mikudagur 13. apríl 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44
Sosialurin
Leo Poulsen
Í 2007 keypti eitt ungt par
tað, sum við fyrsta eygnabrá
tóktist sum eitt dreymahús.
Tað vil siga, at húsini sjálvi
vóru einki at rópa hurrá fyri,
men grundin var omanfyri
2.000 fermetrar.
Og sum sølulýsingin so
lokkandi greiddi frá: Stórt
grundøki við trøum og runn
um og sólkrókum við einum
rennandi
løki
gjøgnum
stykkið.
Tað,
sum
sakførarin
gloymdi at skriva í lýsingina
var, at økið er friðað, og at
Skógfriðingarnevndin
til
eina og hvørja tíð kann leggja
grundina sum almenna plan
tagu.
Somuleiðis gloymdi hann
at upplýsa keyparunum um,
at ein um- og útbygging, fyri
ikki at tosa um nýbygging, als
ikki kundi koma upp á tal.
Nú fekk hetta ongar av
leiðingar
beinanvegin,
tí
unga parið, sum kom heim úr
Skotlandi, skuldi fyrst finna
seg til rættis. Men idyllurin
vardi tó ikki leingi.
Skjótt varð staðfest bæði
fýrur og rot í húsunum, og
hetta varð gjørt vart við.
Unga parið valdi tó at gera
ábøtur á húsini fyri út móti
einari millón.
Lagt oman á tær 3,7 milli
ónirnar, sum tey høvdu giv
ið fyri ognina, er talan um
nógvar pengar. Men tað
skuldi vísa seg, at hetta bara
var toppurin av ísfjallinum.
Friðað
Útvarpið hevði í 2006 keypt
eitt stykkið av grundøkinum
frá táverandi eigarunum, og
tí tí sambandi hevði Skógfrið
ingarnevndin ásett nakrar
treytir, fyri at góðkenna
keypið.
Uppruna eigarin hevði í
1977 sjálvboðin biðið um at
fingið
grundøkið
skógar
friðað, og hetta varð gingið
honum á møti. Trupulleikin
var bert, at hetta førdi til, at
ein servituttur varð tinglisin
á grundøkinum, sum gav
Skógfriðingarnevndini
ræðisrættin á grundøkinum,
samstundis sum húsini á
grundøkinum vórðu friðað.
Tá
Útvarpið
so
vildi
keypa part av grundøkinum
til eina ætlaða úgbygging
setti Skógfriðingarnevndin
ta treyt, at alt økið hjá Út
varpinum varð umfatað av
skógarfriðingini.
Upprunaliga høvdu keyp
ararnir fingið at vita, at
grundøkið var skógarfriðað,
men fingu samstundis at
vita, at hetta bert merkti, at
tey skuldi halda grundøkið
innhegnað. Og tað hildu tey
bæði rætt og rímiligt, eisini
fyri egna skuld.
Men á einum fundi við
Jógvan
Jespersen,
táver
andi útvarpsstjóra, fingu
tey rama sannleikan at vita.
Grundøkið
hevði
nú
al
mennan ræðisrætt, og tey
kundi ongar um- ella útbygg
ingar gera.
Forfard fóru tey bæði
beina leið oman til sakfør
aran, sum vissaði tey um, at
eingin tinglýsing var framd,
og at hetta skuldi hann nokk
orðna.
Trupulleikin var bert –
sambært sakføraranum hjá
saksøkjarunum – at ting
lýsingin var framd, og tað av
nevnda sakførara sjálvum.
Nevndin stóð við sítt
Sakførarin hjá seljarunum
gjørdi nú eina roynd at loysa
málið við at taka upp fund
við Skógfriðingarnevndina,
men hon var hvørki at høgga
ella stinga í. Vildi ikki hoyra
talan um at frámatrikulera
grundøkið.
Nú vóru so góð ráð dýr.
Unga parið vendi sær so til
býráðið. Tey høvdu ítøkiligar
ætlanir um eini heilt nýggj
arkitektteknað sethús, men
hesi vóru áleið 200 fermetrar,
og
byggiumsóknin
varð
blankt avvíst.
So var einki annað at gera
en at fara til sakførara við
málinum. Ongar veruligar
royndir vóru gjørdar at finna
eina semju, og skjótt stóð
greitt, at einasta góðtakiliga
loysn fyri keypararnar, var at
handilin gekk aftur.
Sum vera man vildu selj
ararnir ikki hetta sjálvboðið,
og tískil er málið endað í
rættinum.
Málið var so rúgvismikið,
at tað ikki vóru stundir at
avgreiða tað eftir einum degi,
og tí varð tað upp aftur tikið í
rættinum í gjár.
Trý vitnir vóru eftir at
avhoyra, men tey varpaðu
ikki avgerandi ljós á málið.
Sakførarin hjá keyparun
um var ógvuliga hvassorðaður
um framferðina hjá starvs
felaganum og segði, at tað
var á markinum til svik, og
undir øllum umstøðum van
heimild, ikki at upplýsa um
servituttirnar, sum eru ting
lýstir á ognini.
Verjin hjá teimum sak
søktu gjørdi nógv burtur úr
skógarfriðingarlógini og vísti
á, at bert nevndin kundi gera
plantaguna almenna, og at
tað er hon ikki í løtuni.
Hann vísti eisini á, at
keypararnir vistu um, at
ognin er skógarfriðað, og at
tað ikki kundi koma upp á
tal, at handilin gekk aftur,
og at tað í mesta lagi kundi
gerast talan um avsláttur í
keypsprísinum.
Dómarin mælti til semju
og nevndi tvey dømi. Annað,
har húsini verða seld av
nýggjum, og seljarin so rindar
munin millum søluprís og
tað, sum keypararnir lótu
fyri ognina.
Hin var, at saksøktu rind
aðu keyparunum 600.000
krónur avtur, sum eru tveir
triðingar av teirri upphædd,
sum keyparin hevur umvælt
húsini fyri.
Kunnu
partarnir
ikki
semjast, verður málið tikið
upp til dóms um nakrar vik
ur.
Er á markinum til svik
So hvassorðaður var ein sakførari um framferðina hjá einum starvsfelaga í sambandi við eitt húsakeyp,
har hann ikki hevði upplýst, at grundstykkið er skógarfriðað og at húsini ikki mugu út- ella umbyggjast
Tað eru eini hús við Sundsvegin, sum trætan stendur um. Ognin er skógarfriðað, og tí kunnu húsini ikki um- ella útbyggjast fyri ikki at tala um nýbyggjast
Mynd: Álvur Haraldsen