fríggjadagur 6. mai 2011síða 32
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52
32
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Drúgvasti og mest spennandi dyst
urin mikukvøldið, tá fjórðings
finalurnar í kappingini um Løg
manssteypið vóru á skránni, var
uttan iva dysturin í Sarpugerði mill
um Víking og B68, sum bæði mátti
út í umdyst og brotssparkskapping,
áðrenn greitt var, at B68 kom víðari
í hálvfinalurnar.
Finnur
Justinussen
skallaði
annars Víking framum í vanliga
dystinum, áðrenn Ibrahima Camara
fekk sneitt sær millum nakrar ljósa
bláar og javnað fyri B68. 1-1 helt sær
allar 90 minuttirnar, og tí mátti
umdystur spælast í tvær ferðir eitt
korter. Ibrahima Camara, ið var
serstakliga væl upplagdur miku
kvøldið, fekk lagt B68 á odda 2-1,
tá seinni hálvleikur í umdystinum
var fýra minuttir gamal, og hetta
á eisini út til at gerast úrslitið, til
Sølvi Vatnhamar í yvirtíðini fekk
javnað til 2-2.
Hetta merkti, at dysturin mátti
avgerast við brotsspørkum, og
her vísti tað seg, at B68-málverjin,
Tórður Thomsen, skuldi gerast
stóra hetjan, tí hann megnaði at
bjarga spørkunum frá bæði Kaj Leo
í Bartalsstovu og Evrard Blé, sam
stundis sum toftamenninir annars
fingu øll síni í málið, so B68 tí hevur
vunnið sær pláss í hálvfinalunum.
Einki at rafla um
Í Runavík tók NSÍ ímóti EB/Streymi,
sum nokk so skjótt vísti seg at hava
meira upp á hjarta. Sundalagsmenn
fingu spælið at hanga betur saman
og vóru yvirhøvur næskari í sínum
royndum. Munurin var kanska ikki
so stórur fyri steðgin, men beint fyri
hálvleik eydnaðist Leif Niclasen at
leggja EB/Streym á odda, tá hann í
tveimum førum skallaði ímóti mál
inum.
Málið kom dátt við hjá NSÍ,
sum tíðliga í seinna hálvleiki fekk
enn ein frammaná, tá Gert Hansen
økti til 2-0. Eftir hetta gjørdist tað
meira enn trupult hjá heimaliðnum
at gera seg galdandi, samstundis
sum gestirnir tóktust bara meira
og meira væl upplagdir. Krúnuna á
verkið setti Hans Pauli Samuelsen,
tá hann við góðum skoti skoraði til
3-0, og so var hesin dysturin enda
liga avgjørdur.
Hetta merkir, at EB/Streymur
fimta árið á rað er í finaluni í kapp
ingini um Løgmanssteypið, har
hagtølini eisini hava verið serstak
liga góð, tí sundalagsmenn hava
vunnið tríggjar av teimum fýra
finalunum higartil.
Dramatiskur endi
Í Sørvági var uppgerð millum tey
bæði liðini, sum fluttu upp eftir
kappingarárið í fjør, og her skuldi 07
Vestur vísa seg at draga longra stráið
ímóti KÍ, sum annars telist millum
oddaliðini í landskappingini.
Bara eittans mál kom í hesum
dystinum, og tað skoraði Eli
Falkvard Nielsen, tá umleið ein
hálvur tími var farin. Tór-Ingar
Akselsen sendi hornaspark innfyri
úr vinstru síðu, og fyri KÍ-málinum
var Eli hægstur og fekk við høvd
inum stýrt bóltinum inn um
Gunnar á Steig og í málið.
Hetta legði størri trýst á KÍ, sum
eisini royndi at flyta spælið longur
fram á vøllin. Men illa bar til at
gera nakað við 07 Vestur, ið tóktist
hava sera gott tamarhald á tí, sum
hendi á vøllinum. Og kanska var
heimaliðið eisini nærri við at økja,
enn gestirnir vóru at javna.
