Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mai 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52 12 Sosialurin Vilmund Jacobsen At sigla við stuttleikabáti og hugna sær saman á báta­festi­ valum, stevnum og útferðum annars er nakað, sum rætti­ liga hevur vundið upp á seg í Føroyum seinnu árini. Tað eru eisini fleiri ár síðan, at før­oyingar byrjaðu at fara uttan­lands at sigla við sínum bát­um, eitt nú til Noregs. Norrø­na tók bátar og fólk við til Bergens, og soleiðis hava nógv­ar føroyskar familjur havt frálíkar túrar innan fyri norska skergarðin, har siglt hev­ur verið millum bygdir. Tá Oyggjaleikir vóru í Het­landi fyri nøkrum árum síðan, vóru eisini nógvir før­oysk­ir bátar – størri og smærri – á ferð millum lond. Flestu bátar sigldu bæði niður til Hetlands, har steðg­ að var í nakrar dagar – og síð­ an heimaftur til Føroya. Millum bátarnar, sum vóru á hesi ferð, vóru stórir og flottir glastrevjabátar og heilt niður í áttamannafør. Nógv­ar familjur nýttu høvi at gera hendan túrin sam­an, og í øðrum lagi vóru kenn­ ing­ar og vinfólk saman á hes­um bátum. Tað tekur umleið eitt sam­ døg­ur at sigla úr Føroyum til Het­lands við 7-8 míla ferð. Hetta er langur vegur hjá børn­um í smærri bátum, og tí sigldu kvinnur og børn í summ­um førum niður til Het­lands við Norrønu. Í nakr­ar dagar hugnaðu tey sær saman við teimum, sum høvdu siglt niður í bátum, til kvinnur og børn aftur fóru heimaftur við Norrønu, sam­ stund­is sum bátarnir loystu aftur í Hetlandi. Byrja á Toftum Eingin ivi er um, at báta­sigl­ ing er komin fyri at vera, og nú leygardagin verður so árs­ ins fyrsti bátafestivalur, har Toftir er í miðdeplinum. Bátarnir møtast inni í Skálafirði klokkan 12, og ein tíma seinni verður stevnt út eftir fjørðinum, har bátafylgið kemur inn í Oyrahavnina á Toftum klokkan 14. Ein hálvan tíma, áðr­enn bátarnir stevna inn í Oyra­ havnina, byrja har­mon­i­ku­ leikarar at spæla fyrstu løg­ ini við bátahylin. Vanligt er, tá bátarnir hava lagt til bryggju, at bátsfólkið fær heita suppu og okkurt lesk­andi, og soleiðis verður helst eisini hesaferð. Fleiri bátsmanningar bin­ da bátarnar og liggja fyri nátt­ina, eins og bátsfólkið lut­tek­ur í teimum tiltøkum, sum eru á festivalinum. Tað eru tó altíð nakrir bátar, sum lut­taka í siglingini, men sum kort­ini ikki gerast partur av sjálv­um stevnutiltakinum, tí eitt hvørt annað er á skránni, sum leygardagurin líður. Tey, sum standa aftan­ fyri bátafestivalin á Toft­ um, heita á so nógvar báta­ eig­ar­ar sum gjørligt um at loysa og at verða við í sigl­ ing­ini leygardagin – eisini, um viðkomandi ikki hava møguleikan at ger­ast part­ur av sjálvum stevnu­til­tøku­ num. Ymisk á skránni Ein skrá er løgd fyri báta­ festi­valin, har ymiskt er á skrán­ni, bæði fyri børn og vaks­in. Klokkan 15 leygardagin lata hoppiborgir og ymiskt ann­að upp á festivaløkinum, og har verður eisini tombola. Pylsuvognur verða opin á øki­num, og Navia fer at selja úr einum tjaldi. Longu klokkan 16 leygardagin verða fest­i­val­ búffar seldir, og eftir klokk­ an 16 verða ymiskt tón­ leika­tiltøk, har eitt ní Niels Mid­jord og Hallur Joensen fara at syngja og spæla – Niels klokkan 16 og Hallur klokk­an 16.30. Uppboðssøla verður av tekning, og um kvøldið So loysa bátarnir aft Í morgin verður ársins fyrsti bátafestivalur, og hesin verður hildin á Toftum. Bátarnir møtast inni í Skálafirði klokkan 12, og ein tíma seinni verður stevnt út eftir fjørðinum, har bátafylgið kemur inn í Oyrahavnina á Toftum klokkan 14 ... ein hálvan tíma, áðrenn bátarnir stevna inn í Oyrahavnina, byrja harmonikuleikarar at spæla fyrstu løgini við bátahylin... Tey, sum standa aftanfyri bátafestivalin á Toftum, heita á so nógvar bátaeigarar sum gjørligt um at loysa og at verða við í siglingini leygardagin – eisini, um viðkomandi ikki hava møguleikan at gerast partur av sjálvum stevnutiltøkunum