fríggjadagur 23. januar 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 15 - 23. januar 2004
Nr. 15 - 23. januar 2004
7
Árliga afturvendandi
dansináttin í Bygdar-
húsinum í Hósvík
verður komandi
sunnunátt.Tá hittast
fólk úr øllum
landinum við áhuga
fyri føroyskum dansi
FØROYSKUR DANSUR
Edvard Joensen
Árliga dansináttin í Hósvík
byrjar leygarkvøldið klokk-
an 22.00. Dansað verður til
út móti morgni.
Væl umtóktu dansinæt-
urnar hjá Bygdarfelagnum
Varðanum í Hósvík halda
fram. Hetta er níggjunda
árið á rað, at skipað verður
fyri hesum tiltakinum, har
fólk úr øllum landinum
hittast at dansa føroyskan
dans.
Byrjað verður, sum van-
ligt er, klokkan tíggju leyg-
arkvøld, og dansað plagar
so at verða til umleið
klokkan fýra sunnumorgun.
Tað er eftir gomlum siði,
at tann, sum hug hevur,
styrki og hegni til at taka
yvir, skipar ta vísu ella
kvæði, hann hevur hug at
byrja. Eingin føst skrá er
løgd fyri slíkar dansinætur.
Siður er vorðin, tá fólk
hittast til slíkar dansinætur,
at tá liðið er nakað út um
midnátt, fær dansifólkið ein
breyðbita og okkurt drekk-
andi afturvið. Hetta er írok-
nað atgongumerkið, sum
kostar 50,- krónur.
Hósvíkingar vóna, at
dansináttin eisini hesaferð
verður væl vitjað, eins og
tær vanliga plaga at vera.
Leiðarin hjá NCC í
Føroyum mælir
Sandoyarfólki til at
arbeiða skjótt, um tey
ætla sær undisjóvar-
tunnil undir
Skopunarfirði í næstu
framtíð
UNDIRSJÓVARTUNNIL
Edvard Joensen
Undirsjóvatunnil millum
Streymoy og Sandoy er
komin á breddan. Fundur
hevur verið á Sandi um
málið, og NCC mælir til at
arbeiða skjótt.
Skulu Sandoyarfólk gera
sær vónir um fast samband
undir Skopunarfirði í næstu
framtíð, er at fara í gongd
við forarbeiðinum nú bein-
anveg, sigur Svein Kristian-
sen, leiðari hjá NCC í Før-
oyum.
Hann roknar við, at tað
tekur eini trý ár ella so at
fáa allar fyrireikingarnar
upp á pláss. Og eftir sum
hann eftir øllum at døma
roknar við, at NCC fer at
sleppa at gera hendan kom-
andi tunnilin eisini, mælti
hann Sandoyarfólki til at
gera skjótt av, so klárt kann
vera at byrja undir Skopun-
arfirði, tá Norðoyatunnilin
er liðugur, fyri á tann hátt at
spara tíð og kostnað.
Undan løgtingsvalinum
var almennur fundur í Virk-
inum á Sandi, har málið um
undisjóvartunnil
undir
Skopunarfirði
var
til
umrøðu.
Sum skilst av Sandi, hev-
ur NCC eina fyribilsætlan
liggjandi fyri tunli undir
Skopunarfirði.
Hesin tunnilin fer vænt-
andi at verða einar níggju
kilometrar langur, og hann
fer at kosta út móti eini
hálvari
milliard,
metir
NCC.
Svein Kristiansen segði
fyri Sandoyarfólki hendan
dagin, at teir rokna við at
gera tunnilin í pettum. Einir
26 metrar verða sprongdir í
senn, og so verður gjørt lið-
ugt. Ikki sum gjørt varð í
Vágatunlinum, at fyrst varð
skotið heilt ígjøgnum og
síðan gjørt liðugt. Arbeitt
fer at verða báðumegin frá
samstundis, sigur NCC
leiðarin.
Tá tosað verður um ein
kostnað upp á einar 50 til
55 millónir fyri kilometur-
in, verður roknað við ein-
um vanligum tveysporað-
um vegi.
Verður hinvegin farið
yvir til tríggjar vegbreytir,
skulu eini 15 prosent leggj-
ast aftur at kostnaðinum,
sum givin er upp, kom fram
á fundinum á Sandi.
Mesta dýpi, har tunnilin
er ætlaður at liggja, er um
80 metrar, og farið verður
einar 140 metrar niður við
tunlinum, varð greitt frá.
Kortini verður tunnilin
ikki so brattur, sum eitt nú
Vágatunnilin
er,
sigur
NCC.
Borað verður frá svingin-
um við Gomlu Rætt og suð-
ur móti Kirkjubø í fyrsta
umfari. Umleið ein kilo-
metur verður borað uppi á
landi, áðrenn farið verður
undir sjógv. Hetta fyri at
minka hallið so nógv sum
gjørligt.
