mánadagur 2. mai 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 2. mai 2011 · Nr. 50
Sosialurin
Út við skot
gravapolitikki
og inn við
samstarvi
Soleiðis
sum
politiska
støðan nú er vorðin, er
tað neyðugt, at floksfor
menninir seta seg saman
og finna parlamentariskar
semjur um lógaruppskotini
í Tinginum.
Tað
lættasta
í
verandi
løtu er at sita í hvør sínari
skotgrøv og skjóta eftir
hvørjum øðrum við, hvør
hevur skyldina av, at
vit eru komin í politisku
ógreiðu
støðu.
Summi
peika eftir Fólkaflokkinum,
onnur peika eftir teimum
flokkum, sum sita eftir í
landsstýrinum
og
aftur
onnur eftir andstøðuni á
Tingið (hvør hon so enn er
í løtuni). Politikkur er sum
eitt hjúnarband, tú kanst
neyvan bara geva tí eina
partinum skuldina fyri, at
hjúnarbandið ikki virkar
eftir vild. Ì politikki hava
vit øll abyrgd, ábyrgd av
at fáa tingini til at glíða,
ábyrgd fyri tí áliti,, okkum
er sýnt av veljarunum og
vegna tey sett at stýra og
lóggeva í hesum landinum.
Tað var ómetaliga harmi
ligt, at samgongan skuldi
slitna, beint sum øll lógar
uppskotini vóru borin í
Tingið, men í politikki er
man ikki altíð harri yvir,
hvussu
politisku
viður
skiftini laga seg. Eitt mugu
vit ásanna, og tað er, at
verandi politiska støðan er
heldur óvanlig, og tað er ikki
ov lítið sagt, at vit hava eina
politiska undantaksstøðu
í Tinginum. Mál verða í
heilum koyrd aftur í nevnd,
mál koma ikki úr nevnd,
mál verða samtykt, sum
eftir fakligum metingum
av røttum ikki áttu at verið
samtykt
o.s.fr.
Støðan
skyldast helst, at ongin
veit hvør er í samgongu, og
hvør er í andsstøðu. Sum
støðan nú er vorðin kunnu
vit velja millum tvinnir
kostir. Annar er at liggja
í hvør sínari skotgrøv og
peika eftir hvørjum øðrum
og hin er at vísa ábyrgd,
dirvi og samstarvshegni.
Eg vil avgjørt mæla til
hetta síðsta. Tað liggja
heili 100 lógaruppskot í
Tinginum í løtuni, nógv
góð
lógaruppskot,
sum
eru neyðug at fáa sam
tykt, áðrenn Tingið fer í
summarfrí. Uppskot sum
betra um rættartrygdina
hjá nógvum borgarum m.a.
lógin um brúkaravernd og
keyp og sølu av fastari ogn,
byggilógin, lógin um ikki at
diskriminera fólk við breki
á arbeiðsmarknaðinum, lóg
um náttúruvernd v.m. Vit
eiga ikki at lata tilvildina
ráða, har mál verða feld, tí
onkur ikki skal fáa æruna
av hesum lógaruppskoti.
Við tí politiska ótryggleika,
sum valdar í Tinginum í
løtuni, hevði tað tí verið
skilagott, at allir floksfor
menninir settu seg saman
til tess at tryggja eitt so
breitt
parlamentariskt
grundarlag sum møguligt
fyri teimum uppskotum, ið
liggja í Tinginum, og at fáa
málini aftur úr nevnd og
samtykt. Tey málini, har tað
als ikki er parlamentariskt
grundarlag
aftanfyri,
kann man lata liggja eftir
í nevnd. Lata vit tilvildina
ráða, eru vit við til at máa
støðið undir politisku skip
anini, og tað er tað neyvan
nakar, sum vil. Tí verða vit
noydd at finna tey bestu
samstarvsevnini
fram,
vísa hegni og virðing fyri
hvørjum øðrum, júst soleiðis
sum tað fundamentið, okk
ara
aldargamla
Løgting
byggir á.
Annika Olsen
Løgtingskvinna
Inntøkan hjá fólkapensjónistum
hækkað nógv meira enn
hjá arbeiðsfólki
– stutt viðmerking til Arna Thorsteinsson
Arne Thorsteinsson (AT),
næstformaður í Landsfelag
Pensjónista, vísir í lesara
brævi á, at fólkapensjónin
er minkað í virði í mun til
lønarvøksturin í samfelag
num! Landsfelag Pensjónista
er í fleiri umførum komin við
hesum pástandum, sum eisini
hava verið endurtiknir av
politikarum og fjølmiðlum.
