Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 VARPIÐ 2 VARPIÐ Teir sí›stu dagarnir – frásøga um t‡ningina av ungarnsku jødunum Hetta er ein amerikanskur dokumentarfilmur um t‡ningina av teimum ungarnsku jødunum í sí›sta árinum av 2. Veraldarbardaga, i› er grunda›ur á frágrei›ingar frá sjónarváttar. Ta› vóru tey heilt fáu, i› iva›ust í, hvør fór at gerast tann stóri taparin, í 1944, tá 2. Veraldarbardagi lei› ímóti endanum. Men hóast fleiri og stórar ósigrar á bardagavøllunum helt T‡ska Ríki› á fram vi› at brúka nógva orku uppá at t‡na evropeisku jødarnar. Og av øllum krígsárunum er júst 1944 ári›, tá teir flestu jødarnir vór›u dripnir. Noyddir á dey›sgongu Teir ungarnsku jødarnir gingu ímóti tí somu lagnuni sum teirra flestu trúarfelagar í restini av evropa-meginlandinum. Men fyri ungarnsku jødarnar gekk ta› sera skjótt og brádliga. Yvir nakrar fáar vetrarmána›ir í 1944 vór›u tíggjutúsindir noyddir at ganga fleiri hundra› kilometrar burtur frá teimum áloypandi sameindu herdeildunum, og ímóti t‡ningarlegunum í Póllandi og T‡sklandi. Hesar gongur vóru so ómenniskjaligar og krevjandi, at tær seinni eru kendar sum dey›sgongurnar. Og fleiri afturat hesum vór›u koyrd beinlei›is til t‡ningarlegurnar í gó›svognum. Nakrir hundra› av teimum vór›u tó bjarga›ir av tí djarva svenska diplomatinum Raul Wallenberg. Tey yvirlivandi Í dokumentarfilminum siga fimm yvirlivandi ungarnskir jødar frá einum gerandisdegi vi› hungursney›, mannminkan og dagliga strí›inum fyri at yvirliva í nasisistisku t‡ningarlegunum. Eisini ver›ur sagt frá, hvussu nøkur megna›u at var›veita treysti› og vi› tí geva ø›rum viljan til at yvirliva, men eisini um ta nær um óberiligu skuldarkensluna av at vera millum tey yvirlivandi. Frásagnirnar hjá teimum fimm sjónarváttunum ver›a lagdar inn millum søguligar upptøkur. Ein serlig frásøga um óvanliga lívi› hjá nøkrum púra vanligum menniskjum. 3 C M Y K 2 Upprunaheiti: The Last Days Framlei›sla: James Moll fyri Steven Spielberg og The Shoah Foundation, 1999 Í filminum eru vi›talur vi›: Tom Lantos, kongressumbo›; Alice Lok Cahana, listakvinna; ommuna Irene Zisblatt; handilsmannin Bill Basch og lærarinnuna Renee Firestone. Á Dr2 Mánadag 26. kl. 19.00 Fakta