Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tær fýra hálvfinalun- um í Coca-Cola kapp- ingini verða leiktar mikukvøldið, og ser- liga man spenningur- in vera stórur um tær báðar uppgerðirnar í høllini í Vestmanna COCA-COLA KAPPINGIN Jákup Mørk Tað eru nú bert tríggjar vik- ur, til steypafinalurnar í hondbólti standa á skránni, og enn eru átta lið eftir í bólkinum, sum kappast um tey fýra plássini í Ítróttar- høllini á Hálsi. Hjá kvinnunum er støðan tann, at Kyndil, Stjørnan, VÍF og VB eru komin í hálvfinalurnar. Í høllin á Hálsi verður dystur millum Kyndil og Stjørnuna, og her er einki at ivast í, at størsti favoritturin til finaluplássini skal finn- ast. Kyndil er í løtuni á nið- asta plássinum í fremstu kvinnudeildini, og Stjørnan er á ovasta tindinum, so bara mett eftir hesum, skuldi talan verðið um ein tryggan sigur til klaksvíks- kvinnurnar. Avrikini á vøll- inum ígjøgnum árið hava á ongan hátt talað fyri, at Kyndil her skal skapa nak- að óvæntað, og hóast tað hevur ljóðað, at Lotte Sør- ensen nú aftur skal spæla við besta liðnum, og at Sab- ina Frølund er komin aftur til landið, so má tað metast ógvuliga ivasamt, um hetta er nóg mikið til at skala Stjørnuna. Hinvegin tykist spenn- ingurin um kvinnudystin í Vestmanna at vera nakað væl størri. Fyri stuttum leiktu VB og VÍF eitt brak av einum dysti í Vági, har VB vann við einum máli, og tað er einki at ivast í, at VÍF ætlar at hevna hetta tapið. Ikki minst eftir at lið- ið nú eftir øllum at døma hevur útspælt sín leiklut í gullstríðnum eftir tapið fyri Stjørnuni. Tí er steypa- kappingin ivaleyst fremst í huganum hjá liðnum nú, og so er spurningurin, hvørt VB eisini á saman hátt megnar at savna alla orkuna um hendan dystin. Brak í Vestmanna Hjá monnunum hevur Kyndil eisini heimavøll, og her eru tað teir grønu úr Havn, sum mugu átaka sær favoritt-leiklutin. Kyndil er í løtuni oddalið í bestu mans- deildini, og bara tað í sjálv- um sær talar fyri, at teir eiga at koma víðari til finaluna. Ikki minst tá hoyvíkingar samstundis eru á niðasta plássinum í deildini. Tað skal tó havast í huga, at einastu ferð Kyndil hevur tapt dyst hetta kappingarár- ið var ímóti júst H71, men júst tann upplivingin eigur at vera somikið stórur læru- peningur hjá Kyndli, at teir ikki detta í somu grøvina enn einaferð. Spurningurin er tó, hvussu væl Kyndil er fyri til hálvfinalurnar. Landsliðsferðin til Rumenia var ikki blíð við føroyska landsliðið, og millum teir leikarar, sum nú dragast við skaða, teljast bæði Janus Einar Sørensen og Hans Áki Dal-Christiansen, og so er spurningurin, hvørt teir verða førir fyri at spæla, ella hvussu Kyndil fer at standa seg uttan teir báðar. Seinasti dysturin miku- kvøldið er helst samstundis tann, sum størsti spenning- urn er um. StÍF og VÍF hava hesi seinnu árini havt fyri vana at tørna saman í steypakappingini, og síðani 1998 er tað bara eina ferð komið fyri, at tey ikki hava drigið hvørt annað onkra staðni á vegnum. Hesi bæði seinnu árini hevur tað verið í hálvfinaluni, at slagið teirra millum hevur staðið, og báðu ferðirnar hava tað verð strandingarnir, sum hava verið drúgvari. Men teir so væl kendu marginalarnir hava tó verið smáir. Fyri tveimum árum síðani var bert eitt mál á muni, tá úrslitini fyri báðar hálvfinalurnar vórðu løgd saman, og í fjør stóð á jøvn- um, men tá áttu stranding- arnir so fyrimunin av, at teir høvdu skotið fleiri mál á út- vølli. Tí vilja vestmenningarnir vera við, at tað í ár eru teir, sum standa fyri tørni í so máta, og tað má eisini sig- ast, at møguleikarnir eru ikki heilt eingir. Seinast lið- ini hittust í landskappingini, gjørdi VÍF rættiliga bart við einum knúsandi 30-23 sigri, og so telir tað eisini við, at StÍF má vera kanska mest týðandi leikaran á liðnum fyriuttan. Sveinur Justinus- sen kom nevnliga aftur úr Rumenia við gipsi um hondina, og so er spurning- urin, hvussu strandingarnir fara