Tað er so deiliga lagaligt at
arbeiða við tølum, tí tað er so
nógv ymiskt, sum kann fáast
burturúr, og úrslitini kunnu
tillagast alt eftir, hvat mann
velur at taka við. Í staðin fyri
at siga, at grundupphæddin
í fólkapensjónini ikki er
hækkað síðani síðstu øld, so
kann mann velja at siga, at
útgjaldið frá Samhaldsfasta
er hækkað við 284,3 % síðan
2004. Bæði tvey eru sann
leikar, sum einsamalt geva
lítla meining.
Sambært AT eigur javn
ingin av pensjónum at fylgja
lønarvøkstrinum á arbeiðs
marknaðinum. At javna eina
lønarkrónu og eina pen
sjónskrónu við sama pro
sentsatsi gevur tvey ógvuliga
ymisk úrslit fyri borgaran.
Tað er jú munur á at javna
eina skattskylduga krónu
og eina ikki-skattskylduga
krónu.
AT kemur í sínum lesara
brævi við eini rúgvu av tøl
um, sum eg havi meira enn
trupult við at finna runt í.
Eg havi í staðin valt at gera
mína egnu samanbering av
inntøkuvøkstri hjá ávikavist
einum
støkum
fólkapen
sjónisti og einum lønmót
takara í Føroya Arbeiðarafelag
(uttan børn og við miðal
kommunuskattaprosenti).
Hækking 2004-2011 í tøkari
inntøku (t.v.s. eftir skatt og
arbeiðsmarknaðargjøld):
• Fólkapensjónistur
uttan aðra inntøku
enn fólkapensjón: Tøk
inntøka hækkað við
umleið 30 %
• Løntakari fulla tíð í Før
oya Arbeiðarafelag: Tøk
inntøka hækkað við
umleið 14 %
Tað er ikki bara prosentfifl,
at pensjónin er hækkað meir
- eisini í krónum er pensjónin
hækkað munandi meira enn
arbeiðsmannalønin.
Tað, sum hevur týdning,
er, hvat borgarin hevur at
liva fyri, og hvat stendur
eftir niðast á linjuni – og
ikki hvussu partar av eini
ógvuliga fløkjasligari pen
sjónsskipan eru javnaðir og
ikki javnaðir.
Ein týdningarmikil partur
av greinini hjá AT snýr seg um
pensjónsnýskipanina, sum
eg her ikki fari at fyrihalda
meg til, orsaka av mínum
avmarkaða kunnleika til ný
skipanina.
Heri Petersen, Hoyvík
Brotsverk móti børnum við breki
SVF vísti í gjárkvøldið støð
una hjá einstøkum av teim
mongu børnunum í okkara
samfelag, ið hava sálarliga
hjálp fyri neyðini.
Tað er fullkomuliga óskilj
andi, at politiski myndug
leikin góðtekur eina tvey ára
bíðitíð, áðrenn kanning og
viðgerð kann verða framd
fyri hin einstaka.
Hetta er ein ómenniskjans
ligur atburður, sum ikki eigur
at vera toldur.
Peningaliga sæð hava vit
bæði ráð til at fáa kø-ina
burtur innan fyri avmarkaða
tíð og fáa avsett orku til
framyvir at fylgja tørvinum
soleiðis, at bíðitíðin ikki fer
upp um ein mánað.
Menniskjansliga sæð eru
vit sera fátøk, tá vit - í okkara
peningaliga ríkidømi - loyva
okkum at halda børnini (og
teirra avvarandi) í svárari
neyð yvir ár, tí vit ikki VILJA
hjálpa teimum beinanvegin
eftir at tørvurin hevur víst
seg, tí - eisini og kanska ser
liga í tílíkum førum - er skjót
hjálp besta hjálp, meðan
seiðpínaríið bert økir um
skaðarnar, ið kunnu standast
- og sum standast - av óvið
gjørdum sálarligum trupul
leikum.
Fátækt er tað land, ið letur
børn síni líða.
Dagfinnur Danbjørg