mánadagur 18. apríl 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46
4
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Teir næstu átta mánaðirnar
skulu tey, sum koyra, súkkla
ella ganga í havnargøtum,
venja seg við eina spildur
nýggja býarmynd mitt í
Havnini.
Og tað er, at nú skal ein
tunnil setast upp á Ting
húsvegnum og teir næstu
átta mánaðirnar skal. øll
gangandi og koyrandi ferðsla
skal ígjøgnum hann.
Tunnilin er at ganga á
strekkinum frá Sverrisgøtu,
niðan í Bøkjarabrekku og tað
verður ein tunnil við einari
koyribreyt og gongubreyt í
ovaru síðu á Tinghúsvegnum,
so tann niðara koyribreytin
verður stongd og løgd undir
byggiplássið.
Hetta hevur býráðið í
Havn samtykt á fundi hós
kvøldið.
Trygdin í hásæti
Tað er í sambandi við, at
Havnar Arbeiðsmannafelag
skal taka hús sítt á Ting
húsvegnum niður og byggja
eitt nýtt, stásiligt hús í fimm
hæddum upp aftur.
Í tí sambandi hevur nógv
verið tosað um trygdina
rundan um arbeiðsplássið, tí
talan er um eitt stórt byggjarí,
har benið av Tinghúsvegnum
og niður, verður einar 16
metrar og har arbeiðast skal
við tungum betongi.
Tilsamans fer tað at taka
60 vikur at byggja húsið, men
tað fer at taka 32 vikur at
taka húsið, sum nú stendur
á stykkinum, niður og at fáa
nýggja húsið innilokað.
Og tað eru hesar 32 vikur
nar, at tunnil nú skal setast
upp á Tinghúsvegnum at
leiða ferðsluna ígjøgnum.
Tekniska
nevnd
og
Ferðslunevndin hjá býráð
num mæltu til heilt at
steingja Tinghúsvegin í 32
vikur, tí mett varð, at fyri
trygdina var bara eitt at
gera og tað var at forða fyri,
at nakað yvirhøvur kom á
byggiplássið av tí, at talan er
um so tungar lutir.
Tað er at seta fólk í stóran
vanda at hava ferðslu eftir
Tinghúsvegnum ímeðan ar
beitt verður við so tungum
lutum og tí skal vegurin
steingjast, halda tey í teimum
báðum nevndunum.
Køvir handilslívið
Men tað tóku Jógvan Arge,
Jan
Christiansen,
Bogi
Andreasen, Heðin Mortensen
og Elin Lindenskov ikki
undir við tí tey mettu, at tað
fór at verða til óbótaligan
skaða fyri handilslívið, at
Tinghúsvegurin
verður
stongdur so leingi.
Tey førdu fram, at tunn
ilsloysnir, sum hesar, eru
púra vanligar aðrastaðni,
har stór hús verða bygt upp
at vegum.
Tey føra eisini fram, at
verður
Tinghúsvegurin
stongdur, fer tað at styggja
fólk úr Miðbýnum, tí tey
flestu brúka hann og tað fer
at beina fyri tí sindri, sum
eftir er av handilslívi í Havn.
Víst var á, at tá ið Ting
húsið varð bygt, varð Ting
húsvegurin stongdur í av
markað tíðarskeið.
Tá gjørdi handilslívið í bý
num vart við, at tey merktu
tað alt fyri eitt, hvørja
ferð Tinghúsvegurin varð
stongdur eina løtu.
Tepur meiriluti
Tey styðjaðu seg heldur til
tilmæli frá tekniska stjóra og
býarverkfrøðingi, sum mæltu
frá at steingja vegin og at
gera ein tunnil ella brúgv til
eina koyribreyt ístaðin.
Og tað endaði við, at
meiriluti var fyri at velja
tunnilsloysnina.
Men talan var um ein
tepran meiriluta og eitt, sum
gjørdi munin, var, at Levi
Mørk, ið er limur í teknisku
nevnd, sum mæltu til at
steingja vegin, broytti støðu á
býráðsfundinum og atkvøddi
fyri tunnilsloysnini kortini.
Tey, sum atkvøddu fyri
at
steingja
vegin,
vóru
Marin Katrina Frýdal, Halla
Samuelsen, Jákup Símun
Simonsen og Sjúrður Olsen,
samstundis sum Maria H.
