mikudagur 20. apríl 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47
10
Sosialurin
Kjak
Sten S. Larsen
Kringvarps
gjald
Undertegnet
mener
at
det er forkert, at tvinge et
kringvarpgjald over ho
vedet på os, bare fordi vi
har internet, og kan høre/
se KVF.Vi betaler i forvejen
nok til landet. Hvorfor gør
de bare ikke som andre, og
det er at, hvis du nu vil lytte
til eller se KVF, ja så kan du
jo bare betale, via VISA
kort o.l., for det du hører
eller ser, så nemt er det.
For mit vedkommende
har jeg ikke anskaffet mig
internet, for pludselig at få
en ekstra regning fra KVF,
og da jeg slet ikke hører
eller ser KVF på nettet.
Håber der er andre som
er enige med mig.
Erla Berghamar
Bíblia fyri ung ella
fyri reyðsokkar?
Í útvarpssendingini “Álvara
tos”
hjá
Kringvarpinum
næstseinasta fríggjadag var
eitt brot, sum skuldi viðgera
mótmælið hjá Javnstøðu-
nevndini um, at bara menn
sita í eini nevnd, sum er farin
undir at fáa part av bíbliuni
út á gerandismáli.
Sendingin
átti
kanska
heldur at itið “Komið og spill
ið samkomurnar út”. Hóast
heitið so var lítið álvaratos
millum hesi vælvitandi fólk
ini. Í staðin varð luftað ein
mongd av fordómum ímóti
tí als ikki so lítla parti av
Føroya fólki, sum hoyrir til
fríkirkjur.
Havi altíð verið fríkirkju
fólk, og orsakað av m.a. flyt
ing havi eg gjøgnum tíðirnar
regluliga gingið í fleiri av
samkomunum
tilsamans.
Harumframt vitji eg aðrar
fríkirkjur av og á. Men má
siga sum er: Ongantíð veit
eg meg hava møtt hvørki
Jógvani Ósá, Hera Jacobsen
ella Elini Michelsen í nakrari
teirra.
Kenna tað ikki aftur
Er tað ikki løgið? Tí tey trý
vistu alt um samkomurnar,
sum tað ljóðaði. Trupulleikin
var bara, at vit, sum hoyra til
fríkirkjurnar, høvdu ilt við at
kenna tað mesta, ið sipað varð
til, aftur frá samkomunum í
dag. Har eru ongar kvinnur,
sum hava ábyrgd, hoyrdu
vit. “Tær eksistera ikki inni
í samkomunum!”, visti Elin
Michelsen at siga. Lítið vita
tey –.
Altso var hetta innslagið í
sendingini “Álvaratos” 8. apríl
so bara eitt kærkomið høvi
hjá hesum úrvaldu fólkum til
at lufta sínar snævurskygdu
fordómar móti fríkirkjum?
Hetta sigur kanska frá dygd
ini í viðmerkingunum til øll
onnur mál í sendingum av
hesum slagnum.
Verturin fekk ikki hildið
sær, men mátti lufta sína
meining um Bíbliuna sum
“ein tekst, sum einki sum
helst prógv er fyri ella
grundarlag er fyri at vita, um
hann yvirhøvur er rættur frá
fyrstu tíð av ...”
Og at stórur partur av
orðaskriftinum um hetta
málið so gjørdist til, hvussu
neyðugt er at umskriva
Bíbliuna fyri at fáa hana at
hóska til nútíðar rákið og
javnstøðuoyru, vísir bara,
hvussu óseriøst alt var.
Fyri børn og fyri ung
Bæði føroyska málið og
bíbliumál verða so mangan
ákærd fyri at vera tung. So
eg haldi tað vera eina sera
spennandi verkætlan at geva
Nýggja Testamenti út á lætt
fatiligum føroyskum.
Kundi væl hugsað mær
at sloppið at verið við til at
rættlisið. Og hvør sigur, at
rættlestur bara er at rætta ð
og komma? Havi sum rætt
lesari altíð hildið uppgávuna
vera minst líka nógv at royna
at gera málburðin betri og
lættari. (At verturin Jákup
Magnussen
niðurlátandi
nevndi
tað
“fantastiskan
status” at vera rættlesara, og
Elin Michelsen gav honum
so inniliga rætt – vell tað má
standa fyri teirra rokning.)
Tað frøir meg at síggja,
at fólk úr fleiri ymsum
samkomum standa saman
um
hesa
verkætlan.
Eg
skilji, at hetta verður ikki
ein bíbliutýðing sum so, men
heldur ein endursøgn. Og hví
ikki?
Vit hava nógvar týddar
sokallaðar barnabíbliur við
søgum úr bæði Gamla og
Nýggja Testamenti. Tær eru
heldur ikki bíbliutýðingar,
men frásagnir, sum hóska til
barnaoyru.
Hvat er meðni so øgiliga
galið við at fáa eina “bíbliu
søgu” um Nýggja Testamenti,
sum er lættlesilig fyri tey,
ið eru eitt sindur eldri enn
børnini?
