fríggjadagur 23. januar 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 15 - 23. januar 2004
Nr. 15 - 23. januar 2004
5
Annlis Bjarkhamar
fekk ikki akkurát tað
føðingardagsgávuna,
hon stílaði eftir, men
tað ger minni, heldur
hon
LØGTINGSVALIÐ
2004
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Annlis Bjarkhamar í Vági
er nøgd í dag.
Hon er nøgd, hóast hon
ikki akkurát fekk ta føðing-
ardagsgávuna, hon hevði
stílað eftir, nú hon týsdagin
20. januar, fylti runt.
Hendan dagin fylti hon
30 ár. Samstundis stillaði
hon upp til løgtingsvalið
fyri tjóðveldisflokkin í
Suðuroy.
Hetta er fyrstu ferð, at
hon stillar upp og tað fekk
hon 145 atkvøður burturúr.
Tað rakk verri enn so til
ein tingsess, eftirsum Her-
geir Nielsen varð afturvald-
ur við 217 atkvøðum.
Men tað leggur Annlis
minni í sigur hon.
– Tað veldst alt um, antin
eg skal hugsa um meg
sjálva, ella um eg skal
hugsa um heildina. Og skal
eg velja ímillum mínar
egnu atkvøður, ella tað, at
tjóðveldisflokkurin
fekk
eitt so mikið gott val, at
stríðið
fyri
føroyskum
sjálvstýri kann halda fram,
er ongin ivi um, hvat eg
velji.
– Tað, sum hevði størstan
týdning er, at tjóðveldis-
flokkurin hevði eitt gott
val.
Sostatt er hon avbera
nøgd við valið, tí úrslitið
gjørdust, at tjóðveldis-
flokkurin gjørdust størsti
flokkur í tingmannatali.
Hon er er eisini vælnøgd
við at fáa 145 atkvøður.
– Tað er natúrligt at okk-
ara umboð á løgtingi sten-
dur sterkastur í myndini,
ikki minst nú tað er komið
so nógv á skaftið fyri Suð-
uroynna, sum ongantíð fyrr
í søguni.
– Men mínar atkvøður
hava so verið eitt íkast og
hava gjørt sítt til at tryggja
mannin í Suðuroynni, so
tað eri eg væl nøgd við.
Sambandið hjálpti
tjóðveldinum
Tað sá annars onki serligt
út hjá tjóðveldisflokkinum
fyrst í januar mánaða, tá ið
tann fyrsta veljarakann-
ingin varð almannakunn-
gjørd, tí eftir henni fór tjóð-
veldisflokkurin at gerast
tann stóri taparin og sam-
bandið tann stóri vinnarin.
Tí vóru allar orsøkir hjá
Annlis at stúra fyri gongd-
ini.
– Men so hvørt sum val-
stríðið leið, tess meiri sann-
førd gjørdist eg um, at velj-
arakanningin fór ikki at
halda.
– Ikki minst hava vit havt
ein sera sannførandi for-
mann í Høgna Hoydal, sum
hevur dugað avbera væl at
ført okkara boðskap fram.
Men eisini nógv onnur hava
ført boðskapin greidliga
fram fyri fólki.
Hon heldur eisini, at
hetta valstríðið prógvar, at
tað ber ikki til at keypa seg
til ein valsigur.
– Vit eru tann flokkurin
av teimum stóru, sum hevur
brúkt nógv minst av peng-
um upp á valstríðið. Hetta
vísir, at tað er boðskapurin,
sum telur.
Annars heldur Annlis
Bjarkhamar eisini, at sam-
bandsflokkurin hevur hjálpt
tjóðveldisflokkinum væl í
hesum valstríðnum.
–
Sambandsflokkurin
førdi i veruleikanum eitt
ógvuliga gott valstríð fyri
okkum. Tá ið teir komu við
sínum
boðskapi
um
»farvæl fullveldið«, fingu
teir fólk at steðga á og at
hugsa, tí hetta var at ganga
innastu kenslunum hjá fólki
ov nær. At siga »farvæl
fullveldið« er tað sama sum
at siga »farvæl, hin før-
oyska tjóðin«. Ein slíkur
boðskapur
býður
fólki
ímóti og tað hevur havt
akkurát øvugta ávirkan av
tí, sum sambandsflokkurin
ætlaði.
