mikudagur 20. apríl 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47
12
Sosialurin
tann, at tilmælið snýr seg
um, at tey sum vilja hava
danskt kunnu velja sær tað,
og tey sum ikki vilja hava
møguleikan at velja tað frá.
Einki mist hjá teimum, sum
vilja hava tað, og stórur
vinningur hjá teimum, sum
ynskja okkurt annað.
Sum tað seinna, so er
próvgrundin eisini ein følsk
tvístøða, tí tey leggja sínar
próvgrundir
fram
sum
um, at tað einans eru tveir
møguleikar. Sum tað er nú,
at tað er kravt at øll skulu
hava danskt, so at øll kunnu
njóta tey góðu universitetini
Norðurlondini hava at bjóða,
mótvegis nýggja tilmælinum
sum tey hava misskilt tað,
har ongin fær undirvísing í
donskum, og at vit tí missa
allan okkara norðurlendska
samleika. Øll tey, sum vilja
lesa í Norðurlondum vera
tískil noydd at sita heima
og gána, tí ongin í Føroyum
loyvir teimum at læra danskt.
Her fara tey so dyggiliga
skeivt, og enn einferð mugu
vit staðfesta, at tilmælið
nertur ikki tey, ið vilja hava
danskt. Tey sum vilja lesa í
Norðurlondum kunnu eftir
tilmælinum frítt velja danskt
og liva sum um, at broytingin
aldrin varð framd. Danskt-
áhugaðir
næmingar
fáa
ongar vansar av tí, men tað
týdningarmikla er, at tey,
sum ikki vilja hava danskt,
fáa ein stóran fyrimun av
tí, at tey sum vilja lesa á
øðrum universitetum enn
teimum donsku, kunnu velja
danskt frá, tí hesi hava allan
tann danska/norðurlenska
førleikan
teimum
tørvar,
partvíst úr fólkaskúlanum
og miðnámsskúlanum.
Vit vilja her undirstrika,
at tilmælið umfatar als ikki
fólkaskúlan. Danskt undir
vísing
í
fólkaskúlanum
verur órørd. Brot frá lærara
brævinum: “..hvørvur danskt
sum lærugrein í føroysku
skúlunum, fer tað at taka
nógv ár at byggja førleikan
í donskum uppaftur”. Ongin
tosar um at strika danskt
sum lærugrein í føroysku
skúlunum, so hví nevna tey
eina ræðusøgu um, at øll
undirvísing í donskum kann
verða strikað, sum argument
ímóti tilmælinum? Um tað er
tí, at lærararnir eru bangnir
fyri, at tað skal blíva til eina
glíðibreyt, sum kann enda
við at tað verur strikað heilt,
so gera teir enn eitt logiskt
mistak
(slippery
slope
fallacy). Hetta tilmælið snýr
seg einans um at gera danskt
á hástigi til eina vallærugrein.
Og onki annað. Eru tey ímóti,
at tað verður strikað heilt, so
mugu tey halda tað fráskilt
frá hesum, tí sum sagt snýr
hetta seg einans um at gera
tað møguligt hjá summum
at velja danskt á hástigi frá
í miðnámsskúlunum.
Ein onnur próvgrund tey
føra fram:
“Henda [danskt] undir
vísing er neyðug fyri at
geva næmingunum innlit
í
europeisk
bókmentalig
og hugsjónarlig rák, ið ikki
eru umboðaði í føroyskum
bókmentum, hvørki upp
runaligum ella týddum”
Kjarnan í hesari próv-
grundini er, at danskt skal
vera kravd lærugrein, tí tað er
tann best egnaða lærugreinin
til at geva næmingum innlit
í europeisk bókmentalig og
hugsjónarlig rák. Men tey
fara stórliga skeiv í hesum.
Hvat skal ein siga til hetta,
uttan at vísa á, hvussu lítið av
europeiskum skaldskapi finst
á donskum í mun til tað sum
finst á enskum, ella týskum
fyri tann saks skuld (sjálvt
um ongin argumenterar fyri
at gera týskt til eina kravda
lærugrein).
At
lærararnir
í donskum ynskja at geva
næmingunum innlit í euro
peiska mentan er onki at
mótmæla. Teimum væntar
tó at argumentera fyri, hví
tað júst skal vera í læru
greinini donskum, og hví
tað ikki skal vera í t.d.
føroyskum
ella
enskum.
Prinsipielt meina vit, at
bókmentalig og hugsjónarlig
rák eiga at vera partur av
móðurmálsundirvísingini,
sum tað er nógvastaðni í
heiminum. Um undir-vísing
artilfarið
møguliga
er
á
donskum ella enskum er so
ein annar trupulleiki, sum
vit meina er vert at nýta orku
uppá á loysa.
At enda vilja vit mæla
landsstýriskvinnuni í Menta
málum til at taka tilmælið
til sín, soleiðis, at tey sum
avgjørt onki stórvegis gagn
hava
av
danskari
mið
námsskúla undirvísing fram
um aðra undirvísing, sleppa
at velja tað frá. Frælsi at velja
sína egnu kós.
Kjak
Ein útrætt hond frá
Miðflokkinum
Rætt er, sum m.a. leiðandi
vinnulívsmenn føra fram,
at samfelagið í dag liggur
lamið og at avgerðir, sum eru
bráðneyðugar at taka, eftir
øllum at døma eru skotnar
langt út í óvissuna til stóran
skaða fyri okkum øll.
Tá Miðflokkurin miku
dagin fyri tveimum vikum
síðani av løgmanni varð
boðin til fundar við sam
gongusamstarvi í huga, var
ongin ivi millum okkum
tríggjar løgtingsmenn flok
sins,
at
samfelagsskylda
okkara var at lata tað farna
fara - og hyggja frameftir.
