Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 14 - 22. januar 2004 Nr. 14 - 22. januar 2004 11 Valúrslitið gav næstan onga forskjóting í Tinginum. Av teimum stóru flokkunum hevði Javnaðarflokkurin størstu framgongdina, hóast flokkurin varðveitir tingmannatalið. Sambandsflokkurin gjørdist heldur óvæntað taparin á valinum og misti sum einasti flokkur ein tinglim, hóast flokkurin framvegis er størstur í samlaðum atkvøðutali. Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokk- urin hildu stand í tingmannatali, hóast Tjóðveldisflokk- urin noteraði tí størstu samlaðu afturgondina í atkvøðutali. Einasti flokkur, sum vann ein tinglim var Miðflokkurin, ið tvífaldaði sítt tingmannatal. Tað er givið, at valstríðið hevur gjørt sítt til, at útfallið bleiv, sum tað bleiv. Sambandsflokkurin hevði ikki tað besta valstríðið, og spurningurin er so, um hetta kann fáa avleiðingar fyri formannin í Sambandsflokkinum. Spurn- artekin kann í hesum sambandi setast við, hvussu sunn yvireksponeringin av floksformonnum er í fjølmiðlunum í dag, í mun til fyrr. Tjóðveldisflokkurin fekk ein góðan endaspurt, og vísir hetta, at flokkurin og formaður floksins duga væl at mar- kera seg í samband við eitt valstríð. Spurnartekin kann tó setast við, hvussu reell partur av valskránni hjá hesum flokki var, tá hon undirstrikaði, hvussu væl stóð til fíggj- arliga í Føroyum, og hvussu vøksturin í búskapinum var ein funktión av fullveldisætlanunum. Tað vit kunnu stað- festa við valúrslitinum er, at antin trýr ein stórur partur av veljarnum ikki uppá, hvussu hættislig búskaparliga støðan í Føroyum er, ella trýr ein stórur partur av veljarnum, at vánaliga støðan í alivinnuni, rækjuvinnuni, flakavinnuni og potentielt eisini ferðavinnuni, ikki fer at ávirka tey. Onkrar persónsútskiftingar hava verið, men ikki so nógvar kortini. Løgið sum søgan kann endurtaka seg. Ein tann – í samtíðini væl at merkja – populerasti fíggjarmálaráð- harrin sum Tjóðveldisflokkurin hevur átt var Jóngerð Purkhús. Hon fekk eitt rimmarval í 1988 eftir, at hon sam- bært sínum egna flokki hevði latið eftir seg ein lands- kassa, ið var so fullur av pengum, at lokið ikki fekst aftur. Vit vita, hvussu bleiv við tí. Við hetta valið fekk Karsten Hansen eitt rimmarval og avloysti Heina O. Heinesen, eftir at flokkur hansara við rættiliga líkum orðavali, sum í 1988, pástendur hvussu væl fráfarin landskassin er. Hetta valið snúði seg ov lítið um búskapin, hóast onkur flokkur royndi at gera nakað burturúr hesum. Búskapar- politikkur kemur sjáldan veruliga á skránna, fyrr enn bú- skaparligu brotasjógavarnir hava rakt. Okkara vón er, at komandi samgonga skalkar lúkurnar, áðrenn hesir sjógvar raka. Sum nú er stendur alt víðopið. Valskipanin hevði havt gott av einari justering, tí tað kann ikki verða rætt, at triðstørsti flokkur í atkvøðum verður størstur á tingi. Kanska er hetta tíðin til at taka uppaftur kjakið um eitt valdømi. Samgongumøguleikar fara vit at tríva aftur í. Sum er, tykist alt verða opið, og liggja nakrir spennandi dagar fyri framman ikki minst tí Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokk- urin ikki á sama haátt sum eftir undanfarnu val kunnu velja og vraka ímmillum, hvørjar aðrar flokkar teir vilja fara í samgongu við. Sum sagt í SVF týskvøldið, so er hesin aksin, sum hevur verið nevndur tann stjórnarber- andi, ikki so sterkur longur. DAGSINS MEINING Sosialurin Hatta var tað VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Zakarias Wang Úrslitið av løgtingsvalinum gjørdist øðrvísi enn nakar hevði roknað við. Men