Ímóti endanum spurdist nógvur
dramatikkur burturúr, tá KÍ-spæl
arin, Bárður Heinesen, ið var
komin inn í seinna hálvleiki, fekk
reyða kortið eftir ein samanbrest
við málverjan hjá 07 Vestur, Hans
Jørgensen. Báðir spælarar máttu á
sjúkrahús, og steðgurin var so mikið
drúgvur, at nógvir minuttir blivu
lagdir aftrat, men tað broytti einki,
so 07 Vestur er í hálvfinalunum.
Málríkt í Fuglafirði
ÍF, sum í fjør tapti steypafinaluna
fyri EB/Streymi, hevur enn møgu
leikan at endurtaka dystin, eins
og EB/Streymur sjálvandi hevur
tað. Men hóast ÍF á pappírinum
hevði lættastu uppgávuna, tí mót
støðuliðið var AB úr næstbestu
deildini, bendu fyrstu trý korterini
ikki á ein so greiðan og stóran sigur,
sum ÍF at enda skuldi vinna.
Hálvleiksstøðan var 1-1, eftir at
bæði lið høvdu fingið mál burtur
úr hornaspørkum, men í seinna
hálvleiki kom av álvara gongd á
hjá ÍF, ið trygt koyrdi sær sigurin
heim við ikki færri enn seks málum
aftrat, so endaliga úrslitið gjørdist
7-1.
So hvørt sum klokkan gekk,
øktist munurin bara. Stóri málslúk
urin hjá fuglfirðingum mikukvøldið
var Bogi Løkin, ið skjeyt trý av
teimum sjey málunum, og annars
hjálptu teir í AB væl til, tí tvey av
málunum hjá ÍF vóru sjálvmál.
Vík. - B68 1-1 (0-0)
B68 vann 6-4 eftir umdyst og brotsspørk
1-0: Finnur Justinussen, 71.
1-1: Ibrahima Camara, 82.
1-2: Ibrahima Camara, 108.
2-2: Sølvi Vatnhamar, 120.
Brotssparkskapping:
3-2: Finnur Justinussen
3-3: Andre Olsen
3-4: Jóhan Dávur Højgaard
4-4: Hanus Jacobsen
4-5: Ibrahima Camara
4-6: Óli Olsen
NSÍ - EB/Str. 0-3 (0-1)
0-1: Leif Niclasen, 43.
0-2: Gert Hansen, 54.
0-3: Hans Pauli Samuelsen, 73.
07V - KÍ 1-0 (1-0)
1-0: Eli Falkvard Nielsen, 29.
ÍF - AB 7-1 (1-1)
1-0: Jan Ellingsgaard, 10.
1-1: Teitur Jóanesarson, 31.
2-1: Bogi Løkn, 51.
3-1: sjálvmál, 59.
4-1: Bogi Løkin, 67.
5-1: Bárður á Lakjuni, 77.
6-1: Bogi Løkin, 80.
7-1: sjálvmál, 86.
Løgmanssteypið
fjórðingsfinalur
07 Vestur, EB/Streymur,
ÍF og B68 í hálvfinaluni
Fótbóltur Í Runavík vann EB/Streymur 3-1, í Fuglafirði vann ÍF 7-1 á AB, í Gøtu endaði tað 2-2
og B68 vann síðani 4-2 eftir brotssparkskapping, og í Sørvági vann 07 Vestur 1-0 á KÍ
TRÍGGJAR FERÐIR BOGI
Bogi Løkin hjá ÍF, ið her hevur Tummas Justinussen úr AB eftir sær,
skoraði trý av teimum sjey málunum hjá fuglfirðingum mikukvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen
VÁGAMENN DRÚGVARI
Við einum málið eftir hornaspark, sendi 07 Vestur
Høgna Madsen og KÍ úr steypakappingini
Mynd: Álvur Haraldsen