fríggjadagur 6. mai 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52
14
Sosialurin
Týsdagin 10. mai hava Jóna
og Jákup Lindenskov í Havn
gullbrúdleyp, tey giftust 10
mai í 1961.
Jóna er úr Fuglafirði og
elst av børnunum hjá Ellefíu
(1912-77) og Jóhannes Jacob
sen (1910-2007), ortopediskur
skómakari í Fuglafirði. Hini
systkini eru: Ninnema (1938),
Óli (1940), Oddvør og Lena
(1942), Sigga (1945) og Osvald
(1950).
Jákup er úr Havn, son
ur
Edvard
Lindenskov
(í
Rættará) og Biritu, sum var í
Leynum, hóast bæði foreldur
hennara vóru úr Kvívík. Jákup
var einasti beiggi í systkina
flokkinum. Systrarnar vóru
Judith (1924-2005), Kathrina
(1929ð1946),
Rannvá
(1934)
og Sunnvá (1938). Jákup tók
realprógv í Havn í 1950, og
sama árið fór hann í læru
hjá Tryggingarsambandinum
Føroyar, sum tá helt til úti í
Tinganesi, og hvørs starvsfólk
kundu teljast á hondunum.
Hann fór seinni til Danmark
ar, har hann gekk á handils
skúla og arbeiddi í trygging.
Eftir skúlagongd í Fugla
firði var Jóna í Handlinum hjá
Pidda (S. P. Petrersen). Átjan
ára gomul fór hon at útbúgva
seg sum sjúkrasystir. Var á
sjúkrasystraháskúlanum
í
Stege í 1955, síðani næmingur
á Dr. Alexandrines Hospital
(Landssjúkrahúsið),
og
í
1958 fær hon psykiatrisku
útbúgvingina
á
St.
Hans
Hospital, Roskilde, og í 1959
narkosoútbúgving á Gentofte
Amtsygehus. Í 1960 verð
ur hon sett í starv á Lands
sjúkrahúsinum, og her hevur
hon síni ríku virkisár, til hon í
oktober 2000 valdi at gevast.
Í 1958 stillaði Suðurstreym
oyar
Javnaðarfelag
Jákup
upp sum nummar eitt til
løgtingsvalið - tá varð stillað
upp í nummarrøð - og hann
varð valdur. Flokkurin hevði
eitt sera gott val hetta árið,
og Petur Mohr Dam gjørdist
á fyrra sinni løgmaður. Jákup
sat á tingi til valið í 1966, tá
hann fall – honum tørvaðu
bert níggju atkvøður. Tá Petur
Mohr Dam doyði í 1968, varð
Jákup valdur í landsstýrið, og
varð hann aftur valdur á ting
í 1970 við hálvtfimthundrað
atkvøðum.
Bara
Erlendur
Patursson og Atli Dam fingu
fleiri atkvøður. Jákup var
landsstýrismaður í fýra lands
stýrissamgongum. Í 1979 still
aði Javnaðarflokkurin hann
upp til fólkatingið, tá vete
ranurin Johan Nielsen legði
frá sær. Jákup varð valdur og
legði landsstýrisstarvið, sum
hann hevði røkt í 11 ár upp á
dagin, frá sær. Hann er tann,
sum hevur sitið longst sum
landsstýrismaður. Jákup sat
á fólkatingi í átta ár, og hann
gavst sum virkin politikari
í 1994, tá hann ikki stillaði
uppaftur til løgtingsvalið.
Hóast Jóna gavst í sjúkra
systrayrkinum
fyri
ellivu
árum síðani, so er hon fram
vegis sera virkin. Samvitsku
full hevur hon røkt tað, henni
varð álagt – sína Florence
Natingale-uppgávu
hevur
Jóna røkt í størsta álvara. At
hon valdi narkosuútbúgv
ingina
gjørdi
somuleiðis
tað, at hon bant seg til eitt
presisjónsstarv av rang. Hon
fekk næmingaárini og fittan
part av virkisárunum á tí
gamla hospitalinum við teirri
útgerð, ið tá var. Tá hon tók við
á skurðdeildini var bert ein
narkosusjúkrasystir,
Laura
Eirikstoft. Við Jónu vóru tær
tvær, sum nú skiftust um
vaktbyrðuna, stand-by dag
sum nátt. Jóna er ein av tí
gamla »besetninginum« frá
tíðini, tá »yvirlæknin« - og
tað var sjálvsagt Pauli Dahl –
ráddi fyri borgum. Jónu sást
tú kvikgongda og skundisliga
fara eftir Hospitalsvegnum,
hon var á síni deild áðrenn
klokkan sló átta, ikki minst tey
17 árini hon var deildarleiðari.
Uttan fyri lívsstarv sítt
hevði Jóna áhugamál, sum
hon røkti ikki minni samv
itskufult.
Maðurin
var
politikari, børnini vóru ein
dýrur lutur, at teimum skuldi
einki tróta var umráðandi.
Jóna hevur tikist við ymiskt
í handligum sum andligum
verki, lesur nógv, fæst nógv
við handarbeið, íðin at binda
inn bøkur og ger nógv burtur
úr ættargransking, er skrivari
í felagnum Ættarbandinum.
At hon eisini hevur sín blómu-
og plantuáhuga, er eyðsýnt í
urtagarðinum í Tórfinsgøtu.
Djørv er hon eisini - so djørv,
at hon sum 72 ára gomul fór
á telduskeið, keypti teldu – og
við henni er hon sera kná.