at standa seg uttan hansara hjálp. Tað er ein spurningur, sum í fyrsta lagi verður svaraður i annaðkvøld, men søgan handan dystirnar millum liðini bæði sigur í øllum førum so mikið sum tað, at talan fer at gerast um eina framúr spennandi uppgerð í Vestmanna mikukvøldið. Nr. 13 • mikudagur • 21. januar 2004 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Finalistarnir skulu finnast I Tað plagar at standa nógv á, tá VÍF og StÍF hittast, og dysturin mikukvøldið man neyvan verða nakað undantak í so máta 23 ára gmali Kenneth Knudsen, sum annars hev- ur leikt við Vejle, fer hesar komandi dagarnar at royndarvenja við KÍ. Hetta skrivar Norðlýsið á netinum, og hevur blaðið fingið tíðindini váttað av Bill McLeod Jacobsen, sum dagliga starvast sum høvuðsvenjari fyri yngru deildirnar hjá KÍ. Við hesum er líkt til, at KÍ longu er í ferð við at tippa holið eftir Hjalgrím Elttør, sum fyri stuttum gjørdi av, at hann verður triði føroyingurin, sum í ár fer at royna seg hjá danska Fremad Amager. Enn er tó ikki tikin endalig støða til, hvørt Kenneth Knudsen verður partur av hópinum hjá KÍ komandi kappingarárið. Ove Flindt Bjerg, sum verður venjari hjá liðnum í ár, kemur í næstum til landið, og tað verður so hann, sum fer at taka endaligu avgerðina um, hvørt leikarin hevur neyð- ugu dygdirnar ella ikki. -jm KÍ roynir áleypara 21 20 Nr. 13 - 21. januar 2004 UTTAN ÚR HEIMI Krevur ráðharran frá Einkjan eftir bretska hermannin Steve Roberts, sum doyði í Irak, krevur nú, at Geoff Hoon, verjumála- ráðharri skal fara frá. Samantha Roberts vil vera við, at maður hennara doyði, tí teir bretsku hermenninir í Irak høvdu ikki skottryggar búnar. Hon vísir á dagbókina hjá manninum. Har skrivar hann, at bretsku hermenninir í Irak eru illa útgjørdir, og at teir hava als ikki ta neyðugu útgerðina til eitt kríggj við irakar. Eisini er komið fram, at bara summir hermenn høvdu skot- tryggar búnar, men at teir vórðu noyddir at lata búnarnar frá sær, so aðrir kundu nýta teir. Steve Roberts var ímillum teirra, sum máttu lata tann skottrygga búnan frá sær.Stutt eftir varð hann skotin. Samantha Robert er komin til ta niðurstøðu, at ovasta bretska herleiðslan hevði ábyrgdina av tí, sum hendi, og tí krevur hon, at verjumálaráðharrin skal fara frá. Men Geoff Hoon hevur sagt, at hann ætlar ikki at leggja frá sær. Vandin veksur Ein kanning avdúkar nú, at meirilutin av fólkinum í fleiri evropeiskum londum halda, at heimsfriðurin er í størri vanda nú enn fyri einum ári síðani. Sambært kanningini, sum franski granskingarbólk- urin Ipsos hevur gjørt, halda meiri enn 60 prosent av fólkinum í Bretlandi, Fraklandi, Týsklandi, Italia og Spania, at heimurin er ikki so tryggur longur. Tey eru heldur ikki í iva um, hvat er tann størsta hóttanin, tí heili 71 prosent av teimum spurdu svara, at altjóða yvirgangur er tann størsta hóttanin ímóti heimsfrið- inum. Men kanningin hjá Ipsos vísir eisini, at evropearar eru til reiðar at taka neyðug stig fyri at basa yvir- ganginum. 79 prosent siga, at tey taka undir við at nýta hermegi ímóti yvirganginum, og 95 prosent siga, at tey høvdu atkvøtt fyri, vórðu tey spurd, um teirra herur skal nýtast ímóti altjóða yvirgangi. Oljufeløg skattalætta Fleiri borgarstjórar á Vesturlandinum í Noregi skjóta nú upp, at Statoil, Hydro og hini oljufeløgini, sum eru virkin á norska landgrunninum, skulu fáa skattalætta. Sum er gjalda oljufeløgini 78 prosent av avlopinum í skatti, og feløgini hava í seinastuni gjørt greitt, at virksemið á norska landgrunninum fer at minka í komandi árum. Hetta hevur fingið borgarstjórarnar fram við norsku vesturstrondini at gera vart við seg. Teir siga, at tað fer at fáa sera álvarssamar avleið- ingar, minkar virksemið hjá oljufeløgunum. Summir teirra halda, at minst 16.000 arbeiðspláss eru í vanda. Borgarstjórin í Bergen, Hermen Friele, hevur tí saman við øðrum borgarstjórum skrivað Per Kristiani