mánadagur 2. mai 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. mai 2011 · Nr. 50
12
Sosialurin
Kjak
Um trygdina í sambandi við
parkeringina í Hoydølum
Hesar
seinastu
dagarnar
hava miðlarnir gjørt nógv
burturúr, at ein næmingur
er burturvístur frá Føroya
Studentaskúla og HF-skeiði
fyri at hava parkerað tvær
ferðir á skúlans øki uttan
loyvi.
Av tí, sum higartil er
komið fram, er lætt at fáa ta
fatan, at talan er um eitt reint
ferðslu- og parkeringsmál, og
tá er væl skiljandi, at málið
fyri
uttanfyri
standandi
sær margháttligt út, og at
revsingin tykist sera ógvislig
í mun til brotið. Málið verð
ur framsett sum, at ein næm
ingur fær sína framtíð lagda
í oyði fyri eitt brot, sum sam
felagið annars revsar við eini
bót upp á 200 kr.
Føroya Studentaskúli og
HF-skeið sær ikki málið sum
ein parkeringsspurning, men
sum eitt mál um trygd skúl
ans. Umrøddi næmingurin
er ikki burtuvístur fyri,
sum tikið hevur verið til, “at
parkera á skeivum stað” ella
“at parkera har, sum bara
lærarar havi loyvi at parkera”,
men fyri í tveimum førum at
hava sett atlitið til trygdina á
skúlanum til viks.
Í Hoydølum hava 800 fólk
sína dagligu gongd, og skúlin
hevur 50 parkeringspláss.
Samstundis eru til- og frá
koyringarumstøðurnar
trongligar
og
tvørligar.
Undir hesum umstøðum er
ikki møguligt at geva par
keringina á skúlans øki leysa
uttan at skapa ein ruðuleika,
sum vil gera tað ógjørligt at
fáa sjúkra- ella sløkkiliðsbilar
fram til skúlan, tá tørvur
er á tí. At hava skipaði par
keringsviðurskifti á skúl
anum er tí ein trygdar
spurningur,
og
vantandi
tamarhald á parkeringini er
ein ítøkiligur trygdarvandi,
sum, um ringast vil til, kann
kosta mannalív í sambandi
við eldsbruna, vanlukku ella
akutta sjúku.
Tær núverandi parkerings-
og trygdarreglurnar vórðu
innførdar í august 2007, og
síðani tá hava allir næmingar
verið væl og virðiliga kunn-
aðir um tær, bæði um trygd
aratlitini,
sum
liggja
til
grund fyri teimum, og um
strongu avleiðingarnar av
at bróta tær, sum eru ásettar
júst av trygdarávum. Hetta
hava næmingarnir skilt, tí
brotini á reglurnar hava
verið lutfalsliga fá, og eingi
verulig mótmæli hava verið
fyrr enn nú eftir knøpp fýra
ár, tá reglurnar fyri fyrstu
ferð fáa ítøkiligar fylgjur fyri
ein næming, ið hevur brotið
tær tvær ferðir.
Reglurnar
innibera
í
stuttum, at næmingar og
lærarar skulu hava skrivligt
loyvi at parkera á skúlans
øki. Tá ein næmingur brýtur
reglurnar fyrstu ferð, fær
hann eina skrivliga ávaring,
har gjørt verður greitt, at
brýtur hann reglurnar aftur,
er næsta stigið burturvísing.
Loyvini verða givin eftir
tørvi, soleiðis at lærarar fáa
parkeringsloyvi fyri at kunna
koma til og frá skúlanum, tá
teir hava tímar, og næmingar
fáa parkeringsloyvi, um teir
t.d. eru tilkomnir og hava
smá børn, ið skulu latast
og heintast áðrenn og eftir
skúlatíð, hava kropsligt brek
ella skaða, ið ger tað tvørligt
at ganga longri teinar ella
taka einstakar lærugreinir,
meðan teir hava annað ar
beiði uttan fyri skúlan, og tí
hava tørv á at koma skjótt til
og frá, tá teir skulu til undir
vísing.
Fyriuttan at fremja trygd
ina á skúlanum, tryggja
parkeringsreglurnar soleiðis,
at tey alt ov fáu parkerings
plássini koma teimum til
góðar, sum hava størst tørv
á teimum.
Tað vóru tríggjar hend
ingar, ið leiddu til, at skúlin
innførdi
parkerings-
og
trygdarreglurnar í august
2007.
Í 2004 royndi Brunaum
sjón Landsins til fánýtis at
fáa ein sløkkiliðsbil oman til
skúlan. Í hesum sambandi
átalaði brunaumsjónin hvass
liga vantandi brunatrygd
ina, sum stóðst av óskipaðu
parkerings og ferðsluviður
skiftunum í Hoydølum.
Sum fylgja av hesum
setti Mentamálaráðið ein
arbeiðsbólk við umboðum
fyri
skúlan,
Mentamála
ráðið, Landsverk, Tórshavnar
Kommunu og Skógfriðingar
myndugleikan, sum gjørdi
eina verkætlan fyri at bøta
um ferðslu- og parkerings
viðurskiftini í Hoydølum.
