Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 14 - 22. januar 2004 Nr. 14 - 22. januar 2004 3 Nógvir vinnarar og taparar vóru staddir í Norðurlandahúsinum valkvøldið. Ikki ber altíð til at seta orð á kenslur so sum sorg, gleði, vónbrot og ovfarakæti, so vit lata myndirnar tala fyri seg Myndir: Jens Kr. Vang Valevnið hjá Javnaðarflokkinum í Norðstreymi, Hans Pauli Strøm, sær rættiliga hugsunnarsamur út um støðuna Melvis Stardust og Esmar Eysturoy, eisini kendir sum Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale høvdu eisini leitað sær niðan í Norður- landahúsið Høgni Hoydal fær júst at vita úrslitið í Suðurstreymi. Tjóðveldisflokkurin varðveitir sínar tríggjar tinglimir og er størsti flokkur í Føroyum. Sjúrður Skaale, Annita á Fríðriksmørk og Kristina Háfoss fegnast um góða úrslitið Heðin Mortensen ásannar, at hann fall í Suðurstreymi. Eygnabráið er einki at taka feil av Lisbeth Petersen kann alt annað enn fegnast um úrslitið hjá Sambandsflokkinum. Bæði flokkurin og hon persónliga gingu aftur á valinum Jenis av Rana hevur allar orsøkir at fegnast. Miðflokkurin tvífaldaði sína luttøku á Føroya Løgtingi Hin stuttligi flokkurin var væl umboðaður í Norðurlandahúsinum. Her síggjast tvey við borðið hjá Hinum stuttliga flokkinum, sum spent fylgja við í útvarpin- um, hvussu tað gongur flokkinum kring landið Valkvøldið í myndum C M Y K 3 2