mikudagur 13. apríl 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44
12
Sosialurin
Kjak
Hava framvegis brúk
fyri donskum
Opið bræv til mentanarnevnd løgtingsins viðv.
ætlaðu broytingunum í lærugreinini danskt
Nú
landsstýriskvinnan
í
mentamálum hevur boðað frá
broyttum lærugreinaligum
raðfestingum
í
studenta
skúlum
og
HF-skeiðum
og
hægri
handilsskúlum,
er
tørvur
á
rættleiðing
og kunning um støðuna.
Undirritaðu dansktlærarar
eru sera ørkymlaðir viðvíkj
andi ætlanunum um, at
lærugreinin danskt verður
tikin av sum kravd læru
grein.
Grundgevingin fyri broyt
ingina er nýggja avtalan við
danska kenslumálráðið, ið
viðurkennir føroyskt sum
førleikagevandi móðurmáls
lærugrein á jøvnum føti við
móðurmálslærugreinir
í
øðrum Norðurlondum. Vit
fegnast um viðurkenningina,
sum føroyskt loksins hevur
fingið. Vit skilja tó ikki, at
hetta skal vera orsøk til at
taka av danskt sum læru
grein.
Danskt
inniheldur
undirvísing í bókmenta-,
lista-
og
mentanarsøgu,
sum ikki beinleiðis kann
flytast í føroyskt. Henda
undirvísing er neyðug fyri
at geva næmingunum innlit
í
europeisk
bókmentalig
og hugsjónarlig rák, ið ikki
eru umboðaði í føroyskum
bókmentum, hvørki upp
runaligum
ella
týddum.
Eisini føroysktlærarar vísa á
týdningin í hesum, og nýggj
phd-ritgerð hevur útgreinað
hesi viðurskifti. Undir-vís-
ingin í donskum er tískil
ein týdningarmikil liður í
tí almennandi partinum av
studentsútbúgvingini, sum
annars tykist vikna í nýggju
skipanini.
Danskt gevur næming
unum førleikar at samskifta
bæði í skrift og talu í øllum
Norðurlondum,
gevur
teimum lætta atgongd til
norðurlendsku mentaninar,
og er ein sera týdningarmikil
málsligur førleiki hjá teimum
mongu
av
næmingunum
(uml. 80-90%), sum velja at
lesa í Danmark. Í viðgerðini av
málinum higartil hevur mest
verið víst til universitetsút
búgvingar, men ein stórur
partur av næmingunum taka
professiónsútbúgvingar,
og eisini har er førleikin í
donskum týdningarmikil.
Í Íslandi er danskt kravd
lærugrein bæði í fólka- og
miðnámsskúlum. Á málsligu
deild í íslendsku studenta
skúlunum er danskt kravd
lærugrein í 3 ár. Í fjør heyst
vóru umboð fyri danskt
lærarar í Íslandi á vitjan í
Føroyum fyri at kunna seg
um undirvísingina í donskum
í studentaskúlunum í Føroy
um. Tørvurin á undirvísing í
donskum hevur verið vaks
andi í Íslandi, m.a. tí fleiri og
fleiri íslendskir ungdómar
velja at taka útbúgving í
Danmark og øðrum Norður
londum. Sambært heima
síðuni hjá Háskóla Íslands
velja 65% av teimum íslend
ingum, sum ætla at lesa
uttanlands, at fara til onnur
Norðurlond, og av hesum
fara 60% til Danmarkar.
Ísland er ikki eins tætt knýtt
at Danmark og Føroyar,
og tí tykist tað løgið og
ørkymlandi, at meðan Ísland
sum sjálvstøðugt Norðurland
arbeiðir við at menna læru
greinina danskt, taka vit
lærugreinina av. Hvørki ís
lendingar ella føroyingar
duga danskt av sær sjálvum,
og hvørvur danskt sum læru
grein í føroysku skúlunum,
fer tað at taka nógv ár at
byggja førleikan í donskum
uppaftur.
Í øllum Norðurlondum
læra tey mál, sum gera tey
før fyri at samskifta lætt
og neyvt í norðurlendskum
høpi, t.v.s. at lærugreinir í
skandinaviskum málum eru
kravdar í miðnámsskúlunum
í øllum Norðurlondum (finn
lendingar
hava
svenskt,
íslendingar danskt, grøn
lendingar danskt o.s.fr.). Tað
fer at tykjast margháttligt,
um vit - sum tey einastu -
velja eina heilt aðra kós at
avmarka okkum til enskt.