Olsen og Annfinn Brekkstein,
ikki atkvøddu.
Arkitekturin, sum hevur
teknað húsið hjá Havnar
Arbeiðsmannafelag, Magnus
Hansen, hevur sjálvur mælt
til at gera ein tunnil, fyri at
sleppa undan at steingja
vegin.
Hann sigur, at trygdin verð
ur í hásæti, tí ætlanin er bara
at hava ovaru koyribreytina
á Tinghúsvegnum opna, tí
tann niðara koyribreytin
verður
stongd,
sum
ein
partur av byggiplássinum
og har sleppur eingin óvið
komandi.
Treylarar, sum koma við
betongi, koyra eftir niðaru
breytini, so onki verður lyft
tvørtur um vegin, hóast
kranin skal standa á parker
ingsplássinum hjá Losjuni.
Les meiri á síðu 5.
Skipararnir
og
stýri
menninir, sum sigla við
Strandferðsluni, eru til
reiðar at fara í verkfall
fyri at fáa sín vilja.
Tað staðfestir Eyð
stein, Djurhuus, formað
ur í felagnum á heima
síðu teirra
Samráðingar
hava
leingi
verið
ímillum
y v i r m a n n a fe l ø g i n i
og
Fíggjarmálaráðið
um yvirmenninar hjá
Strandferðsluni,
men
tær eru slitnaðar og tí
skil eru semingsmenn
boðsendir.
Teir kanna nu eftir
um grundarlag er fyri
at royna semju, men
teir taka onga avgerð
fyrrenn eftir páskir.
Tað eru nøkur ófrá
víkilig krøv, sum yvir
menninur hava.
Eitt, teir ikki vilja
góðtaka, er, at teir verða
settir niður í tíð, tá ið
ein ferðaætlan verður
avmarkað.
Tað stendur greitt í
sáttmálanum, at hetta
kann
bara
gerast
í
serligari avtalu við fak
feløgini, men tað, sum
nú hendir, taka tey sum
eina ódámliga roynd at
skúgva fakfeløgini til
viks.
Støðan er rættuliga
fastlæst,
men
yvir
mannafeløgini
hava
sett sær fyri, at hetta
mál skal loysast, hóast
neyðugt verður við verk
falli.
Eitt annað krav frá
Skipara- og Navigatør
felagnum og Maskin
meistarafelagnum, er, at
yvirmenninir skulu ikki
arbeiða fleiri tímar um
árið enn tað sum er ásett
altjóða
sáttmálanum,
Maritime Labour Con
vention.
Føroysku manning
arfeløgini eru í mill
umtjóða samstarvi, har
tey hava bundið seg til
at halda tey krøvini.
Í løtuni er fult arbeiðs
ár hjá yvirmonnunum
hjá
Strandferðsluni
2.548 tímar um árið.
Men altjóða sáttmálin
sigur, at sjómenn skulu
í mesta lagi arbeiða átta
tímar um dagin, seks
dagar um vikuna.
Harumframt
skulu
sjómenn hava frí teir
almennu frídagarnar.
Sostatt skulu yvir
menninir hjá Strand
ferðsluni í mesta lagi
hava 2.400 arbeiðstímar
um árið, ella 148 tímar
færri enn teir nú hava.
Fígg jarmálaráðið
hevur eisini eitt ófrá
víkiligt krav og tað er, at
arbeiðstíð og løn skulu
fylgjast.
Tað merkir, at arbeiða
yvirmenninir
minni,
skulu teir eisini hava
minni í løn.
Formaðurin í Skipara-
og Navigatørfelagnum
sugur, at fleiri av yvir
monnunum
umhugsa
sína framtíð hjá Strand
ferðsluni, sum umstøð
urnar eru nú.
Klárir
at fara í
verkfall
Gera tunnil á
Tinghúsvegin
FERÐSLUTRYGD Nú skal tunnil byggjast á Tinghúsvegin og teir næstu
átta mánaðirnar skal øll koyrandi og gangandi ferðsla ígjøwgnum hann
Havnarfólk fáa tunnil
í 32 vikur
Meðan nýggja húsið hjá Havnar Arbeiðsmannafelg
verður bygt, verður ein tunnil tvørtur um
Tinghúsvegin, so ferðslan kann ganga ótarnað
Mynd: Jens Kristian Vang