mánadagur 2. mai 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. mai 2011 · Nr. 50
24
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Fyrr í ár gekk illa í hond hjá Chelsea,
sum upp á eitt tíðspunkt var
heili 15 stig aftanfyri Manchester
United. Dreymurin um at vinna
meistaraheitið var burturblivin í
eini røð av vánaligum avrikum og
fokus var sett á Champions League.
Inn kom Fernando Torres fyri
áleið eina hálva milliard krónur,
men hann tóktist ikki kunna
skora um málið so datt á hann. Í
Champions League taptu teir fyri
einum betri Manchester United
liðið og bløðini vóru á tremur
við søgum um venjaraskifti og
óvinskap millum framherjarnar. Í
øllum hesum krepputosinum, datt
boðskapurin um góðu gongdina í
Premier League niður ímillum. Tá
Chelsea vann, so var yvirskriftin,
at Fernando Torres ikki skoraði,
ella at Didier Drogba var ónøgdur
ella at venjarin skuldi koyrast. Men
sannleikin er tann, at Chelsea, nú
tað eru trý umfør eftir, við at vinna
sínar dystir sjálvt kann avgera um
meistaraheitið endar á Stamford
Bridge – tað kann einki annað felag
uttan Manchester United erpa sær
av.
Akkurát ikki innanfyri
Tað var ikki uttan hjálp, at Chel
sea fekk øll trý stigini í granna
uppgerðini í vikuskiftinum móti
Tottenham á Stamford Bridge.
Gestirnir komu á odda við dund
urskoti frá Sandro í fyrra hálv
leiki. Tað sá einki út hjá Chelsea,
tá Frank Lampard stutt undan
hálvleikssteðginum royndi seg við
skoti. Málmaðurin hjá Tottenham,
Heurelho Gomes, misti bóltin mill
um beinini, vendi sær og strekti
seg alt hann var mentur fyri at
náa bóltinum áðrenn hann fór um
málstrikuna. Hetta er ikki fyrstu
ferð, at Gomes hevur lætið inn bílig
mál, men hesa ferð vístu sjónvarps
myndirnar, at hann faktist megnaði
at steðga bóltinum áðrenn hann
var heilur innanfyri málstrikuna.
Linjuverjin metti tó, at so var ikki
og Chelsea hevði javnað.
Meistaraheits hepni?
Tað er tiltikið, at liðini, ið vinna
meistaraheitini, hava eitt ávíst
hepni á sínari síðu. Spurningurin
er so, um tað er tað hepni, sum
flylgdi Chelsea leygardagin, tí stutt
fyri tíð koppaði enn ein avgerð til
fyrimuns fyri teir bláu úr London.
Innskifti Salomon Kalou tóktist
verða akkurát rangstaddur, tá
hann í 89. minutti legði Chelsea á
odda. Hóast alt prátið um kreppu
og feilkeyp, so er støðan tann, at
Chelsea komandi vikiskiftið fer til
Old Trafford við einum møguleika
at vinna meistaraheitið.
Endiliga riggaði hjá Arsenal
Tá tað nú eydnaðist Arsenal at
vinna ein týðandi sigur, er avleið
ingin at grannarnir úr Chelsea
sleppa framat í stríðnum um enska
meistaraheitið.
Arsenal
hevur
leingi verið fremsti avbjóðarin
til Manchester United, men ein
røð av verju og málmansvillum
hevur spent bein fyri einum
meistaraheitið og úrslitið er, at teir
bara kunnu búka sigurin til eitt
herðaklapp.
Arsenal var uttan liðskiparin,
Cesc Fabregas og í hansara stað hevði
Arsenal venjarin, Arsene Wenger, valt
20-ára gamla walisan, Aaron Ramsey.
Tað skuldi vísa seg at verða ein góða
avgerð. Mest umtalaða støðan í fyrra
hálvleiki var tá Arsenal vildi hava
brotsspark. Eftir innlegg úr høgru
er Manchester United miðverjin,
Nemanja Vidic, fyrstur á bóltin,
sum fer út til horna. Meðan Arsenal
framherjin, Robin van Persie, royn
di at gera vart við eitt hvørt vístu
sjónvarpsmyndirnar, at serbin nýtti
hondina til hjálpar. Hóast Robin van
Persie royndi at forklára dómara
num hvat var hent, so fingu teir bara
horna burtur úr støðuni.
