Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44 Sosialurin Dávur Winther Nýggja staðið hjá Norðoya Heima­virki verður í norðara parti av bygninginum á Biskups­støð, har J. F. Kjølbro hevði sín fyrsta handil. Hølini hava menn hjá Vega­deildini sett í stand, og er nú eisini ein »sponsk trap­pa« gjørd frammanfyri og stórt tún. So har verður hugna­ligt í vesturskininum, við útsýni yvir allan miðbýin og út á vágna. Í dag letur Heimavirkið upp fyri almenninginum í nýgg­ju hølunum. Hendan loysnin er úrslit av drúgvum samráðingum við Norðoya Heimavirkið og Norð­oya Kunningarstovu, sum Gunvá við Keldu, borgar­stjóri, og Jógvan Skor­heim, varaborgarstjóri, hava staðið á odda fyri veg­ na kommununa. Næsta stig­ið í hesi tilgongd er, at Kunning­ar­stovan flytir inn í tann sunnara partin av hesum sama bygninginum á Biskupsstøð, har Norðoya Heima­virki hevur hildið til í meira enn 20 ár. Við hesum hevur Kunn­ ing­ar­stovan nátt sínum ynski um at vera nærri miðbýnum, har ferðasambandið til og frá Klaksvík byrjar og fáa eitt gott tún frammanfyri, har skipað kann verða fyri ymisk­um tiltøkum. So samanumtikið verður meira lív í húsinum og mið­ býn­um annars Søguliga áhugverdur bygningur Í bókini Klaksvíkar Søga II. bind hjá Hans Andreas Sølv­ ará, og aðrastaðni við, verð­ ur greitt frá, at upp­runa­ligu sethúsini hjá J. F. Kjølbro á Biskups­støð eru frá 1909 og verða uppíbygd norðureftir við handli í 1912. Á myndum av húsunum sæst, at gólvið í handlinum er eini tvey trin lægri, enn í húsini annars. Hesin part­ urin – fyrsti handilin hjá J. F. Kjøl­bro – er enn innrættaður við tveimum trinum nið­u­r í norðara partin av handl­ inum, sum verður komandi Heimavirkið. Kona Kjølbro, Kar­in, ambætaði handlinum fyrstu árini, samstundis sum hon helt hús – hetta var høg­ ligt við samanbyggingini. Um vikuskiftið hev­ ur verið stákan í »nýggja« handlinum hjá Heima­virki­ num, har tey hava sett upp á hyllarnar. Stórt tún – ella hátún – er gjørt frammanfyri, so til ber at ganga ella rulla úr túninum framanfyri bóka­savnið og oman til inn­ gongdina vestanfyri til nýgg­ ja Heimavirkið. Upprunaliga var inn­ gongdin til handilin hjá Kjøl­ bro omanfyri. Norðrari endi var, sum sagt, fyrsti handilin hjá Jógvan Fr. Joensen, seinni Kjøl­bro, ið lat upp 12.12.1912. Her byrjaði í tí lítla ein handil, sum fá ár seinni gjørd­ist partur av størstu fyri­tøkuni í landinum. Hølið varð nýtt sum hand­ il fram til 1930, tá ið tann bygn­ingurin, sum Heima­ virk­ið hevur hildið til í inntil nú, verður tikin í nýtslu. Aftan­á verður handilshølið brúkt sum goymsluhøli tey nógvu árini síðan 1930, seinni part­vís sum matstova hjá starvs­fólkum. í 1923 flyta Kjølbro og kon­an, Karin, úr hesum húsu­num og longur niðan á Biskupstøð – niðan í trøð teirra, sum varð innløgd 1912. Set­húsa-hølini vórðu síðani brúkt sum skrivstova frá1923-1930. Í 1930 flutti skrivstovan norð­ur á Steng­ ur, og gamla skri­v­stovan bleiv ísin­kram­handil. Norðaru hølini hava sein­ni verið nýtt til mangt ymiskt, partur av teimum sum frystihøli og goymsla, men mangur tónleikabólkur í Klaksvík hevur eisini havt sín­ar venjingar inni her, og hava hesir karmar verið við til at gera teir navnframar kring oyggjarnar. So sigast má, at Heima­ virk­ið er komið til heiðurs og æru á handisliga søguligum staði. FAKTA 1909: J. F. Kjølbro, tá Joensen, og Karin á Biskupsstøð, giftast og flyta inn í nýggj sethús á Biskupsstøð (myndin, uttan handil). 1912: J. F. Kjølbro og Karin byggja upp í norðara enda, vanligan keypmannshandil 1923: Tey byggja nýggj sethús uppi í trøðni, gomlu sethúsini blíva tikin upp í handilin, eisini sum skrivstova. Nú byrja skip at kom: Solo og John Bull Hjá Dáva úr Gerðum, beiggja Kjølbro. Síðani Britons Pride og seinni eisni Ernestine. 1930: Nýggjur handil bygdur uppí suðureftir, keypmannshandil, »Toystova« í erva. Skrivstovan flytir norður á Stengur og gomlu skrivstovuhølini blíva Isenkramhandil. 1955: Nýggj toystova, nú KLÆDNABÚÐIN, blívur bygd sunnanfyri núverandi bókasavn. Gamla Toystovan í erva blívur Isenkramhandil. Og gamli Isenkramhandilin í gomlu sethúsunum blívur goymsla saman við upprunaligu handilshølunum. 1967: Svend Thulesen ger av at steðga við øllum vanligum keypmannshandilsskapi og letur aftur báðir handlarnar - á Biskupsstøð og Stongunum. Men heldur fram við Isinkram á Biskupsstøð, samstundis sum máling og gólv flytir av Stongunum heim á Biskupsstøð við Palla Marstein, Havnar-Palla, sum stjóra. Klædnabúðin heldur fram. 1976: Alt letur aftur: Ísenkram, máling/gólv og Klædnabúðin. Kommunan yvirtekur alt Biskupstøð, sum tað er: Gomlu handilshúsini, gamla Íshúsið, Klædnabúðina, Bilhúsið (nú kappróðrarneyst), Kolgarðin (nú P-pláss hjá Betesda), gamla ráfiskahúsið v/ neystið og biskupsstøðbrúnna. Heimavirkið til heiður og æru KLAKSVÍK Norðoya Heimavirkið letur í dag upp í søguligum hølum. Gongur eftir vild, verða dyrnar latnar upp fyri viðskiftafólki mikudagin 13. apríl 2011 Sethúsini, sum J. F. Kjølbro, tá Joensen, flutti inn í, í 1909 Sethúsini, við handilshølum bygdum afturat norðureftir - tá var inngongdin í ovaru síðu. Gólvið í handlinum var tvey trin lægri enn í sethúsini. í 1923 flytir Kjølbro og konan, Karin úr heum húsunum og longur niðan á Biskupstøð - niðan í trøð teirra, sum varð innløgd 1912