fríggjadagur 29. apríl 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 29. apríl 2011 · Nr. 49
Sosialurin
Apotek
verða rakt
av pensjóns
nýskipan
Føroyar hava eitt vælvirk
andi
apoteksverk,
sum
tryggjar øllum føroying
um lætta atgongd til heili
vág. Á apotekinum arbeiða
farmakonomar og farma
ceutar, og báðir fakbólkar
hava eina góða útbúgving
innan heilivág. Talan er um
væl egnaða arbeiðskraft, ið
tryggjar góða ráðgeving og
atgongd til rættan heilivág.
Tíverri verða farmako
nomarnir raktir av uppskot
inum um pensjónsnýskipan.
Pensjónstreytirnar versna,
og hetta kann hava við sær
ov fáar arbeiðandi farma
konomar, tí at færri danskir
farmakonomar vilja taka
vikarstarv í Føroyum, tá
ið teir verða noyddir í ein
føroyskan pensjónsgrunn.
Farmakonomarnir hava
verið framskygdir og hava
leingi spart upp til pensjón.
Í dag er uppsparingin í
Pensionskassen for Farma
konomer, sum er ein væl
rikin lítil pensjónsgrunnur
við serkunnleika fyri um
støðum og tørvum hjá
farmakonomum. Ár eftir ár
hevur pensjónsgrunnurin
givið gott avkast og góð
tryggingarviðurskifti
í
samband við óarbeiðsføri
og sjúku. Hetta skapar
tryggleika hjá farmako
nomum – og fíggjarligt
yvirskot í gamalsaldrinum.
Um farmakonomar nú
skulu noyðast í eina før
oyska
pensjónsskipan,
verða pensjónstreytirnar
verri. Í dag arbeiða 71
farmakonomar í Føroyum,
og tað er sjálvandi ikki nóg
mikið til ein sjálvstøðugan
pensiónsgrunn. Tey noyð
ast tí at velja ein pensións
grunn, sum ikki beinleiðis er
rættaður at arbeiðslívinum
hjá teimum handan diskin
á apotekinum.
Ein onnur avleiðing er, at
pensjónsnýskipanin kann
hava við sær trot á farmako
nomum í Føroyum. Mong
størv eru í dag mannað av
donskum farmakonomum,
sum hava hug og vilja til
at arbeiða eitt longri ella
styttri tíðarskeið í Føroy
um. Hetta er gott og neyð
ugt, tí at tað eru ikki nóg
nógvir føroyskir farmako-
nomar til at nøkta tørvin á
arbeiðsmegi.
At verða noyddir í ein
føroyskan pensjónsgrunn
fer ikki at betra um hugin
hjá
donskum
farmako
nomum
ella
føroyskum
farmakonomum búsitandi
í Danmark at taka tíðarav
markað størv í Føroyum.
Tað kann kosta teimum
nógv í umsitingaravgjøldum
at flyta runt við síni pen
sjónsuppsparing, og tað
er eisini dýrt at hava tvær
pensjónsuppsparingar.
Úrslitið av uppskotinum
til pensjónsnýskipan hevur
tí ikki einans verri treytir
fyri farmakonomar í Føroy
um. Tað kann eisini merkja
verri treytir fyri brúkarar
av heilivági.
Susanne Engstrøm
Forkvinna í Farmakonom
foreningen
Vel meg – so sleppur tú undan MVG
Nú eru samkomur pilkaðar
úr MVG-lógini. Tað næsta má
vera arbeiði. Og instrument.
Og frukt. Og fiskur. Og timb
ur. Og fløgur. Pengarnar finna
vit nokk. Onkustaðni. - Bara
ikki millum mínar veljarar!
Tú unnir ikki mentanarlívin
um ein lynna!
Tú kvalir ítróttin í skatti!
Tú unnir ikki samkomum
somu kor sum ítróttinum!
Ákærurnar
hava
verið
nógvar síðani eg – saman við
fýra øðrum – týsdagin stemm
aði ímóti at seta eitt nýtt
undantak inn í MVG-lógina.
Undantakið ger, at tá íløgur
fyri meira enn eina millión
verða gjørdar í “ikki-vinnu
ligt, almannagagnligt frítíðar
virksemi”, kann MVG’ið verða
endurgoldið.
