Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 15 - 23. januar 2004 Nr. 15 - 23. januar 2004 3 Týsdagin verður so- kallað bindicafé á Gallerí Jinx við Áarvegin BINDICAFÉ Tíðindaskriv Í okkara tíð er ikki neyðugt at duga at binda. Hóast hetta hava stokkarnir ikki verið nøkur óvanlig sjón í Føroyum seinnu árini, og Gallerí Jinx í Havn fara tey nú fyri aðru ferð at royna seg við sonevndari bindi- café. Sagt verður, at hetta er ein roynd at hittast á ein heldur óvanligan hátt við stokkum. Ung og eldri fáa møguleika at hittast til hugna og samveru í einum nútíðar forum at fáa hug- skot innan binding. Vónin er sjálvandi eisini, at ný- hugsan innan binding sprettur úr hesum tiltaki. At hittast til Bindicafé er eitt rák, sum er vorðið al- samt meira vanligt í lond- unum kring okkum, og á Gallerí Jinx verður tað hesaferð Ása Hátún, sum fer at siga frá føoyska sjall- inum. Fríggjakvøldið 23. janua kl 22, verður konsert á Margarin- fabrikkini við bólk- unum Speaker og Monkey Mongolia KONSERT Tíðindaskriv Konsertin er tann fyrsta í eini røð til tess at savna pening inn til ein Ís- landstúr, har bólkarnir skulu spæla fyri Íslendsk- um ungdómum. Speaker er ein fýra- manna bólkur sum spælir eitt slag av sveimandi ný- mótans rokki við einum sorgblíðum dæmi,men eisini er okkurt stuttligt lag og onkur glaður sangur í millum. Monkey Mongolia eru seks unglingar sum spæla tað teir sjálvir nevna popp í tí tungara endan- um. Tað serliga við bólkin- um er at teir eru tríggir guitarspælarar, so tað kann vera at teir larma eitt sindur við hvørt. Kanska var tað tað sum, gjørdi at teir vunnu POP TOPP konsertina. Báðir bólkar eru virkn- ir í ART umhvørvinum sum húsast á loftshædd- ini í Margarinfabrikkini. Teir hava hvør sær lut- tikið á konsertum í eitt nú Margarinfabrikkini, KFUM, ólavsøkukonsert- ini, Prix Føroyar og Bad- mintonhøllini. Ian Luid fer kom- andi hálva aðru vikuna at sýna fram málningar í Riber- húsi FRAMSÝNING Tíðindaskriv Leygardagin 24. januar kl.16 letur málningafram- sýning við Ian Luid upp í Riberhus í Fuglafirði. Ian hevur seinast árið verði rættuliga virkin og eru allir málningarnar á framsýningini málaðir í hesum tíðarskeiðinum. Tað er fyri stóran part føroyska náttúran og serstaka føroyska ljósið sum kemur til kennar í hansara málningum. Tá framsýningin letur upp leygardagin fer ein av finalistinum í singer/ songwrither 2003 Ronnie Poulsen at framføra egin løg. Framsýningin er opin frá leygardag 24.jan — mikudag 4. februar allar dagar frá 15.00 - 19.00. Konsert á Margarinfabrikkini Bindicafé Málningaframsýning í Riberhus Valkvøldið hevur onkur oyðiligt einar 10 plátur av klædn- ingum á skúlanum við Skúlaveg. Løg- reglan leitar eftir gerningsfólkunum HERVERK Eyðun Klakstein Klaksvík: Tekniski skúli var eitt av evnunum í val- stríðnum í Norðoyggjum upp undir løgtingsvalið, og eftir øllum at døma hevur onkur verið misnøgdur eftir valið, tí valnáttina varð her- verk gjørt á skúlan við Skúlavegin. Einar 10 plátur av klædn- inginum eru sparkaðar inn og oyðilagdar, og skaðin verður mettur at kosta fleiri túsund krónur. Løgreglan í Klaksvík kannar málið, men hevur eingi spor at ganga eftir utt- an fótaspor á teimum brotnu plátum. Tí vil løgreglan gjarna frætta frá fólki, sum hava sæð nakað illgrunasamt í nánd av skúlanum val- kvøldið. Herverk á Tekniska Skúla í Klaksvík »Føroya Hornið« er ein sjónvarpssending, ið millum annað sýnir mentunnarlig, ítróttarlig og sosial tiltøk millum føroyingar í Danmark SJÓNVARP Tíðindaskriv Føroya Hornið, ið vendir sær til bæði lesandi, ar- beiðandi og pensionistar o.s.fr., er at síggja hvønn fyrsta og triðja leygardag í mánaðinum millum kl. 11.30 og 12.00 á Køben- havns Kanal. Í løtuni er tað sjálvandi føroyska løgtingsvalið, ið