa nakað gott
tónleikaligt burturúr.
130.000 í
kassanum
Heðin Olsen
royndi seg
sum sangara í
I AM, nú
vanligi
sangarin ikki
kundi vera við
Carlsen-systrarnar sungu nakrar sangir
Mynd: Finnur Justinussen
Torkil Mørkøre og hansara menn høvdu eina frálíka framførslu, og tað hevði verið stuttligt at
hoyrt bólkin aftur á konsert
C
M
Y
K
19
18
Føroyar–Keypmannahavn t/r (í mesta lagi 4 dagar)
1863,-
Føroyar–Billund t/r (í mesta lagi 4 dagar)
1898,-
Føroyar–Keypmannahavn t/r (í mesta lagi 14 dagar)
2363,-
Føroyar–Billund t/r (í mesta lagi 14 dagar)
2398,-
Íroknað er ferð fram og aftur og ferðaavgjald.
Avgreiðslugjald á kr. 220,- kemur aftrat prísinum.
Børn 2–15 ár 33% – børn 0–1 ár 90%.
Galdandi tíðarskeiðið 8. januar–29. mars 2004.
Bílegg ferðaseðlarnar hjá Maersk Air ella á einari av ferðaskrivstovunum kring landið.
Tilboðsferðir til Danmarkar
R E P R O Z