Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 22. januar 2004 13 Nr. 203 • leygardagur • 21. oktober 2000 • 74. árgangur • www.sosialurin.fo Tað tykist meira greitt, at orsøkin til vantandi dómararnir á Skála sunnudagin var, at eingi boð vóru komin av HSF- skrivstovuni. Hvørki til dómararnar ella til feløgini HONDBÓLTS- DÓMARAR Jákup Mørk Tað er ikki sørt, at tað skapti nakað av røringi í, tá vit í týsdagsútgávuni um- røddu hendingina á Skála, har eingin dómari møtti til dystin millum kvinnuliðini hjá StÍF og Søljuni. Í greinini skrivaðu vit, at eitt teldubræv vanliga verð- ur sent bæði dómarum og feløgum, men at tað síðani eru feløgini, sum endaliga boða dómarunum frá, hvussu dystirnir verða av- greiddir. Trupulleikin sunnudagin tykist eftir øllum at døma at vera tann, at umrødda teld- ubrævið ongan tíð er komið fram til røttu móttakarar- nar. Formaðurin hjá StÍF, Andrass Danielsen, er sum so ógvuliga fáorðaður um hendingina, men millum reglurnar í tí, sum sagt verður, tykist tað standa heilt greitt, at tað so ikki er StÍF, sum skal lastast fyri hendingina. - Tað er einki uppbyggj- andi fyri hondbóltin at fara út í fjølmiðlarnar at viðgera eitt mistak, sum hent er. Og tað ætli eg mær heldur ikki. - Men tá sagt verður, at hjá StÍF skuldi onkur klokka ringt, so er tað rætt – Og hon ringdi eisini longu fyrstu ferð átta- níggju dagar undan hasum dystinnum. Longu tá varð tosað fyrstu ferð við rætta viðkomandi um hetta teldu- brævið, sum ikki kemur. - Annað ætli eg mær ikki at siga um hetta mál, sigur StÍF formaðurin at enda. Dómarar vistu einki Sostatt tykist formaðurin hjá StÍF at siga meira ella minni beinleiðis, at ábyrgd- in fyri mistakið skal finnast hjá Hondbóltssambandi- num, og tað er so á ongan hátt nakað, sum verður av- víst av TB, har teir báðir dómararnir eru heimahoyr- andi. Haðani eru boðini, at einki teldubræv við dómar- aásetingum er komið. Hvørki til felagið ella til dómararnar sjálvar. Sendi telduposturin úr Hond- bóltssambandinum sýnir annars, at ein av móttakaru- num er makin hjá øðrum av dómarunum, men sambært TB er her talan um eina adressu, sum fyri langari tíð síðani er strikað. Nakað sum HSF eisini hevur fing- ið boð um fyri langari tíð síðani, verður sagt. Má ikki henda Eftir stendur so kappingar- nevndin hjá HSF, sum eftir øllum at døma eigur svarta- per í hesum spælinum. Og á pappírinum er tað eisini staðfest, at tað í øllum førum eru tey, sum standa við ábyrgdini fyri, at dóm- arar, tíðtakarar og skrivarar eru til einstøku dystirnar. Og soleiðis sum málið tykist liggja nú, so er einki at ivast í, at tað eisini er HSF, sum hevur ábyrgdina av, at boðini til dómararnar og heimaliðið ikki komu fram í førinum, sum við- víkur dystinum millum StÍF og Søljuna. Og hvat verri er, so tykist tað eisini so, at hetta ikki er fyrstu ferð, at slíkt mistak hendir, og tað enntá aftaná, at felag hevur gjørt vart við hetta. Hvussu er og ikki, so munnu flestu hondbóltsá- skoðarar kring landið standa spyrjandi eftir hend- ingina á Skála, har tvey lið møta til dyst, sum kortini ikki kann spælast. Og tað kann so undir ongum um- støðum góðtakast, at slíkt skal kunna koma fyri í fremstu hondbóltsdeildini. Eftir er so bert at vóna, at hetta fer at viðvirka til, at líknandi tilburðir kunnu endurtakast framyvir. Og annars mugu StÍF og Søljan finna eina nýggja dystará- seting sínamillum. Eingi boð frá HSF StÍF kundi ikki spæla heimadystin seinasta vikuskiftið, tá eingir dómarar vóru møttir. Eftir øllum at døma er talan um ein stóran bukk á HSF-skrivstovuni, haðani boðini um dystin ongan tíð tykjast vera farin til hvørki felag ella dómarar tilvildarliga vald savnsmynd NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Hósdagin 22. januar verður Andreas Djurhuus, vanliga nevndur Diurin, úr Porkeri, 95 ár. Andreas er føddur í Porkeri, sonur Olavus úr Skemmuni og Elsebeth Susanne Djurhuus av Nesi í Porkeri. Sum ungur fór hann sum aðrir føroyingar til skips. Tey fyrstu fimm árini við deyðsiglara. Av teimum monnunum eru ikki mangir eftir á lívi í dag. Eftir hetta yvirtók hann virksemið hjá pápanum, sum var handil og fiska- keyp. Í 1938 giftist Andreas við Ragnhild