fríggjadagur 29. apríl 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 29. apríl 2011 · Nr. 49
Sosialurin
SALT fer at arbeiða fyri
og leggja karmar til; hann
er bangin fyri, at hetta
fer at niðurlaga føroyskt
mentanarvirksemi við at
taka burtur av mentanar
játtanini hjá Landstýrinum.
Helmsdal
óttast
stórliga
fyri, at ”Saltsiloin [...] fer at
tyngja føroyskt mentanarlív,
so at ein stórur partur av
løgtingsins játtan til føroyska
mentan fer at verða nýttur til
at upphita og viðlíkahalda
eitt stórt, flott og tómt hylki
í [S]uðuroy”. Bæði menta
málaráðharrin og nýsetti
f í g g j a r m á l a rá ð h a r r i n
hava annars alment lov
að, at eingin peningur av
mentanarjáttanini
verður
brúktur til SALT-verkætlan
ina.
Viðvíkjandi tí tóma hylk
inum í Suðuroy, kunnu undir
ritaðu einans viðganga, at
vit vita ikki um nakra meira
framsókna ætlan fyri at
menna og framføra føroyska
mentan og list fyri heiminum
enn SALT.
Tað er tó ein rímiligur
spurningur at seta, hví ein
framtíðar
mentanarkate
dralur í Suðuroy skal fáa
- ikki bert árligan stuðul
úr Landskassanum – men
eisini eina dópsgávu frá
øllum føroyingum upp á 20
mió. kr.?
SALT skal verða eitt hús
fyri allar Føroyar og all
an heimin. Tí eru saman
beringarnar, ið bæði Djur
holm og Helmsdal gera við
onnur mentanarhús í land
inum, sjálsagt burturvið.
Voltaire ávaraði ímóti at
gera tað besta til fíggindan
hjá tí góða; Landsstýrið hev
ur ikki ráð at fíggja hvørj
um einasta kaffihúsi og
listaskála í Føroyum, men
hetta merkir ikki, at ávís
mentanarhús ikki kunnu
fáa ein part av fíggjarlógini.
Løgtingslimurin fyri Fólka
flokkin og rektarin í Hoydøl
um kunnu væl ikki veruliga
meina, at um landskassin
ikki kann rinda til alla
mentan í Føroyum, so skal
hann ikki rinda til nakra
mentan yvirhøvur? Hevði
hetta ikki merkt, at heldur
ikki tann leingi saknaði
Tjóðleikpallurin kann fáa
kundi fingið almennan stuð
ul?
Undirritaðu hava sam
kenslu við teimum sjón
leikarum og sjónleikaáhug
aðu, ið kenna seg lopin
um – ótrúliga arbeiðið, ið
føroyskir sjónleikarar hava
sýnt millum ár og dag, eig
ur at verða teimum lønt
aftur við einum glæsiligum
tjóðarleikpalli. Men minnist
til orðini hjá Voltaire – vit
mugu ansa okkum fyri ikki
at seta tvær góðar sakir sum
SALT og Tjóðleikpallin upp
sum fíggindar; lat okkum
heldur síggja SALT framt í
verki sum eitt tekin uppá
eitt skifti í føroyskum ment
anarpolitikki. SALT má ger
ast einans byrjanin uppá
hetta skiftið.
Bjarni Djurholm dregur
eisini Kirkjubømúrin fram,
sum um kjakið ikki er gruggað
nóg mikið við óviðkomandi
tosi: “Tá vit ikki í ártíggju
hava klárað Tjóðleikpallin
og Kirkjubømúrin betur enn
higartil, so er hugsandi, at
hvaðna verri kann tað tað
[sic] gerast við Saltsiloini á
Tvøroyri. Livst so spyrst.” Tað
er sjálvandi rætt, at tann, ið
einki ger, ger heldur einki
galið; men tað er keðiligt at
síggja ein garvaðan politikara
fyri ein ‘framburðssinnaðan’
flokk sum Fólkaflokkin at
hava ein so ódjarvan hugburð
um avbjóðingar sum hesa.