– Føroyingar eru ósamdir
um, hvussu skjót sjálvstýr-
istilgongdin skal vera, men
tað, sum sambandið bað
føroyingar gera, var at
bakka eftir hæli og tað vilja
føroyingar sjálvsagt ikki.
Annars hevur Annlis ikki
heilt mist hugin til politikk,
hóast hon ikki varð vald.
Tí viðgongur hon eisini,
kemur tjóðveldisflokkurin í
samgongu og bjóðar henni
ein landsstýrissess, hevði
hon sanniliga umhugsa tað.
Tað, sum hon vónar, er at
tjóðveldisflokkurin
og
javnaðarflokkurin koma í
eina samgongu við onkrum
øðrum.
– Tað hevði verið tað
besta fyri okkara sosial- og
vinnupolitikk og eg ivist
ikki í, at teir báðir flokkarn-
ir eisini kunnu koma rætti-
liga langt á ríkisrættarliga
økinum, men har mugu so
báðir flokkar geva seg eitt
sindur, sigur Annlis Bjark-
hamar.
Hetta hevur verið eitt
søguligt valskeið fyri
Suðuroynna og tað
hevur veljarin svarað
til, sigur Hergeir
Nielsen, afturvaldur
løgtingsmaður
LØGTINGSVALIÐ
2004
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta gekk sum tað
skuldi.
Hergeir Nilsen, afurvald-
ur tingmaður fyri tjóð-
veldisflokkin í Suðuroy er
rættiliga vælnøgdur við úr-
slitið av løgtingsvalinum,
sigur hann í eini stuttari
viðmerking.
Men hann hevði eisini
væntað eitt gott úrslit, hóast
tann fyrsta veljarakanning-
in sá ikki nakað serligt út.
– Tað var rættiliga skjótt
at eg kom eftir, at veljara-
kanningin fór ikki at halda,
tí tað kundi aldrin passa, at
tjóðveldisflokkurin skuldi
vera fyri so stórari aftur-
gongd, sum hon vísti.
Men hann var kortini
sannførdur um, at tjóðveld-
isflokkurin stóð til eina
afturgongd, ikki minst nú
eisini fólkaflokkurin var
farin at tevja tingsess í Suð-
uroy og gjørdi rættiliga vart
við seg. So hann visti eis-
ini, at tað skuldi stríðast
fyri at varðveita sessin.
Kortini hevði hann góðar
vónir, tí hetta hevur verið
eitt søguligt valskeið fyri
Suðuroynna, tí tað er
ongantíð so nógv hent í
oynni í einum valskeiði,
sum hesuferð, og tað hevur
sjálvsagt ávirkað úrslitið av
valinum.
Hann sigur, at tá ið nýggi
Smyril er komin, eru møgu-
leikarnir eisini at reka
vinnu í Suðuroynni líka
góðir sum aðrastaðni í Før-
oyum og hann ivast heldur
ikki í, at vinnan fer at fóta
sær aftur.
– Uppgávan hjá politikar-
um verður at tryggja, at
umstøðurnar hjá vinnuni í
einum parti av landinum
ikki verða verri enn í einum
øðrum parti av landinum.
Sostatt skulu virki í útjaðar-
anum ikki vera verri fyri
enn virki í miðstaðarøkin-
um. Og er flutningskostn-
aðurin
ein
trupulleiki,
verður neyðugt at fáa tað í
rættlag,
sigur
Hergeir
Nielsen.
Annars ásannar hann at
undanfarna samgonga kom
styrkt burturúr valinum.
– Vit høvdu 17 tinglimir í
samgonguni,
men
eftir
valið
hava
teir
fýra
flokkarnir, sum myndaðu
samgonguna, 18 tinglimir.