hevur størsta áhugan mill- um hyggjararnar. Aftan fyri komandi send- ingar stendur nú ein redak- tión. Í henni sita Niels Salmony, sølustjóri, Martin Fjallstein, leiðari í Føroya- húsinum í Keypmanna- havn, Kári Mikkelsen, journalistur, Erik Koch Jørgensen, sjónvarpsfram- leiðslustjóri og Kim Bay, sjónvarpsupptøkumaður. Persónar, ið hvør á sínum øki hava drúgvar royndir í til dømis sjónvarpsarbeiði, samskifti, leiðslu og pen- ingaviðurskiftum. Tørvurin á eini sjón- varpssending millum før- oyingar í Danmark hevur leingi verið eitt ynski, sum nú er vorðið veruleiki. Longu nú verður Føroya Hornið stuðlað av kendum føroyskum fyritøkum sum Atlantsflog, Smyril Line og Føroya Sparikassa. Fyri at Føroya Hornið kann halda fram og gerast betri, hevur sendingin brúk fyri framhaldandi stuðli. Tí hevur manningin vent sær til aðrar føroyskar fyritøkur fyri at søkja um stuðul. Fleri upplýsingar ella viðmerkingar kunnu fáast við at venda sær til ein av stigtakarunum: Niels Sal- mony, fartlf. 0045 23 37 13 67, teldupostur: salmony@jwn.dk Sjónvarp til føroyingar í Danmark Eidesgaard stevnir móti Tinganesi Jóannes Eidesgaard fekk størstu undir- tøkuna at leiða sam- ráðingarnar at skipa eina nýggja sam- gongu. Tískil bendir alt á, at hann eisini verður Føroya løg- maður innan leingi FORMANSUMFAR Orð:Heri á Rógvi Myndir: Jens Kristian Vang Jóannes Eidesgaard hevur fingið ein gyltan møguleika. Hann og Javnaðarflokk- urin stevna beint ímóti Tinganesi, og persónliga er hann ávegis at gerast løg- maður. Sambandsflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Javnaðarflokkurin søgdu Edmundi Joensen, løgtings- formanni, frá, at teir vildu hava Jóannes Eidesgaard at leiða samgongusamráðing- arnar. Hetta gav formanni Javnaðarfloksins meiraluta. Og Jóannes ætlar sær beint til arbeiðis at finna ein nýggja samgongu. Fyrstu fundirnir vórðu hildnir hósdagin - eftir at blaðið fór til prentingar. Fyrsti tingfundurin eftir løgtingsvalið verður 3. februar, og í seinsta lagi níggju yrkadagar eftir, hin 13. februar, er seinasta freist hjá løgtingsformann- inum at leggja uppskot um fyrsta løgmansevni fyri Løgtingið. Hin 18. februar er seinasta freist hjá Løg- tinginum at greiða atkvøðu um løgmansevni. Altso Jóannes Eidesgaard hevur eitt ávíst trýst á sær at skipa samgongu. Ber einki til hjá honum, so hevur hann skyldu at boða løgtingsfor- manninum frá hesum í góð- ari tíð, soleiðis at nýggjur samráðingarleiðari kann út- nevnast. Beint til arbeiðis Høgni Hoydal, formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, fór sum tann fyrsti inn til Ed- mund Joensen í fundirhøl- unum á Miðhæddini í Løg- tingsbygninginum beint eftir klokan tíggju hós- morgunin. Hann peikaði á seg sjálvan sum samráðing- arleiðara. – Okkara grundgeving er, at vit gjørdust størstu flokk- ur á tingi. Vit halda tað vera best, um tann størsti flokk- urin sleppur at royna seg, sigur Høgni Hoydal. Og so var leiðin løgd. Næsti maður innar til tingformannin var Alfred Olsen, virkandi formaður Sambandsfloksins. Hann hevði sínar tingmenn - utt- an Lisbeth L. Petersen og sjálvandi Edmund Joensen - við sær. Alfred Olsen peikaði á Jóannes Eidesgaard. – Vit meta, at Jóannes Eidesgaard hevur góðar møguleikar at skipa eitt breitt samgongusamstarv, sigur Alred Olsen. Alfred Olsen metti ikki nóg góðar møguleikar vera til staðar fyri at skipa eina samgongu við at peika ein í Sambandsflokkinum. Virkandi formaðurin í Sambandsflokkinum held- ur, at góðir møguleikar eru fyri at koma í eina sam- gongu, og hetta kann gera, at fiaskoin týskvøldið verð- ur vend til í øllum førum ein ávísan framburð. – Tað er heilt avgerandi fyri okkum at koma í eina samgongu, sigur Alfred Olsen. Tann triðji inni hjá Ed- mundi var Jóannes Eides- gaard, og hann