Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44 8 Sosialurin Áki Bertholdsen Tey, sum ætla sær at ferðast ímillum oyggjarnar í Før­oy­ um nú um páskirnar, kunnu ekka­leys seta seg umborð á Strand­faraskipini. Annars hevur Strand­ ferðsl­an verið hótt av ar­ beiðs­steðgi og so høvdu skip­ini hjá Strandferðsluni verð­ið løgd. Orsøkin er hóttanina um arbeiðs­steðg, er, at ósemja hev­ur tikið seg upp um viður­skift­ini hjá skiparunum og maskinmeistarunum hjá Strand­ferðsluni. Men nú er greitt, at ongi stig av nøkrum sum helst slag verða tikin, fyrrenn høg­ tíðin er farin aftur um. Útsett Sáttmálin ímillum Fíggj­ar­ mála­ráðið øðrumegin og Maskin­meistarafelagið og Skipara- og navigatørfelagið hinu­megin, gekk út í oktober, men enn hevur tað ikki eydn­ ast at finna semju um nýggj­ an sáttmála. Samráðingarnar slitnaðu fyri nøkrum vikum síðani og tá vórðu Alfreld Petersen og Jógvan Amonsson tilnevndir sem­ings­menn. Alfred Petersen, sigur, at síðani teir báðir vórðu bo­sendir at royna semju ímil­l­um partarnar um fyri nøkr­um vikum síðani, hava teir havt so nógv átrokandi arbeiði at gera, at partarnir sam­dust um at bíða við sem­ ings­royndunum til síðst í mars. Men hesar síðstu vikurnar hava semingsmenninir brúkt upp á at tosa við partarnar at seta seg inn í viðurskiftini. Tann síðsti fundurin var við Fíggjarmálaráðið mána­ dagin. - Vit fara nú at gjøgn­um­ ganga tilfarið, men tað er í øllum førum greitt, at ongin av­gerð verður tikin fyrrenn eftir páskir, sigur Alfred Peter­sen, semingsmaður. Vilja til botns Hann vil kortini ikki vera við, at talan er um eitt slag av vápnahvíld um høgtíðina. Hann vil heldur ikki vera við, at teir hava fingið nakra polit­iska áheitan um at lata mál­ið liggja til eftir páskir fyri ikki at órógva høgtíðina. - Tað passar seg bara so­ leið­is, at onki fer at henda fyr­r­enn eftir páskir, sigur hann. Hann sigur, at sem-ings­ menninir hava fingið tilfar frá pørtunum og teir hava eisini fingið eina neyva frá­ greiðing frá teimum um, hvat ósemju­r­nar í veruleikanum snúgva seg um. Tað tilfarið fara teir nú at kan­na nærri fyri at koma til botns í ósemjuni. - Tá ið vit hava gjøgn­ um­gingið alt tilfarið, skulu vit í fyrsta lagi taka støðu til, um nakað er at byggja á yvirhøvur og um vit tískil fara undir eina sem­ings­ roynd ella ikki. Tað fara semingsmenninir nú at brúka tíðina til eftir pásk­ir at gera upp við seg sjálv­ar. Hvøri størri ella minni Hetta er serstakliga long umhugsunartíð. Er ósemj­ a­n í hesum sam­ráð­ing­unum tvørligari at loysa enn aðrar ósemjur á arbeiðs­mark­naði­ num hava verið? - Hendan ósemjan er hvørki størri ella minni enn aðrar ósemjur. Vit vilja bara skilja málið til botns, áðr­enn vit taka eina støðu, sam­ stundis sum vit skulu fáa tað at sampakka við aðrar arbeið­s­uppgávur hjá okkum. - Tað einasta, sum kann henda fyri páskir, er at vit hava onkrar fleiri fyri­reik­ andi samrøður við partarnar. - Men vit taka í øllum før­um onga avgerð um sem­ ing fyrrenn eftir páskir og partarnir verða í øllum før­ um heldur ikki innkallaðir til samráðingar fyrrenn eftir pásk­ir, sigur Alfred Petersen. Strandferðslan fær frið at sigla á páskum SÁTTMÁLATRÆTA Tað er nú greitt, at skipini hjá Strandferðsluni verða ikki rakt av arbeiðssteðgi um páskirnar Bæði Eyðstein Djurhuus, for­maður í Skipara- og Navi­ga­tør­felag­num, og Páll Hansen, formaður í Maskinmeistara­felag­ num, hava áður boðað frá, at útlitini fyri semju eru vánlig. Hinvegin er tíð stór­ur vandi fyri, at tað end­ar við, at skipini hjá Strand­ ferðsluni verða løgd, tá ið tað ber ella brestir eftir páskir. Tað er ikki so nógv sjálv­ur lønarkarmurin, sum forðar fyri eini semju ímill­um partarnar. Báðir fak­felags­ for­menninir siga, at lønar­deildin hevur bjóð­að teimum somu lønar­hækkingar, sum øll hini hava fingið. Men fakfeløgini vilja eisini tosa um arbeiðs­tíð­ ina hjá yvir­monn­un­um. Tveir altjóða sáttmálar, sum Føroyar eru við í, eru broytt­ir í seinastuni. Fyri at siga tað einfalt, hava yvirmenninir hjá Strand­ferðsluni eina arbeiðstíð upp á 49 tímar um vikuna. Og Maskin­meistara­ felag­ið og Skipara- og Naviga­tør­felagið vilja ikki hoyra talan um at gera nýggj­an sáttmála uttan at taka fyrilit fyri nýggju sátt­málu­num. Í heilt rundum tølum føra hesar broytingarnar við sær, at arbeiðstíðin hjá yvirmonnunum skal stytt­ast fýra tímar, niður í 45 tímar um vikuna. Snorri Fjallsbak, leið­ari á lønardeildini í Fíggjar­ málaráðnum, stað­festir, tað, sum Skipara og Navi­ gatørferlagið og Maskin­ meistarafelagið, vil­ja, er, at arbeiðstíðin skal styttast, men at lønin skal ikki fylgja við niður­eftir. - Men tað gongur aldr­ in, tí lønin skal fylgja ar­ beiðs­tíðini, sigur Snorri Fjalls­bak. Útlitini vánalig Tey, sum ætla sær at ferðast ímillum oyggjarnar á páskum, kunnu ekkaleys seta seg umborð á Smyril og hini strandfaraskipini, tí nú er vissa fyri, at tey eisini sleppa heim aftur. Hóttanin um arbeiðssteðg verður nevniliga ikki áleikandi fyrrenn eftir páskir. Myndina tók Jens Kr. Vang Friður á páskum Ongin avgerð verður tikin fyrrenn eftir páskir Hann er altjóða kent modell, hevur arbeitt fyri stóru mótahúsini kring heimin, og hann hevur livað skjóta lívið í New York. Oliver Bjerrehuus hevur roynt eitt sindur av hvørjum og fer í Hvonn Live at greiða frá onkrum av sínum upplivingum millum mótaskaparar, modellir og ríkmenn. OLIVER BJERREHUUS Sosialurin 341800 Leygarkvøldið 16. apríl kl. 20