Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 21. januar 2004 23 VIÐMERKINGAR Mannbjørn Jacobsen 14. januar 2004 Ein óheilag samansjóðing verður í bløðunum fram- førd at vera javnaðarleiðsl- an. Tað er ikki formliga leiðslan, vald í formligu valdssessirnir, so nógv, meiri at líkna við eina strat- egiska leiðslu. Ein, sum er snild til at geva flokkinum eitt gott val, góða støðu í samráðingunum aftaná eitt val. Ikki so at henda leiðsla eygsjónliga er ein slík, samansett av ósameinilig- um bólkum í flokkinum, sum hon er, umboðandi flokstólið (formaðurin), nýggj stjórnuskot (annar næstformaðurin) í flokkin- um, sum ongin hevur hoyrt um fyrr, og so fólk, sum týðiliga hava heilt aðra útviklings bakgrund, ikki ókend í politiska spektrun- um, men á heilt øðrum stað, á ytsta vinstravongi í 1970/80 árunum. Inn gjøgnum bakdyrnar mugu hesi vera komin, utt- an sjónligt politiskt skifti i hugmyndafrøðiligum til- knýti. Tveir limir har B.Dam oh H.P. Strøm eru fyrrverandi formenn og blaðformenn í moskva sinnaða felags- skapinum FS (Føroyskir Sosialistar). B.D. limur í DKU (ungkommunistunum hjá DKP). Teir gjørdu seg í áravís til talsmenn fyri al- tjóða sjónarmiðunum hjá Sovjetsamveldinum í friðar og avdubbingar spurningin- um. Í felagsblaðnum Framan- um gjørdu teir seg í hesum sambandi til talsmenn fyri »proletarisku internasjunal- ismuni«, sum av øllum varð tulkað sum undirlegging undir Sovjetsamveldið, skipanarliga og politiskt, bæði í heimligum og al- tjóða høpi. Henda kjarna, nú í javn- aðarleiðsluni, hevur ongan- tíð greitt frá, ella sagt frá, hesi fortíð síni, hóast tað meir enn einaferð er komið inn á í bløðunum, onki svar. Hetta tilknýti er ikki bara nevnt sum ein tingað áhugaverdan upplýsning í dag, nógv ár aftaná. Meiri náhvamt varð farið fram. Nakrar fyri mær enn ikki heilt uppkláraðar hendingar í lestrartíð míni fyrst í 1980 árunum, har eg fekk lestur mín avbrotnan av órógv og støðugum løgnum útsløg- um, fyribrigdum, illtonki eg fólk í FS, at standa aftanfyri. Beinleiðis orsøk- in er flutningsverkfallið tá (1981), har hesir stóðu á síðuni hjá Óla Jacobsen, eg súmpatiseraði við hinari síðuni. Mest hugsandi var tað beinleiðis orsøkin. Beinleiðis var uppgerð í FS orsøkin, har eg í einum bólki varð strikaður sum limur, fyri ikki at fylgja moskvasinnaðu linju teirra í friðarpolitikkinum. Atsóknin móti mær á lestrarstaði mínum (Regen- sen) var ikki tilvildarligt tvætl, innibar roynd saman við dønum har, sjálvum bú- stjóranum (próstinum) ma., at fáa meg beindan av vegnum við brúki av sjúkrahúsum, har løgreglan varð tilkallað. Hetta eydnaðist ikki, har- av kreppan í hesum máli. Ein annar felagskapur, skipaður tá (1977) sum beinleiðis fylgja av ósemj- uni, har eg luttók, Komm.Ú., (breiðari vinstravongs felagsskapur) hava hesi undirstungið (korumperað) á sína síðu við lokkilsi í leiðsluarbeið- um og annað arbeiði í javn- aðarflokkinum. Hesi hava ikki upprunaliga luttikið í atsóknum móti mær, men muga sigast tað nú, aftaná aftur, tá tey á henda hátt bara lima seg inn í javnað- arflokkin. Fólk harfrá trýna eisini seinni fram í Javnað- arflokkinum, eru við í nevndu politisku leiðslu. Við grundarlagi í hesum framførda vil eg mæla frá, at velja hesi til løgtingsval- ið nú, eisini mæla frá, at tey sita í leiðslu javnaðarfloks- ins. Um hesi fyri fyrstu ferð í 20 ár vilja tosa við meg um nevndu hendingar, ymiskt har umkring, á ein hampu- ligan máta, kann eg kanska koma til at síggja eitt sindur annaðleiðis uppá tað, ikki sum er. Javnaðarleiðslan Sandvíkssangurin Lag: Højt over fjellet Sandvík gitin í søguni er, Torgrímur Illi búði her, Sigmundi Brestisson at bana er, tá hann um fjørðin svam. Niðurlag: Sandvík, mín heimbygd, kær tú mær er, prúðasta bygd í Føroyum tú er, gitin tú er um landið alt, aldrin tú gloymast skalt. Navnið tú bert av sandinum størstur hann er í landinum breiðir seg djúpt í dalin inn, fjøllini standa so svinn. Borgin hægsta fjallið er, hagani frá gott útsýni er, Lítlu Dímun kanst tú sjá, lítir inn á sandvíksvág. Tvørgjógv seg inn í landið sker, ikki bara góð minnir hon ber, nýggju hon at bana var, neytakonur vóru tær. Ásmundarstakkur eitt prýði er, túsundtalsfuglar hann á sær ber, maður ein gjørdi roysni har, Hanus úr Dímun tað var. Bøin so slættan vit hava sum fá, øll tey undrast, ið hann hava sjá, um heystið sáturnar standa her, skjól fyri pørini er. Hol seg eitt gjøgnum fjallið sker, samferðslu góða tað við sær ber, meiri ófriðaligt tað nú er, øll mugu sanna her. Kvøðan til Sandvík nú endar her, hóast mangt annað at siga er, tó vit øll kunnu einast um, at Sandvík av øllum ber. Hans Birgir Hansen Samfelagsrevsari úr Havnini Tað er einki sum eitur, at vit liva í einum demokrat- iskum og fólkaræðisligum samfelag, tá vit hava dikat- ur, fasismu og hernaðar, politistatir, í einum størri stati, við valdsharrum. Arbeiðandi fólki, úti í ali, fiski- og útróðrarvinnu, og í fiskaídnaðinum hava fleiri hóttanir hangandi yvir sín- um høvdi. Í FAG, við óskipaðum arbeiðsgevar- um, skipa fyri um landi. Tað er óhugnaligt at hugsa sær, at tað skal kosta tí arbeiðandi verkafólki, at siga sína meining við arbeiðsgevarar, ið hótta før- oyska verkafólki, við at siga hesi úr sínum arbeiði. Hetta er ein óvreingjandi veruleiki, og FAG, við ískipaðum arbeiðsgevarum nýtir útlendsku arbeiðs- megi at leggja eitt stórt trýst á arbeiðandi verka- fólki, hvat vit síggja í Skálavík. Tað er ikki bert á hesum virkinum, í Skála- vík, vit síggja útlendingar hava arbeiðir, men á fleiri øðrum fiskavirkjum, og innanfyri skipa- og maskin- ídnaðin og fleiri aðrar vinnur. Tað er einki dulsmál, at FAG við óskipaðm arbeiðs- gevarum, vil hava lønar- lagið og kostnaðarstøði niður, við at leggja eitt trýst á føroyska verkafólki í limafeløgum F.A. Tað er nógv fyri at vit skulu uppliva føroyingar hjúkla um og sleikja fyri øllum útlendingum í Føroy- um, ið gevur mær í dag andstygd, slíkt kallar ein landasvíkjarar, quislingar. Livikostnaðarstøði og lønarlagið í teimum lond- um, hvørs útlendingar, koma frá, fleiri longum í ES samveldinum og uttan- fyri kann ikki sammetast við tað saman í Føroyum í dag. Vit skulu síggja í eyguni, at útlendingar koma at skapa okkum somu trupul- leikar sum í Norðurlondum og europeiskum londum, í Føroya Arbeiðsgevarafelag leggur støði undir. Tað er ikki uppgáva »Ítróttafeløgum«, at útvega FAG við óskipaðum ar- beiðsgevarum, útlendsa ar- beiðsmegi úr fleiri londum, vit síggja hava etablera seg í útjaðaraoyggjunum. Vit koma við stórum tali av innfluttari, útlendskari arbeiðsmegi, við familjum, at leggja fótin fyri føroy- ingar ið vilja leita heim aftur til Føroyar eftir lokna útbúgving og avlærd. Vit eiga at fáa útlend- ingar kunnaði um føroyskar lóggávur, skipanir, lóg og rætt og landaskil og mál og mentan og siðir, skulu hesir vera partur av tí føroyska samfelagnum í dag. Eg kenni mína samfel- agsskyldu at fáa alt fram í røttum samanhangi, tá ið ein kann spáða um framtíð- arúrslitini ið eru gingin út síðan ein av fyrstan tíð byrjaði at skriva lesarabrøv. Eg kenni mína samfelagsskyldu Tíðindaskriv Marknaðurin fyri brúkt skip er vánaligur, so tað er trupult at sleppa av við gomlu føroysku fiskiskip- ini fyri tíðina, men av og á fer okkurt av teimum til lond, sum liggja langt frá okkum, men fyri lágar prís- ir, tí útboðið er so stórt. Í vikuni varð »Research« seldur til Kro- atia. Trolarin er upprunaliga