Upprunaliga var bara talan
um ítróttarfeløg – men orð
ingin “almannagagnligt virk
semi” ger, at undantakið eisini
fevnir um t.d. samkomur.
Tað er eisini ein tíðar
avmarking á: Arbeiðið skal
vera byrjað eftir 1. januar
2010, og seinasta freist at fáa
eina umsókn góðkenda, er 31.
desember 2012.
Rópa bara nóg hart
Øll uttan fimm malsjønsk og
illviljað tingfólk stemmaðu
fyri.
Og tað var ikki so løgið.
Tey, sum fara at brúka húsini,
ið við hesum kunnu byggjast
MVG-frítt, eru jú ógvuliga
mong. Sum politikari er tað er
stuttligt at kunna siga við hesi
fólk, at mann hevur tryggjað
teimum serlig rættindi.
Men hóast tað er populert
at gera slík undantøk, so er
tað skeivt. Tí her eru ongar
reglur. Tað eru altíð tey, sum
rópa harðast, ið fáa mest. Fyri
ikki at tala um tey, sum eru
beinleiðis umboðað á tingi.
Javnseting
Tvey orð gingu aftur í við
gerðini av hesum málinum:
“Rímiligheit” og “javnseting”.
Er tað ikki rímiligt, at tey,
sum sjálvboðið stríðast við at
fáa t.d. eina ítróttarhøll upp at
standa, sleppa unda at rinda
MVG?
Jú! Sjálvsagt er tað rími
ligt.
Er tað so ikki eisini rímiligt
at annað frítíðarvirksemi – t.d.
samkomur – verður javnsett
við ítróttin?
Jú jú. Sjálvsagt kann argu
menterast fyri, at henda javn
seting er er rímilig.
Trupulleikin er, at hetta er
skrúvan uttan enda. Tað eru
mong onnur, sum eiga at verða
javnsett við tey, sum nú sleppa
undan MVG.
Hvat við teimum, sum
bygdu áðrenn 2010? Áttu tey
ikki at sloppið undan? Og
hví skulu tey, sum fara undir
sítt prosjekt í januar 2013 ikki
javnsetast við tey, sum byrja
í desember 2012? Er tað ikki
órímiligt?
Bøkur og fløgur
Tá MVG lógin kom í síni tíð,
var bara eittans undantak:
Bøkur.
Undantakið kom eftir at
Jens Pauli Heinesen á for
síðuni á Sosialinum boðaði frá,
at sluppu bøkur ikki undan,
fekk
føroysk
bókaútgáva
mønustingin. Hann heitti tí
staðiliga á politikararnar um
at gera eitt undantak.
Blaðið kom á gøtuna beint
áðrenn lógin varð samtykt.
Eg minnist tað, tí eg gjørdi
sjálvur bæði samrøðuna og
forsíðuna.
Meirilutin av tinginum helt,
at áheitin frá JP Heinesen var
rímilig, og eftirlíkaði henni.
Og sjálvandi var tað eisini
heilt rímiligt.
Men hvat við teimum, sum
ikki stóðu á forsíðuni tann
dagin?
Er tað t.d. rímiligt at tey,
sum geva út fløgur, skulu rinda
MVG, meðan tey, sum geva út
bøkur sleppa undan?
Hesi kappast øll á sama
marknaði um somu kundar
– ofta tær síðstu vikurnar
fyri jól. Tónleikarin verður
fyrst tvingaður at krevja inn
skatt fyri tað almenna (MVG).
Síðani skal hann rinda handli
num sín part. Og so skal hann
rinda persónsskatt av tí, sum
kanska loypir av.
Rithøvundurin
sleppur
undan MVG’num.
Er tað rímiligt?
Nei,
sjálvsagt
ikki.
Og
eisini her hava vit skrúvuna
uttan enda: Tað rætta var, at
fløgur blivu javnsettar við
bøkur. Og síðani skuldu DVD’ir
verið javnsettar við bøkur og
fløgur.
Men er tað rímiligt at tey,
sum framføra live rinda MVG,
meðan tey, sum gera fløgur
sleppa undan?
Nei! Sjálvsagt skuldu kon
sertir og sjónleikir eisini slopp
ið undan!
Og hvussu við instrument
um? Og ferðing? Og útreiðslum
til pallar og búnar? Hevði tað
einasta rímiliga ikki verið, at
alt mentanarvirksemi varð
javnsett við bókaútgávu?
