Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53 12 Sosialurin Árni Joensen Eins og í øðrum londum hava fiskimenn í ES-londunum leingi kært seg um, at teir hava alt ov trongar karmar at virka innanfyri. Men tað verður verri enn. Em­bætis­ fólk hjá ES-nevndini í Brux­ elles hava leingi arbeitt við at gera nýggjar reglur fyri fiskivinnuøkið, og herfyri var arbeiðið liðugt og úrslitið kunngjørt. Ein avleiðing av teimum nýggju reglunum er, at fiski­ menn, sum í fleiri førum fiska meiri, enn teir hava kvotu til, kunnu missa rætt­in til at fiska. Tað sama er gald­ andi, um fiskimenn royna at lumpa eftirlitið. Er brotið nóg álvarssamt, ella verður tað endurtikið nóg ofta, kunnu menn missa loyvið med alla. Tær nýggju reglurnar koma ikki í gildi fyrr enn næsta ár, men longu nú hava danskir fiskimenn gjørt vart við, at teir eru í hvussu er ikki nøgdir við reglurnar. – Hetta er tann bera um­ siting, og nógvar av reglunum um eftirlitið eru púra óneyð­ ugar, sigur formaðurin hjá donsku fiskimonnunum, Svend-Erik Andersen. Hann er heldur ikki serliga fegin um, at ein ES-skipan skal revsa danskar fiskimenn. – Tað hava vit ta donsku rættarskipanina til. Har­aftur­ at hevur Danmark undantak frá í ES-rættarhøpi, og tí er tað burturvið, at ein ES- skip­an skal revsa danskar fiskimenn, sigur Svend-Erik Andersen við DR. Til gagns fyri Danmark Í fiskivinnustýrinum í Keyp­ mannahavn, sum hev­ur ar­ beitt saman við hinum ES- lond­unum um tær nýggju regl­urnar, eru tey ikki samd við fiski­manna­formannin­ um. Stjórin í stýrinum, And­ ers Munck, hevur sagt, at tær nýggju reglurnar eru ikki í stríð við danska undantakið á rættarøkinum. Harafturat heldur hann, at teir donsku fiskimenninir eiga at taka undir við teimum nýggju reglunum, tí sum heild duga danskir fiskimenn betur at halda lógirnar enn fiskimenn í eitt nú teimum suðurevropeisku londunum. – Eitt av málunum við teirri nýggju skipanini er at verja teir tíbetur nógvu lóg­ l­ýdnu fiskimenninar ímóti órættvísari kapping frá teim­um fiskimonnunum, sum ferð eftir ferð bróta regl­ urnar, sigur Anders Munck við DR. Hann leggur aftur­at, at eitt annað mál við teim­um nýggju reglunum er at verja fiskastovnarnar og vist­frøð­ ina í havinum. Klippikort Eftir samtyktini hjá ES- nevndini skal skipanin við klippikorti virka sum ein stigaskipan. Hon verður rætti­liga strong, og nøkur fá brot á reglurnar um veiði­ eftir­lit kunnu gera, at skip missa fiskirættindini nakrar mánaðir. Hinvegin skal eitt fiskifar bróta regl­ur­ nar rættiliga nógvar ferðir, áðrenn tað missir síni fiski­ rætt­indi med alla. Saman við teimum nýggju og herdu veiði- og eftir­ litsreglunum koma reglur um, at fiskifør í ES-londunum skulu brúka somu tøkni. Ætlanin við tí er at gera tað lættari at fylgja fiskinum frá tí, at hann er veiddur, til hann liggur í handilsdiskinum. arni@sosialurin.fo Ein bilførari, sum ger nóg grovt brot á ferðslulógina, kann missa koyrikortið. Nú verður sama skipan galdandi fyri teir ES-fiskimenn, sum ikki halda reglurnar. Teir kunnu missa fiskikortið Partur av havnini í Lerwick í Hetlandi Fiskifør skulu hava fiskikort og kunnu fáa klipp í kortið