Men fyri tað sigur hann
ikki, at hendan samgongan
skal endurskipast.
Hann heldur, at tað eru
nógvir møguleikar fyri eini
nýggjari samgongu og hann
vil ikki nevna nakran
ávísan.
Fekk ikki tingsess
í føðingardagsgávu
Fingu lønina fyri eitt søguligt valskeið
– Ongantíð áður er so nógv hent í Suðuroy sum í farna valskeiði og tað hevur givið úrslit, heldur
Hergeir Nielsen, sum varð afturvaldur á ting
Annlis Bjarkhamar sigur, at sambandsflokkurin hjálpti tjóðveldisflokkinum til at vinna
løgtingsvalið týsdagin
Norröna
siglingarklár
Arbeiðið upp á at
gera Norrönu sigling-
arklára aftur hevur
gingið væl. Og hevur
Tórshavnar Skipa-
smiðja boðað frá, at
alt verður liðugt frá
teirra síðu fríggja-
morgunin klokkan 8
NORRØNA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
– Vit eru júst nú við at fáa
tað seinasta frá hondini,
sigur Thormund Johanne-
sen, ið hevur ábyrgd av
nýbygningum og størri
projektum á Skipasmiðjuni.
Thormund væntar, at ar-
beiðið verður liðugt mitt á
nátt, og tí kann Skipasmiðj-
an lova, at Norröna verður
klár frá teirra síðu fríggja-
morgunin klokkan 8.
Skipasmiðjan hevur fyri-
bils umvælt skaðarnar, sum
Norröna fekk, tá hon bar
við land á Viðarnesi og
molan í Havn fyri góðari
viku síðani.
Teir hava skorið úr, har
sum hol kom á inn til mask-
inrúmið og sett nýtt í. Eisini
eru nakrar styrkingar gjørd-
ar undir vatnganginum.
Arbeiðið uppá Norrönu
byrjaði fyri eini viku síðani,
tá ein fyribilstetting var
gjørd, so skipið kundu hál-
ast. Hetta var um middags-
leitið seinasta fríggjadag. Og
so var farið í gongd við tað
arbeiðið, sum nú er liðugt.
So fríggjamorgunin er
Norröna sum sagt sigling-
arklár, so hon kann fara um
Atlantshavið til ta skipa-
smiðjuna, sum fær upp-
gávuna at umvæla hana.
Dúgliga hevur verið sveisað og tett hesa farnu vikuna fyri at fáa Norrönu siglingarklára aftur, so at hon kann fara um Atlants-
havið á útlendska skipasmiðju
Mynd: Jens K. Vang
Óvanliga nógv óhapp gera um seg í ferðsluni
Sambært løgregluna í
Eysturoy hevur talið á
óhappum sum raka
bilferðsluna verið
óvanliga høgt ta sein-
astu tíðina
BILFERÐSLA
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Dalurin
í
Norðragøtu,
kendur sum ein trafikal
pulsæðr
ið
sambindur
Klaksvík, Fuglafjørð og
Leirvík við tað sokallaða
meginøkið. Seinnapartin
mikudagin 21. januar er
ferðslan lívlig sum vanligt.
Ein bilur kemur koyrandi
niðan fram við Shell støðini
fyri síðani at taka síðuvegin
høgru móti Leirvíkstunlin-
um; av onkrari orsøk broyt-
ir
bilførarin
knappliga
hugsan og vendir inn aftur á
høvuðsvegin, men tann
sum koyrir í hølunum á
honum fær ikki stundir at
lesa teir skjótu tankarnar
og… BAING BOUM. Vit
hava eitt ferðsluóhapp.
Schandorff Vang, ein av
politistunum í Eysturoy, er
skjótur á staðið. Tíbetur
eingin fólkaskaði hesuferð,
hóast bilarnir fingu skaða.
Alt verður noterað sambært
teimum vanligu manna-
gongdunum tá ið óhapp
henda, impliceraðir partar
verða hoyrdir og fáa boð
um hvat og hvussu.