Fast samband út í Hest
var eisini umrøtt á hesum
fundinum á Sandi. Bæði
tunnil allan veg út í oynna,
og ein teymur, sum endar
einastaðni undir bygdini,
har so ein lyfta verður upp í
bygdina.
Greitt varð frá, at um
tunnil skal gerast á vanliga
hátt út í Hest, fer hann at
kosta einar 200 milliónir
aftur at tí, Sandoyartunnilin
annars er mettur at kosta.
Verður hinvegin ein loysn
við persónslyftu vald, kost-
ar hon einar sjey til tíggju
milliónir, varð sagt. Hend-
an loysnin merkir, at koyr-
andi verður til eitt parker-
ingspláss undir bygdini í
Hesti. Har verða bilarnir
settir, og fólk fara so við
lyftu upp í sjálva bygdina.
Gerið skjótt av
Svein Kristiansen frá NCC í
Føroyum greiddi frá eini
ætlanum fast samband undir
Skopunarfirði
Mynd Óskar Óskarsson
Stígið á gólv so lættliga
Aftur í ár skipar Bygdarfelagið Varðin fyri árligu dansináttini í Hósvík
Fitt av fólki var komið í Virkið hetta kvøldið at hoyra um fasta sambandið við meginøkið
Mynd: Óskar Óskarsson
Nú Lisbeth L. Peter-
sen tók avleiðingarn-
ar av tí vánaliga valin-
um hjá Sambands-
flokkinum, hómast
fleiri kandidatar til
formanspostin
FORMANSVAL
Stefan í Skorini
Gitingarnar um formans-
postin hjá Sambandsflokk-
inum eru farnar í gongd.
Spurningurin er, hvør skal
taka við eftir Lisbeth L.
Petersen, sum ikki bleiv
serliga drúgv í hesum sess-
inum.
Hóast flokkurin við Lis-
beth á odda hevur fingið
flest atkvøður í tveimum
teimum seinastu løgtings-
valunum og til seinasta
fólkatingsval,
tók
hon
mikudagin avleiðingarnar
av tí vánaliga løgtingsval-
inum og segði seg frá alt
fyri eitt.
Tann 26. og 27. mars fer
Sambandsflokkurin at hava
landsfund í Læraraskúlan-
um í Havn. Tá skulu limir
floksins velja nýggjan for-
mann eftir Lisbeth L. Peter-
sen, sum dagin eftir valið
tók seg aftur sum leiðari í
Sambandsfloksins.
Starvsnevndin í flokkin-
um skal hava skrivlig boð
um valevni til formanspost-
in í minsta lagi fimm dagar
undan fundinum, og hvørt
valevni skal hava tveir still-
arar, upplýsir Helgi Abra-
hamsen, skrivari í Sam-
bandsflokkinum.
Alfred og Edmund
Lisbeth L. Petersen tók við
formanspostinum í mars
mánaði í 2001, eftir at hon
vann eitt kampval ímóti
Edmundi Joensen. Tá gjør-
dist Alfred Olsen samstun-
dis nýggjur næstformaður.
Tað liggur nær at hugsa
sær, at Alfred Olsen nú tek-
ur eitt fet uppeftir stiganum
og verður nýggjur formað-
ur. Hann er virkandi for-
maður í løtuni. Hetta skal
tó ikki takast fyri givið.
Fyrrverandi formaðurin
Edmund Joensen, løgmað-
ur frá 1994 til 1998 og sum
hevur verið tingformaður
seinasta valskeið, skal als
ikki avskrivast ov skjótt.
Fleiri eygleiðarar halda, at
Edmund Joensen er eitt
sera gott boð uppá for-
manspostin, og hann hevur
jú royndir sum formaður og
var tingformaður seinasta
valskeið.
Tá ónøgd var við Edm-
und Joensen eftir seinasta
val, skeyt Unga Sambandið
Lisbeth L. Petersen upp
sum formansevni, og hon
fekk stuðul á landsfundin-
um.
Kaj Leo Johannesen er
møguliga ein outsidari sum
formansevni, men hann er
kortini nakað ungur til for-
manspostin, hóast hann
verður mettur sum ein
framtíðarmaður í flokkin-
um.
Eingin inni í Sambands-
flokkinum fæst at siga
nakað ítøkiligt um komandi
formansvalið. Hetta skal
eisini takast sum taktiskt
spæl frá komandi valevnum
til formansvalið. Tey vilja
óivað ikki avdúka beinan-
vegin, hvør ætlar sær at
stilla upp.
Lisbeth tók ábyrgdina
– Eg mátti ikki taka meg
aftur, men hetta var mítt
egna val, sigur Lisbeth L.
Petersen, fyrrverandi for-
maður Sambandsfloksins.
Hon leggur áherðslu á, at
hon ikki varð noydd at taka
seg aftur.
– Tá tað gongur illa, hev-
ur formaðurin høvuðs-
ábyrgdina, og tí mátti eg
taka avleiðingar av hesum
valinum, sigur Lisbeth L.
Petersen, sum er sera kedd
av tí samlaða úrslitinum hjá
flokkinum.
