mikudagur 20. apríl 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47
Sosialurin
Eyðun Joensen
Herðaklapp til Útvarp Føroya
Hugsað verður í hesum umfari
bert um morgumlestrarnar,
sum ein stórur meiriluti av
fólkinum so staðiliga vildu
varveita við endursending
um framfaringatíð hjá aldr
andi fólkum heima eins og á
røktarstovnum.
Tað var aftaná ávíst brúk
aratrýst heppið, at vit, skil og
rættar kenslur umsíðir vunnu
á treiskni, hugmóði, valdi og
trongari mentannartilvitsku
hjá nýggjum kveiststrum.
Morgumlestrar eru aft
urvið góðum, nýupptiknum
sálmasangi dagligur lívs-vís
dómur og daglig siðvenja fyri
mong á sjógvi og landi, til
verka so væl sum í ellini og í
dagsins meldri ein tiltrongd
still løta.
Tó at onnur eyðvitað
eisini høvdu dugað, eru tað
prestar ,sum skriva og gott
tað sama, tí so gerast lestrar
stuttir, greiðir og tignarligir
og uttan at hoyggja bíbliuna
í
gjøgnum
við
alskyns
bíbliusitatum og málageipi
afturvið.
Ofta er tað eitt vikutema
við samanhangi í , t.d. í tráð
við kirkjuárið og mangan
eisini við heimsspekiligum
íkasti , stutt og greið orð til
dagin og vegin.
Lestrar valdast, ikki í
dygd, men í ymiskleika alt
eftir hvør skrivar, men bara
gott tað sama, tí tað ber í
sær fjølbroytni og forvitni
millum lurtarar.
Plægi at lurta , ofta bert
hissini eftir fyrru sending
kl.7.10 og so ordiliga umaftur
kl.10.10, tá og um nakað
serliga sigandi hevur fangað
og annars bert at njóta enn
eina tiltrongda, stilla løtu.
Síðani er tað sálmasang
urin, har nýggjar upptøkur
hjá Hansen, Armgarð og
Sólstein í sjálvum sær er ein
boðskapur afturat. (Ætlaði
mær at fáa hendur á hesa
frálíku fløgu, men gakk, hon
var straks útseld, og veit eg
hana ikki endurprentaða
enn, sum í sjálvum sær má
undra í einum støðugt pen
ingatrongdum kringvarpi).
Annað, sum sjáldan verð
ur tikið fram, er sjálvur upp
lesturin, har fólk í ymsum
kirkjusóknum, helst útvald
av presti, lesa.
Av tí at kirkjusóknir eru
víða hvar um landið, fáa vit
at hoyra ymiskt mergjað
bygdarmál, og hóast røddir
hava
verið
frammi
um
standardiserað
føroyskt
(mið)-mál, so er tað so væl
gerandi at lýða á okkara
fjølbroytta bygdarmál víða
hvar.
Vit skulu varðveira bygd
armálini, tí tey hoyra til okk
ara samhaldsfasta samleika
sum føroyingar, og ikki bilar
hjá fólki flest at skilja, síðani
tekstir og innihald ofta eru
kend.
Framburður hava eins og
tekstir nakað við estetik at
gera, og má eg av mongum,
og uttan at seta nakran eftir,
siga, at tá IPD, prestur í vetur
skrivaði og MS las á so góðum
og greiðum vágamáli, tá fekst
bæði ein heimspekilig/gudilig
og mál-estetisk uppliving alt
um eina leið.
Gamaní eru tað kanska
mest aldrandi fólk, sum líða
á morgumlestrar, og tí er tað
umráðandi, at lestrar vera
bornir fram greitt , skilliga og
við sóma. Aðrastaðni fáa fólk
(sjónleikarar, upplesarar og
miðlafólk) frálæru í slíkum,
men í morgumlestrarhøpi
eiga vit mong náturutallent
í so máta, vísir tað seg.
Væl
er
sálmasongurin
av tí forna slagnum uttan
nútímans trummur, slagverk
og annað gykl, men hann er
væl framborðin og upptikin
og í sjálvum sær ein frægd
at líða á. Tøkk fái KVF fyri
nýggjar upptøkur ,og at tit
síðani eisini hava leitað inn
um samkomugátt at taka
upp.
Væl telja morgumlestrar,
sálmar og sangir bara heilt
fá
prosent
av
samlaðu
senditíðini, harav morgun
lestrarnir uml. 1,5 % íroknað
endursending, men tað er
væl farið til tey mongu áhug
aðu, sum fegin ella tvungin
gjalda fyri eisini alla hina
sendiflatuna í ÚF.
Morgumlestrar
hava
higartil verið góð, føroysk
siðvenja í ÚF í yvir hálva
øld.