so- leiðis sum veljararnir settu tingið saman er einki at ivast í, at tað fer at sita til 20. januar 2008. Samgongumøguleikarnir eru nógvir nú. Tann samgonga, sum varð skipað eftir valið í 2002, kann verða eindur- reist. Tað ber eisini til hjá tí samgongu, sum vit hava havt síðan løgmaður út- skrivaði valið, at halda fram. Tá tók nevnliga ein samgonga við millum Sam- bandsflokkin, Javnaðar- flokkin og Fólkaflokkin, og vóru hesir flokkar samdir um, at Anfinn skuldi sita sum løgmaður, hóast hann hevði sagt seg úr løgmans- sessinum. Til ber til at gera eina vinstrasamgongu, tí Javnaðarflokkurin, Tjóð- veldisflokkurin og teir báðir smáu hava ein trygg- an meiriluta. Somuleiðis ber til hjá teimum báðum smáu flokkunum at gera eina høgrasamgongu, tí saman við Sambandsflokk- inum og Fólkaflokkinum hava teir eisini meiriluta. Men tann besta sam- gongan hevði verið ein samgonga av øllum flokk- um. Hetta er tann natúrliga samgonga í einum landi, sum stendur í einari lagnu- stund í søgu síni, og alt bendir á, at tað er eina slíka, sum vit koma inn í í komandi fýra ára skeiði. Tað sum er við at henda er nevnliga, at londini í Evropa fara at skipa seg sum eitt sambandsríki. Danmark tekur undir við hesum, og sum er, eru vit bundin at Danmark í uttan- ríkispolitiskum málum. Hetta vil siga, at tað vald, vit hava yvir okkara egnu viðurskiftum, og sum vit í løtuni lata danir taka sær av, nú skal flytast til Brússel. Hetta fer at bera við sær, at tað mark, sum higartil hev- ur verið millum Grønland og Føroyar øðrumegin og Danmark hinumegin fer at hvørva, og at vit gerast ein partur av deilstatinum Dan- mark í Evropeiska Sam- bandsríkinum. Sum er hevur danska stjórnin rætt til at lima okk- um inn í hetta nýggja sambandsríkið, tí vit hava givið rættin til at reka uttanríkispolikk frá okkum. Tað vit hava brúk fyri, er at taka øll hesi viðurskifti upp til viðgerðar saman við grønlendingum, sum eru í somu støðu sum vit í mun til Danmark. Hetta er ikki nakað sum ein lítil og tí veik landsstýrissamgonga kann gera, men krevur semju millum allar flokkar um at seta seg saman, leggja niður gamalt agg og finna fram til hvør ið støða okkara veruliga er, og so gera av hvat ið vit vilja at hon skal vera í framtíðini. Vónandi fer hetta valúr- slitið at gera, at politikarar okkara fara at ganga hesa leið. Tjóðskaparlig savningarstjórn Mánakvøldið 26. januar klokkan 20:00 verður ársins fyrsti filmurin hjá KLIPPI sýndur í Norður- landahúsinum. Filmurin er íslendsk- ur og eitir »Nói, Albinói« FILMUR Tíðindaskriv Eins og í undanfarnu film- um henda veturin, er talan um ein ungan leikstjóra, Dagur Kári, sum ger fyrsta spælifilmin. Filmurin er um trupla dreingin Nóa, sum er albino og býr á bygd í Íslandi, har happing ikki ger honum tilveruna lætt- ari. Tí heitið »Nói, Albi- nói«. Hesin hugvekjandi, virðislønti filmur verður sýndur í Norðurlandahúsin- um mánadagin hin 26. janu-ar 2004 klokkan 20:00. Heimsins stórta filmstíð- arrit VARIETY segði um íslendska filmin »Nói, Albinói«: »Icelandic cinema digs out a major new talent with NÓI ALBINÓI, the feature début of award-winning short filmmaker Dagur Kári. Portrait of a gifted teen rebelling against lifes limits in a frozen coastal village communicates directly with auds through an inspired mix of realism, humor and metaphor.