mánadagur 9. mai 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53
Sosialurin
Uni Arge
Fult av fólki var í Skálanum
í
Norðurlandahúsinum
seinnapartin
fríggjadagin,
tá løgtingsins umboðsmaður,
Sólja í Ólavsstovu, hevði boðið
til ráðstevnu at taka saman
um tey 10 árini, ið løgtingsins
umboðsmaður hevur verið
virkin. Tríggir høvuðsrøðarar
vóru á skránni, Sjúrður Ras
mussen, ráðgevi á Løgmans
skrivstovuni,
Johnhard
Klettheyggj, leiðandi løg
frøðingur í Heilsumálaráð
num, og Róbert Spano, pro
fessari við Háskóla Íslands.
Áðrenn
hesir
tríggir
fingu orðið, beyð Sólja í
Ólavsstovu vælkomin, og
løgtingsformaðurin, Hergeir
Nielsen, segði nøkur orð.
Tey umleið 130 fólkini í
Skálanum høvdu ivaleyst
væntað, at hann fór at bera
løgtingsins
umboðsmanni
nøkur meinaleys góðynski,
og tað gjørdi hann lutvíst
eisini. Men hann var eisini
óvanliga hvassur í síni røðu.
Tá hann hevði greitt frá,
hvussu
løgtingið
vanliga
handfer frágreiðingarnar frá
umboðsmanninum, læt hann
hesi orð falla:
"Okkurt málið er kortini,
sum misprýðir myndina, ikki
av umboðsmanninum, men
heldur av teirri vøkkultu
samfelagsskipanini,
sum
ikki enn hevur sæð seg føra
fyri at handfara tær lemjandi
niðurstøðurnar, ið komu frá
tingsins umboðsmanni fyri
hálvum ári síðan mótvegis
nøkrum
av
samfelagsins
hægstu vøldum. Eitt mál,
sum umboðsmaðurin av sín
um eintingum hevði tikið
upp og kunnað løgtingið um,"
segði Hergeir Nielsen.
Skuldu farið frá
Hann helt, at tá stýrisskipanin
sigur, at landsstýrismaður
hevur
rættarliga
ábyrgd
av málsøki sínum, áttu teir
fremstu
ábyrgdarhavandi
beinanvegin at lagt øll síni
politisku størv frá sær til
gagns fyri politisku skipanina,
tá grannskoðarafrágreiðingin
kom. Men soleiðis er tíverri
ikki í Føroyum, her lítil orka
og minni vilji hevur ver
ið til at staðfesta ábyrgd
og taka skjótar avgerðir, so
avleiðingarnar ikki gjørd
ust størri enn neyðugt fyri
politisku skipanina og um
sitingina, segði løgtingsfor
maðurin.
"Her hjá okkum vendir alt
øvugt. Teir einastu dómar
nir, ið feldir eru í miðlunum
og enntá av tingsins røðara
palli, hava reinsað teir, ið
áttu at havt lagt frá sær. Ein
tílík sjálvreinsandi skipan
er ókend aðrastaðni," segði
Hergeir Nielsen, ið við síni
bersøgnu útsøgn gjørdist
samrøðuevni í steðginum
millum fyrilestrarnar, ikki
minst tí hann var maðurin,
sum í november í fjør segði
við Dimmalætting, at grann
skoðarafrágreiðingin fór at
verða skrásett hjá tingsins
formansskapi sum allar aðr
ar frágreiðingar.
Tey, sum høvdu lisið frá
greiðingina, hildu hetta vera
eina merkiliga líkasæla útsøgn
um eitt sera álvarsligt mál,
men fríggjadagin var tónin
ein heilt annar. Hergeir Niel
sen fanst eisini at fútanum:
"Ákæruvaldið
er
eftir
trimum og einum hálvum
mánað komið eftir, at tað
vil onki hava við málið at
gera, og politiska skipanin
er ikki enn komin á mál við
at játta neyðugan pening til
at staðfesta ábyrgd og reinsa
luftina og soleiðis skapa ein
virðiligan arbeisdag aftur í
teimum ráðum, ið rakt eru av
lemjandi frágreiðingini hjá
umboðsmanninum,"
segði
Hergeir Nielsen.
Óheftur álitisstovnur
Løgtingsformaðurin
vísti
á, at umboðsmaðurin er
álitismaður og tann einasti,
ið óheftur er førur fyri at lýsa
øll viðurskifti innan almennu
umsitingina fyri lóggevandi
valdinum og almenninginum.
Hansara partur liggur ikki
eftir í grannskoðaramálinum,
tvørturímóti, hann liggur
ljósár framman fyri politisku
og almennu skipanina ann
ars, helt hann.
"Umboðsmaðurin hevur
á sera viðkomandi hátt drigið
tjøldini frá og lýst alment
umsitingarligt óskil, meðan
politiski myndugleikin ikki
enn hevur verið mentur at
rudda upp eftir sær. Hetta
er ein stórur vandi fyri sam
felagsskipan okkara," segði
Hergeir Nielsen, áðrenn hann
ynskti løgtingsins umboðs
manni og hansara starvsliði
til lukku við 10 ára degnum
og stóra tøkk fyri dygdargott
og mennandi starv fyri før
oyska samfelagið.
Eftir hesa røðuna var
leiðin løgd hjá hinum fyri
lestrarhaldarunum at viðgera
samfelagsliga
týdningin
hjá umboðsmanninum, og
sigast má, at teir vóru full
samdir um tann týdning, ið
stovnurin hevur. Sjúrður
Rasmussen nevndi m.a., at
hann upprunaliga ivaðist í,
um nakar føroyingur hevði
nóg stórt trúvirði at vera
umboðsmaður.
Helst
var
Guttormur
í
Múli
tann
einasti, ið hevði neyðugu
dygdirnar at røkja tílíkt starv,
hevði hann skemtandi tikið
til,
áðrenn
stovnurin
nakrantíð kom.
Nú hevði hann tó broytt
hugsan og helt, at umboðs
mansstovnurin hevur havt
stóran týdning fyri tey, sum
starvast í umsitingini, serliga
sum inspiratión at viðgera
mál á nøktandi hátt.
Luftin má reinsast
Løgtingsformaðurin var bersøgin, tá hann helt røðu í Norðurlandahúsinum fríggjadagin í sambandi við, at 10 vóru
liðin, síðan løgtingsins umboðsmaður fór til verka. Politiska skipanin má reinsa luftina í grannskoðaramálinum,
segði Hergeir Nielsen og fanst at, at skipanin ikki hevur megnað at handfarið lemjandi ákærurnar í hesum máli