mánadagur 9. mai 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53
4
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tað var um midnáttarleitið í
nátt, at eldur kom í Athenu,
sum liggur við oljubryggjuna
hjá Runavíkar havn. Tað var
skjótt, at mest sum alt skipið
stóð í ljósum loga, og tað var
eisini skjótt, at spreingingar
vóru at hoyra umborð á
skipinum.
Sum løtan leið, og einki
tamarhald var á eldrinum,
eins og vandi var fyri fleiri
spreinginum og vandamikl
um royki, ruddaði løgreglan
havnalagið, har skipið liggur.
Roykurin hevur ligið av
Athenu og yvir móti vestur
arminum á Skálafjørðinum,
og tá løgreglan í nátt heitti á
fólk um at taka til rýmingar
undan roykinum, hava fólk
á Skála verið savnaði í Bygd
arhúsinum á Strondum, eins
og nakað av fólki eisini hevur
verið savnað í Leguhúsinum
í Nesvík.
Skúlar, handlar og partvís
stovnar í økinum hava verið
stongd í morgun, og bussar
hjá Bygdaleiðum í økinum
hava ikki koyrt.
Endar brendu
Tað stóri spurningurin í
morgun hevur verið, um
skipið fór at loysna frá
bryggjuni, tí endar brendu
av. Í fleiri tímar í morgun
hevur skipið soleiðis ligið
við stevninum inn móti
bryggjuni, og tá hevur verið
eitt sindur lættari at koma
fram at framskipinum.
Fyrr í morgun eydnaðist
at seta fólk upp á bakkan á
Athenu, soleiðis at til bar at
gera fast um skipið av nýggj
um. Sum fyrraparturin leið,
var tí minni vandi fyri, at
skipið fór at gerast leyst og
fór at reka fyri vág og vind á
Skálafjørðinum.
Nú beint fyri middag
var greitt, at skipið sum er
fer ongan veg, tí tað hevur
eydnaðist at gera fast bæði á
bakkanum – og eisini hevur
eydnast at sveisað festir har
frammi á skipinum.
Veðrið hevur verið gott
í morgun. Tað hevur mest
sum verið stilli, men tað lot,
sum verið hevur, hevur ført
roykin yvir móti vesturarmi
num á Skálafjørðinum.
Einki at gera
Tá
Sosialurin
í
morgun
hugdi, hvat DMI sigur, bendir
alt á, at ættin kemur at liggja,
sum hon liggur nú, nakað út
í vikuna. Ikki fyrr enn hós
dagin sigur hann vestliga
ætt, men tá má væl roknast
við, at tann nógvi eldurin og
roykurin eru avhasað. Hin
vegin er skjótt, at ættin kann
skifta, tá lítil og eingin vind
ur er.
Nær Skálafjarðar Sløkki
lið sær møguleikar at fara
umborð á skipið, er púrasta
ógreitt í løtuni.
Nógvur hiti og nógvur
eldur er umborð á skipinum,
og fyrrapartin visti eingin,
um allar fløskurnar, sum eru
umborð, eru sprongdar – ella,
um fleiri eru eftir enn, sum
kunnu fara í luftina. Tað er
eisini komið fram, at tangi
er við sløkum 20 tonsum av
ammoniakki, og hetta eru
veskur, sum mugu takast í
størsta álvara.
vilmund@sosialurin.fo
Athena fer
Fyrr í morgun eydnaðist at seta fólk upp á bakkan á Athenu, soleiðis at til bar at
gera fast um skipið av nýggjum. Sum fyrraparturin leið, var tí minni vandi fyri, at
skipið fór at gerast leyst og fór at reka fyri vág og vind á Skálafjørðinum
Vilmund Jacobsen
Tað er lættari at flyta skip
ið burtur enn at flyta fólk
úr økinum. Men tað er
ikki bara sum at siga tað.
Tekniskt ber ivaleyst væl
til at hála Athenu út av
Skálafjørðinum og leggja
skipið, soleiðis at roykur
ella spreinginar ikki eru til
bága fyri fólk, fæ og ognir.
- Jú, hetta er nakað, vit
umhugsa í løtuni, men skal
eitt slíkt stig takast, mugu
fleiri partar, sum hava vit
eitt slíkt mál at gera, vera
samdir um, at hetta er tað
besta.
Í samrøðu við Sosialin
beint fyri middag, segði
Hallgrím Hansen, átaks
leiðari hjá løgregluni, at
fleiri partar eru samdir um,
at skilabest hevði verið at
sleipað skipið út av Skála
fjørðinum.
- Eg vænti ikki, at nøkur
endalig avgerð verður tikin
um hetta fyrrapartin í dag,
men tað er ikki óhugsandi,
at ein slík avgerð verður
tikin, sum dagurin líður.
Hallgrím
Hansen
segði, at nú so nógvur
roykur
rekur
yvir
móti
vesturarminum
á
Skálafjørðinum, er ikki
óhugsandi, at hetta kann
fara at føra til endur
gjaldskrøv móti trygging
arfeløgunum.
- Tað eigur at verða
lættari at flyta skipið burt
ur, enn flyta fólk úr øki
num, og fæst skipið út av
Skálafjørðinum,
verður
eisini vandin við møgulig-
um
endurgjaldskrøvum
minni, sigur átaksleiðarin
hjá løgregluni.
vilmund@sosialurin.fo
Best er at fáa skipið
út av Skálafjørðinum
Hallgrím Hansen, átaksleiðari hjá løgregluni,
heldur, at best hevði verið at fingið skipið
sleipað út av Skálafjørðinum, soleiðis at
roykurin ikki er til bága fyri fólk, fæ og ognir
Vilmund Jacobsen
Tað eydnaðist ikki Sosial
inum at fáa eina viðmerking
frá reiðarínum Thor, sum
eigur Athenu, áðrenn blaðið
fór til prentingar í dag.
Vit høvdu annan reiðar
an, Gunbjørn Joensen, í tele
fonini, men hann helt ikki,
at hann hevði hug at siga
nakað um støðuna beint í
løtuni.
Athena hevur annars
ligið við oljubryggjuna hjá
Runavíkar havn seinastu
mánaðirnar, síðan eldur
kom í skipið einaferð síðsta
ár.
Nú
var
umvælingar
arbeiði í gongd og Articon,
sum hevði høvuðsarbeiði
um hendi, vóru komin væl
áleiðis við umvælingini.
Tríggir mans vóru um
borð á skipinum, tá eldur
kom í, og teir vórðu fluttir á
Landssjúkrahúsið til kann
ingar.
vilmund@sosialurin.fo
Thor onga viðmerking
- Vit hava ongar viðmerkingar til málið í løtuni,
segði Gunbjørn Joensen, annar av reiðarunum hjá
Thor, tá vit høvdu hann í telefonini fyrrapartin