« (Deborah Young - VARIETY) Filmurin »Nói, Albinói« vann virðisløn sum besti norðurlendski filmurin á filmstevnu í Göteborg 2003. Sama árið fekk film- urin Moviezone virðislønna í Rotterdam og tvær fyrstu- virðislønir í franska býnum Angers, har ungir, evnarík- ir evropeiskir filmsleik- stjórar verða bodnir á hvørjum ári. Ársins fyrsti filmur hjá Klippi John fór avstað við atkvøðunum Kristina er ikki kløkk Katrin Dahl Jakob- sen, fyrrverandi løg- tingslimur Javnaðar- floksins, heldur, at tann harða kappingin millum tey einstøku valevnini hjá Javnað- arflokkinum í Suður- streymi var orsøkin til, at hon misti ting- sess sín VAL Kristian E. Andersen kristian@sosialurin.fo – Eg havi tað gott. Flokk- urin hjá okkum fekk fram- gongd í Suðurstreymi, og tað er tað týdningarmikl- asta, sigur Katrin Dahl Jakobsen, sum misti ting- sess sín fyri Javnaðarflokk- in á løgtingsvalinum fyrra- dagin. Katrin Dahl Jakobsen leggur dent á, at javnaðar- listin í Suðurstreymi var sterkur, og tískil var hon fyrireika uppá alt. John tók atkvøður Katrin Dahl Jakobsen dugir illa at siga, hví hon fall, men hon roknar við, at tann harða kappingin millum tey einstøku valevnini hjá Javnaðarflokkinum í Suð- urstreymi var ein høvuðs- orsøk til tað. – Eg vil ikki siga, at Helena D. á Neystabø, var ein beinleiðis orsøk til, at eg fall, men tað er greitt, at atkvøðurnar til tey kvinnu- ligi valevnini hjá okkum hava verið meira fordeildar enn vanligt, ti bæði eg, Elin Lindenskov og Joan Ziska- son hava mist atkvøður. Hinvegin rokni eg við, at John Johannessen fór av- stað við einari rúgvu av teimum ungu atkvøðunum, greiðir Katrin Dahl Jakob- sen frá. Aftur í Eysturskúlan Spurd um, hvat hon nú ætlar sær at gera, sigur Katrin Dahl Jakobsen, at hon ætlar sær aftur í sítt gamla starv. – Eg eri lærari, og tað er mítt borgarliga starv. Tað vanliga er, at mann fer aftur til starvið hjá sær, so eg endi aftur í Eysturskúl- anum, sigur Katrin Dahl Jakobsen at enda. – Tað kom ikki heilt óvæntað á meg. Eg visti, at tað fór at gerast trupult hjá mær at koma inn aftur, sigur Kristina Háfoss, fyrrverandi løgtingskvinna Tjóðveldisfloksins, sum misti tingsessin í løgtingsvalinum VAL Kristian E. Andersen kristian@sosialurin.fo Kristina Háfoss úr Tjóð- veldisflokkinum misti ting- sess sín í løgtingsvalinum fyrradagin. Hetta tykist tó ikki at darva unga politikk- aran, sum var sjónliga fegin um samlaða úrslitið fyri Tjóðveldisflokkin. – Eg eri ómetaliga glað fyri góða úrslitið hjá flokk- inum. Í mun til allar veljarakanningar var talan um stór framstig. Eg vil takka limum okkara og øðrum fyri tann stuðulin, sum flokkurin hevur fingið í valstríðnum, sigur Krist- ina Háfoss. Ikki kløkk Kristina Háfoss dugir ikki heilt at siga, hvat orsøkin kundi vera til, at hon ikki slapp inn aftur, men hon vísir á, at hon ikki hevur verið so sjónlig í fjølmiðl- unum undir valstríðnum. Hinvegin kemur hetta heldur ikki óvæntað á hana. – Tað kom ikki heilt óvæntað á meg. Eg visti, at tað fór at gerast trupult hjá mær at koma inn aftur. So eg var innstillað uppá hatta har, greiðir Kristina Háfoss frá. Tíð til annað Spurd um, hvat hon nú fer at takast við, sigur Kristina Háfoss, at hon hevur eina rúgvu av tingum at nýta tíðina til. – Nú fái eg tíð til nógv onnur ting so sum arbeiði, familjuna og ítrótt. Eitt lítið barn er á veg, og eg eri júst liðug við mína útbúgving, so eg fari at finna mær okkurt starv, sigur Kristina Háfoss at enda, sum bæði er nýklaktur búskaparfrøð- ingur og løgfrøðingur. Katrin Dahl Jakobsen heldur, at John Johannessen er farin avstað við einari rúgvu av teimum ungu atkvøðunum Mynd: Jens Kristian Vang Kristina Háfoss, fyrrverandi tinglimur Tjóðveldisfloksins, er ikki kløkk av at hava mist tingsessin Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 11 10