Nicodemussen úr Skálavík. Fyrstu árini búðu tey í Porkeri og fluttu so til Vágs, har hann rak handil og hevði skip, eisini hevði hann fitt av jørð, so nógv var at takast við hjá teimum báðum. Ragnhild og Andreas fingu fýra døtur: Ina, sum býr í Havn, Oddvør, sum býr í Klaksvík, Brynhild, sum býr Danmark, og Jóna, sum býr í Trongisvági. Í 1970 fluttu tey til Havn- ar, har tey bygdu sær snotu- lig sethús við urtagarði, sum er væl røktur líka til hendan dag. Andreas arbeiddi nøkur ár í Skipshandlinum og síð- an fór hann at starvast hjá Telefonverki Føroya, har hann arbeiddi, til hann var 78 ára gamal. Í mars 2001 doyði Ragn- hild, og síðan tá hevur Andreas verið einsamallur í húsi. Hann er raskur og gongur ella koyrir bil í Havnargøtum. Andreas er ein av teimum stillu og friðarligu í samfel- agnum, hann setti sítt álit á Harran sum sínum persón- liga frelsara á ungum døg- um, og hendan sterka trúgv hansara hevur borið hann gjøgnum lívið. Føðingardagin er Andre- as hjá dóttrini, Brynhild Djurhuus, Vølundsvej 1, DK-3650 Ølstykke, Dan- mark. Telefon 0045 47100296. Í dag, hósdagin 22. januar, verður Jógvan Jensen í Havn 60 ár. Hann hevur altíð verið nevndur Egga, og tað er navnið, sum hann er kendur undir. Ikki minst í ítróttarheiminum, har hann síðani á heilt ungum árum og framvegis hevur sett og setir spor eftir seg. Egga er havnarmaður. Hann er sonur Ansgar Jen- sen, sum var ættaður úr Sumba, og sum í nógv ár var koyrilærari í høvuðs- staðnum, og Annu, fødd Rasmussen og ættað av Sandi. Egga leyk læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1969, og tað næsta árið var hann á Danmarks Højskole for Legemsøvelser, har hann eisini var skúlaárið 1990–91. Lívsstarvið sum lærari fór Egga undir í 1970. Fram til 1978 var hann lærari í Sankta Frans skúla, sam- stundis sum hann fimm tey fyrstu árini hevði tímar á Føroya Fólkaháskúla og eisini var koyrilærari. Hann hevði eisini tímar á Lærara- skúlanum, har hann seinna- partin av sjeyti árunum varð settur í fast starv. Í 1977–78 var Egga á ársskeiði á Fróðskaparsetri Føroya, og síðani hevur hann luttikið í ymsum eftir- útbúgvingarskeiðum. Egga var í mong ár aktiv- ur ítróttarmaður, og síðani hann gavst sum aktivur á hægsta støði, hevur hann verið virkin á so mongum øðrum økjum í ítróttinum. Hann kom á 1. lið hjá HB í 1960, og í næstan tvey ára tíggju var hann – undantik- ið tá ið hann var burtur- staddur – á besta HB liðn- um, har hann sum miðvall- arspælari var við til at vinna eina røð av meistara- skapum og finalum í steypakappingini. Egga var fyrstu ferð á landsliðnum ímóti Íslandi B í 1964, og í alt spældi hann átta ferðir á fótbóltslandsliðnum. Hetta var frammanundan, at Før- oyar í 1988 vunnu limaskap í altjóða fótbóltssamtak- inum, FIFA. Dystirnir vóru ímóti Hetlandi, Orknoyum og Íslandi. Egga var aktivur í fleiri øðrum ítróttargreinum í fremstu røð. Hann spældi hondbólt við Neistanum, flogbólt við NFL og HB, fimleik og í 1966 varð hann føroyameistari í einmans- leiki í borðtennis. 1976–1981 var Egga venjari hjá unglingalands- liðum í fótbólti, og longu tíðliga í seksti árunum tók hann á seg at vera dómari bæði í hondbólti og fót- bólti. Egga helt fram sum dómari í fótbólti, inntil hann fall fyri aldursmarkin- um. Bæði fyri og eftir ta tíð hevur hann undirvíst nýggj- um dómarum, hann hevur verið dómaraeygleiðari, og hann hevur nógvu tey seinastu árini verið instruk- tørur og staðið fyri dómarapróvdømingini. Egga var í 1980 við til at seta Ítróttarsambandið fyri brekað á stovn. Hann hevur verið formaður har í mong ár. Egga er giftur við Jónu Højgaard fødd Ellefsen úr Miðvági. Hon er dóttur Sofíu fødd Højgaard úr Rituvík og Joen Elias Ellef- sen úr Miðvági. Jóna lærdi fyrst til sjúkrasystur og ar- beiddi í fleiri ár á føðideild- ini. Síðani var hon í Dan- mark og lærdi til ljósmóð- ur, og nú er hon ljósmóður á Landssjúkrahúsinum. Jóna og Egga eiga tvey børn. Eyðfinn og Ann, sum bæði eru læraralærd. Egga Jensen 60 ár Andreas Djurhuus 95 Dagurin 22. januar. Vincentius, deyður umleið ár 300 í Zaragoza í Spaniu. Píndur til deyða undir Diocletianus keisara. Navnið er latínskt og merkir hin sigursæli. C M Y K 13 12