Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-02, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mai 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 2. mai 2011 · Nr. 50 Sosialurin Hin 19. mai lut­tekur estlendski fíggjar­mála­ráð­ harrin, Jurgin Ligi, í al­menn­ ari Vinnuráðstevnu í Runa­ vík. Tað er Eysturoyar Vinnu­ lívs­felag, sum hevur bjóðað Jurgin Ligi, ið varð kosin til árs­ins fíggjarmálaráðharra í Evropa­samveldinum í 2010, til Føroyar. Ráðstevnan fer at viðgera, hvør lykilin er til est­lendsku framgongdina bæði frá einum politiskum og einum vinnuligum sjó­nar­ miði, umframt hvat Estland ger fyri at vera eitt áhugavert land fyri íleggjarar. Estland er eisini vorðið eyðkent fyri sína fyrimyndarligu skatta­ skip­an, ið fleiri lond hava tik­ið til sín. Spennandi workshop, fyrilestur og konsert við Lars Muhl og Githa Ben-David verður í Grønlendingahúsinum leygardagin 14. mai kl. 10-21. Lesið meir á: http://lekton.cloudaccess.net Kostnaður kr. 900,- fyri alt tiltakið íroknað heilsugóðan mat. Tilmelding: send teldupost til ann.askham@gmail.com Le k j a n d i tó n a r Eirikur Lindenskov Tekniska nevnd hjá Tórs­ havn­ar kommun hevur enda­liga tikið av einum ti­l­ boð frá føroyskum veitara um GPS-útgerð, SMS-út­gerð og hospots - ella tráð­leys­u­m inter­neti - til nýggju buss­ leiði­na, sum fer at koyra fra 1. juli. Tað sigur Levi Mørk, bý­ráðs­limur í Havn, sum hev­ur verið íðin talsmaður fyri at fáa slíka skipan í lag. Hann sigur, at tilboðið er í fimm stigum og fevnum í høvuðsheitum um SMS, GPS og hotspotsskipan. - Útgerðin verður sett í nýggju bussleidina fra 1. juli. Hetta ber í sær, at allir teir 15 nýggju bussarnir hja Gundurs bussum fáa hesa skipan, sum verður sett í verk millum 1. juli og 1. otktober í ár, sigur hann. Somuleiðis er ein onnur tæn­asta keypt frá øðrum før­oysk­un veitara. Henda tæn­asta fevnir um eina skip­an við einum forriti til fartlelefonir, sonevnt »City App«, har tað ber til at fylgja Bussleiðini gjøgnum i-Phone og Android far­tele­ fon­ir. Á figgjarlógini fyri 2011 er ein millión sett av til enda­málið. - Eg eri sera fegin um, at hetta málið nú er komið so langt, at tað er endaliga av­ greitt, sigur Levi Mørk, sum legg­ur afturat, at tekniska nevnd samtykti einmælt æt­lan­ina. Eirikur Lindenskov Endamálið við UPR er at trygg­ja, at londini veita sín­ um borgarum ásettu manna­ rættindi bæði í lóg og í verki. Hetta er ein nýggj tilgongd, har øll ST limalond skulu fyri Mannarættindaráðið at eftirmeta støðu­na við­víkj­ andi manna­rætti­nd­um í egn­ um landi sum heild. Eftirmetingin verður í dag frá klokkan 15-18 á ST manna­rættinda skrivstovuni í Geneve, har ein donsk sendi­nevnd við umboðum úr Føroyum og Grønlandi lut­tek­ur. Danmark byrjar við eini innleiðandi framløgu á 15 minuttir, og síðan hava Grøn­land og Føroyar hvør sína innleiðandi framløgu á fimm minuttir hvør. Eftir fram­løgur­nar verður eitt skip­að kjak millum danska rík­ið og hini ST limalondini. Eitt­hvørt ST limaland kann seta fram spurningar um manna­rættindi í Danmark, Grøn­landi og Føroyum, gera við­merkingar og koma við til­mæl­u­m til at betra um støðu­na viðvíkjandi manna­ rætt­indum. Útgangsstøði fyri eftir­ met­ingina er ein frágreiðing, sum danska stjórnin hevur ritað saman við Føroyum og Grøn­landi, og sum var latin ST í mars í ár. Frágreiðingin lýsir støðuna viðvíkjandi manna­rættindum í danska ríki­num, og Føroyar hava sín egna sjálvstøðuga part í frá­ greið­ing­ini. Uttanríkisráðið skipaði fyri almennari hoyring um mannarættindi í Miðla­húsi­ num tann 17. november 2010, har borgarar og áhugabólkar kundu sleppa til orðanna og á henda hátt geva sítt ískoy­ ti til UPR tilgongdina og til frágreiðingina til ST Manna­ rætt­indaráðið. Tað, sum fund­ar­fólk førdu fram undir hoyr­ing­ini, hevur verið nýtt sum íkast til at rita føroyska part­in av frágreiðingini. Eftirmetingin verður varp­að út beinleiðis á heima­ síðu­ni hjá ST og kann síggj­ ast á: http://www.un.org/ webcast/unhrc/index.asp Frágreiðingin sæst her. Kunning um UPR tilgongdina finst á heimasíðuni hjá ST á: http://www.ohchr. org/en/hrbodies/upr/ pages/uprmain.aspx Estlendski fíggjarmála­ ráðharrin til Føroyar Mannarættindi í Føroyum skulu nú eftirmetast av ST MANNARÆTTINDI Í dag skulu Danmark, Grønland og Føroyar fyri fyrstu ferð fyri ST Mannarættindaráðið í sambandi við eftirmetingartilgongdina, ið kallast Universal Periodic Review (UPR) Internet í Buss­ leiðini 1. juli HOTSPOT Tá nýggju býbussarnir í Havn fara at koyra seinni í summar, kunnu ferðandi nýta internetið, meðan tey koyra í bussunum. Eisini ber til við fartelefonum at fylgja við, hvar bussarnir eru