Sjálvandi vilja allir føroy
ingar, at ‘Múrurin’ skal varð
veitast, tí hann er okkara
størsta og týdningarmesta
fornminni; men hetta kjakið
hevur nú koyrt í áratíggju,
um ikki øldir, og enn er ongin
endalig loysn funnin, hóast
tørvurin enn er tann sami.
Hetta er eitt sera trupult
mál. Við SALT er øðrvísi – ein
loysn fyriliggur.
At brúka varðveitingina
av einum søguligum húsi í
Kirkjubø ímóti varðveitingini
av einum søguligum húsi
á Drelnesi er sera vánaligt!
Serliga, tí Bjarni Djurholm
hevur, sum ein av longst
sitandi løgtingslimum, havt
nógv ár at finna eina haldbara
loysn viðvíkjandi Kirkjubø
múrinum. (Hóast undirritaðu
harðliga mótmæla brúk av
almennum pengum til bygg
ing av eini nýggjari kirkju
á Argjum – tí vit halda fast
um, at Landsstýrið skal ikki
gera mun millum átrún
aðir við at fremja og gjalda
fyri virkseminum hjá bert
einum teirra – so halda vit
orsøk verða fyri at stuðla
eini alment fíggjaðari um
væling av katólsku kirkuni í
Kirkjubø. Hetta, ikki einans,
so
føroyingar
varðveita
ein søguligan dýrgrip, men
eisini tí tað er ørt at byggja
enn eina kirkju í Tórshavnar
kommunu, ið frammanundan
er á tremur við alskyns trúar
húsum!)
SALT er eitt frálíkt høvi
hjá øllum føroyingum at
varðveita ein týdningarmikl
an bygning og hjá føroyskari
mentan og list at røkka
nýggjum hæddum. Ætlanin
er greið; floksformenn hava
játtað pening, eins og Tvør
oyrar kommuna hevur; og
víst er á óteljandi møgu
leikar, ið hesin depilin eina
ferð í nærmastu framtíð
kann brúkast til.
Um
man
hyggur
at,
hvussu Saltsilan skal rekast,
so er lætt at síggja, at ment
anarhúsið fer bæði at virka í
nærumhvørvinum, tjóðarliga
og altjóða. Hetta virksemið
fær sjálvsagt jaligar avleið
ingar fyri ferðavinnuna í
Føroyum sum heild.
Suðuroyggin kennist fyri
nógvar føroyingar sum eitt
fjart og ókent stað. SALT skal
verða fyri allar føroyingar,
og um vit øll vilja kennast
við hana, kann Saltsilan á
Drelnesi við tíðini verða við
til at skapa meiri ferðslu og
samstarv og harvið knýta
tættari bond millum allar
føroyingar.
Undirritaðu vóna, at SALT
verður móttikið av øllum
við sama jaliga anda, sum
blásti lív í verkætlanina frá
byrjanini. Fólk mugu ikki
lata seg ávirka av misvís
andi og óærligum tosi um
Tjóðleikpallin,
Kirkjubø
múrin og ymisk mentanar
hús í landinum, ið ikki fáa
almennan stuðul. Slíkt er
bíligt uttanumtos hjá fólkum,
ið einans nevna Atlantis og
Mentanarhúsið í Fuglafirði
fyri
at
mótarbeiða
eini
verkætlan í Suðuroy, ið als
ikki stendur í andsøgn við
nakað
mentanarvirksemi
norðanfjørðs. Hetta kemur
frá politikarum, ið ikki áður
hava víst mentanardeplum
ans, og bert vilja flyta fokus
frá SALT við eittans endamáli
fyri eyga – at SALT gerst til
onkis.
Um hesum landi skal
verða lív lagað, so mugu allir
føroyingar gera sær greitt,
at vit eru øll í sama báti –
Føroyar má síggjast sum eitt
land, so togtoganin millum
miðstað og útjaðara steðgar
– vit føroyingar mugu líta
á hvør annan og koma
hvørjum øðrum við. Okkara
mentan er tað, ið bindur okk
um saman sum fólk, og listin
kann verða tað, ið vit fylkjast
um sum tjóð. Hon kann verða
okkara andlit út í heim, og
tað fyrsta vit bjóða fremm
andum vælkomnum við.