mikudagur 4. mai 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51
6
Sosialurin
Uni Holm Johannesen
Gullmappurnar, ella ‘Golden
Maps’, er heitið á mynda
mappum, sum ferðast runt
umvegis teldupostar á inter
netinum júst nú. Myndir av
naknum ella lættkløddum
føroyskum konufólkum í
aldursbólkinum frá 16 til
26 ár, sum nakrir føroyskir
dreingir onkursvegna hava
skavað saman í eina mappu.
Myndirnar hava teir sent
runt til fleiri vinmenn, sum
hava sent víðari til sínar
vinmenn. Út við 80 myndir av
fleiri føroyskum konufólkum
í alt.
Politistøðin í Havn veit
um myndirnar. Málið er
meldað og undir viðgerð.
Kriminaldeildin vil ikki upp
lýsa annað í løtuni.
Upprunin til myndirnar
eru ymiskar. Summar hava
helst sent privatar myndir
sum eina fitta heilsan til sín
unnasta, og aðrar myndir eru
á internetinum framman
undan. Summar gentur eru
fullkomiliga naknar, aðrar
eru í undirklæðum, og onkrar
myndir eru av føroyskum
gentum í býarlívinum.
Sosialurin veit um fleiri
gentur, sum kenna seg mis
nýttar og ærumeiddar.
Lætt at finna fram
Dátueftirlitið umsitur per
sónsupplýsingarlógina
og
kunngerðirnar, sum hoyra til
persónsupplýsingarlógina.
Ingunn Eiriksdóttir, stjóri,
kennir ikki ítøkiliga til hesar
myndamappurnar. Hon legg
ur hinvegin áherðslu á, at tað
er væl møguligt at steðga
slíkum.
– Tað vísir seg at vera
lættari at finna fram til per
sónar, sum hava sent slíkar
teldupostar, enn dulnevnd
fólk á almennum heima
síðum, sigur Ingunn Eiriks
dóttir, sum ikki kann gera
ítøkiligar viðmerkingar til
hetta málið. Hon veit lítið og
einki um tað.
Ein av fremstu avbjóðing
unum hjá Dátueftirlitinum
er at læra føroyingar góðan
fólkaskikk á netinum.
Vindur upp á seg
Trupulleikin, at føroyskar
gentur verða misnýttar á
alnetinum, veksur støðugt í
Føroyum. Tað eru fleiri dømi
um tannáringar, sum verða
lokkað at lata seg úr klæð
unum framman fyri vev
myndatólinum.
Sosialurin
hevur seinasta árið skrivað
um fleiri hendingar, har før
oyskar gentur eru komnar
illa fyri á alnetinum.
Dátueftirlitið fær javnan
fyrispurningar frá føroying
um, sum kæra sína neyð, tí tey
eru útspilt, happað, víst fram
og annað á internetinum.
“Golden Maps” er aftur
eitt dømi, hvussu náðileyst
og ódámligt internetið kann
vera.
Føroysk
bróst
ferðast á
alnetinum
Tað, sum kanska var ætlað sum ein fitt heilsan til sjeikin, er nú marra hjá nøkrum føroysku konufólkum. Fleiri
føroyskar gentur kenna av álvara sviðan av vansunum við internetinum í hesi løtu. Myndamappurnar “Golden
Maps” við 80 myndum av naknum og lættkløddum føroyskum gentum ferðast runt millum føroyingar