bygdur á Campletown skipasmiðjuni í Bretlandi í 1979 og longdur í Skagen, 1984. »Research« og »Skansa- tangi« fóru úr ferskfiska- flotanum, tá ið eigarin keypti »Kallsevni« og »Grímur Kamban« úr Ís- landi. Tað er Tor Shipping í Havn, sum hevur staðið fyri søluni av »Research« og har verður upplýst, at teir hava stórt úrval av skipum til sølu. »Research« seldur til Kroatia 23 22 Nr. 13 - 21. januar 2004 Skiftandi lagnu í næstbestu donsku flogbóltsdeildini, har fleiri føroyskir leikarar royna seg FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Sum vit so ofta hava nevnt tað fyrr, so er danska Holte IF í ár í eini skiftistíð, har stórur partur av steypavinn- andi liðnum frá í fjør er far- in úr felagnum. Hetta viðførdi millum annað, at felagði í ár noyð- ist at spæla í elitu-kval røð- ini um rættin til at taka lut í bestu deildini næsta ár. Her hevði Holte um vikuskiftið vitjan av Hvid- ovre VK, og fyri heimaliðið gjørdist talan um ein alt annað enn minniligan dag. »Katastrofal indsats« var yvirskriftin á heimasíðu felagsins, og tað mundi svíða hart, at gestirnir sluppu avstað við einum 3- 2 sigri. Ikki minst eftir at Holte hevði tikið sær leik- andi lætt av fyrsta settinum. Holte fór við tapinum niður um strikuna, sum gevur rætt til eliturøðina komandi ár, men enn eru átta dystir eftir, so góðir møguleikar eru at broyta um støðuna. Hjá Steinari Eirikstoft og Suna Juul Pedersen, sum spæla við PVC Lyngby, gekst hinvegin nakað betri. Teir vóru á vitjan hjá Århus 1900, og her eydnaðist Lyngby at vinna ein sera spenandi fimm-settara. Føroysku útisetarnir hava við hesum lagt seg á odda í bólkti 2 í elitu-kval røðini, og so er spurningurin, hvørt felagið megnar at halda fast um hesa støðuna. Í øllum førum vildi tað verið stak hugaligt fyri føroyskan flogbólt, um vit komandi kappingarár kundu havt fýra leikarar í bestu donsku røðini, men tað er so ein spurningur, sum ikki verð- ur svaraður, fyrr enn allir dystirnir á árinum eru leiktir. Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 TB 11 9 - 2 30 9 21 10 2 Mjølnir 11 8 - 3 27 12 15 8 3 Dráttur 11 5 - 6 21 21 0 6 4 ÍF 11 5 - 6 16 19 -3 6 5 KÍF 11 5 - 6 17 25 -8 5 6 Fleyr 11 1 - 10 7 32 -25 1 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 9 8 - 1 24 5 19 9 2 Mjølnir 8 7 - 1 21 4 17 7 3 SÍ 9 5 - 4 17 14 3 6 4 Fram 9 2 - 7 8 22 -14 2 5 Fleyr 9 0 - 9 2 27 -25 0 Flogbóltsúrslit Meistaradeild kvinnur TB-Mjølnir 3-2 (25-14, 12-25, 25-20, 25-13, 15-13) Dráttur-KÍF 3-0 (25-13, 25-9, 25-14) ÍF-Fleyr 3-0 (25-23, 25-20, 25-17) Meistaradeild menn ÍF-Fleyr 3-0 (25-13, 25-12, 25-19) SÍ-Fram 3-0 (25-19, 25-18, 25-9) Við heimasigrinum á Mjølni hava Tvørakvinnurnar nú lagt seg einsamallar á odda í bestu flogbóltsdeildini FLOGBÓLTUR Jákup Mørk TB hevur sett kósina móti gullinum. Tað má vera nið- urstøðan eftir dystirnar um vikuskiftið, tá flogbólts- kappingin aftur fór ígongd eftir ein drúgvan vetrar- steðg. TB hevði á heimavølli vitjan av Mjølni, og í nógv- ar mátar tóktist tað greitt, at júst hesin dysturin kanska fór at gerast tann mest av- gerandi av øllum í gull- stríðnum. Her í blaðnum var eisini suffað nakað um, at ein slíkur dystur skuldi spælast somikið tíðliga í endaspæl- inum, men hvussu er og ikki, so fóru liðini bæði eldhugað undir uppgávuna. Upp og niður Tað gjørdist TB, sum dróg longra stráðið á vøllinum, men tær komu á ongan hátt lætt til stigini. Talan gjør- dist um ein heldur óvan- ligan fimm-settara, har lið- ini fyrstu fýra settini skift- ust um at hølva hvønn ann- an av, áðrenn tey í fimta setti samdust um at nú skuldi tað gerast heilt spennandi hjá teimum um- leið 200 áskoðarunum, sum vóru í høllini. Fyrsta settið var ikki nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um so øgilig- an spenning. TB legði bragdliga fyri, og áðrenn tær hjá Mjølni veruliga høvdu vant seg við umstøð- urnar, so hevði TB tikið settið við 25-14. Av sonn- um ein avsmurningur hjá Mjølni, men tær fullu ikki í fátt av teirri orsøk. Tvørtur ímóti tóku tær við 25-12 hevnd fyri fyrsta settið, og nú vóru tað tvørakvinnurn- ar, sum vóru mest sum fyri ongum. Tær megnaðu tó at reisa seg aftur við einum 25-20 setti, men tá Mjølnir so tók fjórða settið á sama sann- førandi hátt, sum tær tóku tað næsta, mundi eingin vera í iva um, hvør hevði sálarligu yvirvágina. Men tað var tó ikki nóg mikið hjá gestunum. TB gav seg alt tað, sum tær áttu, og við einum teprum 15-13 sigri tryggjaðu tær sær, at tað nú eru tær, sum standa við bestu kortunum í gull- stríðnum. Og spurningurin er so, hvørt nakað av hinum lið- unum kann gera nakað, til tess at skapa størri spenn- ing í deildini, ella um tað bara skal bíðast til seinna dystin millum tey bæði oddaliðini. Sum støðan er nú, so eru tær hjá TB tvey stig og seks sett framman- fyri Mjølnir, men hetta er framvegis akkurát ikki nóg mikið til, at tær einsamallar kunnu avgera tað heila. Á pappírinum hevur Mjølnir nevnliga framvegis møgu- leikan at koma á sama stigatal og sama settmun, men tað krevur so, at tær ikki missa nakað sett, har TB ikki missur, og at tær í seinna dystinum taka sær ein 3-0 sigur. Dráttur kann órógva Skal nakar órógva tey bæði oddaliðini, so má tað helst roknast við, at Dráttur eru tær, sum liggja næstar í hesum. Sum vinnarar av Mjølnir kappingini hava tær í øllum førum vunnið sær rætt til luttøku í steypafinaluni, og so er spurningurin, hvørt tær aftur kunnu gera nakað við Mjølnir, tá liðini hittast um góða viku. Hesa ferð hevi Dráttur heimadyst móti KÍF, har var eingin sum helst ivi um úrslitið. Dráttur vann ein tryggan 3-0 sigur, har koll- fjarðakvinnurnar einans fingu 36 bóltar, og tá verð- ur av álvara tosað um at fáa bank í flogbólti. Eisini ÍF vann tryggan sigur, tá tær á heimavølli tóku móti Fleyr, sum er at kalla avbyrgt í botninum. 3- 0 gjørdist úrslitið, og hes- um kundu tær hjá ÍF saman við Drátti toga seg upp um KÍF, sum fyrsta partin av grundspælinum gjørdi nógv um seg. Fuglfirðingar og sørvingar vunnu á ávíkavist Fleyr og Fram Tað var ikki annað enn væntað at ÍF vann á Fleyr á Kambsdali sunnudagin. Fleyr kom norður á Kambsdal við ongum stigi, meðan fuglfirðingar stríð- ast við Mjøln og partvíst SÍ um FM-heitið. ÍF lat ongan iva verða um, hvør tað betra liðið var sunnudagin. Úrslitið gjør- dist ein greiður 3-0 sigur til ÍF. Fleyr megnaði ongantíð at hótta ÍF. Fyrsta sett vunnu fugl- firðingar 25-13. Annað sett vann ÍF 25-12. Í triðja setti fekk ÍF meira mótstøðu, men settið og sigurin var ongantíð í vanda, settið endaði 25-19. ÍF er nýtt oddalið í meist- aradeildini hjá monnum við 9 stigum, tað er tvey meira enn Mjølnir , men tó hevur ÍF leikt ein dyst meir enn Mjølnir, meðan Fleyr hinvegin enn hevur fyrstu stigini tilgóðar hettar kappingarárið. SÍ hevur staðið seg væl í seinastuni og seinasta viku- kiftið vann liðið Mjølnir- kappingina. Sunnudagin hevði SÍ vitjan av botnlið- inum Fram. SÍ, sum er ein av outseidarunum til FM- heitið, vann sera sannfør- andi 3-0. Fyrsta og annað sett vóru sera lík, og við SÍ sum vinnara, settuni endaði 25-19, 25-18 til SÍ. Triðja sett vunnu sørvingar sann- førandi 25-9. SÍ eru við sigrinum framvegis á triðja plássi við 6 stigum. TB streyk avstað ÍF og Sí gjørdu sínar skyldur Talan var um ein sera skiftandi dyst í høllini í Trongisvági, har tað tó at enda eydnaðist TB at taka øll settini í dystinum móti Mjølni Holte misti og Lyngby vann C M Y K 22