Hittir tú ikki Jónu, so kanst tú
altíð sendi henni ein teldupost
ella eini boða á Facebook, so
fært tú í øllum førum fatur á
henni.
Í politikki er Jákup kendur
fyri sítt varsemi - ikki minst,
tá tað snúði seg um ríkis
málini. Honum dámdi lítið,
tá menn fóru upp at sveima í
loysingarpráti – hann virkaði
fyri at tryggja lívsgrundarlag
ið, og ríkisveitingina sá hann
sum eina neyðvendigheit til
tess. Hann hevur sera drúgvar
royndir, sum politikari – eitt
nú var ein teirra, sum í januar í
1959 fór niður at samráðast við
H. C. Hansen, forsætisráðharra
um
almannalógirnar,
sum
komu í gildi sama árið – tær
lógir, sum vit í dag síggja
sum eina sjálvfylgju. Øll árini
sum landsstýrismaður umsat
hann almannamál, og tey lógu
honum øll árini næst á hjarta.
Tann fyrsta løgtingsfíggj
arlógin, sum Jákup var við
at samtykkja á tingi var upp
á 18 milliónir. Tann síðsta,
hann var við til at samtykkja
– tað var í 1993, var upp á 2.500
milliónir! Hetta lýsir kanska
broytingarnar í samfelag okk
ara – og í politikki, tey árini
Jákup var virkin politikari.
Meðan Jákup var lands
stýrismaður vórðu lunnar
lagdir undir fleiri batar, eitt
nú lógina um dagpengar við
sjúku og barnsburð, eins og
deildirnar á Eirargarði vórðu
bygdar at hýsa teimum menn
ingartarnaðu, sum fram til ta
tíð vórðu send av landinum á
stovn í Danmark. Tey kundu
nú flyta heimaftur av Rødby
gaard.
Í sínum borgarliga starvi á
Tryggingini var Jákup við til at
seta á stovn Lívstryggingina –
hetta var árið fyri at hann fór
í farloyvi frá Tryggingini fyri
at gerast landsstýrismaður
– og hann var burturi frá
tryggingini næstu 16 árini.
Øll árini hevur Jákup
verið virkin innan fráhalds-
rørsluna gjøgnum Losjuna í
Havn, har rættuliga stórt ung
dómsvirksemi var í fimmti
og sekstiárunum. Hann var
formaður í Ungmannadeildini
hjá IOGT, tá tey stovnaðu
hondbóltsfelagið Kyndil í 1956.
Eisini var hann var eitt skifti
í sekstiárunum blaðstjóri á
Sosialinum.
Jákup var í nógv ár for
maður
í
endurbúgvingar
stovninum ALV, hann hevur
verið formaður í Heilbrigd
inum á Velbastað síðani tað
varð stovnað í 1986, var í nógv
ár formaður í stýrinum fyri
Blindastovnin, og var eisini
formaður í nevndini fyri
Eldratilhaldið í gamla Føroya
Bankahúsinum í Tórsgøtu í
Havn – og hann hevur sanni
liga eisini gjørt ein slags
come-back í politikki, tí hann
er valdur í Eldraráðið í Havn
báðu ferðirnar, val hevur ver
ið, so hóast hann er farin um
pensiónsaldur, so hevur hann
framvegis nógv jørn í eldi
num.
Jóna og Jákup eiga børn
ini Elin (1962), sum er gift
við Høgna Rasmussen úr
Gøtu, Birita (1964), sum býr í
Keypmannahavn saman við
Magnus Gregersen úr Gøtu
og Eirikur (1966), sum er giftur
við Ingun Schiller í Havn.
Barnabørnini eru Fía (1979),
Maria (1995), Anna (2001) og
Jónas (2003) – og langommu
og -abbabørnini eru Høgni
(2003) og Lóa (2008). Tey sum
vilja hitta gullbrúðarparið
eru vælkomin niðan á Hotel
Føroyar týsdagin 10. mai
klokkan 17:30.
Nøvn
Gullbrúðarparið
Jóna og Jákup Lindenskov
Føðingar
Hey eg eiti Døgg
og eri 2 ár. 18/4-2011
fekk eg eina lítla
systir. Hon var 54
cm og vigaði 3960
gr. Foreldur okkara
eru Eyðbjørg
Robertson og Róin
Olsen, og vit búgva
á Tvøroyri
29. apríl 2011 fekk
Jóannes Viderø ein
lítla beiggja, sum
var 52 cm langur
og vigaði 3700
gr. Foreldrini eru
Birita Viderø og
Ólavur Johannesen,
Tórshavn.
27. apríl fingu Fía Selma Nielsen, Sandavági, og
Hjalgrímur á Heygu, Vestmanna, eina dóttur. Hon
var 55 cm long og vigaði 3900 gr.
27. apríl fingu Liljan Gullaksen og Helgi Jóhannusson
Bláskor, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 48 cm long og
vigaði 2670 gr.
28. apríl fingu Ása og Heini Krossteig, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3545 gr.
1. mai fingu Oddny Joensen og Suni Mortensen, Vági,
eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4460 gr.
1. mai fingu Sigvør og Eron Debes, Sørvági, eina
dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3700 gr.
2. mai fingu Magnhild Tausen Olsen og Klæmint
Østerø, Runavík, ein son. Hann var 51 cm langur og
vigaði 3100 gr.
4. mai fingu Sólja Jóanisdóttir og Heini Hanusarson,
Sandavági, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði
3835 gr.