fríggjadagur 23. januar 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 15 - 23. januar 2004
Nr. 15 - 23. januar 2004
9
Torusláttur órógvaði børn
– Toran gongur, tá ið
luftin er óstøðug, og
tað ger sítt til, at nógv
væta er í luftini.
Hendan dagin var
rættiliga lýtt í veðr-
inum, og tað gjørdist
lýggjari, sum kvøldið
leið. Samstundis kom
ein kuldabrúgv inn
yvir okkum við tí
úrsliti, at tað var lýtt í
neðra og kalt í erva.
Undir slíkum um-
støðum, fellir hitin
skjótt uppeftir, og vit
fáa snarljós og toru-
sláttur, sigur Petur
Skeel Jacobsen, veður-
frøðingur
TORAN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Síðsta leygarkvøld var ógv-
usligur
torusláttur
um
landið. Onkustaðni gekk
toran ógvuliga hart á, og
børn vóru órógvað og tordu
illa at ganga ímillum hús-
ini. So harður var tann eini
bresturin, at hús á eystara
armi
á
Skálafjørðinum
meira at kalla skulvu. Fólk
eru samd um, at tey ongan-
tíð áður hava hoyrt so harð-
an brest, tá ið toran hevur
gingið.
Føroya Tele lýsti við, at
tele-og sjónvarpssamskifti í
onkrum øki var farið, tí
toran hevði sligið niður í
útbúnaðin.
Hiti og kuldi
Sosialurin vendi sær til
Petur Skeel Jacobsen, veð-
urfrøðing og spurdi hann,
hví toran mundi gera so
nógv um seg júst hendan
dagin. Vit spurdu hann,
hvat tað er, sum hendir, tá
ið toran gongur.
– Toran gongur, tá ið
luftin er óstøðug, og tað ger
sítt til, at nógv væta er í
luftini. Hendan dagin var
rættiliga lýtt í veðrinum, og
tað gjørdist lýggjari, sum
kvøldið leið. Samstundis
kom ein kuldabrúgv inn yv-
ir okkum, soleiðis at tað var
lýtt í neðra og kalt í erva.
Undir slíkum umstøðum,
fellir hitin skjótt uppeftir,
og vit fáa snarljós og toru-
sláttur.
Petur sigur, at tá ið buldr-
ið kemur skjótt eftir snar-
ljósið, er "útloysingin"
beint uppi yvir, har tú ert
staddur.
– Tað er snarljósið, sum
ger skaða og ikki buldrið.
Snarljósið kann oyðileggja
el-útbúnað, seta eld á og
annars gera skaða á tað,
sum livandi er.
Hann sigur, at tá ið toran
slær niður, sum vit rópa tað,
er útloysingurin millum
skýggið og jørðina. Í øðr-
um førum er hann millum
tvey skýggj.
Kraftmiklar
ljóðbylgjur
Veðurfrøðingurin sigur, at
tað er spenningurin millum
skýggini og jørðina ella
spenningurin millum tvey
skýggj, sum útloysir snar-
ljósið og buldrið.
– Talan er um stóran
spenning, sum er nógv tús-
und volt, sigur Petur Skeel.
Hann vísir á, at sjálvt
buldrið kemst av, at snar-
ljósið, sum eru kraftmiklar
ljóðbrygjur,
ið
gerast
ógvuliga heitar, slær niður.
– Tá ið toran gongur, er
skilagott ikki at ganga und-
ir trøum ella øðrum, sum
stendur uppeftir. Slær snar-
ljósið niður í trø, pelar ella
antennur, kann tað eisini
sláa niður í fólk ella djór,
sum ganga undir hesum,
sigur Petur Skeel Jacobsen.
- Tá ið toran gongur, er
skilagott ikki at ganga undir
trøum ella øðrum, sum
stendur uppeftir. Slær
snarljósið niður í trø, pelar
ella antennur, kann tað eisini
sláa niður í fólk ella djór,
sum ganga undir hesum,
sigur Petur Skeel Jacobsen,
veðurfrøðingur
Norrøna sløkti netið hjá Teletech
Norrøna, sum liggur
við bryggjuna á Bac-
alao, elvdi herfyri til,
at nøkur viðskiftafólk
hjá internetveitaran-
um, Teletech, mistu
internetsambandið
INTERNET
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tá ið toran seinasta leygar-
kvøld leikaði í av tí ring-
asta, mistu fólk í Vest-
manna, Kvívík og Kolla-
firði internetsambandið hjá
Føroya Tele, og sjónvarps-
signalið reyk eisini.
Norrøna sløkti
Men tað er ikki bara toran,
sum megnar at gera seg inn
á netið hjá ymisku veitar-
unum.
Tað
megnaði
nýggja
Norrøna eisini, tá ið hon
varð løgd við bryggjuna á
Bacalao nakað eftir skaðan,
hon fekk, tá ið hon fór á
land.
Tá ið skipið varð lagt til
eystaru bryggju, hendi tað,
at internetsambandið hjá
eitt nú Føroya Kolvetni,
sum heldur til á Bryggju-
bakka, fór.
Veitari hjá Føroya Kol-
vetni er Teletech.
Birgir W. Høgnesen, sum
starvast hjá Teletech, sigur,
at Føroya Kolvetni misti
netið, tí sambandið hjá
Teletech niðan undir Varða
í Havn bleiv burtur, tá ið
Norrøna kom at liggja við
vestaru bryggju.
Fluttu antennuna
– So skjótt, vit funnu út av,
hvør trupulleikin var, fluttu
vit antennuna, og alt varð í
lagi aftur, sigur Birgir W.
Høgnesen.
Internetsambandið hjá Teletech niðan undir Varða í Havn bleiv burtur, tá ið Norrøna kom at liggja við vestaru bryggju. Tá ið veitarin fann út av, hvør
trupulleikin var - og hevði flutt antennuna, var alt í lagi aftur
C
M
Y
K
9
8