fríggjadagur 6. mai 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52
Sosialurin
Eirikur Lindenskov
Veiða Vind er eitt sera for
kunnugt
upprunaføroyskt
tónleikaævintýr eftir Kára
Bæk og Rakel Helmsdal.
Janus á Húsagarði hevur
myndprýtt, og úrslitið er ein
farmúr vøkur myndabók við
fløgu, har Føroya Symfoni
orkestur spælir tónleikin og
Annfinnur Heinesen lesur
ævintýrið.
Veiða Vind er eitt tón
leikaævintýr um trý syst
kin, tær fýra árstíðirnar, ein
dreka, eina álvagentu og eina
bjørn. Ævintýrið er eisini um
hugflog og veruleika í einum
skapandi meldri. Søgan byrja,
meðan stóribeiggi liggur og
lesur upp á kvæðið um Ólav
Riddararós, sum skal út á
heiðina at verða villini hind.
Lítlibeiggi misskilir, men fær
íblástur til at fara út av veiða
vind. Systir hansara fer aft
aná, og so fær hugflogið fríar
ræsur...
Tónaskaldið fær íblástur
frá kvæðalagnum og skapar
eitt frálíkt tónleikaverk, sum
uttan iva fer at hugtaka bæði
børn og vaksin.
Talan er um stóra inn
bundna myndabók í litum,
sum er 42 blaðsíður. Við bók
ini fylgir fløga, har Føroya
Symfoniorkestur við Bren
harði Wilkinson, sum orkest
urleiðara spælir tónleikin.
Mánadagin 9. mai byrja
barnakonsertirnar hjá Før
oya Symfoniorkestri. Tríggjar
konsertir verða hvønn dag,
frá mánadegnum til hósdag
in 12. mai. Her fáa øll børn í
Føroyum frá 3 til 10 ár møg
uleikan at hoyra nýggja tón
leikaverkið Veiða Vind, sum
er skrivað til høvið. 3.500
børn úr øllum Føroyum hava
longu teknað seg at koma
í Norðurlandahúsið hesar
dagarnar.
Føroya Symfoniorkestur
framførir tónleikin, meðan
Annfinnur Heinesen, sjón
leikari, lesur søguna, sam
stundis sum vøkru myndir
nar hjá Janusi verða vístar
á stórskíggja aftan fyri ork
estrið.
Umfram
nýggja
verk
ið Veiða Vind, verða eisini
onnur viðkomandi tónleika
verk framførd, sum børnini
kenna. Kenda lagið hjá Olsen
Bandanum verður spælt, og
børnini sleppa at syngja
nakrar føroyskar barnasang
ir saman við Føroya Symfon
iorkestri.
Barnakonsertirnar
hjá
Symfoniorkestrinum
eru
sera væl umtóktar. Aftur
í ár eru barnakonsertir
nar eitt samstarv millum
Norðurlandahúsið,
Føroya
Syfoniorkestur,
Nám
og
Bókadeild Føroya Lærarafel
ags, sum geva tónleikaverkið
út í bók. Í 2009 framførdi Før
oya Symfoniorkestur verkið
Magnus Musikus, sum eisini
kom út sum bók við fløgu.
Tórshavnar Býráð, Ment
amálaráðið og onnur hava
stuðlað og gjørt tað møgu
ligt at hava barnakonsertir
og geva verkið út í bók.
Fyrsta tónleika
ævintýr á føroyskum
BARNABÓK »Veiða vind« er stórfingin upprunaføroyskt tónleikaævintýr
eftir Kára Bæk, Rakel Helmsdal og Janus á Húsagarði. Talan er um
vakra myndabók og tónleikafløgu, har til ber at hoyra søguna
Sunnudagin klokk
an 15 letur upp
søluframsýning í
Norðurlandahúsi
num við vøkru tekn
ingunum hjá Janusi
á Húsagarði, sum
hann hevur teknað
til tónleikaverkið
»Veiða Vind«. Talan
er um 19 tekningar.
Í samband við at
framsýningin letur
upp, verður greitt
frá um tónleika
verkið. Klokkan
16 verður høvi hjá
teimum vitjandi
at hoyra verkið til
aðalroyndina hjá
Føroya Symfonior
kestri.
Sølu
fram
sýning
Janus á Húsagarði við einari av myndunum, sum
hann hevur teknað til bókina – og sum verður við
á søluframsýningini í Norðurlandahúsinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Sera forkunnu tekningarnar hjá Janus á Húsagarði hóska sera væl til tekstin hjá Rakel Helmsdal