Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mai 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52 Sosialurin Vilmund Jacobsen Í fjør summar stovnaðu fólk á Toftum borðtennisfelagið Nyk­ur. Á almennum fundi vórðu fimm fólk vald í nevnd, og eisini vórðu tveir til­taks­limir valdir. For­ mað­u­r gjørdist Kristian í Stórustovu, sum er giftur á Toftum. Í september varð far­ið undir at tekna limir, og sum tíðin er liðin, er lima­ talið í dag 153. Nykur søkti Nes kommunu um venj­ing­ar­tím­ ar, og felagið fekk tveir tímar týskvøld frá 21-23 og tríggjar tím­ar fríggjadag frá klokkan 15-18. Tað eydnaðist eisini felag­num eftir avtalu at sleppa at venja leygarkvøld frá klokkan 18-21, tá eingin ann­ar aktivitetur er í fim­ leik­ar­høllini. Formaðurin ovfarin Kristian í Stórustovu er ovfarin um stóru undir­ tøku­na, sum felagið hevur fing­ið, men vísir á, at felag­ið hevði ynskt sær, at venjingartímarnir vóru fleiri, eins hann hevði ynskt, at venjingartíðirnar vóru meiri passandi. - At venja eitt týskvøld frá klokk­an 21-23, er ov seint hjá børn­um, og fríggjadag frá klokk­an 15-18 er trupult at fáa venjarar, ið hava arbeiði at røkja, tí arbeiðsdagurin er ikki lokin, tá venjingarnar byr­ja. Hann vísir á, at felagið hev­ur stóran stuðul í nøkr­ um ungum monnum og dreing­j­um, sum sjálvir byrj­ aðu at venja í fjør heyst. - Hesir hava verið á venjaraskeið, og teir hava verið felagnum ein ótrú­li­g­ur stuðul – ikki minst frígg­ja­ dag, sum hevur verið dagur­ in hjá børnunum. Kristian í Stórustovu er err­in av, at nýggja felagið á Toft­um longu hevur eitt so stórt limatal. - Sjálvandi eru hetta ikki alt aktivir limir, men flestu teirra, sum hava teknað seg, hava eisini verið og vant. Hinvegin plagar talið av børnum millum 7 og 14 ár, sum venja fríggjadag, at ligg­ja millum 40 og 65, og tað er eitt stórt tal. Aftrat hesum koma so tey vaksnu, sum ven­ja týsdag og leygardag. Pláss til øll Kristian í Stórustovu sigur, at Nykur hevur givið pláss fyri bæði børnum, vaksnum, til­kom­num og eldri, eins og felag­ið eisini hevur givið pláss fyri fólki, sum búgva á bú­stov­ni. - Longu í byrjanini vórðu vit spurd, um vit vildu geva pláss fyri nøkrum ungum monn­um, sum búgva á bú­ stovn­um í Runavík, og her hava einir 6-8 mans ve­r­ ið óførir at vitjað og hava vant borðtennis í felag­num. Hetta eru øll fitt fólk, og hetta hevur riggað ser­stak­ liga væl. Eg haldi, at ungu menninir hava trivist ógvu­ liga væl í skúlanum og hava fing­ið væl burtur úr. Formaðurin í Nyki vísir á, at nú summarið stundar til, verða venjingarnar ikki tær somu, sum tær hava verið, men felagið kundi ynskt sær, at tey mest ágrýtnu høvdu eitt venjingarkvøld um vikuna í eina tíð enn. - Tá so heystið kemur, fara vit í gongd aftur við góð­um treysti, og vit vóna, at felag­ ið tá fær fleiri og betri hósk­ an­di venjingartíðir. 29 FM medaljur Í fleiri ár var borðtennis ein av ítróttargreinunum, sum íðkaðar vóru á Toftum, men tá lógu venjingarnar og virksemið annars und­ ir B68. Soleiðis høvdu børn og vaksin á Toftum høvi at venja borðtennis frá fyrra helmingi av átta­ti­ár­unum fram til endan av ní­ti­ár­ unum. B68 hevði tá borð­ tenn­is fyri bæði dreing­ir og gentur, og felagið hevði nógv góð úrslit at vísa á hesi ár­ini, harav ein hóp av FM-heit­ um. Kristian í Stórustovu er ógvu­liga fegin um og errin av hesum fyrsta árinum hjá Nyki. - Nú allar kappingarnar fyri árið í ár eru loknar, hava leik­ar­ar hjá okkum tryggjað sær ikki færri enn 29 FM- medalj­ur í bæði gentu-og dreingja­deildunum. Hetta eru medaljur, sum eru vunn­ ar heilt úr yngstu deild­um upp í vaksn­am­manna­deildir, sigur hann. Umstøðurnar til borð­ tennis­venjingar í nýggja parti­num av skúlanum eru ógvu­liga góðar. - Vit hava eina frálíka fim­leikarhøll, har pláss er fyri umleið 12 borð­ tennis­borðum. Í løtuni eig­ ur felagið 4 borð, og har­ aftrat læna vit onnur fýra borð, so vit hava átta borð tilsamans. Vit kundu hugs­ að okkum nøkur borð aftr­ at, og vit vóna at fáa ein høvuðssponsor til felag­ið, sum tíðin gongur, so­leið­ is at rásarúmið at út­vega felagnum bestu am­boð­ini verður so gott sum gjør­ligt, sigur Kristian í Stóru­stovu, formaður í borð­tennis­felag­ num Nyki. vilmund@sosialurin.fo Pláss fyri øllum - Borðtennis­ felagið Nykur hev­ur givið pláss fyri bæði børnum, vaks­ num, tilkomnum og eldri, eins og felag­ið eisini hev­ur givið pláss fyri fólki, sum búgva á bú­stov­ ni. Her er pláss fyri øllum, sigur for­mað­urin í Nyki, Kristian í Stórustovu Áhugin fyri borðtennis á Toftum er stórur, og í FM-kappingini í vetur hevur felagið Nykur – longu eftir fyrsta árið - tryggjað sær tilsamans 29 FM-medaljur í flestu deildum Kristian í Stórustovu er formaður í borðtennisfelagnum Nykur. Her teknar Havstein Ellingsgaard seg sum lim í felagnum ur verða eisini mótasýningar við Navia og Insito. Klokkan 20 syngur Hanus G. Johansen, og klokkan 21 verður sangløta við trú­boða­ nar­skipinum, Juvel. Stóra tiltakið, sum flestu vaks­nu munnu gleða seg til, er dansurin við Halli Joensen Band, sum byrjar í tjaldinum klokk­an 23 leygarkvøldið.