peikaði á seg sjálvan. Stóri atkvøðuslúkarin í Norðoyggjum, Anfinn Kallsberg, peikaði á seg sjálvan sum samgonguleið- ari, tá hann var inni hjá løg- tingsformanninum umboð- andi Fólkaflokkin. Hetta gjørdi hann við teirri grundgeving, at hann helt seg hava fingið eina dygga álitisváttan frá fólkinum. – Eg skildi føroyska velj- aranum og demokratinum at bjóða meg fram, sigur Anfinn Kallsberg. Ì sama viðfangi sigur hann, at hann sum persónur ikki skal vera ein trupulleiki fyri einum samgongusamstarvi, tá stóru flokkarnir ikki hava álit á honum. Jenis av Rana peikaði á Høgna Hoydal. Hann vil fegin halda fast í verandi samgongu. Hann metti tað vera burturvið at peika á Anfinn Kallsberg, tá Tjóð- veldisflokkurin hevur av- víst at samstarva við hon- um sum løgmanni. – Vit hava tikið fylgjur- nar av hesum og peika á hin stóra flokkin í samgonguni, sigur Jenis av Rana. Hann sigur seg rokna við, at Jóannes Eidesgaard fer at royna eftir teimum stóru flokkunum fyrst. Kári P. Højgaard fór sum tann síðsti til Edmund Joen- sen. Við sínum mandati gav hann Jóannesi Eidesgaard atkvøðu nummar fimtan. Kári P. Højgaard vísir á, at tað eisini snýr seg um sjálvan persónin, tá ein sam- ráðingarleiðari skal veljast - og ikki bert flokkin. – Sambandsflokkurin gjørdist størstu flokkur, og har eru ávísir trupulleikar í dag, og tískil vildu vit ikki peika á Sambandsflokkin. Tann næst størsti flokkurin er Javnaðarflokkurin, vit meta, at Jóannes Eides- gaard er ein royndur poltik- ari, sum hevur møguleikar at skipa eina samgongu. Breitt ella smælt Beint eftir klokkan ellivu hósmorgunin kundi Ed- mund Joensen kunngera, at Jóannes Eidesgaard eigur møguleika at skipa eina samgongu Jóannes Eidesgaar fer nú at "sortera" millum flokk- arnar, sum hann tók til. Fyrstir á fund við hann eru Sjálvstýrisflokkurin og Sambandsflokkurin. Hann útilokar einki - allir møgu- leikar eru opnir. – Ein ætlan skal gerast fyri, hvussu samráðingar- nar skulu fara fram. Vit fara eftir einum meiralutastjórn, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann fer innleiðandi at tosa við nógvar flokkar, men ynski um eina breiða og stabila samgongu er framvegis til staðar. – Vit skilda fólki at royna at fáa eina breiða sam- gongu, sum kann skapa ar- beiðsfrið. Tí vil eg fegin síggja eitt breitt samstarv burturúr hesum, sigur Jóannes Eidesgaard. Hvørki Jóannes Eides- gaard ella nakar annar floksleiðari vildi vátta, at nøkur avtala var gjørd flok- anna millum undan for- mansumfarinum. Staðfesti støðuna Formansumfarið hósmorg- unin hevur fyrst og fremst Jóannesi Eidesgaard og Javnaðarflokkinum ein gyltan møguleika. Samstundis var staðfest at verandi ósemja í teirra fráfarandi samgonguni stendur við. Hóast sam- gongan fekk størri undir- tøku týsdagin enn við sein- asta val, so er persónspurn- ingurin um Anfinn Kalls- berg ikki loystur, og tað er tí bert, um Jóannes Eides- gaard ikki megnar at skipa eina samgongu, at ein sam- gongu við fullveldi og sjálvstýri fremst á dag- sskránni kann halda fram. Formaðurin í Tjóðveldis- flokkinum heldur tað vera óheppið, at tað ikki hevur borið til at finna eina semju millum Fólka- og Tjóð- veldisflokkin. Hann vísir til, at Fólkaflokkurin eigur ábyrgdina fyri samgongu- sliti - men Fólkaflokkurin sendir, eins og undan valin- um, tann bóltin retur til Høgna Hoydal. Inntil víðari liggur bólt- urin hjá Jóannesi Eides- gaard. Jóannes Eidesgaard hevur nú møguleika bæði at gerast løg- maður og at fáa Javnaðar- flokkin í Tinganes. Alfred Olsen og Sambandsflokkurin tryggjaðu saman við Sjálvs- týrisflokkinum Jóannesi hendan møguleika. Støðan er framvegis fastlæst millum Høgna og Anfinn. Hóast góða úrslitið valdagin, so kann lættliga henda, at bert annar teirra sleppur í samgongu. C M Y K 3 2