Harumframt fer tað at
fáa avleiðingar fyri støðið í
donskum á Læraraskúlanum
og í undirvísingini í fólka
skúlanum, um lærugreinin
verður tikin av í studenta
skúlunum og HF-skeiðunum
og á handilsskúlunum. Hesar
avleiðingar kunnu gerast
álvarsligar, tá vit hugsa um,
at føroyska skúlaskipanin
framvegis í stóran mun er
treytað av donskum undir
vísingartilfari, serliga á mið
námsskúlastigi.
Tað er framvegis brúk
fyri undirvísing í donsk
um í føroyskum studenta
skúlum og HF-skeið-um og
á
handilsskúlum.
Nýggja
avtalan við danska kenslu
málaráðið broytir ikki hetta,
men vit hava nú møguleikan
at skipa innihaldið í læru
greinini eftir okkara egna
tørvi. Okkara tilmæli er tí,
at ein nevnd verður sett at
viðgera, hvussu innihaldið
í lærugreinini danskt skal
skipast í nýggju føroysku
skipanini.
Við virðing
Dansktlærarar
í føroysku
studentaskúlunum
og HF-skeiðunum og
handilsskúlunum
Arnfinnur Thomassen,
Marie-Luise Christensen,
Birgit Jacobsen,
Eivin Simonsen,
Nikolina Olsen,
Turid Thomsen,
Ann Ellefsen, Bjørg Róin,
Vár í Ólavsstovu,
Gerda Poulsen,
Hanne Jacobsen,
Rasmus Wiin Larsen,
Dorthe Pedersen, Kinna
Poulsen,
Rakul Napoleonsdóttir
Joensen, Hanus Kapilin,
Bergur Djurhuus Hansen,
Sanna Maria Klein, Hans
Andreas Dam Joensen,
Randi Benedikte Mohr,
Malan Poulsen.
Bjarni Skála
Tveittur út úr
Herberginum
Eg vil bara við hesum
vísa á, hvussu harmur er
eri um, at nýggi leiðarin
í Herberginum hjá Frels
unarherinum hevur tveitt
meg á dyr. Eg havi búð har
í níggju mánaðir og verið
edrúur alla tíðina. Eg hevði
tað so gott, og eg var sera
fegin um at búgva har.
Eg veit, at øll starvsfólk
og øll sum búgva har stuðla
mær. Eg havi hildið meg til
reglarnar og verið edrúur
alla tíðina, meðan eg havi
búð har. Nýggi leiðarin
segði, at eg skyldaði húsa
leigu, men tað var ein lítil
trupulleiki, sum eg lovaði
at rætta beinanvegin - og
sum var ein feilur hjá bank
anum.
Nú eri eg ein maður, sum
er koyrdur niður í øskuna,
og tað harmar meg nógv.
Hans Dávid Dam
SEV - skyn
semi sigraði
Eftir í eina drúgva tíð
at hava fyrireika stóra
vatnorkuútbygging í Norð
urstreymi, boðar nevndar
formaðurin í SEV nú frá, at
ætlanin fyribils er slept. Vit
eru mong sum fegnast um
hesa skynsomu avgerð.
At henda mikla náttúru
hóttan nú er løgd í eina
skuffu gerð, at vit aftur
kenna okkum trygg við at
landsluturin Norðurstreym
varðveitur
sítt
náttúru
margfeldni, eitt ríkidømi
fyri okkum øll og okkara
eftirkomarar - Ein avgerð
í tænur SEV til miklan
sóma.
Málið um munandi øking
í grønu orkuframleiðsluni
er ikki rokkið við hesi av
gerðini, sum heldur má
takast sum ein fráboðan
um at kósin verður broytt.
Tað er eitt stót stig hjá
elfelagsskapi okkara, at
sleppa vanahugsan og vera
opin og kreativ í mun til
stóru tøkniligu framstigini
á orkuøkinum sum henda í
hesum døgum.
Nærliggjandi
er
at
kanna hvat troytsat kann
av orku úr vindi og sjóar
fallsstreymi.
Tí streym ynskja vit,
enntá
býligan
grønan
streym til okkara støðugt
vaksandi orkunýtslu.
So eftir er bert at ynskja
SEV eydnu við nýggju skyn
somu kósini.