Matur
2011 er lýst at vera kostár.
Og vit hava longu hoyrt eitt
ynski endurtikið upp í saman:
Frukt og grønmeti skal sleppa
undan MVG!
Eiga fólk ikki at sleppa und
an at rinda skatt, tá tey keypa
børnunum sunnan mat?
Sjálvsagt!
Men fiskur er eisini sunnur.
Skulu vit ikki javnseta fisk og
grønmeti? Og hvat við grovum
breyði? Skal tað ikki javnsetast
við fisk?
Og jogurt? Soltið kjøt?
Havragrín?
Áttu vit ikki at javnsett
allan sunnan mat við frukt?
Er tað ikki rímiligt?
Sjálvsagt!
Arbeiði
Tey, sum selja vørur og tæn
astur, gera búskapin størri
og sterkari. Men øll vita um
virki, sum hava snarað lykil
in um, hóast tey klára seg á
sjálvum marknaðinum. Tað
eru skattur og avgjøld, sum
kvala virksemið.
Er tað rímiligt at vit tvinga
hesi fólk at leggja MVG oman
á sínar rokningar, og soleiðis
krevja skatt inn fyri lands
kassan?
Sjálvsagt ikki!
Eitt MVG-undantak er snýr
seg um lønir til bygging og
umvæling av privathúsum.
Átti tað ikki at verið víðk
að? Áttu ikki øll, sum keypa
og selja tænastur, at sloppið
undan MVG? Hevði tað ikki
verið gott fyri virksemi í land
inum?
Sjálvsagt!
Pilka nøkur úr
Er tað yvirhøvur “rímiligt” at
geva nøkrum undantak, með
an onnur ikki fáa?
Áttu ikki øll at verið “javn
sett” við t.d. ítróttarfeløg, sam
komur og rithøvundar? Er tað
rímiligt at nakar skal rinda
MVG yvirhøvur?
Nei. Eingin skattur er rími
ligur sæð úr sjónarhorninum
hjá tí, sum noyðist at rinda
hann.
Men tað er altso skatta
skipanin, sum heldur samfe
lagnum saman.
Takið er at finna eina
balansugongd, har tað al
menna bæði fær nóg nógvar
pengar inn, og har skattatrýst
ið ikki er kvalandi høgt.
Og tað er ikki lætt.Tað er
trupult at effektivisera sam
felagið, soleiðis at tað generella
trýstið kann lækkast. Og tað
gevur heldur ikki atkvøður.
Tí er freistandi at pilka
nøkur burturúr skattaskipan
ini í staðin. Tað gevur politiskt
bonus, tí øll fáa at vita, hvør
politikari hevur gjørt undan
tøkini.
Taka frá øðrum
Men sleppur onkur undan at
rinda, skal onkur annar skal
rinda meira.
Tey, sum týsdagin sluppu
samkomum undan at rinda
MVG – tey løgdu faktiskt
byrðar á onnur.
Og hvør skal rinda? Fíggj
arnevndin segði seg ikki vita,
hvat hetta fer at kosta lands
kassanum. Men í álitinum stóð
soleiðis: “Meirilutin roknar tó
við, at tá landsstýrismaðurin
veit, hvat endaliga útreiðslan
verður fyri 2010, so fer hann
at leggja fyri tingið uppskot,
so at henda útreiðsla kann
gerast útreiðsluneutral.”
Hetta merkir, lat pengarnir
skulu takast inn onkra aðra
staðni.
Meirilutin í fíggjarnevndin
var øgiliga gávumildur. Men
tey vistu ikki hvussu nógv tey
tóku frá øðrum – og heldur
ikki, hvørjum tey tóku tað frá.
Og eitt er vist: Tá uppskot
kemur (vissi tað kemur...) um
hvar pengarnir skulu tak
ast frá, so fara fleiri av teim
um, sum atkvøddu fyri týs
dagin, at vera ímóti. – Eins
og tey altíð eru ímóti øllum
uppskotum um sparingar og
rationaliseringar.
At spara er ikki stuttligt.
At hækka skattin er ikki
stuttligt.
Men at vera gávumildur við
pengunum hjá øðrum – tað er
øgiliga stuttligt!
Tí vóru bara fimm atkvøður
ímóti týsdagin.
Sjúrður Skaale
Kjak