Tíggju minuttir fyri hálvleik
kom einasta málið í dystinum.
Robin van Persie legði innfyri úr
høgru, har Aaron Ramsey plaseraði
bóltin í málið til stóra gleði fyri
Arsene Wenger og Arsenal. Eftir
hetta tók Manchester United meira
yvir og onkuntíð var vandi á ferð,
men Wojciech Szczesny í Arsenal
málinum tók sær av tí, sum var at
gera. Í hinum endanum vóru Arse
nal óneyvir við seinastu sendingini
og tí hevði Edwin van der Sar lítið
at gera.
Tríggjar minuttir fyri tíð vildi
Manchester United so hava brots
spark. Innskifti Michael Owen fór
umkoll í Arsenal brotsteiginum,
men aftur valdi dómarin ikki at
bríksla. Sjónvarpsmyndirnar vístu
at tað var samband millum Michael
Owen og Arsenal verjuleikaran.
“Mind games”
Hugtakið “mind games” verður
brúkt, tá ein venjari onkursvegna
roynur at leggja trýst á dómaran
ella skapa órógv í hópinum hjà mót
støðuliðnum, við at úttala seg um
ávís ting upp á ávísar mátar. Hetta
hevur Sir Alex Ferguson verið tiltikin
fyri at duga væl. Hvør minnist ikki,
tá Kevin Keegan mitt í 90’inum
misti eina leiðslu upp á 12 stig og
bleiv í øðini inn á Sir Alex bein
leiðis í sjónvarpi. Hann hevur longu
vent eyguni móti dystinum kom
andi vikuskiftið, tí eftir dystin móti
Arsenal segði hann, at Chelsea tykist
fáa allar dómaraavgerðir til teirra
fyrimun, meðan Manchester United
eru fyri órøttum. Hann vísti eisini
til nakrar avgerðir, ið hava verið til
fyrimuns fyri Chelsea í dystum móti
júst Manchetser United. Viðvíkjandi
hondini hjá Nemanja Vidic, ið skuldi
verið brotsspark til Arsenal og helst
reytt kort til Nemanja Vidic segði
hann, at tann støðan var sera torfør
at fáa eyga á og tí var tað ikki eins
klárt brotsspark og tað hjá Michael
Owen móti endanum. Sir Alex er ikki
býttur og veit væl, at Nemanja Vidic
var heppin. Tað hevur tó eydnast
honum longu nú, at lagt trýst á
domaran til komandi vikuskiftið. Um
tað riggar ella ikki skal verða ósagt,
men Sir Alex veit hvørja knappar
hann skal trýsta á, tí hann hevur
verið í oddinum í enskum fótbólti í
skjótt tjúgu ár.
Premier League finalan
Sostatt eru útlit fyri eini finalu, ið
helst kemur at avgerða hvør vinnur
Premier League í ár. Manchester
United hevur munin, tí teir eru trý
stig fremst og hava heimavøll. Bæði
liðini hava +38 í málúrtøku. Um
framt Chelsea, so hevur Manchest
er United Blackburn á útivølli og
Blackpool á heimavølli eftir. Chel
sea skal á vitjan hjá Everton og fær
vitjan av Newcastle. Í fjør hittust
liðini í eini líknandi støðu, tá vann
Chelsea 2-1. Dysturin millum Man
chester United og Chelsea verður
sunnudagin klokkan 16:10.
Arsenal tryggjar Chelsea
Premier League finalu
Aftur hetta vikuskiftið vóru nógvar umtalaðar dómaraavgerðir í Premier League og endin
av øllum tí er, at komandi sunnudag verður eitt brak av einum dysti á Old Trafford millum
Manchester United og Chelsea, ið helst avgerð hvør vinnur enska meistaraheitið í ár