P.S.: Tá nýggjur DR-stjóri tók
við farna heyst, segði daman
seg sum mest vilja savna
donsku
tjóðina
gjøgnum
danska kringvarpið.
Sjálvur meti eg, at ÚF eisini
við sínum morgumlestrum,
andaktum, sálmum og sang
um er við til at savna før
oyingar um hóast alt okk
urt felags, tí í tí førinum
verður neyvan skeitt til
samkomutilknýti, men at
so mong lurta ella hyggja,
óansæð hvør borðreiðir og
hvussu.
Men mín sann um ikki
nýggi, danski kringvarps
stjórin herfyri eisini ætlaði at
skerja teirra morgumlestrar,
tó fólk staðiliga mótmæltu
og harvið kanska fingu
stjóran at hugsa seg um av
nýggjum.
Og fjálgt kendist tað, tá eg
snimma í morgum tendraði
lurtini, og undansálmurin/
dymbuldagasálmur ljómaði
úr ÚF.
So varð í ÚF skrúvað
niður og prestur at lesa, men
gakk, sami sálmur ljómaði
framvegis , til eg varnaðist
meg eisini hava skrúvað DR2
frá , sum samstundis sendi
sín morgumlestur og snøgt
sama sálma.
Góðar páskir.
Komin úr aftur Kringvarpsstýrinum, má tað vera loyvt
mær sum vanligur lurtari at fegnast um tað, sum ÚF hóast
alt framvegis útinnur lurtarum til gleði og gagns.
Nevndin fyri Unga Sjálvstýri
Fyri einum mánaða síðani
skrivaði Unga Sjálvstýri eitt
skriv til fjølmiðlarnar, har
vit tóku upp aftur kjakið
um, hvørjar umraðfestingar
kundu gerast á skúlaøkinum.
Vit komu m.a. inná, at
danskt á hástig ikki átti at
vera ein kravd lærugrein á
miðnámsskúlunum, og at vit
heldur áttu at raðfest enskt.
Síðani hevur nógv verið
at sæð og hoyrt til hetta
evnið, og tað eru vit í Unga
Sjálvstýri sjálvandi sera fegin
um. Sum heild kann sigast, at
vit hava merkt jaligar aftur
meldingar.
Mótmælið tilmælið
Tað kundi væntast at mið
námsskúla
lærarar
fóru
at
mótmæla
tilmælinum
sum landsstýriskvinnan í
mentamálum, Helena Dam
á Neystabø, herfyri fekk, um
at gera danskt á hástig um
til eina vallærugrein. Lærar
arnir hava síðani í einum
opnum brævi til mentanar
nevnd løgtingsins víst sína
ónøgd.
Tá talan er um lærarar á
miðnámsskúlum, væntaðu
vit einki minni enn, at tað
fór at vera væl orðað og
gjøgnumhugsað, men mugu
vit ásanna, at tað var tað
ikki. Undirritaðu lærarar
nir tykjast at hava púrasta
misskilt tilmælið. Lærarirnir
leggja í brævinum fram
sína søk ímóti tilmælinum,
og í síni roynd gera teir
fleiri mistøk, nýta í høvuðs
heitinum einans próvgrundir,
sum kunnu sigast at vera
beinleiðis “logical fallacies”,
og vísa, at teir als ikki hava
skilt, hvat tilmælið snýr seg
um.
Próvgrundirnar
halda ikki
Sum vit skilja tað, er hetta
kjarnan í teirra høvuðs próv
grund:
“..fleiri og fleiri íslendskir
ungdómar
velja
at
taka
útbúgving í Danmark og
øðrum
Norðurlondum.
Sambært heimasíðuni hjá
Háskóla Íslands velja 65% av
teimum íslendingum, sum
ætla at lesa uttanlands, at
fara til onnur Norðurlond,
og av hesum fara 60% til
Danmarkar” .. ”Hvørki ís
lendingar ella føroyingar
duga danskt av sær sjálvum,
og hvørvur danskt sum
lærugrein í føroysku skúl
unum, fer tað at taka nógv ár
at byggja førleikan í donsk
um uppaftur.”
Próvgrundin er ein
logiskur skeivleiki
á tveir hættir.
Fyri tað fyrsta er próvgrundin
tað man kallar ein strámaður,
tí tey argumentera ímóti
eini søk, sum ongin í veru
leikanum hevur lagt fram.
Tey argumentera sum um,
at onkur hevur sagt, at vit
als ikki skulu undirvísa í
donskum.
Veruleikin
er
Overdrivelse fremur ikki altíð forståelsen
Aftursvar til lærararnar í donskum, sum mótmæla, at danskt á hástigi
kann verða vallærugrein í miðnámsskúlunum.
Framhald á næstu síðu