Lætt men ikki
óvirðiligt
Sjálvandi skal bíbliutekstur
vera virðiligur. Men havi
hvørki sæð ella hoyrt, at
ætlanin við nýggju útgávuni
er annað enn tað. Heldur
er tað lívliga hugflogið hjá
viðmerkjarum, sum er farið
aðrar leiðir, so teir eru komnir
við sínum minni virðiligu
uppskotum
til,
hvussu
bíbliuteksturin møguliga fer
at ljóða (har annaðhvørt orð
er innlænt enskt slangorð).
Altso aftur fordómar? Meir
skal eftir øllum at døma ikki
til, so verður flugan til ein
fíl.
Heri Jacobsen hevur ann
ars púra rætt í, at vit kundu
lagt so nógv meira í at tosað
gott føroyskt mál og at lært
børn okkara tað. Gleðiligt at
hoyra ein lærara, sum brenn
ur fyri móðurmálinum, tí
millum teirra er tíverri mang
an syndarliga statt í før
oyskum, enntá eisini millum
føroysklærarar.
Føroyingar lesa
heldur danskt
Føroyingar eru vælsignaðir
við tveimum bíbliutýðingum,
og tað er ikki smávegis fyri
eitt so lítið mál sum okkara.
Men sjálvsagt er føroyska
málið broytt hesi mongu árini,
okkurt um trífjórðingsøld
eftir at bíbliutýðingarnar
komu út. Og einki løgið er í,
at ungfólk í dag ikki fata so
væl bíbliumálið frá fjøruti
árunum.
Mær er sagt, at summi
– enntá ikki heilt ung fólk –
heldur lesa danskar bíbliur
enn føroyskar. Hetta haldi
eg vera heldur enn ikki
skelkandi. Tað er einki sjálv
sagt, at vit kunnu skriva og
lesa føroyskt í dag, og sera
harmiligt er, um føroyingar
leggja so lítið í sítt móður
mál.
Hinvegin er altíð gott at
kaga í aðrar bíbliutýðingar,
og tú kanst síggja kend
bíbliuvers í nýggjum ljósi,
tá ið tú lesur tey øðrvísi
orðað. Ikki minst við at lesa
hesar nýggju einføldu um
setingarnar, sum eru gjørdar
á øðrum málum, t.d. “Bibelen
på hverdagsdansk”.
Fari at enda at ynskja hes
um skilamonnunum, sum
hava ábyrgdina, góða eydnu
við verkætlanini. Vóni – og
vænti – at nýggja bíbliuút
gávan verður nógv betur
móttikin, enn hesar fyrstu
reaksjónirnar boða frá.
Axel Hansen
Reiðarar -
inntøkur
Reiðarafelagið megnaði ikki
at gera sáttmála við mann
ingafeløgini, tí var sáttmáli
gjørdur við hvønn skipa
bólk sær.
Reiðarans tørvur fyri
broytingum
í
hvørjum
skipabólki vóru ymiskar,
men eitt var felags: OLJ
AN!
Manninganar SKULDU
luttaka í oliuútreiðslunum,
ella hóðraði flotin ikki
undan.
Hetta bleiv játtað.
Tað er størsti feilur nakr
antíð gjørdur.
Nú luttaka manningar
nar í næstan øllum skipa
bólkum í oljuútreiðslum,
hartil provianti.
Býtisprocenti fyri nær
um allar skipabólkar er
lækkað.
Avrokningarnar,
sum
manningarnar fáa í dag,
eru sera kreativar, oljuút
reiðslurnar vera í flestu
førum vístar sum tøl í 1000-
tals til 10.000-tals krónur,
sum ikki eru útgreinaðar,
og í flestu førum finnur
ongin høvd ella hala á hes
um, heldur ikki ein grann
skoðari.
Men eitt hava flestu
reiðarar gloymt, tað er, at
har skipari og manning
luttaka í ávísum útreiðslum,
skal avrokningin vera til
skilað nøgd og prísir á
teimum útreiðslum, sum
manningin luttekur í. Hesar
útreiðslur skulu útgreinast
og vera netto útreiðslur.
Bert 2 reiðarí í hesum
landi fylgja hesum.
Fleiri
reiðarar
hava
eitt sera stutt og gruggað
minnið um, hvat stendur
í teimum sáttmálum, teir
sjálvir hava undirskrivað.
Tað gongur næstan ikki
dagur, hvar limir í mann
ingafeløgunum klaga um
hesar.
Manninganar
hava
rætt til at nokta at gjalda
útreiðslur, sum ikki eru
útgreinaðar, og tit reiðarar
kunnu ikki nokta hesum.
Sum støðan nú er, er
oljan ikki ein útreiðsla, men
ein inntøka hjá reiðaranum,
sum teir sjálvir stýra.
Tað var ikki meiningin!
Hóast heitið so var lítið
álvaratos millum hesi vælvit
andi fólkini. Í staðin varð luftað
ein mongd av fordómum ímóti tí
als ikki so lítla parti av Føroya
fólki, sum hoyrir til fríkirkjur.
Javnstøðunevndin fílist á, at úteftir mynda bara menn
verkætlanina við at gera eitt nýggja testamenti fyri ung. Hetta
varð gjørt til heilt stóra útvarpsleikin í Álvaratos fríggjadagin
8. apríl, har úrvaldu luttakararnir luftaðu egnar fordómar