Samfelagsstøðan
kravdi
stabilitet, og við lyftum frá
tingmanni
Framsóknar
floksins og positiva vilja ann
ara var grundarlagið greitt.
Fundirnir sama dag, við tað,
ið eftir var av samgonguni,
og við bakland Miðfloksins,
staðfestu somu ábyrgdar
kensluna og góðvilja frá øll
um. So greitt var at fara undir
samráðingar,
sokallaðar
realitetssamráðingar. Hetta
váttaði løgmaður, og nýggjur
fundur varð avtalaður.
Men tað varð av ongum.
Aðrir fóru til verka, og uttan
mun til, hvørjar intentiónir
teirra vóru, so gjørdist úrslitið
tað nærmasta, vit hava havt
politiskum anarki í Føroyum.
Mikudagurin farni á Løgtingi
prógvaði hetta til fulnar. Tær
fáu atkvøðugreiðslurnar, ið
vóru, vóru sum best bar til, og
flestu mál vórðu beind aftur
í nevnd. Ikki tí tey ikki vóru
avgreidd frá nevndunum,
men einans tí ongin visti
út ella inn. Og oman á alt
valdi løgtingsformaðurin at
senda tingfólk til húsa - best
samanberiligt við støðuna
í ítróttarheiminum, tá biðið
verður um time out. Og hetta
hendir, meðan stórmál bíða
eftir at verða viðgjørd.
Høvdu hesir, sum ikki
ynskja stabilitet, fyrrenn ikki
tikið stig til nýval, so høvdu
vit, sum alternativ, kunna
sæð fram til eina nýggja
virkisføra samgongu um 6- 8
vikur. Men nei, óstabilitetur
tykist tíverri vera vørumerki
teirra.
Sum støðan nú er vorðin,
mugu vit vóna, at tær kreftir
í verandi samgongu, sum
síggja vandan við núverandi
óstabiliteti, vinna og fáa
skipað viðurskiftini so, at
nýggjar samráðingar verða
tiknar upp um eina virkis
føra samgongu - ella at nýval
verður útskrivað.
Miðflokkurin er tøkur til
samráðingar. Men eisini, um
so skal verða, klárur at fara
út til veljaran og biðja hann
taka um endan, um politiska
skipanin velur at leggja
kongin.
Framhald av síåu 11
Jenis av Rana
formaður Miðfloksins
men kreftir, ið ynskja óstabilitet, megnaðu tíverri at
seta kílar í, so samfelagið í dag liggjur í atgerðarloysi.
Dansa fyri herin!
Tað er vorðið vanligt, at
trúgvandi reka barrir og
diskotek,
har
rúsdrekka
spælir ein sentralan leiklut.
Og tað er eisini vanligt
at síggja trúgvandi fólk
drekka sær eina kenning.
Syndahugtakið hevur so
statt flutt seg rættiliga
nógv, men vit hava enn
ein lítlan Judas gangandi
millum okkum. Hesin Judas
gongur undir dulnevninum
Halgidagslógin.
Halgidagslógin, sum er
frá 1923, spøkir hvørt ár. Og
hvørt ár er tað sama søgan.
Fólk fara í býin at hugna sær,
men sleppa ikki at hugna
sær, tí halgidagslógin sigur
nei. Hvørt ár banna og blóta
fólk yvir halgidagslógina,
men eftir 14 dagar, so hava
øll sveittað alla øsingina
út aftur, fyri síðani at øsa
seg aftur eitt ár seinni, tá
halgidagslógin aftur køvur
tann næsta býtúrin.
... men hvat er tað, sum
veruliga gongur fyri seg? Í
stuttum, so bannar mann
ávísum
ljóðbylgjum
og
ávísum rørslum. Ólógligu
ljóðbylgjurnar
fevna
um tónleik, og ólógligu
rørslurnar fevna um dans.
Hinvegin
fevna
lógligu
rørslurnar um ítrott, og
lógligu
ljóðbylgjurnar
fevna um ljóð í samband
við ítrottartiltøk, gang av
bátum á havinum og við
kei, samstundis sum tað
eisini er loyvt at larma við
kirkjuklokkum.
Men hví er tað loyvt
at spæla fótbólt, men ikki
at dansa. Er talan ikki um
rørslur
báðum
førum?
Svarið finna vit í lógini. Í
lógini stendur skrivað, at:
”Idrætsøvelser og Øvelser,
der tilsigter Uddannelse til
Fædrelandets Forsvar, skal
dog være undtaget fra dette
Forbud”.
Hetta merkir, at tað
onki hevur við átrúna at
gera, men at herurin er
orsøkin til at rørslur og ljóð,
í samband við ítrott, hava
undantaksloyvi. Sambært
halgidagslógini sær tað út
til, at endamálið við ítrotti
er at fyrireika føroyingar
til hernaðarútbúgving og
potentielt kríggj. Um hetta
er generella fatanin hjá
føroya fólki og føroysku
myndugleikunum, so havi eg
altíð havt eina skeivafatan
av endamálinum við før
oyskum ítrotti.
Hóast lógin er komisk,
so risikerar mann at verða
stemplaður sum brots-mað
ur/kvinna, um mann verður
tikin fyri ólógliga rørslur
ella ljóð, sum ikki tæna
hernaðarligum endamálum.
Um tú ert ein av teimum,
sum verður tikin fyri dans
í vikuskiftinum, so sig, at
dansur er ein ítrottur, og at
tú dansar av hernaðarligum
orsøkum.
Við vón um at myndug
leikar endiliga fáa eyguni
upp fyri halgidagslógini og
fáa lógina avtikna.
Hergeir Staksberg