mikudagur 4. mai 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51
Sosialurin
Onnur eru eisini komin illa fyri
Tað eru ikki bara konufólkini, sum myndir eru av, ið eru komnar illa fyri av
»Golden Maps«.
Myndir eru eisini av naknum gentum, har tú ikki sær andlitið. Nakrir
dreingir hava verið skjótir at sett navn á, og leysasøgurnar ferðast skjótt.
Sosialurin veit um eina, sum er løgd undir at hava tikið myndir av sær
sjálvari, meðan hon hevur verið nakin – hóast tað ikki passar.
Fleiri hava rópt eftir henni í býarlívinum, og hon kennir seg sera illa
viðfarna av nøkrum, hon ikki hevur gjørt.
10 góð ráð um
góða siðvenju
á internetinum
1.
Gev ongantíð einum, tú ikki kennir, navn og bústað
tín
2.
Tú kanst hava eitt kelinavn ella geva teg út fyri at
vera okkurt annað, um tú bert hevur góðar ætlanir
3.
Minst til, at tann tú kjattar við, ikki altíð er hann,
hann ella hon sigur seg vera
4.
Ikki siga nakað, sum tú ikki meinar, tí tað kann
enda galið, um tann tú sigur tað við, ikki skilir tað
5.
Tú mást ikki málbera teg rasistiskt, tí tað er í roynd
og veru ólógligt
6.
Ikki arga nakran við teirra útsjónd, tí tað kann
vera ógvuliga særandi
7.
Lat vera við at happa ella arga onnur – heldur ikki
til stuttleika
8.
Hugsa teg um, áðrenn tú sendir ein teldupost ella
sms, tí táð móttakarin hevur sæð hann, vendist
ikki aftur
9.
Ikki hótta onnur til stuttleika, tí tað kann vera
trupult at finna úav, at tú ikki meinar tað
10. Ikki halda onnur uttanfyri, uttan so at tú hevur
eina góða grund
Kelda: Dátueftirlitið, Medierådets børneambassadør, www.medieraadet.dk
Fongsul í seks
mánaðir
Grein 264 d í revsilógini sigur soleiðis:
”Straffelovens § 264 d er en væsentlig del af
straffelovens værn mod krænkelser af privatlivets
fred. Bestemmelsen forbyder uberettiget videregivelse
af private meddelelser og billeder.
Med bøde eller fængsel indtil 6 måneder straffes
den, der uberettiget videregiver meddelelser eller bille
der vedrørende en andens private forhold eller i øvrigt
billeder af den pågældende under omstændigheder,
der åbenbart kan forlanges unddraget offentlig-
heden. Bestemmelsen finder også anvendelse, hvor
meddelelsen eller billedet vedrører en afdød person”