Í
2006
játtaði
Løgtingið
neyðuga
peningin,
og
í
januar 2007 varð farið undir
arbeiðið. Men í februar sama
ár,
steðgaðu
Tórshavnar
Kommuna og Skógfriðingar
myndugleikin
arbeiðinum,
ið tey annars sjálvi høvdu
verið við til at leggja til
rættis. Síðani tá hevur verið
ógjørligt at komið víðari
við nøkrum æltanum um at
bøta um ferðsluviðurskiftini
í Hoydølum.
Í juni 2007 brann gamla
gentukostdeildin í grund.
Hetta hendi til alla lukku
uttan fyri skúlatíð. Men
var tað hent í skúlatíð, so
hevði ikki verið gjørligt hjá
sløkkiliðsbilunum at sloppið
framat, og sannlíkt hevði
eisini eldurin eisini fest í
fleiri bilar, sum plagdu at
standa parkeraðir tætt upp
at bygninginum.
Tað var eftir hendan
eldsbrunan, at tað gjørdist
leiðslu skúlans greitt, at par
keringsóskilið, sum valdaði
við skúlan, var ein ítøkiligur
vandi fyri vælferð og heilsu
hjá næmingum og starvs
fólkum. Og tað var eins
greitt, at ongin myndugleiki
oman fyri skúlan fór at gera
nakað fyri at loysa hetta
vandamálið.
Neyðugt var tí hjá skúl
anum
sjálvum
at
gera
nakað
álvarsligt
fyri
at
fáa tamarhald á parker
ingini í Hoydølum, og tí
vórðu trygdar- og parker
ingsreglurnar settar í gildi.
Reglurnar eru strangar, tí
rektarin á skúlanum hevur
ikki aðrar møguleikar enn at
nýta ásetingarnar í studenta
skúla- og HF-kunngerðunum
um skilhaldsreglur, har ein
astu tøku revsingarnar eru
ávaringar og burturvísingar.
Afturfyri hevur skúlin so
nýtt nógva orku uppá, at
kunna næmingarnar væl um
orsøkirnar til, at reglurnar
eru ásettar, og um fylgjurnar
av at bróta tær.
Sum rektari er tað sjálv
andi ikki hugaligt, at tað
skal ávirka framtíðina hjá
einum næmingi at hava
brotið trygdarreglur skúl
ans. Men hinvegin veit ein
hvør næmingur á Føroya
Studentaskúla og HF-skeiði,
hvørjar reglurnar eru og
hvørjar fylgjurnar eru av
at bróta tær. Næmingurin
hevur eitt val í mun til regl
urnar.
Sum rektari vildi eg haft
tað verri, um skúlin onga
ábyrgd tók av viðurskift
unum, lat standa til, og at
ein eldsbruni, ein vanlukka
ella akutt sjúka førdi til, at
næmingar ella starvsfólk
fingu álvarsligan skaða ella
lótu lív, tí hjálp ikki fekst fram
orsakað av ferðsluóskilinum,
sum valdaði kring skúlan.
Leiðsla skúlans fær í
hesum døgum harðar ákoyr
ingar frá m.a. Marjus Dam,
ið sum løgtingslimur einki
hevur gjørt fyri at loysa
parkeringstrupulleikarnar
hjá skúlanum. Men onkurs
vegna kenni eg á mær, at teir
politikarar, sum harta skúlan
fyri at taka ábyrgd av einum
trupulleika, ið teir sjálvir
áttu at loyst, neyvan høvdu
staðið við okkara lið, um ein
vanlukku veruliga var hend,
og skaði ella mist mannalív
stóðust av, at tað ikki bar til
hjá sjúkra- ella sløkkiliðsbili
at sleppa fram til skúlan í
tøkum tíma.
Næmingurin, sum mál
ið snýr seg um, fekk ætl
anarskriv um burturvísing
tann 14. desember 2010. Av
tí at hetta var fyrstu ferð,
at eitt slíkt mál varð sent
Mentamálaráðnum til kæru
viðgerð, gjørdist málsvið
gerðin drúgv og endaliga
staðfestingin
hjá
Menta
málaráðnum fyrilá ikki fyrr
enn 15. apríl. Tað vil siga, at
næmingurin hevur livað í
óvissu í 4 mánaðir.
Skúlin er sera nøgdur við,
at Mentamálaráðið í við
gerðini av kæruni hevur góð
kent grundgevingar skúlans
fyri parkerings- og trygdar
ásetingunum og fyri teimum
revsingum, sum fylgja við.
Hetta er týdningarmikið fyri,
at framhaldandi at varðveita
trygdina kring skúlan.
Nú
Mentamálaráðið
hevur viðgjørt og góðkent
grundarlagið undir umsiting
skúlans av parkerings- og
trygdarreglunum,
vil
tað
frameftir verða gjørligt at
viðgera mál av hesum slagi
munandi skjótari. Tað vil tí
ikki undirgrava reglur skúl
ans, um atlit verða tikin til
ta drúgvu málsviðgerðina
og tað harav avleidda stóra
menniskjansliga trýstið, sum
nú burturvísti næmingurin
hevur verið undir.
Eg havi tí í dag heitt á
Mentamálaráðið um –orsakað
av drúgvu málsviðgerðini
í hesum førinum- at taka
aftur revsingina hjá hesum
næminginum og loyva við
komandi at fara til próvtøku
eftir vanligum treytum.
Mikkjal N. Helmsdal
rektari á Føroya
Studentaskúla og HF-skeiði