Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53 Sosialurin upp í royk Vilmund Jacobsen Sosialurin hitti Sunleiv Høj­gaard, sløkkiliðsleiðara, á Havnarskrivstovuni hjá Runa­v­íkar havn stutt fyri mid­dag í dag. Sløkkiliðsleiðarin segði, at hugsingur slett er um at senda fólk umborð á Athe­ nu, tí har er bæði nógvur eld­ur, roykur, og skipið er ógvu­l­iga heitt. Sunleiv Højgaard segði, at eingin vissa heldur er fyri, at fleiri spreingingar ikki verða umborð á skipi­ num. Sosialurin var ikki meiri enn liðugur við samrøðuna við Sunleiv Højgaard, tá ein sterk spreinging var um­ borð, sum hoyrdist um alt Runavíkarøkið. Sløkkiliðsleiðarin er annars samdur við átaks­ leiðar­an hjá løgreglu­ni, Hal­grím Hansen, um, at best hevði verið at sleipað Athenu út av Skála­fjørði­ num. Hann segði, at enn er skipið ikki tryggjað við olju­sperr­um, men at hetta fer at verða gjørt, tá um­ støð­ur eru til tað. - Eg haldi eisini, at skila­ gott hevði verið at fingið skip­ið burtur úr økinum, so tað ikki var til ampa fyri fólk, fæ og ognir, segði Sunleif Højgaard, sløkki­ liðs­leiðari hjá Skálafjarðar Sløkki­liði. vilmund@sosialurin.fo Eingin møguleiki at fara umborð Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, sigur, at eingin møguleiki er at fara umborð á skipið, nú so nógvur eldur er, og eigin vissa er fyri, at fleiri spreingingar ikki verða