Hon sigur, at hon hevur
umhugsað at taka seg aftur
sum formaður fleiri ferðir
seinastu tíðina, og eftir
hetta valúrslitið var tað
natúrligt, at Lisbeth fór frá.
Tá Lisbeth gjørdist for-
maður í 2001, gjørdi hon
greitt, at hon vildi hava
Alfred Olsen sum næstfor-
mann. Tað er tí ikki óhugs-
andi, at hon fer at stuðla
honum í einum komandi
formansvali.
– Eg havi ongantíð havt
teir spískastu albogarnar,
og eg varð fleiri ferðir biðin
um at stilla upp, áðrenn eg
endiliga gjørdi tað, sigur
Lisbeth L. Petersen.
– Gáttin fyri konufólk
hevur altíð verið hægri enn
fyri menn í politikki. Tí var
eg rættiliga tilkomin, áðr-
enn eg kom uppí politikk í
løgtinginum, sigur fyrrver-
andi formaðurin.
Um hesi trý árini sum
formaður sigur Lisbeth, at
tað hevur verið rættiliga
spennandi, men samstundis
strævið og slítandi.
Kapprenningin er farin í gongd
Kapprenningin um at gerast høvdingi Sambandsfloksins eftir
Lisbeth L. Petersen er farin í gongd. Alfred Olsen er virkandi
formaður inntil landsfundin, men Edmund Joensen spøkir
eisini handan leiktjaldið
Mynd: Jens Kr. Vang
Tað verður helst
Heðin Zachariasen úr
Streymnesi, ið tekur
sæti á tingi sum eyka-
valdur fyri Fólka-
flokkin ístaðinfyri
Poul Michelsen
VAL
Stefan í Skorini
Tingsessurin
hjá
Poul
Michelsen er ótryggur í løt-
uni. Líkt er til, at hann
verður noyddur at víkja fyri
Heðini Zachariasen um
tann síðsta eykavalda ting-
sessin.
Tá Sosialurin hevði Hil-
mar Høgenni á Løgmála-
ráðnum í telefonini á mid-
degi hósdagin, var eingin
avgerð tikin, hvørt tað bleiv
Poul Michelsen ella Heðin
Zachariassen. Hendan av-
gerð skuldi takast hósdagin
eftir middag.
Samfelagsfrøðingurin
Jóannes Hansen skrivar í
Tinghelluni í Sosialinum í
dag, at tað verður Heðin
Zachariasen og ikki Poul
Michelsen, ið tekur sæti á
tingi.
Valkvøldið var annars
sligið fast, at tað var Poul
Michelsen, sum gjørdist tað
síðsta eykavalda umboðið
hjá Fólkaflokkinum, men
síðani er ivi sáddur um
hansara sess í tinginum.
Orsøkin er, at øll ikki eru
á einum máli um, at hvussu
vallógin skal tulkast, og
hvussu teir eykavaldu skulu
roknast út.
– Tað er ongantíð áður
komið fyri, at ein flokkur
fær tvey eykavald umboð úr
tí sama valdøminum, sigur
Hilmar Høgenni úr Løg-
málaráðnum, har fulltrúð-
arnir skuldu gera ein úr-
skurð í málinum.
Heðin ella Poul
– Soleiðis eru spælireglarn-
ir. Eg verði ikki vónbrotin,
um eg kortini ikki sleppi á
ting, sigur Poul Michelsen,
nú tað er ivasamt, um hann
sleppur at taka sæti á tingi.
Hann er sera fegin um, at
sjálvstýrisrørslan fekk eitt
so gott val hesuferð, tí tað
var orsøkin til, at hann still-
aði uppaftur.
– Einasta orsøkin til at eg
stillaði uppaftur í 2002 var
fullveldismálið, og eg vildi
arbeiða fyri at gera Føroyar
til eitt sjálvstøðugt ríki, sig-
ur Poul Michelsen. Um
tann fyrrverandi borgar-
stjórin í Havn fellur á hes-
um valinum, hevur Fólka-
flokkurin mist ein av sínum
størstu fullveldis- og vinnu-
lívsprofilum.
Poul Michelsen sat á
tingi frá 1984 til 1990, men
eftir tólv ár uttanfyri lands-
politikk valdi hann at stilla
uppaftur.
Hann hevur verið sera
sjónligur í valstríðnum og
hevur nýtt heilt fitt av
peningi til hetta.
– Ja eg havi í øllum før-
um nýtt nóg mikið av pen-
ingi í hesum valstríðnum.
Vit eru nakrir, ið ikki eru so
nógv frammi til dagligt og
mugu tí spíla okkum út, tá
val er í hondum, sigur Poul
Michelsen.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa fatur á Heðini
Zachariasen, áðrenn blaðið
fór til prentingar.
Sessurin hjá Poul ridlar
Sessurin hjá Poul Michelsen á tingi er í vanda. Tað verður
helst Heðin Zachariasen úr sama flokki, ið tekur hansara pláss
Savnsmynd
C
M
Y
K
7
6