Foss, fíggjarmálaráðharra og Ernu Solberg, komm- unumálaráðharra eitt bræv, har teir ávara um avleiðingarnar. Samstundis mæla teir ráðharrunum til at virka fyri, at oljufeløgini fáa skattalætta, so tey kunnu halda verandi virkseminum uppi. Nazibrotsmaður tikin Løgreglan í Týsklandi tók mánadagin ein mann, sum er undir illgruna fyri at hava framt hópmorð í Slovakia í 1945. Tann nú 86 ára gamli Ladislav Niznansky er føddur í Slovakia, men hevur verið týskur ríkisborgari síðani 1996. Í 1944 og 1945 stóð hann á odda fyri einari deild hjá nazistunum, sum hevði fingið ta serligu uppgávu at gera av við slovakar, sum høvdu roynt at gera uppreistur ímóti týska hersetingarvaldinum í 1944. Nú verður hildið, at deild hansara myrdi 164 fólk, teirra millum 70 kvinnur og 51 børn, í bygd- unum Ostry Grun og Kiak. Eisini verður deildin løgd undir at hava beint fyri 18 jødum í bygdini Ksnina. Aftan á seinna heimsbardaga flýddi Ladislav Niznansky til Eysturríkis og seinni til Týsklands. Eitt skifti arbeiddi hann hjá amerikonsku útvarpsstøðini Radio Free Europe. Svenska løgreglan kannar nú, um Mijailo Mijailovic myrdi ein 77 ára gamlan mann fyri einum góðum ári síðani LIND-MORÐIÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Tann 77 ára gamli Nils Bergman varð funnin deyð- ur nærhendis heimi sínum í býarpartinum Solna tann 14. november í 2002. Kanningar avdúkaðu, at hann var vorðin stungin við knívi. Um tað mundið búði Mijailo Mijailovic ikki so langt burtur haðani. Hann búði hjá einum hjúnum, og tey hava greitt løgregluni frá, at Mijailo Mijailovic hevði altíð knív uppi á sær, og at hann javnan tosaði um, at hann ætlaði at myrða onkran. Ein hýruvognaførari, sum koyrdi Mijailo Mijailovic aftan á morðið á Onnu Lindh tann 10. sep- tember í fjør, hevur greitt frá, at maðurin gjørdist óróligur, tá teir koyrdu fram við tí staðnum í Solna, har Nils Bergman varð funnin. Undir avhoyringunum tann 7. januar spurdi ákærin Mijailo Mijailovic, um hann hevði framt morð fyrr. Hann segði nei, men viðgekk beint aftaná, at hann einaferð hevði sagt einum lækna, at hann hevði framt eitt morð. – Hetta er áhugavert. Vit hava alla tíðina hildið, at tað var ein sjúkur maður, sum myrdi Nils Bergman, sigur Lone Caallias, støð- leiðari hjá løgregluni í Solna, við blaðið Express- en. John Kerry vann tað fyrsta uppstillingar- valið hjá demokrat- unum til forsetavalið í heyst. Eitt annað valevni hevur longu tikið seg aftur VAL Árni Joensen fartekst@mail.dk Spenningurin var stórur upp undir tað fyrsta upp- stillingarvalið hjá demo- kratunum, og alr bendi á ein harðan dyst ímillum fýra av valevnunum. Men teir demokratisku veljararnir hugsaðu ikki sum serfrøðingarnir. Tá upptalt varð, hevði senator- urin John Kerry fingið 38 prosent av atkvøðunum, og á øðrum plássi hevði John Edwards fingið 32 prosent. Howard Dean, sum mong hava mett sum tann, ið skal bjóða George W. Bush, av, fekk bara 18 prosent. Hjá tí fjórða valevninum, Dick Gephardt, gjørdist valið í Iowa bæði byrjanin og endin. Hann fekk bara 11 prosent, og aftaná boðaði hann frá, at hann tók seg burtur úr valstríðnum. Eygleiðarar siga, at orða- skiftið undan uppstillingar- valinum er broytt í sein- astuni, og at tað er komið John Kerry og John Ed- wards til góðar. Hóast tann fyrri vann í Iowa, halda flestu eygleiðararnir, at John Edwards er tann, sum hevur tann besta møgu- leikan at gerast forseta- valevni hjá demokratunum. Hann er tann betri røðarin, og sum gamal sakførari dugir hann sera væl at snúgva sær í politiskum dystum, siga eygleiðarar- nir. Teir báðir sleppa at royna seg aftur næsta vikuskiftið. Tá verður uppstillingarval í New Hampshire. Kerry fekk fyrsta stikkið Anna Lind var kanska ikki hansara fyrsta offur Mijailo Mijailovic. Kanska var Anna Lindh ikki hansara fyrsta offur Mynd: Reuters John Kerry vann tað fyrsta uppstillingarvalið hjá demokratunum Mynd: Reuters C M Y K 20