So aftan á umleið ein
tíma er Schandorff Vang
klárur við fyrsta partin av
sínum arbeiði í sambandi
við hetta óhapp. Hann setir
seg í bilin fyri at koyra út
móti sínum arbeiðsplássi á
Politistøðini í Runavík;
men ikki er hann meira enn
komin um svingið til Gøtu-
gjáar, nú ljóðar alarmurin
aftur í biltelefonini.
Hesuferð kann tað vera
meira álvarsamt og Schan-
dorff Vang vendir straks
bilinum fyri at koyra aftur
til umleið sama stað har
hann júst hevði verið. Tað
vísir seg at nakrar metrar
burtur frá tí fyrra óhappin-
um, við ta norðaru innkoyr-
ingina til Norðragøtu, er
ein ógvusligur samanstoyt-
ur farin fram. Ein bilur hev-
ur rent frontalt saman við
ein annan og ein triði er
raktur eisini.
– Hetta var ikki gott, við-
merkti politisturin nakað
seinni tá vit tosaðu við
hann.
– Tann eini bilførarin var
skorin í andlitið oman fyri
tynningin og mátti flytast á
sjúkrahús; vónandi fekk
hann ikki álvarsligt mein…
Blendandi sirm?
Tað sum hendi var sambært
løgregluna
fylgjandi:
Tríggir bilar standa stillir
við vegjaðaran beint við ta
norðaru innkoyringina til
Norðragøtu; ein bilur kem-
ur koyrandi av Kambsdali
um eiðið og oman gjøgnum
dalin, helst við høgari ferð.
Antin leggur bilførarin
ikki merki til at teir tríggir
bilarnir standa stillir og
kunnu tí heldur ikki geva
nakrar stórvegis indikatión-
ir um hvat sum hendir
rundan um teir, ella so hev-
ur hann so nógva ferð at
hann ikki kann steðga á og
vera á varðhaldi tá hann
yvirhálar. Hann sær ikki
mótferðsluna og í tí løtu
hann yvirhálar kemur ein
annar bilur koyrandi við
mótsettari kós niðan móti
dalinum og teir bresta sam-
an frontalt. Stoyturin er
harður og tekur eisini við
ein av teimum trimum bil-
unum ið stóðu stillir. Teir
báðir bilarnir ið renna sam-
an frontalt fara illa av og
bilførarin í tí bilinum sum
koyrdi oman úr dalinum
fær so mikið av snuddum at
hann má á sjúkrahús.
Dagin fyri hesi óhappini
hendi eisini eitt við Streym-
in og fyri fáum døgum síð-
ani eitt annað á Strondum.
Síðst nevnda involveraði at
tveir bilar møttust beint við
ein triðja sum stóð stillur
við vegjaðaran. Av onkrari
orsøk gekk tað galið við
orienteringini og bilarnir
stoyttu saman.
– Óhappini í ferðsluni
hava verið óvanliga nógv
her teir seinastu tíggju-tólv
dagarnar, helt Schandorff
Vang fyri.
– Vit hava enn ikki kunn-
að staðfest orsøkina til at so
nógv fleiri óhapp hava hent
hetta tíðarskeiðið saman-
borið við mótsvarandi tíð-
arskeið í fjør; vónandi eru
vit ikki á veg aftur móti
teimum tíðunum tá ið
óhappini vóru fleiri… Onk-
ur hevur so illgruna um
hetta sirmið vit hava havt
so nógv av, tá tað fer fram
saman við ljósi frá mót-
ferðslu, at tað gevur eitt
ógvuliga vánaligt sýni hjá
bilførarum.
– Eg vil tí minna øll á at
tað er altíð tryggast og best
at halda seg so væl til
ferðslureglurnar sum yvir-
høvur gjørligt og vísa
størsta varsemi, serliga tá
sýnið er so undarligt sum
tað eftir øllum at døma er
fyri tíðina.
Upprudding aftan á
frontalan samanstoyt við
norðaru innkoyring til
Norðragøtu.
Mynd: Maria Olsen
C
M
Y
K
5
4